leygardagur 25. apríl 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 77 — 25. APRIL 1998
Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálastýrinum:
Betri at kveikja
enn at grenja um myrkrið
— Vit mugu koma burtur frá tí gomlu, skeivu fatanini, at jú verri listafólk hava tað, jú meiri skapa tey. Politikarar mugu skilja, at tað er
líka so týdningarmikið at stuðla skapandi list sum varðveitandi mentanina, og at mentapolitikkur kostar pengar. Hinvegin er tað ein
sannroynd, at fyri hvórja krónu, ið verður latin til mentan, fáa vit 5
TURIÐ KJØLBRO
Vit kalla okkum eitt mentað
fólk, ein serstøk tjóð, og
fara fegin á fremmandan
pall í útlandinum at vísa før-
oyska búnan og dansin fram
fyri tí bilsna útlendinginum
Men vit hava ongan yvir-
ornaðan mentunarpolitikk
og tað merkir, at korini og
umsteðurnar hjá listafólki í
Føroyum eru út av lagi
vánalig
Góð tekin eru kortini um,
at vit fáa ein skipadan, lang-
tíðarætlaðan mentunarpoli-
tikk. Fyri stuttum varð
Jóannes Dalsgaard settur
sum deildarstjóri í Menta-
málastýrinum, og hansara
uppgáva verður millum
annað at orða eitt uppskot
til ein føroyskan mentunar-
politikk
Undanfarni landsstyris-
maðurin í mentamálum setti
á sumri í 1995 eina nevnd
at gera eitt álit, sum skal
vera grundarlag undir al-
menna mentunarpolitikki-
num, tí hann ásannaði tørv-
in á einum miðvísum ment-
unarpolitikki. Alitid, sum
fekk heitid »Avmarkadur
marknaður<, varð liðugt tíð-
liga í 1996 og í tí finna vit
viðgerðir, tilráðingar og
niðurstøður. Men álitið fekk
ikki ta viðgerðina og um-
røduna í fjølmidlunum, sum
tað hevði uppiborið og fór
skjótt út av sporinum.
— Alitid er ein góð og
positiv roynd at lýsa ment-
unarpolitisku støðuna, men
er meiri at kalla eitt yvirlit
yvir bráðneyðug mentunar-
politisk tiltøk, ið eiga at
verða sett í verk, fyri at
loysa teir mest átrokandi
spurningarnar hjá tí parti-
num av mentunarlívinum,
sum hevur við varðveiting
av mentunararvinum og
skapandi virksemið at gera,
heldur enn mentunarpolitisk
heimsspeki, sigur Jóannes
Dalsgaard
Eru tað hugsjønirnar, ið
vanta?
— Eg sakni eina yvirorn-
aða strategi, ið vendir sær
ímóti støduni beint nú. Men
vit mugu eisini líta frameft-
ir. Alitið lýsir ikki nóg væl,
yvirornaði
hvussu tann
mentunarpolitikkurin skal
síggja út til dømis tey næstu
5-10 árini. Men tað er ikki
so legið, tí fyri at kunna
orða tann yvirornaða poli-
tikkin og fyri at kunna gera
okkum eina mentunarpolit-
iska strategi, mugu vit
kenna støduna á økinum.
Og hana hava vit í veru-
leikanum ikki kent fyrr enn
vit fingu hetta álitið. Størsti
tydningurin í álitinum er, at
í tí liggur tann fyrsta grein-
ingin av tí mentunarpolit-
isku støduni. >Avmarkaður
marknaður< er í so máta eitt
sera gott skjal við tað, at vit
verandi samgonga
fáa út í æsir lýst, hvussu
stødan er hjá mentunarlívi-
num, hjá rithøvundum,
myndlistafólkum, leiklist-
ini, tónlistini o. s. fr. Og hjá
stovnunum, ið skulu rekja
mentunararvin. Alitið er tí
eitt stødi til at fara víðari
og orða eina strategi yvir,
hvussu okkara mentunarlív
skal síggja út um 5-10 ár í
mun til tær stóru avbjóðing-
ar, vit hava, oljuvinnan,
kunningartøkni og interna-
tionaliseringin. Í tí saman-
hanginum verður okkara
samleiki settur í fokus og
spurningurin um okkara
samleika verður stórri og
stórri bæði tilvitandi og ótil-
vitandi orsakað av teimum
stóru avbjóðingunum, sum
vit fáa — og av, at okkara
politiska stóða er við at
broytast. Í hesi myndini er
mentunarpolitikkurin tað
amboðið, sum skal hjálpa
okkum, bæði myndugleik-
um og fólki til at takla av-
bjóðingarnar, sigur Jóannes
Dalsgaard
Felags virði
Tað er ymiskt, hvussu hug-
takið mentan verður allýst.
Eyðun Andreasen, fólka-
livsfrødingur, sigur í >Av-
markadum marknadi«, at
164 definisjónir eru til.
Flestu eru orðaðar ógvuliga
alment. Hvat er mentan sæð
út frá einum fóroyskum til-
viti?
— Mentan er samskifti, og
er tað sum gevur tilveruni
meining og innihald. Men
mentan er eisini tað, vit eru
felags. Eins og aðrar tjóðir
eru vit ósamd um øgiliga
nógv viðurskifti, um átrún-
að, politikk, og um hvussu
vit skulu skipa okkum í
okkara landi. Men við tað,
at vit hava ein føroyskan
samleika, merkir tað, at vit
hava nøkur ting vit eru
felags um, nøkur felags
virði. Endamálið við einum
mentunarpolitikki má vera
at styrkja hesi virðini. Tað
er altíð týdningarmikið, at
fólk hava nakað at vera
felags um. Reka vit ikki ein
konstruktivan mentunar-
politikk, og eru vit ikki fús
at játta pengar til tað, ið
mentunarpolitikkurin
kostar, so gongur tað út yvir
okkara samleika og felags-
virðir, og so fáa vit trupul-
leikar við okkum sjálvum
sum tjóð.
— Dreymurin hjá okkum
á Mentamáladeildini er við
hjálp frá góðum fólki, listini
og teimum, sum arbeiða við
mentunararvinum sum
heild at orða ein slíkan
mentunarpolitikk, sum poli-
tikkarar so taka stóðu til.
Tað eru politikararnir, sum
í seinna enda gera av, um
vit skulu reka henda poli-
tikkin og um vit skulu rinda
tað tað kostar. Vit mugu
góðtaka, at listin er í mót-
stríð við sína samtíð, í and-
stóðu við samfelagið. Ein
mentunarpolitikkur má
hava tolsemi, tí tosa lista-
fólkini politikkararnar eftir
munninum, so skapa tey
ikki og so lúka tey ikki
teirra leiklut. Tað at reka ein
mentunarpolitikk er ein øgi-
liga stór avbjóðing til polit-
ikararnar, tí tað krevur fatan
og tolsemi. Fatan av, at vit
hava brúk fyri listafólku-
num, sum spegilsmynd at
siga okkum, hvørji vit eru,
og tað eru tey sum seta
spurnartekin alla tíðina. Tað
hava vit brúk fyri. Einki
samfelag kann vera til heilt
og mennast harmoniskt, utt-
an at tað eru nøkur, sum seta
spurnartekin við samfelagið
og menningina. Menning er
eitt gandaorð, øll vilja hava
menning, men eingin setir
spurnartekin við, hvussu
menningin fer fram. Hygg
bara eftir, hvussu vit eru far-
in við okkara samfelag, sig-
ur Jóannes Dalsgaard.
Fortíð og samtíð
Spurningurin um, hvussu
tað almenna skal varðveita
og menna mentanina og
mentunarlívið er politiskur.
Eingin setir spurnartekin
við, um stovnsmentanin og
mentunararvurin skulu
varðveitast, tí tað er ein
sjålvfylgja. Hví er tað so
trupult at sannfóra politik-
arar um, at skapandi ment-
an og list eisini má stuðl-
ast?
— Tað sum stovnsmentan-
in røkir skilja øll, tí at vit
orsakað av okkara søguligu
fortreytum og politisku
støduni vit eru í, eru sera
upptikin av fortíðini. Ment-
unarpolitikkur hevur higar-
til verið nógv vendur ímóti
fortíðini og søguligum og
siðvenjuligum tilstandum.
Tí hava vit latið røktina av
mentanini til søvnini og tey
røkja jú mentunararvin. Tað
Hjálp okkum
at halda
STUDUL TIL FISKIVINNUNA 1989-1997
Kelda: Hagtidindi
kosina!
set X við
5 aftur, sigur Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálastýrinum
vil siga tað sama sum, at
mentunarpolitikkurin hevur
verið tað sama sum
mentunarrøkt. Hesin
parturin er sjálvandi
ómetaliga týdningarmikil, tí
røkja vit ikki mentunararvin
kunnu vit ikki fóta okkum
og orða tann komandi ment-
unarpolitikkin. Tað er lætt-
ari at skilja hjá almenningi-
num, at vit skulu stuðla
mentunararvin, tí hann
styrkir alt tað, sum vit kenna
og hann lærir okkum at fata,
heldur enn at fáa fólk at
skilja at tann skapandi listin
eigur at stuðlast. Mentunar-
politikkur må javna handan
munin út og má fáa almenn-
ingin at skilja, at tað er líka
so týdningarmikið at stuðla
ta skapandi listina sum ta
varðveitandi mentanina. Vit
kunnu vera hvørki fyri utt-
an. Tað er ein polikkur, sum
kostar pengar. Vit mugu
koma burtur frá tí gomlu,
skeivu fatanini, at jú verri
listafólk hava tað, jú meiri
skapa tey. Besta mótprógvið
er Ísland, sum er tað landið
í heiminum, ið nýtir mest
almennan pening til skap-
andi listarligt virksemi. Ís-
land brúkar 2,5 % av
Bruttotjóðarúrtókuni — til
mentan. Urslitid er, at Island
er tað landið í heiminum,
sum eigur flest skapandi
listafólk. Ongin tjóð í
heiminum skapar so nógva
list, tað veri seg bókmentir,
skaldskap, tónlist, myndlist
ella hvat tað skal vera. Eitt
týðiligt úrslit av einum mið-
vísum mentunarpolitikki
líka síðani 1918. Tað hevur
alt nakað við raðfestingar at
gera. Vit hava líka síðani vit
fingu heimastýrið í 1948,
havt ein ekstreman ma-
terialistiskan politikk, og
hava allir flokkar verid i
felag um. Vit hava sett tey
materiellu virðini framum
tey andaligu. Tey andaligu
virðini hava vit latið til
kirkjurnar, samkomurnar og
BÐogi Arge
limur i Llfgtingsins
figggarnevnd