fríggjadagur 24. apríl 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 24. APRIL 1998
Nýggj bók frá Ólavi í Beiti:
Til kærleikin
meg skilir
Í gjár kom nýggj bók frá Ólavi í Beiti
í sólubúðirnar. Tað er forlagið Grøn-
hólmur í Sørvågi, sum gevur út og
bókin er 223 blaðsíður
SVEINUR POULSEN
Í gjár sendi Ólavu í Beiti,
rithøvundur og blaðmaður,
sína níggindu bók á markn-
aðin.
Bókin, sum eitur >Til
kærleikin meg skilir«, er
223 blaðsíður til støddar og
kostar 218 krónur í sølu-
búðunum.
Bókin er prentað og heft
hjá Nørhaven a-s í Viborg,
og tað er forlagið Grøn-
hólmur í Sørvågi, sum
stendur fyri útgávuni.
Vit hava fingið eitt lítið
prát við rithøvundan og
biðið hann siga okkum eitt
sindur um bókina.
— Bókin er bygd upp í
partar og kann eisini lesast
sum so.
— Har er ein søga um
íslending, sum sendir
ómannað flogfar úr Íslandi
til Føroya, og um Master
Poul, sum kemur út á bygd
við tveimum thai-gentum.
— Har er okkurt um sleyg,
øvund og havisjúku, og
eisini eru seks yrkingar í
bókini. Eg haldi at tað er
okkurt fyri øll í bókini, sigur
Olavur í Beiti.
Hvønn stíl kemur so
henda bókin undir?
— Eg skilji tað so, at rákið
aðrastaðni er postmodern-
istiskt. Tú sigur ikki bein-
leiðis hvat tað er fyri ein
bók, eg meini, um talan er
um eitt stuttsøgusavn ella
eina skaldsøgu.
Byrjanin til
eitt nýtt verk
Hóast bókin er bygd upp í
pørtum, so er ein høvuds-
søga. Tad er tann sum bókin
er uppkallað eftir. Er nókur
serlig orsøk fyri tí?
— Jú, søgan »Til kærleikin
meg skilir« er, so at siga,
byrjanin til eitt verk, sum
eg arbeiði við í løtuni, um
syndarligu støðuna hjá ein-
ligum pápum 'i Føroyum.
— Eg havi fleiri ferdir fyrr
gjørt vart vid, at mamm-
urnar eru so væl vardar og
at tær stórt sæd kunnu gera
sum teimum lystir. Hjá páp-
unum er gðrvísið. Hann skal
bara makka rætt og gjalda.
— Eitt nú stendur tað
tíðindablaðið S0s2/
on
Soleiðis sær hon út, nýggja bókin frå Ólavi í Beiti. Hon
er 223 blaðsíður og kostar 218 krónur
ongastaðni í lógarverkinum,
at bæði skulu hava foreldra-
myndugleikan, tá tvey for-
eldur velja at fara hvør til
sítt. Harumframt fari eg í
nýggju bókini at nerta við
stríðið, sum stendst av tá tú
kemur undir tær ymisku
nevndirnar, t. d. Barna-
verndina, sum er eitt 6hugn-
aligt veldi fyri seg.
Olavur i Beiti leggur aft-
urat, at hann i undanfarnu
bókum ongantíð hevur
nevnt nøvn, men tað fer
hann at gera i nyggju b6k-
ini, sum ætlandi kemur út í
1999.
Prentad i Danmark
Bókin »Til kærleikin meg
skilir« er prentað i Dan-
mark, hví tað?
— Tann orsøkin er einføld.
Tad er ti, at tad er alt ov
dýrt at prenta bókina í Før-
oyum, sum er.
Hvussu nógv
prentingin?
— Tað tími eg ikki at siga,
men eg kann siga so mikið,
at bókin er 10.000 krónur
bíligari at prenta í Danmark
enn her á landi, og tað er
nógvur peningur í mínari
verð, sigur Ólavur í Beiti at
enda.
Vit ynskja Olavi góða
eydnu við nýggju bókini.
kostar
Kristiligi Fólkaflokkurin:
Ein atkvøda fyri lívinum
Lassi Klein og KrF berjast ímóti veljarakanningunum, sum
siga, at flookurin rýkur úr tinginum til valið
Eins og aðrir flokkar kallaði Kristiligi Fólka-
flokkurin til tíðindafund, har teir greiddu frå
sínum sjónarmiðjum, valskrá og valtilfari
SVEINUR POULSEN
Teir politisku flokkarnir í
Føroyum hava fatað, at tað
ræður um at veljararnir fáa
kunnleika um hvgrjir teir
eru.
Kristiligi Fólkaflokkurin
hevur hildið tíðindafund og
har greiddu teir m.a. frá val-
skránni og valtilfarinum.
Flokkurin leggur stóran
dent á tann menninskjaliga
partin, heldur enn at rópa
hart um tann búksaparliga
og tann rikisrættarliga part-
in av politikkinum.
Kristiligi Fólkaflokkurin
hevur latið gera litríka val-
skrå, har vart verður gjørt
við evnir sum lívsdygd, har
m. a. verður sagt, at lívs-
dygd er annað enn materi-
ellir ágóðar.
Eisini sigur Kristiligi
Fólkaflokkurin, at ein at-
kvøda fyri flokkinum er ein
atkvøda fyri livinum.
Hetta byggja teir å, at
flokkurin leggur stóran dent
á, at tryggja familjunum
góðar umstødur, soleiðis at
tað eru stundir til hvønn
annan familjuni.
Um tað alheims lívið sig-
ur KIF, at føroyskur trygd-
arpolitikkur må hava sum
endamál at forða fyri kriggi,
og tað verður best gjørt sum
partur av Nato.
Hetta samsvarar ikki við
vidtøkur tingsins um, at
Føroyar skulu verða uttan-
veltaðar, men tað er ein ann-
ar spurningur.
Umframt faldarin, so hev-
ur KrF eisini latið gera post-
kort við ymsum motivum
og á baksíðuni á hesum
kortum er trygt slagorð.
Ætlanin við hesum kort-
um er, at tey skulu sendast
kring landið, soleiðis at
skilja, at talan er um >rek-
ingarkort<.
Tað er kanska eisini neyð-
ugt, tí sambært veljarakann-
ingum fær flokkurin ikki
umboð valt á ting hesaferð.
Til seinasta val fingu teir
tvey umboð vald, hóast bert
eitt er eftir nú, eftir at Jákup
Olsen skifti flokk.
Javnaðarkafé
i miðbýnum
»Høvudsdeildin« hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
til løgtingsvalið, heldur til í bygninginum har DER
helt til fyrr - mitt í býnum (Mynd: Álvur Haraldsen)
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur
leigað bygningin í N. Finsensgøtu 12,
har DER fyrr var, til valmidstøå og
Javnaðarkafé, hetta til valið 30. apríl
SVEINUR POULSEN
Tey leggja doyðin á í
Jaynaðarflokkinum. Eing-
in ivi skal verða um, hvert
tey ætla sær at berjast fyri
at fáa mann valdan í Suð-
ursteymoy og helst fleiri.
Tí hevur Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag leiga
bygningin í N. Finsens-
gøtu 12, har DER fyrr helt
til, hetta til valid.
Hølid skal virka sum
valmidstød. Millum ann-
að stendur valmidstødin
fyri útgávuni av teimum
javnadarblødunum, sum
verða send í hvert hús í
landinum, upp til valið.
Men harafturat virkar
hølid eisini sum Javnað-
arkafé.
Her hava havnarfólk, og
onnur við, møguleikan at
støkka inn á gólvið fyri at
fáa sær ein kaffimunn og
eitt prát við valevnir.
Borðreitt verður við
kekum og kaffi
Opið er allar dagar frá
klokkan 10 á morgni til
klokkan 10 á kveldið.
Valevnini skipað eisini
fyri fundum um ymisk
eynir, og føst skrá er løgd
fyri hetta fram til valið.
Í kveld skipar Eirikur
Lindenskov fyri og hann
fer millum annað at práta
um útbúgvingar- og ung-
dómsviðurskiftir.
Í annaðkveld skipar
Suðurstreymoyar Javnað-
arfelag fyri hugnakveldi
fyri øllum javnaðaráhug-
aðum í Jaynaðarkaféini.
Byrjað verður klokkan
19.30 og borðreitt verður
við smyrjibreyði og ødr-
um góðum.
Sunnukveldið klokkan
20 verður høvid at hitta
Jóannes Eidesgaard og
allir spurningar eru við-
komandi.
Mánakveldið klokkan
19.30 er Joan Ziskason
vertur í kaféini. Evnið
hetta kveldið er heilsupoi-
itikkur, m. a. vidurskiftini
á Landssjúkrahúsinum.
sd
(
Kom og siggj
teir væl-
umtóktu Kia
og Rover bil-
arnar á bil
framsýningini í
Gundadals-
høllini.