Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SLS/2 UT Nr. 76 — 24. APRIL 1998 Reyði trådurin í føroyskum politikki Á tíðindafundi týsdagin legði Javnaðarflokkurin fram tann poliitikk, sum flokkurin er sannfórur um, er tann einasta gongda leiðin fram hjá fóroysku tjóðini. Flokkurin leggur adent á at tað skal verða ein politikkur, har tað snýr seg um heildina og ikki bara um eitt mál - ríkismálið SVEINUR POULSEN Javnaðarflokkurin skipaði eins og aðrir flokkar fyri tíðindafundi týsdagin um valskrá floksins Flokkurin leggur dent á, at tann politikkur, sum flokkurin stendur fyri, ikki bara byggir á eitt mál, men er ein heildarpolitikkur har øll ski í samfelagnum verða tikin við Umboð floksins á tíðind- afundinum tosaðu um upp- skotið sjálvstýrislóg, um út- búgving, um búskaparpoli- tik og studningsskipanir og um privatiseringar Sjálvstýrislóg Seinastu tíðina hava fleiri flokkar gjørt vart við poli- tikk sín ríkisspurninginum viðvíkjandi. Soleiðis er eisini við Javnaðarflokkinum. Mótvegis Tjóðveldis- flokkinum og uppskotið teirra um grundlóg og Fólk- aflokkinum og teirra upp- skotið um samríkjalóg, so leggur Javnadarflokkurin sítt álit á sjálvstýrislógina. Jóannes Eidesgaard, for- maður sigur, at tað er floks- ins metan, at tað er tørvur á broytingum í ríkisspurning- inum, men at hesar broyt- ingar ikki skulu gerast yvir háls og herðar. — Mótvegis hinum flokk- unum, so leggur hetta upp- skotið upp til eina breiða samráðing millum so nógv- ar flokkar á tingið, sum gjørligt, og tað er neyðugt tí her er talan um eitt veru- ligt stórmál. — Eisini skal tað havast í hugað, at tað eru bert 20% av Føroya Fólki fyri loys- ing, meðan hini 70 % vilja hava broytingar í ríkisskip- anini uttan at taka loysing. Javnaðarflokkurin er ikki samdur við Tjóðveldis- flokkinum um, at politiskt frælsi er treytin fyri fíggj- arligum frælsi, men heldur hinvegin, at fíggjarligt frælsi er treytin fyri polit- iskum frælsi. Útbúgving Eitt mál, sum Javnaðar- flokkurin heldur hevur stór- an týdning er útbúgvingar- møguleikar og -stuðul. Flokkurin vil tryggjað øll- um javnbjóðisrættindi at fara undir lesnad og tad skal gerast vid sømiligum lestr- arstuduli. Lestrarstudulin, sum er galdandi i løtuni er ov lågur . Hann er ikki hækkaður í 10 ár, men er hinvegin lækkaður. Flokkurin gongur tí inn fyri at hesi viðurskifti verða fingin upp á pláss so- leiðis, at eingin setst aftur av fíggjarligum ávum. — Hvørki avbygdafólk ella havnafólk hvert eru yv- ir ella undir 18 ár, sigur Eir- ikur Lindenskov. Búskaparpolitikkurin Um búskaparpolitik sigur Javnaðarflokkurin, at flokk- urin virkar fyri at tryggja búskaparligan javnað og at tryggja arbeiði til allar hendur. Flokkurin er ímóti bein- leiðis = rakstrarstudningi, men tekur undir við einum skilagóðum ílgustudningi. Flokkurin staðfestir, at føroysk virkir í mongum fórum kappast við virkir frá eitt nú ES, sum fáa stóran studning. Í tílíkum førum er talan um ólíka kapping, sum ikki er rættvís. — Studningur hevur ikki bara negativa ávirkan sigur Bergur Dam, og nevnir sum dómi Smyril Line og At- lantsflog, sum bæði hava fingið studning og nú klára seg fínt. Smyril Line hevur enn tá goldið allan peningin aftur. Ímóti privatiseringum Javnaðarflokkurin er ímóti tí privatiseringsbylgju sum herjar teir borgarligu flokk- ararnar. Kristian Magnussen held- ur, at tað er skeivt at tosað um at privatisera eitt nú Strandferðsluna og Post- verkið. — Tað er eftir okkara met- ing skeivt, tí tær broytingar sum skulu gerast, kunnu gerast uttan at privatisera postverkið. — Vit eru vís í, at taparin verður brúkarin. Vit eru bangin fyri, at brúkarin kemur at gjalda meir fyri eina verri tænastu, serliga útjaðaragkii, sigur Kristian. Við Strandferðsluni er tað sama stødan, tí har eru nakr- ar rutur, sum ikki kunnu Umboðini hjá Javnaðarflokkinum á tíðindafundinum týsdagin: Jóannes Eidesgaard, Kristian Magnussen, Eirikur Lindenskov, Begur Dam og Joan Ziskason privatiserast. — Skulu teir privatu bara tær rutur, sum geva yvir- skot, eitt nú um Leirvíks- fjórð og Vestmannasund? Tað kann ikki verða rætt, at tá ein ruta gevur yvirskot, so skulu privatir fáa loyvi at yvirtaka tær, meðan tað almenna skal eiga tær sum geva undirskot. — Minnist til, sigur Jó- annes Eidesgaard, at allar ruturnar vóru á privatum hondum, men teir privatu góvust tí ruturnar fóru at geva undirskot. Skulu vit nú geva teimum tær aftur nú, tá tær geva yvirskot. — Tað halda vit er mor- alskt skeivt, sigur Jóannes. Nú kemur GSM skipanin Nú ber til at tosa i GSM telefon i Føroyum, men enn bert í kjallaranum hjá TFL har Andras Róin, stjóri tosar við ein av verkfrødingunum, sum setur skipanina upp GSM telefonskipanin verður sett í verk í Fóroyum frá 1. juni í ár. Skipanin gjórdist nógv bíligari enn væntað. SVEINUR POULSEN Í juni mánaða fáa føroying- ar eina nýggja fartelefon- skipan. Tá verður GSM skipanin, sum annars verður brúkt um meginpartin av heiminum, sett í verk í Føroyum. Sum vanligt er, eru vit nøkur aftanfyri grannalond økkara. Hini nordanlondini tóku fartelefonirnar í nýtslu í 1982, meðan tær komu til Føroyar í 1989. GSM skipanin kom i hinum londunum í 1992, men rættilig gongd kom ikki á fyrr enn í 1995 Nú kemur hon so í Før- oyum, og tað merkir, at tað nú fer at bera til hjá okkum at fara uttanlands við okkara GSM telefonum og hjá út- lendingum at koma til Før- oya við sínum GSM tele- fonum. Men soleiðis verður tó ikki beinanvegin, tí tað tek- ur sína tíð at fáa eina slíka telefonskipan uppá beinini. Fyrst Havnin Hetta er vanliga ein yvir- skrift, sum loypir gði í av- bygdafólk, men soleiðis verður tað. GSM netið byrjar í Havn í juni mánað. Seinni í heyst er ætlanin at øll leiðin vestur á flogvgllin verður fingin við. Eftir fyribilsætlanunum er ætlanin at GSM skipanin skal verða brúkilig um alt landið á heystið 1999. Fyrimunirnir við GSM netinum er, at talan er um digitalan flutning, sum ikki kann avlurtast. Við NMT-netinum er tað so, at tað ber til at avlurta samtalurnar og tað eru fleiri í Føroyum, sum hava verið útið fyri tí, hóast tað ikki er loyvt. Aðrir fyrimunir við GSM eru m.a. at tað ikki ber til at »hacka« seg inn á hesar. Tað er sum fyrr nevnt lættari at ferðast landanna millum við GSM telefonum enn við NMT telefonum. Harafturat kemur, at tað eru nógv fleiri útbjóðarar av GSM telefonum enn NMT telefonum og at tað tí er ein stødugur >útviklingur< av slíkum. Til seinast er eisini vert at nevna at tað fáast fleiri tænastur til GSM skipanina enn til NMT skipanina. Bíligari nú Tá ætlanin um GSM skip- anina varð gjørd, var roknað við, at byrjunarkostnaðurin fór at liggja ímillum 25 og 40 mió. Men sum tíðin er fráliðin er hesin kostnaður fallin og nú skipanin er komin upp at standa kostar hon uml. 15 mió. kr. Hóast tað, so eru basis- stødirnar, sum skulu setast upp kring landið ikki so bí- ligar kortini - tær kostað uml. 300 túsund hver. Prísurin fer niður Seinasta vår avgjørdi TFL at seta prisin å NMT 900 niður so líðandi. Í februar 1997 var mið- alprísurin 3,75 krónur pr. minutt og eftir lækkingina sum kemur 1. juni verður miðalprísurin 1,50 krónur pr. minutt. Hetta svarar til 2 krónur, millum klokkan 6 á morgni og 10 á kvøldi, og 1 krónu millum klokkan 10 á kveldi og 6 á morgni. Samtaluprísurin fyri GSM samtalur verður 3,50 á degi og 1,75 á kvøldi og um náttina. Hetta er munandi hægri enn í londunum kring okk- um, men Andras Róin, stjóri sigur, at tað eisini er ætl- anin, at prísurin á GSM skal lækka við tíðini. Nær tað verður sigur hann tó einki um. Andras Róin legði tó dent á eitt, og tað er tá ein før- oysk GSM telefon er uttan- lands. Tá er tað nevniliga íkki bara tann sum ringir upp, sum skal gjalda fyri sam- taluna, men eisini tann, sum eigur fartelefonina. Tann, sum ringir upp, skal gjalda fyri samtaluna frá sínari telefon til fartelefon- ina, meðan fartelefoneigar- in skal gjalda fyri samtaluna frá TFL til útlendsku an- tennustødina og til har tele- fonin er. Hetta er bert galdandi tá fartelefonin er í útlandinum og ikki tá telefonin er í Før- oyum. Ikki lágprístelefonir í Føroyum Tey, sum hava verið eitt nú í Danmark, hava sæð, at har kunnu fáast telefonir fyri eitt 25 oyra, men hetta fer ikki at verða í Føroyum. Orsgkin til hetta er, at tað í hinum lodunum eru fleiri útbjóðarar av telefonnetum, eitt nú Sonofon og TeleDan- mark, og teir lata studhing fyri hvørja selda telefon, sum verður felagið hjá teim- um. — Ein telefon kostar um- leið 1.000 krónur at fram- leiða, sigur Andras Róin, so tað sigur seg sjálvt, at studn- ingurin er stórur og tað fara vit ikki inn í. Tí kann tað óiva loysa seg fyri føroyingar, sum fara uttanlands at ferðast í ár, at keypa fartelefon har, sjálvt um teir skulu verða felagar í Danmark í eitt hálvt ár eisini.