hósdagur 23. apríl 1998síða 24
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
£
Nr. 75 — 23. APRÍL 1998
tíðindablaðið Sosalurn
|Sambandsflokkurin
So skifti hann aftur stø0u
Seinastu ferð vóru boðini
sambært pressuni, at hann
nú styðjar Nyrup stjórnina,
treytað av, at føroyingar fáa
eina rímuliga avtalu í
bankamálinum aftaná valið.
Nú er onki nytt í, at Jóan-
nes Eidesgaard skiftir stóðu
í heilum. Hann minnir
meira og meira um tongul í
brimi. Tað er næstan sum
við manninum, sum segði,
at leggja av at roykja er onki
fyri, tað hevði hann gjørt so
ofta.
Tá hevur tað størri áhuga
fyri føroyingin at vita, hvat
tað er, sum Jóannes Eides-
gaard og Poul Nyrup Ras-
mussen hava avtalað á teirra
fundum, onkur fundurin
vardi heilar 5 tímar, sigur
Sosialurin.
Hví hendi kúvendingin
beint aftaná fólkatingsval-
ið? Poul Nyrup Rasmussen
lovaði bæði tíðliga og seint
áðrenn fólkatingsvalið, at tá
valið var av, so var danska
stjórnin til reiðar at samráð-
ast beinanvegin.
Hetta vendi sum á einum
tallerki, aftaná at Jóannes
Eidesgaard varð valdur sum
tungan á vágskálini á fólka-
tingi.
Hvussu landsstýrið enn
royndi at fáa Poul Nyrup
Rasmussen til samráðingar-
borðið, so smeyg hann sær
undan sum álurin. Hugtakið
»gensidig respekt« var
goymt og gloymt.
Samstundis, so løgid tað
ljóðar, helt semjan í løg-
tinginum uppat. Adrenn tvi-
hildu javnadarmenn og aðr-
ir, at neyðugt var vid semju
í løgtinginum. Og áðrenn
fólkatingsvalið og nýggju
støðuna hjá Jóannes Eides-
gaard var eisini full semja.
Men nú eydnaðist javn-
aðarflokkinum at fáa helvt-
ina av løgtinginum at leypa
frá øllum semjum.
Vit vita øll, at javnaðar-
flokkurin hevur ikki havt
áhuga í, at nakað krav verð-
ur reist móti dønum, hvørki
krav um kanningar ella um
at danir skulu gjalda fyri
bankabjargingarnar.
Øll minnast tá Jóannes
Eidesgaard á veg til Keyp-
mannahavnar leyp frá áðr-
enn samráðingarnar í 1995.
Ivaleyst vistu Poul Nyrup
Rasmussen og Mogens
Lykketoft av hesum, ådrenn
vit hittust. Hetta er farid, og
vit hildu fast um krøvini,
sum longu komu í avtaluna
frá 1994.
Spurningurin er nú, hvat
er farið fram á longu fundu-
num millum føroyska og
danska javnaðarflokkin.
Hava danskir javnaðarmenn
fingið lyftið um, at teir
sleppa nógv bíligari aftaná
enn áðrenn løgtingsvalid?
Er talan um avtalað spæl?
Vónandi er tað ikki so galið.
Eitt er vist. Vildi Jóannes
Eidesgaard hjálpt Føroya
fólki til best møguliga úr-
slitið, so hevði hann stuðlað
verandi landsstýri í okkara
samráðingum.
Føroyingar kundu kent
seg tryggari, um samråding-
arnar fóru fram áðrenn val-
ið, tá tað ikki hevði borið
til at komið heimaftur við
einari vánaligari avtalu.
Tann ringasta loysnin fyri
Føroyar er, um Jóannes
Eidesgaard fær ávirkan á
tað landsstýrið, sum aftaná
valið skal seta krøv móti
donsku stjórnini
Tað var fyrst og fremst
Føroya javnaðarflokkur,
sum lat seg draga runt á
leikpallinum, tá bankarnir
blivu endurreistir. Tað var
fyrst og fremst Føroya javn-
aðarflokkur, sum gekk við
til at Føroyar vórðu niður-
bundnar i avtalunum vid
Danmark.
Tað var fyrst og fremst
Føroya javnadarflokkur,
sum gekk ímóti, at vit settu
króv fram móti dønum i
1994 og 1995.
Hvussu í allari víðu verð
skal Føroya javnaðarflokk-
ur seta politisk krøv fram í
málum, har hann sjálvur
hevur høvudsåbyrgdina av
teimum gjørdu mistøku-
num?
Hetta vita bædi Poul Ny-
rup Rasmussen og Mogens
Lykketoft. Spurningurin er,
um Jéannes Eidesgaard å
sin vanliga hått meira ella
minni handlar f blindum,
ella um veruligar avtalur eru
gjørdar millum teir bådar
bróðurflokkarnar.
Edmund Joensen
floksformaður
Men sig, hvat ger tingið
Fyri hundrað og sekstan árum síðan var Jógvan Poulsen av Strondum fyrstu
ferð valdur inn.å ting. Bæði Jógvan Poulsen og síðan Johan Poulsen hoyrdu
til politiska ættarliðið, ið laðaðu fóroyska búskapin upp frá grundini.
Tá Jógvan Poulsen, ið
skrivaði fyrstu føroysku
bibliusøguna, fyrstu ferð
varð valdur inn á ting í
1883, vóru enn stórir partar
av Norsku Lóg frá 1685 enn
galdandi i Føroyum. Í dag
eru lógir mettar avgamlar,
um tær eru triati åra gamlar.
I 1883 var danska grund-
lógin einans 34 ára gomul,
í dag er heimastýrislógin
hålva øld til aldurs.
Jógvan Poulsen greiðir
frá í grein prentað í "Sam-
bandsflokkurin — upphav og
virki", hvussu grindakassin
kundi læna frá kirkjukassa-
num og øvugt til tess at
tryggja, at allir føroyingar
fingu lut í búskaparligu
menningini, sum stóðst av
fríhandli og fiskivinnu. Á
okkara døgum hevur løg-
tingsfíggjarlógin ligið um
tær tríggjar milliardirnar, og
vit hava søplad alt burtur,
sum okkum varð latið upp í
hendurnar tey sjey góðu
árini, og somikið størri var
neyðin, tá tey sjey rakárini
komu. Í dag skal, sum vitu-
ligt er, eitt annað tingarb-
eiði til, men hornasteinin
hava teir gomlu lagt.
Teir gomlu æra
Rasmus Effersge, sáli, tók
so til orðanna: "Latum okk-
um teir gomlu æra — okkum
tað til frama verða skal".
Okkum kann tað verða til
mikla signing at líta aftur á
tey lívsvirði, ta stremban og
ta moralsku styrki, teir
gomlu tóku við innan ting-
gátt. Ongin teirra hevði
gjarað út av almennu kassu-
num, enn minni sett framtíð
føroyinga í veð fyri lánum
til tess at keypa atkvødur
veljaranna við teirra egnu
pengum. Høvdu vit havt
hesar menn, ið vóru líka
orðhildnir undan sum eftir
valinum, var ongin láni-
fíggjað forbrúksfest í
80'unum, og ongin tyngj-
andi kreppa í 90'unum.
Skulu føroyingar mennast
hugsjónarliga, styrkjast bú-
skaparliga og semjast
brødraliga, má álitið millum
tinglimir og veljarar endur-
skapast. Lívsvirði, sum orð-
haldni, sjálvbjargni og um-
sjón av skaparverkinum
skulu aftur inn um tingsins
gátt, skal hetta gerast
veruleiki.
Frá álitissessi til
fulltíðarstarv
At byggja á fedranna arv er
tó bert grundin, reisingina
mugu vit sjálvi skapa okk-
um. Tingarbeiðið er nógv
broytt. Sum longu nevnt, er
livitíðin hjá lóggávuni nógv
stytt. Samstundis mugu
tingmenn halda í oyruni á
teirri almennu fyrisiting,
sum í dag telur fleiri hundr-
að fólk, og sum hevur alt
lógarverkið og allar milli-
ardirnar undir hond. Fyrst í
hesi gldini fingu tingmenn
ávirkan á umsiting amt-
mansins igjøgnum grunnar
og stýri, og teir kláraðu
hetta, eins og at umsita pen-
ing løgtings, afturat vanliga
starvi sínum. Tingstarvið
var tá ein álitissessur, sum
til bar at rókja umframt ann-
að virksemi.
Í dag er ein onnur tíð.
Skal tingarbeiðið gerast til
lítar, má full tíð nýtast til
hetta arbeiðið, og tingmenn
mugu hava somu arbeiðs-
umstødur, sum teir lands-
stýrismenn og almennu
stjórar, tingið skal hava eyg-
uni eftir, um teir skulu
fremja søk veljaranna, har
fíggjarlig ábyrgd, virkis-
fúsni og heilhjartað umsorg-
an eru vundin í húnarhátt.
Jóhannes Martin Olsen
valevni Sambandsfloksins
Eins og undan fólka-
tingsvalinum hava loys
ingarhugaðar røddir
dúgliga verið frammi og
funnist at ríkisfelags
skapinum. Ført hevur
verið fram ferð eftir ferð,
at tíðin er farin frá hes-
um felagsskapi, og at nú
er stundin komin at loys
ingini
Sjálvur kann eg fult
og heilt taka undir við
grundsjónarmiðnum, at
vit eiga at læra at standa
á egnum beinum og
klára okkum sjálvi. Men
eg sakni alla tíðina, at
tosið um at loysa kemur
longur enn bert til sjálva
loysingina.
Tað er lætt og púrasta
ókeypis at tosa um loys-
ingina. Men verri verður,
tá tað snýr seg um at for-
telja fólki, hvussu vit
skulu bera okkum at aft-
an á loysingina.
Hvar er uppskriftin
upp á, hvussu vit skulu
fáa okkara samfelag at
halda fram á sama stødi,
sum tað hevur í dag?
Hana havi eg enn ikki
sæð!
Innan fyri ríkisfelags-
skapin kunnu vit saktans
læra at standa á egnum
beinum, og tað er væl
eisini hugskotið aftan
fyri sjálvan ríkisfelags-
skapin!
Men vit eru ein so litil
tjóð, at vit skulu skerja
okkara livistødi mun-
andi, um vit skulu gera
okkum nakrar vónir um
at halda fast við allar teir
fyrimunir og møguleik-
ar, vit hava i rikisfelags-
skapinum.
Hvussu vid møguleik-
unum hjá okkara ungt at
sleppa fram at víðari
lestri? Ella hvussu við
Loysing og
hvat so?
møguleikunum hjá okk-
ara sjúku at fáa neyðugu
hjálpina, tá okkara egna
sjúkrahúsverk ikki
strekkir til?
Eg eri sannførdur um,
at eingin av loysingar-
monnunum hevur hug at
offra sína egnu vælveru
og sitt egna livistødi, tå
vit ein dag kanska
veruliga koma fram at
hesi g6du loysingini!
Ti eftirlysi eg at hoyra
eitt sindur um, hvat vit
hava at seta i stadin fyri
tað, vit hava nú. Tað må
vera fyrsta treytin, at
loysingarfólk gera øllum
tað greitt, heldur enn bert
at tosa út í tóman heim
um eina loysing, sum um
eingin skuldi goldið fyri
hana.
Sum er, hava vit ein
góðan ríkisfelagsskap
við hópin av møguleik-
um. Hesum borgar Sam-
bandsflokkurin sum ein-
asti flokkur fyri! Stuðlið
tí hesum flokki heldur
enn at stuðla tóma loys-
ingartosinum, sum ikki
torir at nerta við fylgjur-
nar av loysingini!
Heðin Mortensen
valevni
Sambandsfloksins
Eldrapolitikkur
Ikki er hugaligt at vera vitni
til, hvussu okkara rgktar-
krevjandi gomlu hava tað í
okkara nútíðarsamfelag.
Tey røktarheim, sum eru
bygd seinnu árini, nøkta
ikki tørvin hjá meir enn
einum parti av teimum, sum
hava brúk fyri røkt. Serliga
hugsi eg her um tey, sum
krevja nógva rgkt.
Nøkur øki í landinum
hava ellis- og rgktarheim,
sum taka sær av røktar-
krevjandi gomlum og gera
tey eitt gott arbeiði. Røkt-
arkrevjandi gomul, sum
ikki fáa pláss á hesum heim-
um, búgva kanska heima,
har teirra avvarðandi gera
eitt stórt arbeiði. Røktararb-
eiðið er mangan tungt og
krevjandi fyri tey avvarð-
andi, og vild: tey ynskt, at
nøktandi møguleikar góvust
at verða avlastaði av og á.
Stórt spell, at samfelag
okkara ikki enn hevur nóg
góðar møguleikar at bjóða
á hesum øki. Um ikki ann-
að, so til í tíðarskeiðum at
lætta um hjá teim avvarð-
andi.
Her má ein upppriori-
tering fara fram, so røktar-
krevjandi gomul lættari
kunnu fáa tilboð um at
koma á røktarheim.
Hevur onkur viðmerk-
ingar til hetta mál, so lat
meg frætta.
Terje Davidsen,
valevni Sambandsfloksins
í Norðstreymoy