hósdagur 23. apríl 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 23. APRÍL 1998
Verkamannafylkingin
tíðindablaðið
Nýggj Fylking —
Ein høvundur tók nakað so-
leiðis til: „Hvat skal en
spurv i tranedans?” —
Hetta til at visa å, at eisini
tað, sum lítið ella smátt er,
hevur sín tilverurætt og sín
týdning fyri heildina.
Hetta kann nýtast um til
dømis norðurlond í Europa,
um Europa í altj6dahøpi —
ella um Føroyar í danska
rikinum.
Ja, hvat skal ein småfugl-
ur i stórfuglameingi? —
Hvønn leiklut hava Føroyar
í hinum áður so stóra
danska ríkinum?
Svarið kenna øll: Lítið og
einki. — Tí eiga vit sum
skjótast at sleppa okkum
burtur úr sokallaða ríkisfe-
lagsskapinum.
Smáflokkar
Men myndin um títtlingin í
tranadansi kann eisini nýt-
ast í flokspolitiska leikinum
í Føroyum — longur er ikki
neyðugt at fara.
Hvat hevur flokkur sum
Verkamannafylkingin at
gera í glantrileiki stóru
flokkanna? Hevdi tað
ikki verið nógv betur at latið
tey fýra klombrini, sum
onkur í markleysum frek-
leika loyvir sær at kalla
størru flokkarnar her á
landi, sloppið at tíggjað sær,
sum tey vildu?
Vit halda ikki! — Vit
halda ikki, at stórvegis
munur hevur verið á hesum
flokkum seinastu nógvu ár-
ini.
Allir tøva teir og standa í
stað. — Allir eru teir læstir
í eini ónýtiliga vónleysari
politiskari skipan. Eini skip-
an, sum teir annaðhvort
hava verið við til at leggja
til rættis ella seinni hava
givið seg undir. — Allir
virka og trívast frálíka væl
í tí ólagi, sum valdar á øll-
um gkjum í føroyska sam-
felagnum. — Og allir hava
teir samstarva frálíka væl,
letur tað til. — Men ússalig
eru úrslitini. Tað gongur
sjón fyri søgn!
At teir so fjórða hvørt ár
gera eitt hirs og manna seg
upp, munnu tey fægstu taka
fyri fult.
Broyting
Tað eru ikki smáflokkar
sum Fylkingin, ið skulu
lastast fyri fløkjaliga poli-
tikkin í Føroyum. Tað er
tvørtur ímóti dugna-, evna-
og máttloysi stóru flokk-
anna, sum hava elvt til, at
fólk taka saman lógvatgk
uttan fyri hesar stirðnaðu
flokkar.
Nýggja Fylkingin snýr
sær til teirra, sum eru troytt,
vónbrotin og misnøgd við
gomlu vinstriflokkarnar. —
Nýggja Fylkingin snýr sær
til teirra, sum annars høvdu
aftrað seg við at farið á val,
tí einki er í at velja — bara
fýra vánaligar uppskriftir
uppá somu súpan. — Og
nýggja Fylkingin snýr sær
til teirra, sum vilja leggja
lunnar undir ein nýggjan,
bæriligan politikk, ið lítir
frameftir.
Jú, so vissuliga er er tørv-
ur á títtlinginum í glantri-
leiki stórfuglanna. Vissuliga
er tørvur á umboðum í løg-
tingi, sum kunnu halda lív í
og eggja størru flokkunum
til at fremja fólksgagnligan
politikk.
Vit meta, at úr náttúruni,
umhvørvinum, tilfeinginum
og fólkinum í hesum smáu,
fjarskotnu oyggjum spretta
alstórir møguleikar, sum
enn hava ikki havt gróðrar-
líkindi og tí ikki eru troyttir.
Í góðum treysti leggur
Verkamannafylkingin fram
valskrå og stevnu sína fyri
føroyska veljaran at taka
stóðu til. — Her verður
brotið upp úr nýggjum!
Valfundir
Tá ið valfundur er lokin, er
ikki óvanligt, at fólk spyrja
seg sjálvi: „Hvat varð sagt?
— Var nakað nýtt borið
fram? — Høvdu vit ikki
hoyrt alt hatta meylið áður?
— Upp undir seinasta val;
ja, og upp undir næstsein-
asta val?“ — Og so fram-
vegis.
Og við fullum rætti spyr
veljarin seg sjálvan: „Varð
nakað itøkiligt borið fram?
— Nakað, sum veruliga
vísti á gongdar leiðir burtur
úr politiska hurli vasanum?“
Tíverri er svarið oftast
„Ja“ til fyrru spurningarnar;
„Nei“ til teir seinnu.
Tí sjáldan verður stórveg-
is sagt; sjáldan verður nakað
nýtt borið fram. Tað mesta,
kanska alt, hava vit hoyrt
áður. — Og sjáldan, um
nakrantíð, verður nakað
itøkiligt borið fram, sum
kann flyta okkum fram á
leið.
Mangan verður sagt, at á
veljarafundum er tað mesta
tóm orð og lyfti, ið verða
gloymd, tá ið tingið er valt.
Nøgdin er mangan
ómetalig — dygdin tíverri
syndarlig. Og úrslitini eingi.
— Ið hvussu er ikki so, sum
væntast kundi av gabbinum.
Grundarl
Verkamannafylkingin hevur
lagt sær nær at kanna upp-
runa og innihald tjóðskapar-
rørslunnar í Føroyum, og
hvussu hendan rørsla hevur
ment seg, ja, og vikast
ymiskar vegir. Men eisini,
hvussu hendan rørsla fyri
føroyskum máli, føroyskum
samleika, føroyskum sida-
arvi hevur verid nytt — og
stundum misnytt — í floks-
politiska spælinum.
Somuleiðis hevur Fylk-
ingin lagt sær í geyma fram-
tók og kor føroysku verka-
mannargrslunnar, síðan
Føroya Fiskimannafelag
varð stovnað í 1911, Føroya
Arbeiðarafelag í 1925. Og
eisini, hvussu henda rørsla
hevur verið nýtt og misnýtt
flokspolitiskt
Fylkingin roynir eftir
førimuni at byggja á tað
besta í hesum báðum rørsl-
um, tí einans á hendan hátt
kann slóðast fyri muna-
góðum politiskum starvi her
á landi.
Sjálvsagt byrgja vit okk-
um ikki inni, men líta eisini
út um landoddarnar eftir
íblástri, so hugmyndafrødin
byggir á tað haldbesta
grundarlagið í alheimshópi
Olag
Aðrir politiskir flokkar eru
afturlítandi og hava læst seg
fastar í eina skipan og eitt
ólag, sum forða fyri teimum
broytingum, ið eru neyð-
ugar, skal ferð koma á eina
rættvorðna menning í bú-
skapi, vinnulívi, mentan,
skúlaskapi, trygd og væl-
ferð samfelagsins.
Fylkingin leggur dent á at
bróta niður hesar forðingar
og hetta ólag. Vit líta fram-
eftir, so tjóðini verður
tryggjað haldgott og bæri-
ligt grundarlag, nú farið
verður inn í næstu øld.
Endamálið er at slóða fyri
einum fiælsum, óheftum
Føroyum, har fólkið sjålvt
leggur kósina og mennist í
veruligum og virknum
fólkaræði, og har øll fáa
rættvísan part av samfelags-
liga ágóðanum.
Men til tess krevst at
bróta upp úr nýggjum. Til
tess krevst broyttur hug-
burður. Til tess krevjast
vilji, evni og áræði. Til tess
krevjast eitt virkið fólk og
virknir politikarar.
Hesi eru verkevni Fylk-
ingarinnar; og á valfundum
kring landið heita vit á fólk
um stuðul.
Umhugsið at velja verka-
mannafylkingina, lista I!
Tórður Jóansson
valevni
i Sudurstreymoy
SOS
| Verkamannafylkingin still-
ar upp fyri at veljarin kann
hava ein flokk, sum vil verja
tann vanliga borgaran. Verja
teir borgarar, sum liva frá
hondini í munnin.
Framtíðin, okur ungu,
skulu hava umstødur at
mennast til at kunna taka
ímóti teimum avbjóðingum,
sum samfelagið setir. Um-
stødurnar hjá ungum í út-
búgving mugu og skulu bøt-
ast munandi, skulu okur í
hesum samfelagnum fáa á-
góðan av tí, sum í ungdóm-
inum bylgist, og sum má fáa
gróðrarlíkindi.
Arbeiðsloysið millum
ung er sera niðurbrótandi
fyri ta búning, sum skal til,
fyri at okur ungu kunnu
mennast. Fyri at bøta um
henda vandan, mugu ung
hava valmøguleikar, sum
eru við til at forða hesi nið-
urbrótan
Tey eldru, sum eftir 40
ára stríð og strev skuldu
havt rætt at tikið seg úr ar-
beiðsmarknaðinum á 60 ára
aldri, mugu hava eina sømi-
liga tilveru eftir henda dag
Sum er, hava tey torført við
at fáa endarnar at røkka
saman. Við at hækka inn
gjaldið til samhaldsfasta
høvdu okur bøtt munandi
um teirra tilverugrundarlag
Pensjónin, sum í stórri
mun verdurløgd út á ar-
beiðsmarknaðin, má ikki
gerast endin á tilveruni hjá
teimum gomlu. Skipast má
fyri, at hesi ikki verða slept
upp á fjall — og haðani líða
pínsludeyðan.
Okur føroyingar mugu
miða ímóti at kunna húsast
í egnum landi. Og má hetta
gerast við at virka tað, okur
eiga, og ikki við at lata
2.000 ársverk gleppa okk-
um av hondum. Framtaks-
grunnurin, sum við sínum
200 milliónum skuldi verða
við til at menna vinnuna,
hevur nýtt meginpartin av
sínum peningi at reka
fiskavirki og fiskasølu
medan okur enn einans
hava eitt bein at standa å.
Skipast skuldi verðið so
fyri, at stórur partur av hes-
um 200 milliónum varð lat-
in til vinnur, sum ikki hava
beinleiðis tilknyti til fiski-
vinnuna. Eg kundi nevnt
dómi sum Twin Light,
sildapumpuna og teir nýggj
trollemmarnar.
Hevdi verið borið so i
bandi, at tilikar framleiðslur
høvdu fingið virkismøgu-
leikar i Føroyum, hevði
hetta bæði økt um útflutn-
ingsvirðið og givið nýggj
arbeidsplåss. Somuleidis
hevdi hetta givid ødrum å-
rædi til at skapa nyggjar
vinnur, sum høvdu verið við
til at gjørt búskaparliga
grundarlagið meira fjøltått-
að.
Vit lita
nýggjur politikkur fram eftir
Og júst hetta metir Fylk-
ingin vera størstu avbjóðing
føroyinga, nú farið verður
inn í nýggju øldina
Havast má í huga, at
tøknifrødin er ikki gagnnýtt
Okur hava ein læraraskúla,
sum ikki hevur havt frálæru
innan teld. Hetta ber boð
um, at okur eru afturút-
sigldir á hesum øki
Fyri tveimum árum síðani
ble
stýrismanninum i skúlamál-
um, sum hevði við sær, at
øllum skúlum skuldi útveg-
ast ertt avist tal av
eitt tilmæli latið lands-
teldun
næmingatalið
1
Landsstýrismaðu
mit til
nun ti
in helt
hetta tilmælið vera óveru
ligt og vísti tað á tann hátt
frá sær
Hetta vísir, hvussu aftur-
haldni og líkasæla hava havt
við sær, at okur ikki hava
gagnnýtt tað tilfeingi, sum
í fólkinum býr, fyri at leggja
lunnar undir eitt gott sam-
felag i Føroyum.
Sum flestum kunnugt, er
Verkamannafylkingin ein
nyggjur flokkur. Fylkingin
bleiv stovnað sum eitt mót-
mæli ímóti førda politikk-
inum hjá hinum flokkunum.
Og hevur hesin flokkur havt
teir trupulleikar, ið hetta al-
tíð hevur við sær. Sjálvt um
okur nú eru komin væl und-
ir land at loysa hesar trup-
ulleikar. Og okur líta fram-
eftir.
A valinum 1994 fór
Verkamannafylkingin til val
fyri at loysa nøkur mål
Lagnan vildi tað so, at fyri
ein stóran part eru hesi mál
framvegis óloyst. Hesi mál
eru tó av stórum týdningi.
Her kunnu nevnast: Løg-
tingsins umboðsmaður, sum
hevur staðið á fíggjarlógini
síðan tá, uttan at hava sæð
dagsins ljós
Eisini kann nevnast rætt-
artrygdin.
Hvat við undirgrundini?
Hava okur ræðið á henni,
har teir flestu serfrødingar
vilja vera við, at olja er
hóast ikki er borað enn
Hetta skuldi givið okkum
góð kort á hondina, hugsa
vit um framtidarstødu Før
oya.
Eg eri av teirri sannfør-
21
ing, at verður vissa fingin
fyri, at olja er í undirgrund-
ini, kundu okur latið tey
stóru oljufelggini kapp-
bjóða um rættindini at vinna
olju á okkara leiðum. Hetta
kundi verið við til at mink-
að um skuldarspurningin,
fyri ikki at siga loyst hann
Væl av toski er á land-
grunninum sum er, men
okur eiga ikki at vænta, at
henda nøgd fer at standa
við. Toskastovnurin hevur
verið troyttur í stórri mun,
enn hvat gott er.
A Norðhavinum, har stór-
ur partur av toskinum gítir,
verða øki stongd fyri veiðu
Við ti politiska óskili, sum
er, verður so givið loyvi at
lata trolbátar fara inn í hesi
øki, og týna tann stóra tosk-
in, sum er týðandi partur
fyri at varðveita henda
stovnin.
Havast má í huga, at tað
eru ikki smábátar, sum týna
stovnin. Latið okkun
virka fyri, at júst henda
vinnan kann rekast á
um grundarlag
fræls
Fyri at vit kunnu buleik
ast her á okkara vøkru klett
um, mugu vit arbeiða okk
um burtur úr kreppuni. Og
hetta gerst best við at
geva vinnuni, teirri verand
og komandi, karmar til tess
Fiskurin skal ikki fara
virkaður av landinum. Okur
kunnu ikki vera ráveruút
flytarar. Hver er tann, sum
er so blåoygdur at meina,
at eitt land einans vid spar-
ingum kann loysa skuldar-
spurningin? — Tað er eitt
sjúkueyðkenni.
Vit arbeiða okkum úr
kreppuni, sleppa vit undan
sjúkueyðkennunum. Har
afturímóti, um vit einans
skulu spara okkum úr hes-
um trupulleikum, fara vit at
fáa fleiri sjúkutekin. Ar
beiðsloysi, størri trýst á
ALS, inntøkumiss hjá
landskassanum og mistrivn-
að hjá landsins borgarum
Hetta fyri at nevna nøkur
dømi
Verkamannafylkingin vil
arbeida fyri hesum målum
og trýsta aðrar flokkar til at
virka eftir sama leisti.
Okkum tørvar nyggjar
boðskapir og nýggjar tónar
frá hinum flokkunum. Helst
er júst hetta eitt hitt torfør-
asta at fáa eyga á, sum nú
er
Við hesum vil eg takka
fyri meg, og lati tykkum
hesi ålvarsmål til stødutak-
an, vid vón um eitt gott
verkamannaval
Arnbjørn í Smiðjuni,
valevni í Suðurstreymoy