Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSU Nr. 77 — 25. APRÍL 1998 | Sjófrágreiðing um Sjóborgina Sjófrágreiðing í málinum um Sjóborgina varð gjørd á | løgreglustødini í Runavík hósdagin. Skiparnir á Tjaldr- | inum, Tindi og Thomasi Nygaard vóru avhoyrdir um- framt reiðaran SVEINUR POULSEN Hósdagurin 2. apríl 1998 stendur brendur inn í hugaheimin hjá teimum. sum áttu fólk umborð á Sjóborgini Eingin veit at siga frá hvat hendi, tí einki spurd- ist aftur til båtin hvarv so púrasta. Hóast tað kann tykjast legið, so skal sjófrágreið- ing gerast í slíkum førum við, og tað varð gjørt á Legregluskrivstovuni í Runavík hósdagin fyrra- partin Men har kom ikki so nógv nytt fram sum Fyra avhoyrdir Ivan Klein Olsen, sum stóð fyri frágreiðingini sigur, at fýra mans vórðu avhoyrdir, men tað teir høvdu at siga segði ikki meir um hvat hendi Sjóborgini henda seinnapartin, beint fyri páskir Skiparnir á Tindi, Thom- asi Nygaard og reiðarin hjá Sjóborgini vórðu avhoyrdir, men teir høvdu einki nýtt at bera fram Roynt varð at finna fram til hver posttíónin hjá skip- inum var, men tað er ógjer- ligt Skiparin å Tjaldrinum varð eisini avhoyrdur, men heldur ikki hann heyði nakad at leggja afturat. Tað einasta sum er funnid, eru tveir bjarging- arringar. Onnur sprek eru funnin, men tad er onki sum bendir å at tey stava frå Sjóborgini Sjóborgin hevði 320 kassar inni. Í lastini var pláss fyri 250 kassum og restin var á dekkinum Hetta svarar til uml. 14 tons, men tað hevur Sjóborgin fyrr havt inni uttan trupulleikar. Øe E 3 Vinarliga send mær Navn: Búst.: Tel: ! RI Ut]ytl lepan, klipp hann út og send hann til 3-arin, Postboks 1057, 110 Tørshavn eintøk av "Barbaru" SMS - Tel. 319820 - 310606 - Fax 314955 E-mail: tryarin(dpost.olivant.fo BEom. Henrik Old i ødini: 1000 tons av toski flutt ur Vågi Reidariid hjá Sverra Ólasyni fær onga kvotu úr Barents- havinum. Hetta avgjórdi landsstýrið í seinastu viku, sigur Henrik Old, lógtingsmaður úr Vági, sum er uppóstur yvir framferð landstýrisins. Saman við hesum fara 700 tons av upsakvotuni í Norðsjónum SVEINUR POULSEN — Hatta var endaligi dóm- urin yvir reiðaríið hjá Sverra Olasyni. Landsstýrið hevur avgjørt at reiðaríið onga toskakvotu fær úr Bar- entshavinum. Tað er ikki tað einasta Henrik Old er uppøstur um. — Hetta ger at grundar- lagið verður tikið undan reiðarínum. Nú hava teir ongan møguleika at útvega sær nýggja bát. — Tað merkir so aftur, at tað rúka 700 tons av upsa av Norðsjóvarkvotuni eisini sigur Henrik Old. Hann finst harðliga at framferðini hjá landsstýr- inum. Og ein av orsøkunum er, at tá Sveeri Ólason kom úr Íslandi í fjør, so vísti tað seg, at hann ikki slapp i norskan sjógv at royna, tí skipið, meðan tað var ís- lendskt, hevði roynt í loyni- krókinum. — Hetta hevði ongin kunn- að reidaran um, fyrr enn hann kom til fiskiskap. Tað at upsakvotan í Norðsjónum rýkur er Hen- rik Old sera keddur av. - Hetta vóru einastu menn, sum gjørdu brúk av føroysku upsakvotuni í havinum Norðsjónum. — Einir 16 til 18 mans missa nú endaliga møgu- leikan at koma aftur við hesum reiðarínum, tí kvotan er tikin frá teimum. Henrik Old heldur at landsstýrið hevur borið seg rættiliga skeivt at og sigur at enda: — Fólkaflokkurin og Sam- bandsflokkurin hava gjørt 10 ára umsetiligar fiski- kvotur. — Eru hesar bert galdandi fyri nakrar, spyr hann Andras Kristiansen í Reiðaríið hjá Sverra Ólasyni fekk onga kvotu úr Barents- Fiskivinnustýrinum heldur ikki, at landsstýrið hevur borið seg skeivt at. — Tá ið reiðaríið avgjørdi at selja seinna skipið til Íslands bóðu teir ikki um innflutningsloyvi til annað skip. Hetta gjørdu teir í síðstu viku, men tá vóru kvoturnar í Barentshavinum longu býttar út. — Tað vit hava møguleika at bjóða teimum er kvota í Norðsjónum og tað hevur reiðaríið fingið boð um, sigur Andras Kristiansen at enda. Stórverkfall í Danmark Mánadagin verður stórverkfall í Danmark. Sáttmálasam- ráðingarnar eru endaðar uttan úrslit og hóast semings- stovnurin hevur roynt seg í meir enn ein mánað, men lim- irnir hjá SiD og LO hava vrakað uppskot teirra. Tí verð- ur verkfall mánamorgunin klokkan seks. SVEINUR POULSEN Seinast í februar mánað sá út til, at tað skuldi verða verkfall um tað mundi fólk- atingsvalið skuldi verða. Hetta varð útsett við tað, at semingsstovnurin kom inn í samráðingar, men nú sær út til at samráðingarnar endaliga eru rendar fastar. Sagt verður úr Danmark, at verkfallið byrjar mána- morgunin klokkan seks. Hetta verkfallið kemur at umfata umleið 400.000 fólk, og tað kemur at merkjast serliga væl á van- ligum handilsvørum so sum mjólk. Lastbilførararnir eru nevniliga millum teirra, sum fara f verkfall. Eisini hjå bensinstødun- um fer verkfallid at merkj- ast. Teir sum koyra oljubil- arnar fara eisini i verkfall og tí eru útlit til langar bil- rødir við donsku bensinsøl- urnar komandi dagarnar. Tað er púra vanligt í Dan- mark tá verkfall hóttir, so fara fólk út at hamstra ben- sin. Tað luttóku ikki færri enn 567 túsund fólk í atkvødu- greiðsluni um semingsupp- skotið, men hert 118 túsund teirra atkvøddu fyri upp- skotinum. Tað er í løtuni eitt sindur óvist um samferðslan mill- um Føroyar og Danmark verður rakt av verkfallinum. SAS hevur lagt sínar rutur niður, men Mærsk ætlar at halda flúgvingini til Føroya gangandi so leingi sum nak- að bensin er at fáa. Fleiri danskir tíðinda- stovnar hava boðað frá at teir koma til Føroya í sam- band við valið, men nú verður eitt sindur óvist við tí. Bert Jyllandsposturin, Aktuelt, Børsen og Inform- ation koma út meðan verk- fallið verður. Ta ————