fríggjadagur 24. apríl 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
R
Nr. 76 — 24. APRIL 1998 tíðindablaðið Sosa "
Leikudagur 98: enda yrkingin, sum er tann fyrsta Elin vísir almenn-
> | ingin, spratt burtur úr tíðindasendingini hjá TV3
Elin í Leikalandi
— 3. mai hava børn sum vaksin høvi at lata alt slag av leikum inn til eitt gott
endamál. Tað er Elin Mouritsen, sjónleikari úr Havn, ið hevur tikið stig til
tiltakið
TURIÐ KJØLBRO
A Krossmessu 3. mai verð-
ur Leikudagin 98. Tá hava
fólk høvi til at lata leikur, —
bamsur, bóltar, bilar, dukkur
ella hvat tað kann vera til
eitt gott endamál. Innsavn-
ingin er nevniliga ætlað
børnum úti í heimi, sum lít-
ið og einki eiga. Stigtakari
er Elin Mouritsen, sum vit
øll kenna sum sjónleikara.
Hon hevur hugsað leingi
um at gera hetta tiltakið til
veruleika.
— Onkur skal vera tann,
ið setir ígongd. Fólk hava
mangan savnað klæðir og
pengar til børn, sum einki
eiga. Hví ikki leikur? Børn
eru so verjuleys. Kanska tað
lættir um neyðina hjá onkr-
um at fáa eina leiku, eina
bamsu ella ein bil. Ting
kunnu vera ein erstatningur
hjá børnum, sum ikki fáa
kærleika, tíverri. Tað er
lættari at gráta við ein
bamsu inn at sær, tað gevur
ugga og tryggleika, at tú
veitst, at tað er títt. Hvor
veit, hvussu stóra eydnu ein
bóltur kann gera, kanska
onkur fær eitt lív, eitt
innihald og sleppur burtur
úr neyðini við at læra at
spæla bólt. At savna leikur
inn er ein háttur at hjálpa,
sigur Elin Mouritsen.
Føroysk børn eiga nógv
at spæla við og barnakøm-
urini í dag eru at líkna við
smáar leikuhandlar.
}
|
|
}
|
}
|
— Vónandi vilja tey lata
okkurt. Sjálvandi unni eg
øllum tað tey eiga, men at
síggja føroysk barnakømur
setir tankarnar í gongd. Tað
er eisini gleðin við at geva,
tí eg trúgvi hon virkar báðar
vegir, sigur Elin.
Íblásturin
Tað var ein sending í TV3
um hættisligu støduna í
Rwanda nakað herfyri, sum
íbirti hugskotið hjá Elini at
fara undir hetta tiltakið.
— Formaðurin í danska
Reyða Krossi trein fram á
skíggjan og segði, at kom
hjálp ikki til Rwanda áðrenn
100 tímar vóru farnir, fór
eitt ónevndandi tal av fólki
at doyggja, sigur Elin
Mouritsen.
Undir samrøduni, ið und-
irritaða hevði við Elina,
kom tað fram, at hon hevur
skrivað eina yrking um júst
henda tilburðin og vit hava
yvirtalað hana til at lata
yrkingina prenta á síðuni.
— Aðrenn eg fór í gongd
vildi eg hava ein góðkendan
hjálparfelagsskap at taka
ímóti leikunum, og vendi eg
mær tí til Marner Simonsen,
næstformann i Reyða
Krossi Føroya. Teir vóru
sera fyrikomandi og játtaðu
beinanvegin, sigur Elin.
Leikurnar verða tí fyrst
latnar Reyða Krossi Føroya,
sum hevur åtikid sær at
skipa leikurnar víðari til
Reyða Kross í Danmark og
| hin dagin nakad her fyri
OSIGANDI STORT TAL FER AT DOYGGJA
100 TIMAR
SEGDI MADURIN
AT HJALPA I
EG SKAL I BARNAFØDINGARDAG
HVØR BJARGAR TYKKUM IMEDAN?
VÆLDÆMD, METT FØROYSK BØRN
PILA INN OG UT
TAKK!
| MEN NÚ ERU BERT 94 TÍMAR EFTIR
KÆRU TIT,
LIVA TIT ENN?
VÓRU TIT HVALIR,
KOM BJARGING.
RÍK FÓLK Í HEIMI,
TIL VIRÐILIGT LÍV.
J
UTMAKTADI MADUR, ;
OG KONU TINA I ORANGELITTA KJOLANUM,
HORANDI SAL I BIVANDI SKUGGA,
STARANDI BARN TYKKARA — ANANDI,
Í MÚGVUNI SÅ EG TYKKUM.
HEVUR KIRKJUKLOKKAN SEKUNDVÍSARA,
ER TAÐ HANN EG HOYRI.
VIÐ TRÁ AT BLÓÐKA OKKUM.
VILDU ÆTTLEITT TYKKUM
SOVIÐ Á KODDA ÚR DÚNI,
SUM DJÓR STOLTSLIGA HAVA BORIÐ.
5)
E. K. Mouritsen
so verða tær sendar út í
heim.
— Eitt kinesiskt orðatak
sigur >Tað er seinni enn tú
heldur<. Vit ætla altíð so
nógv, men útseta alt og siga
bíða, bíða, gott er. Men
heldur tú fram við tí, hendir
tað ongantíð. Tað er her og
nú, tað ræður um og so er í
øllum livsins vidurskiftum,
sigur Elin Mouritsen.
Tað er ikki av tilvild, at
3. mai er valdur at vera
Leikudagur. Elin åtti ein
beiggja, ið doyði 11 ára
gamal og hann hevði fød-
ingardag 3. mai
— Bogi var eitt so Otruliga
gott, kerligt og elskuligt
barn, sum vildi hjålpa øll-
um. Tað at hann fór frå okk-
um so knappliga hevur
ávirkað mitt liv og min
hugsunarhått sidani. Vit eru
her bert eitt andarhald og
tad må vera okkara uppgåva
at virda okkara medmenn-
iskju. Leikudagurin er
gjørdur í hansara anda, sig-
ur Elin Mouritsen.
Ætlanin er, at Leikudagur
verður eitt afturvendandi
tiltak á hvørjum ári 3. mai
Í år fer innsavningin fram i
Fuglafirði, Vestmanna og í
Havn og komandi ár á trim-
um ødrum støðum
Í Fuglafirði taka KFUM -
og K-skótarnir ímóti leikum
í Skótahúsinum, í Vest-
manna verður innsavningin
í kjallaranum í Missións-
húsinum, har Gigga Ísaksen
og hjálparfólk taka ímóti
og í Havn kunnu fólk koma
í kjallaran í Sjónleikarhúsið,
har Elin saman við ødrum
tekur ímóti. Øll hjálp er
sjálvboðin og øll høli eru
latin ókeypis. Ein heilsøla í
Havn hevur latið góðgæti,
sum børnini, ið koma við
leikum kunnu fáa
Børnini í Getuskúla hava
eisini møguleika at lata inn
Skúlastjórin í Getuskúla,
Hans Mourits Foldbo, frætti
um tiltakið frá skótaleiðar-
unum í Fuglafirði og helt
tað vera eitt so gott hugskot,
at hann tekur evnid, at
hjálpa ðrum, upp sum
tema í undirvísingini í kom-
andi viku. Getufólk kunnu
lata leikur inn í skúlanum í
komandi viku og so koma
| skótarnir í Fuglafirði eftir
Elin saman við bórnu tí. Á
Kongaminni savning 5
Mynd. Jens Kr. Vang. til 18.00
GONGDIN ER VEND!
Kelda: Hagtíðindi
FOLKAVØ
KSTUR 1989-1997
Hjálp okkum
at halda
kosina!
set X udd
Bytingsins