Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S08S2alurin Nr. 76 — 24. APRÍL 1998 Tað ræður um at vera á varðhaldi Tá ið seinasta val var av og javnaðarflokkurin = hevði havt sín størsta ósigur nakr- antíð, helt hann, at hann skuldi steðga eitt sindur á, og lata sigursharrunum upp í hendur at stovna nýggja samgongu. Men skjótt kom undan kavi, at teir sokallaðu borgarligu sigursharrarnir høvdu ógvuliga lítið at hava sigurin i, og ti slitnadu sam- ráðingarnar teirra millum Enn einaferð vendi sam- bandsflokkurin sær til javn- aðarflokkin, sum jú hevði mist helmingin av ting- manning síni Sjálvandi var javnaðar- flokkurin ógvuliga ivasam- ur, men sum tann åbyrgdar- flokkur hann er og altíð hevur verið, fór hann undir samráðingar við sambands- flokkin, sjálvstýrisflokkin og ta tá samdu verkamanna- fylkingina Sum kunnugt fekk javn- aðarflokkurin tvey umboð — sambandsflokkurin trý — sjálvstýrisflokkurin eitt og verkamannafylkingin eitt umboð í landsstýrið Men skjótt vísti tað seg kortini, at tað í grundini vóru fýra sambandsmenn í landsstýrinum, tí Sámal Pet- ur í Grund, sum skuldi eitast at umboða sjálvstýrisflokk- in, tók undir við sambands- flokkinum í hverjum einasta føri, tá ið á stóð Og í grundini kundi tað vera líkamikið, tí løgmaður gekk og hótti við nývali, um hann ikki fekk sín vilja igjøgnum. Tað gjørdi hann tá og tað hevur hann gjørt seinni. Tað er so satt sum tað er sagt av summum sam- bandsmonnum, at eingin kundi kenna seg tryggan fyri hvat ið hann kundi finna uppá, tí hann er full- komiliga óútrokniligur. Tí valdu javnaðarumboð- ini at fara úr samgonguni — teir fingu jú ongan javnað- arpolitikk ført — og einans sita úti í Tinganesi og lýða borgarlig harraboð bar jú ikki til Men tøkkina fyri, at Sám- al Petur í Grund hevði verið so trúgvur fylgisneyti hjá løgmanni kenna vit Fyri at reinska ta politisku luftina eitt sindur vónaði javnaðarflokkurin nyval men tað glapp, tí hin før- oyski félkaflokkurin, sum tó ikki pyntar seg við tí kristiliga heitinum, tevjadi fong og helt at nú vóru løgir til at sorla alt sundur, sum javnaðarflokkurin = hevði slóðað fyri á almennum stød Hesin mannafiggindaligi flokkur, sum bert hevur å- huga i at livga um håvarnar i føroyska samfelagnum Teir, sum eirindaleyst traðka á fjøldina, skuldu pri- vatisera alt alment virksemi sum ber seg, men tað, sum av natúrligum orsøkum gevur undirskot, skal tað al- inenna framyvir reka, men sjálvandi á avmarkadum og lægri stødi, um hann fær sín vilja — sum eg annars haldi vera ógvuliga ókristiligt. Tað hevur verið og verður so ofta sagt, at javnaðar- flokkurin einans eggjar fólki til at krevja — men hetta er ikki satt. Tí javnað- arflokkurin sigur enn sum áður —-ger tína skyldu og krev so tín rætt. Og hetta er allur munurin Men, í førum tá ið fólk verða forða í at hava møgu- leikan til at gera sína skyldu, so eiga tey sjálv- sagdan rætt at krevja rætt- in at liva. Tað er dýrt at liva í randargkjunum og tí ætlar javnaðarflokkurin at bóta um tað misbýtið, sum fer fram í ehsm landi, at jú longur tú kemur burtur frá miðstaðargkinum, dýrari verður at liva samstundis sum hentleikarnir eru færri. Tað líkist heldur ongum, at hverja ferð, ið talan er um sparingar, eru tað út- jaðaragkini, sum skulu bløda, meðan lítið og eirki sæst til sparingar á midøki- num har tær størstu inntøk- urnar eru og flestu hentleik- arnir. Men tad er vituligt, at um kapitaliseringsdreymar- nir hjå ti landsstyri, sum enn situr, men vónandi ikki so leingi afturat, vinna frama, so verður lítil vón fyri út- jaðaranum. Í nærum hálvthundrað ár hevur ein ávísur flokkur gingið og geylað ymisk rakstrarróp í hesum oyggj- um. Eitt av hesum vøkru og tølandi rakstrarrópum, sum hann hevur notið og nýtur sum fótatraðk, hóast tað hevur annað uppiborið er: Í hjørtum okkara býr frælsi Sjálvur haldi eg at hatta rakstrarrópið í hesum før hevði ljóðað meira sann- førandi, um hann segði: Í okkara hjørtum býr hatur! Tað er jú ikki einans í tjédveldishjørtum, at frælsi býr, tí sum eg so mangar ferðir havi sagt: Frælsi er so mangt Teir tala um tey yvir hundrað londini, sum síðani síðsta heimsbardaga hava vunnið frælsi, men teir tala einki um at fólkið í flestu av hesum londum er 6- frælst. Tí sanniliga, tað ber væl til at vera ófræls, hóast tú býrt í einum sckallaðum frælsum landi Teir tala heldur einki um, at flestu av hesum londum verða stýrd av harðrendum einaræðisharrum, sum ei- rindaleyst niðurberja alt menniskjaligt frælsi. Teir tala einki um tær milliónir av gøtubørnum, sjúkum og gomlum,sum liggja ella ganga í hjálpar- loysi úti á gøtunum, ella liggja og doyggja á rusk- dungunum. Teir tala einki um, at minnilutarnar í flestu av hesum londum verða týndir. Og eg kundi hildið fram — og hildið fram. Og so ganga vælgeddir tjóð- veldismenn her í Føroyum og nýta hesi londini sum fyrimynd! Tað er kanska eitt sovorðið frælsi, sum teir ætla føroyingum. Teir siga, at tílíkt kann ikki henda í Føroyum, tí at vit eru eitt framkomið sam- felag. So, men er tað ikki með- an vit hava verið saman við tí útskeldaða Danmark, at vit, hóast alt, kunnu meta okkum sum eitt framkomið samfelag? Men eg kann ugga før- oyingar við, at tað verður ikki tjóðveldisflokkurin, sum vinnur okkum loysing- ina, tí hann hevur einki at hava hana í. Hvussu kunnu vit hava álit á einum flokki, sum nærum í eina hålva øld ikki hevur verið førur fyri at siga ella vísa okkum, hvussu ein tjóðveldisfíggjarlóg fer at síggja út, tá ið teir hava loyst. Nei, tað kunnu teir ikki, tí aftan fyri øll teirra vøkru rakstrarróp er einki, har er fullkomin tómleiki. Og at koma við einari fíggjarlóg, tá ið teir hava loyst, er ov seint, tí tá vend- ist ikki aftur. Tað vita teir, men hatta er lumping av grovasta slag! Veljið javnaðarflokkin! Jógvan Adolf Johannesen Politikkur snýr seg um erandisdag føroyinga Vit vilja fóra ein politikk, sum hevur tað eina endamál, at skapa góð og trygg kor fyri hvónn einstakan borgara í landinum Tað er einki at taka seg aftur í, at ungdómurin ikki hevur nóg stóra ávirkan á rikna politikkin í samfelagnum. Hóast tey ungu lutfalsliga eru nógv í tali, so eydnast sjáldan at velja umboð teirra á ting Orsakirnar til hetta kunnu vera fleiri: * teir eldru politikararnir duga kanska betur * teir eldru politikararnir vilja kanska ikki lata tey ungu sleppa framat * ella at tey ungu ikki hava áhuga fyri politikki Í hesum døgum verður so nógv tosað um at javnseta ymsar bólkar. Tað, sum tá serliga verður hugsað um, er at javnseta kvinnu og mann. Tað er eisini í fínasta lagi — tað eiga vit at gera. Men tey ungu eiga at hugsa um at javseta aldursbólkar- nar — veljið tí tykkara um- boð á ting! Tá vit tosa um ungdóms- politikk, so tosa vit eisini um útbúgvingarpolitikk. Á hesum øki hava vit í Javn- aðarflokkinum ta greiðu stóðu at vit vilja tryggja øll- um sama rætt til útbúgving. Hetta m. a. við at hækka útbúgvingarstuðulin og beta um lånimøguleikarnar — tí eingin skal setast aftur av fíggjarligum ávum. Vit fegnaðust, tá vit í 1988 fingu eina føroyska stuðulsskipan í staðin fyri Statens Uddannelsesstøtte, sum ikki var serliga rættvís. Tann føroyska skipanin varð gjørd munandi einfald- ri, og nú fingu øll sama rætt til stuðul — sum ikki var treytaður av inntgku for- eldra. Men í dag mugu vit síggja í eyguni, at tann góði viljin frá politiskari síðu at tryggja ungdóminum góð lestrarkor sveik so eftirtrykkiliga Bera vit stuðulin í dag sam- an við stuðulin tá, so er keypiorkan fyri stuðulin minkað útvið 45% hesi 10 árini. Bara fyri at koma á sama stødi sum í 1988 so skal stuðulin tvífaldast. Í uppskotinum til broytt- an stuðul, sum nú liggur á landsstýrisborði = verður mælt til at broyta skipanina soleiðis, at stuðulin verður tikin frá teimum, sum eru undir 18 ár. Hetta er púra burturvið og er bert enn eitt dømi um, hvussu politikar- arnir vilja snúgva sær, tí teir ikki vilja játta nóg nógvar pengar til lestrarstuðul. — Okkara stóða er púra greið: Utbúgvingarstuðulin skal taka við, tá farið verður undir eina miðnámsútbúgv- ing. Tað er eingin meining í, at ein handilsskúlanæm- ingur ikki skal fáa lestrar- stuðul — bara tí hann ikki er 18 ár! — Tað er heldur eingin meining í, at stuðulin hjá einum miðnámsskúlanæm- ingi ikki ein gang skal røkka til ferðaútreiðslur, og eigur skipanin at gerast soleiðis, at ferðing til og frá skúla ikki verður ein fíggjarligur trupulleiki. Eitt av aðalmálunum hjá Javnaðarflokkinum er at tryggja at búsetingar- mynstrið í Føroyum verður varðveitt kring landið. Tá tað samstundis er greitt, at vit ikki kunnu hava somu tilboð til øll allastaðni í landinum, so er neyðugt við skipanum, sum á annan hátt javnseta borgararnar. Nei til at brúka arbeiðsleys sum buffara Javnaðarflokkurin góðtekur ikki, at stórur partur av fólki okkara er uttan arbeiði og heldur ikki, at fleiri sam- felagsuppgávur ikki verða røktar til fulnar, samstundis sum fólk eru arbeiðsleys. — Tað sum nú er við at henda er, at okkara sam- felag er um at góðtaka, at vit seta ein bólk av okkara landsmonnum uttanfyri — tey arbeidsleysu. Kapitalist- iska samfelagið brúkar tey arbeiðsleysu sum buffara. Tað kapitalistiska samfelag- ið góðtekur, at vit brúka tey arbeiðsleysu at regulera bú- skapin í landinum við. Í Føroyum í dag merkir hetta, at føroyska samfelagið brúkar 2.000 av okkara landsmonnum sum búskap- arliga stødputu. Menniskju verða brúkt sum eitt bú- skaparligt amboð!! — Tað samfelagið, sum vit hugsa okkum, byggir á soli- daritet. Tað byggir á virðing fyri tí einstaka menniskja- num. Tað byggir eisini á tað búskaparliga frælsið, og at tey, sum ikki megna at náa hetta frælsi sjálv, verða hjálpt, so at tey ikki detta niður ímillum. Mugu ikki gloyma veruleikan Viðurskiftini millum ríkis- partarnar seinastu árini hava sett síni serligu spor — og eru eisini um at fáa valstríð- ið til hetta løgtingsvalid av sporinum. Javnaðarflokkurin hevur gjørt greitt, at vit vilja broyta viðurskiftini við Danmark. Heimastýrislógin er gomul — 50 ár. Hon hevur tænt sína tíð, og skal broyt- ast. Hon er íkki longur hóskandi stýringsamboð, tí har eru ov nógvir leysir end- ar og ov nógv ógreið viður- skifti. Tí hava vit spælt út við eini sjálvstýrislóg, sum vit meina kann samansjóða tann politiska meirilutan í fólkinum, sum er fyri øktum sjálvstýri. Men í gllum hesum tosi- num um økt sjålvstyri, økt samband ella nýggja grund- lóg mugu vit ansa eftir ikki at gloyma veruligu trupul- leikarnar. Vil mugu ikki gloyma: at framvegis eru 2000 føroyingar arbeiðsleysir * at útbúgvingarstuðulin er afturútsigldur * at pensjónsviðurskiftini eru afturútsigld + atinnanoyggja samferðsl- an er í skeljasori * at spurningurin um uttan- landsskuldina er óloystur * at > bankaendurgjaldid hongur f leysum lofti * at markna-trætan bretar er óloyst * at stórar åbøtur krevjast í heilsuverkinum * at skúlaverkið liggur í 6- røkt * at fiskirikidømid verður søplad burtur * at stórur partur av fiski- num fer rundur av landi- num * at menningin av nýggjum vinnum er steðgað upp * at marknadarvidurskiftini alsamt verða verri * at vit enn ikki hava ført samfelag okkara inn í kunningartøknisøldina * at íbúðarviðurskiftini hjá nógvum føroyingum eru sera trong við Vilt tå sum vit — at førdur verður ein politikkur, ið hevur tað eina endamál, at skapa góð og trygg kor fyri hvgnn einstakan borgara í landinum — so vel Javnað- arflokkin. Eirikur Lindenskov, Javnaðarflokkurin