leygardagur 25. apríl 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A ——
Nr. 77 — 25. APRÍL 1998
fólkaskúlan, og hava
gloymt, at tey listarligu
virdini eisini verda skapad
av listini. Harvid hava vit
niðurbundið ein stóran part
av tí kreativitetinum, sum
liggur í fólkinum, og fyri at
loysa upp fyri honum, má
man brúka pengar uppá list-
ina.
Vit hava átt og eiga nógv
skapandi fólk
— Ja, og tað er hóast vit
ongan mentunarpolitikk
hava havt. Listafólk hava
vánalig kor, men tað er ikki
torført at ímynda sær,
hvussu ríkt mentunarlív vit
kundu havt, um vit rindaðu
til tað og um vit brúktu til-
svarandi so nógv sum Ís-
land. Vit brúka 10,5 mill.
kr. til skapandi list um árið.
Umrokna vit til donsk við-
urskifti, høvdu vit brúkt
20,7 mill. kr. Samanlagt
brúka vit 50 mill. kr. til alla
mentan. Skuldu vit brúkt
tilsvarandi sum Danmark,
høvdu vit brúkt 92 mill. kr.,
og tilsvarandi Ísland uml.
130—140 mill. kr. — til ment-
unararvin og skapandi list.
Hvat skal so gerast her
og nú, og hvussu raðfesta
vit?
— Ein mentunarpolitikkur
kemur ikki eftir einum degi.
Vit skulu hugsa 5-10 år
fram, men nøkur ting eiga
at verda gjørd her og ni.
Taka vit tann varðveitandi
partin fyrst, er bókasavns-
verkið hjá okkum við at ger-
ast eftirbátur, vit hava tveir
miðnámsskúlar sum íkki
hava atgongd til bókasgvn,
nøkur søvn hava øgiliga
vånaligar goymslu- og
framsyningarumstødur, og
hesi vidurskifti eru sera
åtrokandi at fåa loyst. Fara
vit til tann skapandi partin,
åttu vit at havt ein lista-
skúla, og vit áttu at styrkt
tónleikarlívið nógv meir.
Leiklistin, sum er elsta lista-
greinin í heiminum, eigur at
fáa høga raðfesting og eitt
tað fyrsta vit áttu at gjørt
var at stovnsett Tjóðpall
Føroya. Vit mugu fáa eina
skipan við starvslønum so-
leiðis at rithøvundar, tóna-
skøld og onnur kunnu fáa
arbeiðsfrið, tí tú kanst ikki
skapa uttan tú gert tað fulla
tíð. Barnamentanin hevur
sera stóran týdning og vit
eiga at menna mentunarligu
tilboðini til børn, t.d. barna-
bókaútgávu.
Grenj
— Vit kunnu koma heilt
langt bara við at økja nøkur
konti á fíggjarlógini. Vit
kunnu brúka Mentunar-
grunnin, geva honum eina
játtan, og lata hann umsita
starvslønirnar. Í løtuni fær
hann 1,7 mill. kr. og
uppskotið í álitinum er 15
mill. kr. Okkara tilmæli í
sambandi við fíggjarlógina
verður, at grunnurin verður
munandi styrktur fíggjar-
liga. Umskipanin av grunni-
num til at fata um allar lista-
greinirnar verður gjørd í
samráð við felagsskapirnar
hjá listafólkunum. Her er alt
treytað av, at politikararnir
góðtaka tað, sum vit koma
við og í síðsta enda er tað
landsstýrismaðurin í menta-
málum og Føroya Løgting,
ið taka avgerðirnar, sigur
Jóannes Dalsgaard.
— Tað er betri at kveikja
eitt ljós enn at grenja um
myrkrið. Vit eiga at halda
uppat við at grenja um, at
vit ongan mentunarpolitikk
hava, og heldur royna at
brúka mentunarálitið til at
orða ein mentunarpolitikk,
ið kann loysa nakrar trupul-
leikar her og nú, og til at
orða eina strategi til tey
næstu 5-10 árini.
Ein orsøk til, at føroyski
mentunarpolitikkurin ikki
hevur verið so høgt raðfest-
ur og at hann er so aftarlaga
í mun til onnur lond, er
knýtt at nýggju fatanini av
mentan. Eyðun Andreasen,
fólkalívsfróðingur, sigur í
»Avmarkadum marknadi«,
at nyggja fatanin av mentan
vendir eyguni ímóti samtíð
og samfelag, setir spurning-
ar við alt viðtikið og fram
um alt við seg sjálva. Í skap-
andi listini býr trongdin til
alla tíðina at seta spurningar
við alt. Eru fóroyskir polit-
ikarar so afturhaldssinnað-
ir, at teir eru bangnir fyri
teimum spurningum, ið
skapandi listin setir?
— Tað eru allir politikarar.
Men tann klóki politikarin
veit, at hann má vinna á
óttanum og læra seg at
skilja, at mentanin er ikki
bara fortreytin fyri trivnaði
í samfelagnum, men at
mentan útloysir kreativitet.
Blómandi list og vísindi eru
eisini fortreytin fyri blóm-
andi búskapi í einum landi.
Gjøgnum mentanina fáa vit
stórri sjálvsvirðing og stórri
sjálvsálit, sum kemur av
trivnaði. Franski menta-
málaráðharrin J. Lang, sum
virkaði, tá ið Mitterand sat
við valdið, prógvaði, at fyri
hvørja krónu tað almenna
veitti = mentunarlívinum,
fekk samfelagið 5 krónur
aftur. Hatta er galdandi
bæði fyri mentunarpolitikk-
in herheima, men ikki minst
fyri norðurlendska mentun-
arsamstarvið. Fyri at fáa fat-
ur á 5 norðurlendskum
krónum, mást tú koma við
einari føroyskari. Útlend-
ingar koma til Føroya at
siggja okkara mentan, eitt
fólk, sum hevur varðveitt
ein stóran part av sínum
upprunaliga samleika í ein-
um ómetaligum vøkrum
landi, ið hevur varðveitt sítt
mál, sín dans og síni ment-
unarligu eyðkenni.
— Mentan hevur eisini
nakað við útbúgving at
gera. Mentunarpolitikkur
gongur neyvt saman við út-
búgvingarpolitikk og
granskingarpolitikk. Og tí
er ógvuliga skilagott, at vit
hava savnað umsitingina av
mentanini, útbúgvingum og
gransking undir eitt stýri.
Hugsjónarfólk
Ebba Hentze sigur í barna-
bókini >Mia, skúlagenta í
Havn«, at tað er svangligt
hjá bláum fuglum í Føroy-
um. Har sipar hon til um-
støðurnar hjá listini at virka
undir. Sjónleikarbólkurin
Gríma hevur av berari ideal-
ismu og grasgrótsarbeiði í
20 ár stríðst fyri at fáa egið
sjónleikarhús. Loksins sær
tað út til at bera til, men tað
hevur verið ein ógvuliga
strævin = prosess. Hvar
høvdu vit verið uttan slík
hugsjónarfólk?
Uttan listafólkini vóru
vit ikki til sum føroyingar.
Vit høvdu ikki verid heil
Tad ber ikki til at imynda
sær eitt fólk uttan list. List-
arligt virksemi er partur av
menniskjaligu náttúruni.
Okkara grannalond hava
ein klárt definineraðan
mentanarpolitikk, sum er
niðurfeldur í mentapolitisk-
ar verkætlanir. Vit hava
fingið eitt mentunarálit, nær
fáa vit henda nógv eftirlýsa
mentunarpolitikkin ?
— Vit miða ímóti at hava
eina mentunarpolitiska
verkætlan klára at seta í
verk 1. jan. år 2000. Vón-
andi fáa vit okkurt fram til
almenningin komandi ár,
sum kann elva til alment
orðaskifti. So fáa vit at
síggja, hverja stóðu okkara
politikarar og almenningur-
in hevur til mentunarpoli-
tikk. Fjølmidlarnir hava
eina stóra ábyrgd og tað er
ikki ov seint nú at byrja eitt
orðaskifti út frá mentunar-
álitinum. Tað fekk ikki ta
viðgerð tað átti, tá tað varð
liðugt í 1996.
Nøkur mentaøki eru ikki
nevnd í mentunarålitinum.
— Nei, men tað merkir
ikki, at tey ikki vera við í
einum orðaðum mentunar-
politikki. Fyrst og fremst
barnamentanin. Børn mugu
fáa høvi til at troyta teirra
evni innan drama, myndlist,
tónlist og annað í nógv
stórri mun enn tey kunnu í
dag. Hollendingar, norð-
menn, og skotar hava tón-
leika- og mentaskúlar, har
børn kunnu koma eftir
skúlatíð og arbeiða við tí tey
hava hug til. Úrslitini av
hesum eru ómetaliga góð og
danir eru á veg at gera tað
sama. Mín vón er at raðfesta
tað høgt og tað verður roynt
longu í komandi fíggjarlóg.
Útvarp og sjónvarp eru
heldur ikki gjøllad vidgjørd
í mentunarálitinum. Hesir
eru ógvuliga týðandi stovn-
ar og tí hevði verið ynski-
ligt, at politiska skipanin tók
sær stórri ábyrgd av hesum
stovnum. Leikluturin hjá
Norðurlandahúsinum eigur
nú at verða eftirmettur, t.d.
tá ið tað fyllir 15 ár. Tað er
spell, at tað ikki er umrøtt í
álitinum, sigur Jóannes
Dalsgaard.
Í álitinum fáa vit ikki
spurningin svaraðan,
hvussu fóroyskt mentunarlív
hevði sæð út, um vit ikki
høvdu Norðurlandahúsið at
dúva uppá, meðan kreppan
leikaði harðast á. Ella um
tað júst var hesin stovnurin,
sum ruraði fóroyskar mynd-
ugleikar rientapolitiskt í
svøvn?
— Húsið hevur ein ómeta-
liga stóran týdning. Tað
kann ikki heilt avvisast, at
húsið hevur rurað politik-
arnar í svøvn, men eg trúgvi
ikki, at tað er tann vanliga
fatanin millum politikarar
og embætisfólk. Húsið
hevur funnið sær ein góðan
leiklut, men tað skal íkki
forða okkum í at tosa um
hvønn leiklut tað skal hava
framyvir, tí alt broytist. Vit
hava bara eina hóming av tí
mentunarkollvelting, ið
liggur í oljuídnaðinum og í
KT-kollveltingini. Føroyar
eru longu partur av altjóða-
samfelagnum og vit verða
tíðindablaðið SOS
tað enn í nógv stórri mun.
Øll uppliva alt samstundis.
Okkara fortreytir broytast
alla tíðina. Vit gloyma í
heilum, at vit liva í eini
verð, sum er í stødugari
broyting og uppaftur skjót-
ari fyri hvgrt ár sum gongur.
Har vil eg fegin sitera
Havel, sum sigur, at broyt-
ingarnar henda so skjótt, at
vit hava einki mentunarligt
ella tímiligt tól, sum kann
máta ferðina.
Tað ljóðar rædandi?
— Jamen tað er ræðandi,
men vit hava onga grund til
at ræðast, um vit hava ein
góðan mentunarpolitikk.
Føroyingar hava góð evnir
til at fylgja við broytingum,
men vit mugu ansa væl eftir
og tað er lætt at missa tam-
arhaldið. Hvussu skal kom-
andi ættarliðið takla alt, sum
verður borið inn í stovuna.
Býlingar í Havn hava sam-
tykt at stongja nakrar rásir
ávísar tíðir á døgninum, tí
tað sum verður sent er
skaðiligt fyri børnini. Tað
má vera eitt tungt argument
fyri at styrkja um mentunar-
politikkin, tí tað er bara ein
slíkur, sum kann takla
handa trupulleikan. At læra
fólk at viðgera, skilja og
velja frá.
Islendska mentanin bygg-
ir serliga á nútíðarmentan,
t.d. var Tjóðleikhúsið í síni
tíð bygt fyri at menna ís-
lendska málið. Føroyar
hava verið í somu remb-
ingum, har tað hevur verið
neyðugt at styrkja um mál-
ið, uttan kortini at nøkur
ftøkiligt stig eru tikin. Før-
oyingar leggja stórri dent á
ta gomlu mentanina. Hvat
sigur tað um fóroyska sam-
leikan ella kjølfestid hjá
hesum grannatjóðum. Kann
tað tulkast sum veruleika-
flyggjan?
— Tad sum er so hugtak-
andi vid Islandi er, at tey
megna bæði. Tey røkja sín
mentunararv og byggja eina
nútíðarmentan. Vit hava eis-
ini ein bókmentaligan ment-
unararv í kvæðunum, sum
ikki hevur minni virði enn
teirra. Og tað er einki, ið
týðir uppá, at kvæðini og
dansurin eru í afturgongd.
Vóru umstóðurnar hjá
listafólki góðar, høvdu vit so
havt ein nútíðarmentan sum
íslendingar?
— Tað er ikki væl dámt í
Føroyum, at ov nógvir
spurningar verða settir við
samfelagið sum tað er. Vit
eru samfelagsjáttandi.
Listafólk og samfelags-
debattørar, sum nema við
nakrar eymar blettir, fáa
harða viðferð. Tað er íkki
lætt í einum lítlum sam-
felag, har øll kenna øll og
øll familjan verður identifi-
serað við tað, sum einstøku
limirnir gera. Einastu ráðini
eru at styrkja alt tað sum
eitur tolsemi. Vit mugu
venja tey ungu til tolsemi
og har liggur uppgávan hjá
skúlanum, foreldrum, trúar-
bólkum og kirkjuni. Fólka-
skúlin hevur ikki megnað ta
uppgåvuna til at gera føroy-
ingar til eitt tollynt fólk. Vit
eru sera ótollynt hóast alt
tað vit skapa. Kanska eru
fólk ikki tollynt í einum litl-
um samfelag. Tað hevur
nakað við valdsbygnaðin og
átrúnaðin at gera. Nógvar
av teim átrúnarligu rørslu-
num í Føroyum fremja ikki
tolsemi, tær leggja dent á
trongskygni. Tolsemi er for-
treytin fyri fólkaræði. Tað
hjálpir ikki, at allir stovnar
eru fólkaræðisligir, um vit
ikki virða sjónarmiðini hjá
hver øðrum. Tí megna vit
ikki at útnytta tann kreativi-
tetin sum liggur í ósemjuni.
Orðaskifti er grundvøllur
undir fólkaræðinum, eitt
orðaskifti, har tú virðir, tey
sum ikki eru samd við tær.
Tað knipur í Føroyum og tí
hava listafólkini í Føroyum
eina tyngri uppgávu enn
teirra starvsbrødur í okkara
grannalondum — men tað er
ongantíð lætt at vera lista-
fólk í einum lítlum sam-
felag, sigur Jóannes Dals-
gaard.
Tak til til dómis orða-
skiftið um málið, sum er
tann týdningarmesta ment-
anarkotan. Tað er synd at
síga, at orðaskiftið fer fram
í einum siviliseraðum tóna
Alt orðaskifti í Førovum
endar í fundamentalismu
Økja um virðingina
Skapandi mentanin f
framtíðini í nógv størr
ut síggjast í krónun
um á fíggjarlógini, og tí fáa
vit eisini emma greidligar
sundurskiljing millum leik
mannamentan og yrkis
mentan. Broytir tað ikki a
sær sjálvum vanabundnu
fatanina hjá fóroyingumr
Jú, mentunarpolitikkur
in má vera við til at økia
um virðingina fyri listafólk
um. Og av tí sama gkja vit
eisini um okkara egnu
sjálvsvirðing, tí listafólkin
skapa øll nakað vit eru
felags um og í síðsta enda
kann mentunarpolitikkurin
fremja nakað vit øll eru stolt
av, glad um og sum 1
kunnu semjast um hóast vit
eru ótollynt. Og harvið
verður okkara
styrktur
Útlendsk mentan, sið-
venja og óvenja floymir inn
yvir okkum gjøgnum fjøl-
miðlar og margmiðlar
Kann útlendska mentanin
taka yvirvág í einum ella
ødrum formi og fara at
mynda okkara samfelag
meiri enn gott er?
— So avgjørt í og við, at
vit fáa alheimsmentanina
inn í stovuna við einum
mentunarídnaði, sum kemur
via parabol og kunningar-
tøkni. Um vit vilja ella ikki
vera vit ein partur av al-
tjóðamentanini, sum er
myndað av mentunarídn-
aðinum út frá einum markn-
aðarsjónarmiði. Mentunar-
ídnaðurin framleiðir tað
sum marknaðurin krevur,
men skapar eisini ein
marknað sjálvur, tí hann í
so stóran mun vendir sær
ímóti sálarlívinum.
Ber til at búgva einum
samfelag við einum so av-
markaðum marknaði og
fást við list og mentan?
— Alt ber til um man hevur
viljan. Politiska skipanin
má skapa neyðturviligu for-
treytirnar, skapa karmar fyri
list sum fyri øðrum menn-
iskjansligum virksemi i
samfelagnum. Ti må list
javnstillast við annað virk-
semi. Og har eru vit i teirri
stødu, at tad er ikki øll list
sum hevur ein marknad.
Men tad merkir ikki, at tann
listin ikki hevur virði. Vit
kunnu ikki vera listina og
røktina av mentunararvi-
num fyri uttan. Verða vit
tað, missa vit okkara stødi,
verða tikin av fótum, og tí
er tað ein samfelagslig
skylda at geva listafólki og
teimum, sum rgkja mentun-
ararvin rímilig arbeiðsvið-
urskifti. Tað er tað, sum er
gjørt í Íslandi og tí stendur
so væl til andaliga og tími-
liga har. Hendan fatanin
breiðir seg skjótt. Øll Norð-
urlondini hava fingið ein
ógvuliga sterkan mentunar-
politikk. Til dømis Dan-
mark, har mentunarpoli-
tikkurin er í stórari menn-
ing, og har tad er breid und-
irtóka millum fólk, at tað
skal rekast ein virkin ment-
unarpolitikkur. Somu rák
eru í hinum Norðurlondu-
num og teim framkomnu
europeisku londunum.
samleiki