leygardagur 25. apríl 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A —
Nr. 77 — 25. APRÍL 1998
+
Donald Michie og Alan Donaldson frá stóru bretsku supplyfyritøkuni ASco hava hugt
eftir møguleikunum fyri útgerðarhaynum i Fóroyum. Mynd Jens K. Vang
Ein útgerðar-
havn nóg mikið
-Tað er sera umráðandi, at fóroyingar savna virksemi á
landi í sambandi við oljuleiting á einum stað. At spjaða
hetta runt tænir ongum. Tað verður ikki nóg effektivt og
kemur at kostar ov nógv siga umboð fyri stóru bretsku
fyritókuna ASco, sum oljufelóg hava sent til Fóroyar fyri
at hyggja eftir umstóðunum til útgerðarhavn.
JAN MØLLER
Utlendsku oljufeløgini, sum
visa åhuga fyri føroyska
landgrunninum, eru nú so
smátt farin at hyggja eftir,
hvørji stød í landinum eru
best egnað til útgerðarhavn
at hýsa framtíðar oljuvirk-
semi við Føroyar.
Sosialurin skilur, at olju-
feløgini fylgja væl vid i
orðaskiftinum í Føroyum
um, hvar føroyingar ætla at
leggja útgerðarhavnina ella
havnirnar. Felggini tykjast
ikki vilja leggja seg út í,
hvat pláss føroyingar vilja
peika á, men neyvan er tað
sannlíkt, at feløgini fara at
brúka fleiri útgerðarhavnir.
Og helst síggja tey, at
plássið, sum verður valt út,
er vælegnað til endamálið
Tað er eingin loyna, at
fleiri føroyskar kommunur
vilja hava, at útgerðarhavn-
in skal liggja í teirra øki. Á
oljumessum, sum hava ver-
ið í útlandinum, hava
kommunur sum Tvøroyri,
Tórshavn, Klaksvík, Vág,
Sørvågur og Skålafjørdurin
gjørt eitt stór PR-arbeiði
fyri júst sær og sínum. Onk-
ur kommuna hevur longu
fingið tætt samstarv við
útlendsk feløg, sum hava
royndir við útgerðarhavn-
um. Eitt nú hevur Tvøroyrar
kommuna havt samstarv við
danska fyritøku um at gera
Drelnes til itgerdarhavn.
Hóast tað ikki er váttað,
so hava tíðindi gingið um,
at eisini Tórshavnar Komm-
una saman við stórfyritgk-
um í kommuni hava arbeitt
við eini ætlan at leggja út-
gerdarhavn á Sundi.
Enn er so eingin avgerð
tikin, og landsmyndugleik-
arnir hava enn ikki sett út í
kortið, hvar útgerðarhavnin
skal vera - og um hetta í
heila tikið skal vera ein pol-
itisk avgerð. Tó hava røddir
verið frammi um, at ein
framtíðar oljuvinna eisini
eigur at troyta møguleik-
arnar, sum eru uttan fyri
megingkið. Alt virksemið
má ikki vera savnað í mið-
staðargkinum.
Nú um dagarnar vitjaði
tvey umboð fyri stóru skot-
sku oljufyritøkuna ASco,
sum eigur og rekur fleiri
útgerðarhavnir í Skotlandi
og Onglandi umframt at
vera við í nógvum ødrum
virksemi í oljuvinnuni.
Donald Michie, marknað-
arstjóri sigur við Sosialin
at teir hava vitjað fleiri pláss
í Føroyum fyri at hyggja
nærri eftir umstødunum
Hugt verður eftir dýpi, at
løgumøguleikum, plássi á
landi, infrastrukturi annars
DE nógvum gðrum um
stóðum
Hann vil ikki peika út
nakað ávíst pláss í Føroy
um, sum hann heldur vera
best egnað til útgerðarhavn.
Tað heldur hann má vera ein
avgerð, ið føroyingar taka.
Hann vísir samtíðis á, at tú
sjálvandi kann peika út
fleiri hóskandi øki. Tað
veldst so bara um, hvat ein
politiskt vil við eini út-
gerðarhavn. Vil tú brúka
neyðug pengarnar uppá eina
slíka havn, so kann ein eis-
ini siga, at mong øki kunnu
brúkast.
-Eg haldi tað hevði verið
best fyri landið at savnað
alt virksemi á einum plássi.
Verður hetta spjatt til fleiri
ymisk pláss, verður tað ikki
nóg effektivt, og tað fer ikki
at tæna nøkrum sigur Do-
nald Michie, sum ikki dylur
fyri, at teir hava vitjað í
Suðuroynni, í Havn og á
Sundi, í Sørvågi, á Skála-
fjørdinum og í Klaksvík.
Hann váttar, at nakrir av
teirra kundum, og tað eru
vanliga oljufeløg, hava bið-
ið teir hyggja eftir um-
støðunum fyri útgerðarhavn
í Føroyum. Feløgini, sum
ynskja at arbeiða við Før-
oyar, vilja fegin vita, hvussu
umstødurnar í landi eru.
Michie sigur, at tað neyv-
an verður brúk fyri meira
enn eini útgerðarhavn í Før-
oyum. Eru fleiri, so verður
neyðugt at spjaða fløgurnar,
og tað fer ikki at gagna
heildini. Og hóast útgerðar-
havnin liggur í einum
plássi, so verður eisini brúk
fyri at fáa vørur og tænastur
frå nógvum ødrum pláss-
um. Tað er bara her, at alt
verður savnað
-Tað tænir so ikki før-
oyskum áhugamálum at
gera fløgur í fleiri slíkar
havnir, eins og norðmenn
gjørdu á sinni. Teir lata nú
fleiri av sínum útgerðar-
havnum aftur
Donald Michie vísir á, at
í Aberdeen og í Peterhead,
eru feløgini, sum brúka út-
gerðarhavnina. Tað eru tey,
sum umbiðja og lata verur,
meðan onnur, eitt nú eitt
felag sum ASco standa á
odda fyri sjálvari havnini og
facilitetum á landi.
Hetta verður helst eisini
mynsturið í Føroyum, har
lokalar kreftir koma at
standa á odda fyri sjálvari
havnini og helst í samstarvi
við okkurt útlendskt felag,
sum hevur royndir við slík-
um virksemi.
tíðindablaðið S
Á} fólk í bili
2 Ferðist bíliga,
===> Tórshavn -
prise | Hanstholm
Danmarkar
I
28/5. 3 6, 19/6, 28 8 4/6 0/9
25/5, 30/5, 6/6, 13/6. 20/6. 15/8 4 2 $
22/8, 29/8, 5/9
Til
Ferðist híliga, }
Tórshavn -
Bergen
ella hinvegin
Noregs , 462
fyri hvønn
Ferdist biliga,
Tórshavn --
Lerwick
ella hinvegin
fyri hvønn
Ferðist bíliga,
Tórshavn -
Seydisfjørdur
ella hinvegin
Islands ……
2775; SJG 1078718 24/6, 12/8, 6 8 0 .”
19/8, 26/8, 2/9
Fráf. Seyðisfjørður
4/6, 11/6, 18/6, 25/6, 27/8, 3/9, 8/9
fyri hvønn
Til
Ferðist bíliga,
Tórshavn -
F z Hetland-
BR 42 Skotland
ella hinvegin
"Skotlands
ur tinan+
„ 1.098,-
Ring og hoyr meira! ri hvenn
31 5900
Fundur verður fyri ollum javnadar-
áhugaðum í matarhellini á
Fiskavirking á Tottum (Nyki)
sunnudagin kl. 16.00.
Við á fundinum verður Jóannes
Eidesgaard og valevnini í
Eysturoy. Nevndin