Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið SOSU Nr. 75 — 23. APRÍL 1998 Tjóðveldisflokkurin ul Buskaparligt trongskygni Tann danski blokkstudulin er måtistokkurin fyri bú- skapinum og vælferðini í Føroyum. Tað er í veru- leikanum ein skandala at siga so. Men hetta tykist tíverri at vera grundarlagið hjá teimum Javnaðarmonn- um, sum gera viðmerkingar til staðfestingina av, at tað sjálvsagt ber til at fíggja loysingina. Eg skal ikki siga teir ringar fyri tað. Tí hetta er júst sama búskaparliga trongskygni, sum er staðfest í uldømis frágreiðingini hjá Gørtz-professara um krepp- una i Føroyum. Er framtidin ikki til? Trupulleikin er, at teir hyggja bert aftureftir — eft- ir eim figgjarlég, sum er bygd å studning. Tey ganga út frå, at tað ber als ikki til at broyta tær buskaparligu fortreytirnar og fåa meira burturúr fiskivinnuni og øðrum vinnum Hetta er júst sama van- lukkuhugsan, sum føroyska fiskivinnan i heimasjógvi hevur dúvað uppá: Tann tryggasta inntøkan er studn- ingur og so ber ikki til at fáa meira burturúr. Bert økt- an studning. Og hóast flestu flokkar loksins tykjast samdir um, at rakstrarstudn- ingur avlagar vinnuna, so er henda reglan eftir llum at døma ikki galdandi fyri landsbúskapin. Tað haldi eg krevur eina forkláring frá hesum monnum. Eg fari ikki her at krevja eina legtingsfíggjarlóg á borðið frá Javnaðarflokki- num fyri afturgjalding av uttanlandsskuldini ella fyri teirri sonevndu sjálvsstýris- lógini. Tí tað byggir eisini á — ja, júst búskaparligar fortreytir og vanligt politisk raðfestingararbeiði. Just sum vit mugu gera eftir loysingina — i skiftistíðini og framyvir Loysingin kann figgjast Um tad nu eydnast at fara úr teimum døkku heima- stýrisbrillunum, so kunnu vit hyggja at tí veruliga spurninginum Hvussu nógv klárar okkara sam- felag at gjalda til vælferð- ina? Og har er tað vit kunnu staðfesta, at sjálvt undir for- treytunum hesi seinastu árini: Har ein so stórur part- ur av okkara tilfeingi fer óvirkað av landinum. Har fiskivinnan framvegis fær 184 milliónir á fíggjarlógini í rakstrarstuðli. Har ongar privatar íløgur verða gjørd- ar. Har kommunurnar brúka stóra fíggjarliga orku at gjalda aftur lán. Og har Fólkaflokkurin og Sam- bandsflokkurin aftur eru í ferð við at tøma landskassan við at blása miðfyrisitingina upp og gera serskipanir fyri vinnuna Sjálvt í hesum árum við ongari stýring og ongum nýggjum ætlanum, resta alt- so millum 400 og 500 milli- ónir í til at halda tær núver- andi raðfestingarnar á fíggj- arlógini. Og skulu vit gjalda avdráttir av uttanlands- skuldini, sum vit langt síð- ani áttu at havt gjørt, so figgjar føroyski skattgjald- arin allan raksturin i sam- felagnum við núverandi for- treytum. Men um nú fiski- vinnan ístaðin fyri at taka 184 mió. av fíggjarlógini, kastar bara 300 milliónir av sær til landskassan, so sær jú heilt ødrvisi út. Segufalsan Tað er í veruleikanum rein søgufalsan at påstanda, at danskir pengar figgja væl- ferdina i Føroyum. Flaka- kvinnur, fiskimenn, alment lønt, lærarar, heimagang- andi, handverkarar og tey virkir og vinnulívsfólk, ið klára seg, gjalda sjálvsagt sína egnu vælferð og meira afturat við síni arbeiðsmegi og sínum skatti. Trupulleik- in hjá tí einstaka húsarhaldi- num er ein ómetaliga høgur prísur fyri bústað, har nær- um øll arbeiðsmegi fer til at gjalda peningastovnu- num rentur og avdráttir Og trupulleikin hjá sam- felagnum er, at ein partur av vinnulívinum ikki megn- ar at gjalda sítt, men sygur pening úr landshúsarhaldi- num. Hvat vinnulívsspeku- latión, skattaspekulatión og feililøgur hava kostað van- ligum føroyskum borgarum í vælferð, hevði verið nóg mikið til at fíggja alla væl- ferðarskipanina og sam- ferðsluna í nógv ár frameft- ir. Hesi gongd hava allir flokkar sína ábyrgd fyri — eisini Tjóðveldisflokkurin. Men lat okkum nú gloyma einfaldar rædusøgur, barns- ligt brigsl og ókvæmisorð. Tann seguligi meguleikin Vit siga: Lat okkum nú brúka henda seguliga møguleikan at halda blokk- in uttanfyri landshúsarhald- ið. Lat okkum taka politiskt sjálvræði og gera eina virðiliga skiftisskipan yvir 6-8 ár, so samfelagið kann menna seg á egnum bein- um. Allir politiskir flokkar siga seg vilja vera statsstuð- ulin fyriuttan — um tað ber til. Taka vit ikki møguleikan nú, so er tað beinleiðis ábyrgdarleyst. Lat okkum gera langtíð- arætlanir fyri fiskivinnuna og aðrar vinnur. Lat okkum gera lógarfestar semjur um, at almennu tænasturnar og samhaldsfastar = skipanir skulu haldast á einum ávís- um stødi. Lat okkum gera langtíðarraðfestingar fyri almennar íløgur. Lat okkum raðfesta mentan, útbúgving og gransking í landshúsar- haldinum Men lat okkum fyri alt í verðini ikki fara undir saneringar og tilvildarligar persónligar avtalur millum stjórnina og okkara fólkatingsumboð, uttan at vit fyrst taka fult politiskt sjálvræði. Tí so eru vit við sjeymílaferð á veg afur í 80'ini, har hetta gerðabytið varð gjørt millum serliga Javnaðar- og Fólkaflokkin: Sleppa vit at brúka danskar pengar til vælferðarsam- felagið, so sleppa út at brúka føroyskar skattapeng- ar til vinnulívsstudning. Og tað er tann veruliga og stað- festa rædusøgan. Hegni Hoydal Tjóðveldisflokkurin Soleiðis figgja vit útbúgving- ar í ødrum londum Dan R. Petersen skrivar í Sosialinum, at før- oyski ungdómurin verður illa fyri aftan á loysingina, tí at ongi ráð verða til útbúgving- ar. Dan R. Petersen skrivar, at ein føroyskur lesandi kostar danska skattgjaldaranum einar 100—150 túsund árliga. Hver skal gjalda út- búgvingarnar, tá bandið er kvett, spyr hann. Eg kann upplýsa Dan R. Petersen um, at hesin spurningur er avgreidd- ur. Seinast í sjeytiáru- num samtykti Norðurl- andaráðið, at ein og hver norðurlendingur ókeypis kann lesa á ein- um og hvgrjum uni- versiteti í Norðanlond- um. Sjálvur nýtti eg henda møguleikan og læs í Íslandi. Ókeypis, væl at merkja. Eg kann skoyta uppí, at sjålvt um ein føroy- ingur í dag velur at lesa á einum europeiskum universiteti er árligi kostnaðurin 8 túsund krónur. Sum sjålvstød- ugt ríki fáa vit somu út- búgvingaravtalu = vid ES, sum Noreg og Is- land hava, og tá er kostnaðurin 4 túsund krónur árliga fyri eitt- hvort europeiskt uni- versitet. So tað sum Dan R. Petersen skriv- ar, hevur onki við veru- leikan at gera. Ólavur Rasmussen Tjóðveldisflokkurin Teir fornermaðu Útvarpið hjá mær tendrar av sær sjálvum hvønn morgun kl. 7.iS. Og tað tykist at gera tað sama, hver útvarps- maður er vaknaður til morg- unvakt: fyrst á breddanum dag um dag er okkurt, sum Jóannes Eidesgaard hevur fortalað seg um, ella okkurt, sum onkur danskari er bliv- in illur inn á sama mann um. Í fyrstani var tað stuttligt. Síðani bleiv tað keðiligt. Øg nú eri eg farin at halda, at tað er skaðiligt. Sum maður móti manni Samráðingar standa fyri framman millum danir og føroyingar. Tyðandi sam- ráðingar, sum vera í fleiri umførum. Tað verða sam- ráðingar um endurgjald í bankamálinum, hóast lands- stýrið nú stevnir statinum Tað verða samráðingar um lindskassans skuld til stats- kassan. Og tað verða sam- ráðingar um at gera upp í vidurskiftunum Føroya og Danmarkar imillum sum heild Hetta eru ålvarsmål, sum standa fyri. Fyrireikingarnar muga vera væl gjørdar, so vit ikki verða tiknir á bóli. Og samráðingarnar vera sjálvandi millum umsiting- arvøldini í báðum londum, donsku stjórnina og tað nýggja føroyska landsstyr- ið, sum verður skipað eftir valið. Tá samráðingarnar byrja, verður tað fundur, har mað- ur er móti manni. Donsku megin borðið danski forsæt- isrådharrin. Føroysku meg- in bordid Føroya løgmadur Tå tad vendist i holuni Her er tad, at apuspælid millum danskar sosial- demokratar og teirra skó- sveinar í Føroyum kann vera skaðiligt Javnaðarmenn hava í meira enn hálva gld billað føroyingum inn, at danir tryggjaðu okkara vælferð. Tað gjørdu teir ikki, tá á stóð. Tað rivaði fyri eygunum á føroyingum. I hálvalýs- ingini hómaðu teir eitt fjørutrøll, sum var danski staturin. Tað hevði kløur og níggju høvd. Og føroyingar ræddust í fyrstani, men smoygdu so óttan burtur av sær og glepsaðu afturímóti. Hendan vend í viður- skiftunum fekk tað at renna kalt oman eftir bakinum á javnaðarmonnum. Teir løgdu á annan bógv og royndu at leggja sjógv ímill- um seg og sínar donsku harrar. samráðingar Vallyfti teirra uppundir fólkatingsvalið var tí, at teir fóru ikki at leggja seg út í danskan politikk. Men longu valkvøldid tryggjaði Jóannes Eidesgaard parta- manninum Nyrup Rasmus- sen forsætisráðharrasessin. Síðani fór nýggi fólka- tingsmaðurin til samráðing- ar á Christiansborg. Nú - tá Nyrup hevði vunnið - skuldi Jóannes Eidesgaard seta treytir. Tað man vera mest øvugta samráðingarleið, sum søgan veit um at siga. Urslitid var eisini hareftir: tað einasta, hann fekk burt- urúr, var, at danir fara at geva førøyingum eina »rættvisa« loysn í banka- málinum (tað mundu teir so ikki hava ætlað). Seinni er tað broytt til eina >rímiliga< loysn (tað mundu teir heldur ikki hava ætlað). Tað hjálpir ikki at lúnast Men Jóannes Eidesgaard hevði ikki gloymt vallyfti um ikki at leggja seg út í danskan politikk. So hann mátti gera vart við seg onk- ursvegna. Eitt sunnukvøld segði hann við Nyrup, at hann fór at atkvøda fyri valevninum hjá sosialdemokratunum til formann í Fólkatinginum. Kveldið eftir segði hann tað øvugta, ti Henrik Old og aðrir høvdu tikið í herða- toppin á honum. Og síðani hevur glantri- leikurin hildið fram. Ein dag skrivar eitt danskt blað, at Jóannes Eidesgaard hóttir stjórnina. Dagin eftir eitt annað, at hann fer at tryggja stjórnini tryggan meiriluta. Triðja dagin skrivar eitt, at centrumsdemokratarnir eru so illir inn á hann, at teir fara at styðja stjórnina. Osfr. Tað, sum alt snyr seg um, er, at teir vita ikki, hvør skal vera mest fornermaður inn á hvønnannan. Um Nyrup skal lúnast mest inn á Jóan- nes, ella Jóannes inn á Ny- rup. Og so er tað, at uttan- fyristandandi, td. CD, skilja ikki eitt petti av gllum, men taka tað í álvara. Og tað er hetta, sum kann gerast skaðiligt fyri Føroy- ingar. Tí tá tær álvarsligu samráðingarnar skula vera, eru kanska so nógvar mis- skiljingar komnar í, at tað byðst ikki bøtur. Og alt av sosialdemokratiskum glantrileiki, lúni og for- nermilsi. Fyri fyrst verður tað tó so- leiðis, at vit føroyingar frå morgunstundini verða væl- signaðir við tíðindum um tað seinasta nýggja í hesum føroyska-danska sosial- demokratiska túnatosi. Finnbogi Ísakson