Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið SOSU Nr. 77 — 25. APRÍL 1998 Javnaðarflokkurin Ferðavinnan skal metast Missa vit javnt við aðrar vinnur Hugburður okkara til ferða- vinnuna er enn ikki nóg serigsur. Vit sláa okkum til tols við, at ferðafólk, sum ætla sær henda vegin, koma álíkavæl. Hetta er ikki rætt Ferðavinnan kann í stóran mun verða eitt gott alterna- tiv til aðrar vinnur, men hon kemur ikki av sær sjálvum, men er treytað av íleguhugi, trúgv uppá at hetta ber til, og miðvísari framtíðarskip- an Hetta síggja vit í granna- londum okkara, m.a. Íslandi og Grønlandi, har seriøst verdur satsad i ferdavinn- uni. Vit hava gjørt nakad, tó ikki nóg mikið á hesum eki. Vit samstarva í ávísan mun við hesi lond og eiga at víðka okkara samstarv við tey, soleiðis at ferða- vinnan fær somu møguleik- ar at trívast og nørast sum aðrar vinnur her á landi Bera vit so í bandi, er einki at ivast í, at ferdavinn- an uppá sikt verður eitt gott íkast til okkara búskap, og kann geva fleiri arbeiðs- pláss. Føroyingar eru sjålv- ir eitt ferðandi fólk og vitja nógv í ødrum londum, tí er eisini rímuligt, at vit lata okkara land upp fyri fremmandafólkum at vitja land okkara. Tað er eisini neyðugt, at ferðafólk ikki bert síggja fornminnisleivd- ir í Kirkjubø, men koma runt alt landid at siggja og tosa við fólk I Eysturoy hava vit kunn- ingarstovur, sum gera eitt gott arbeiði á hesum øki og eiga hesar í størsta mun at stuðlast og styrkjast Tá vit tosa um ferða- Vinnu, mugu vit ansa eftir og skipa soleiðis fyri, at henda ikki køvir eyðkenni føroyinga. Annað vandamál er umhvørvid. Tað er Ofrå- víkilig treyt, at ferðavinnan ikki spillir nåttåruvøkru náttúru okkara, tí so hava vit mist meira fyri minni. Hetta er ynski allra føroy- inga, og eitt álitiskrav til ferðavinnuna. Javnadarflokkurin — vil menna ferdavinnuna til eina seriøsa vinnu, ið ikki um- hvørvisspillir okkara nåtturu. Eva Mortensen, valevni Javnadar- floksins i Eysturoy Javnadarflokkurin - tin trygd Í gerandisdegnum Javnadarflokkurin er ein flokkur, ið leggur stóran dent á at loysa gerandistrup- ulleikarnar í samfelagnum Vit fáast ikki bert við tey stóru málini so sum loysing og støda Føroya til ES Vit åsanna, at enn eru nógvir óloystir spurningar, ið hava grundleggjandi týdning fyri vælferð fólk- sins Taka vit Klaksvíkina fram, so eru spurningar sum * kommunuskuldin * barnaansing * skúlamál * bústovnar fyri eldri fyri bert at nevna nøkur mål, trupulleikar, sum vit merkja í gerandisdegnum. Javnaðarflokkurin = vil vera við til at loysa spurn- ingin um kommunuskuld- ina og aftur gera tað møgu- ligt hjá kommununum at skapa líkinda kor fyri sínar borgarar, uttan at vit læna okkum út á sjógv Javnaðarflokkurin er og fer framvegis at vera aktiv- ur í at finna eina loysn á barnaansingartrupulleikun- um í kommununi. Skúlamálini skulu loysast við tí nýggja kommunu- bygnaðinum, ið Javnaðar- flokkurin hevur lagt fram, vit skulu hava ein góðan skúla at bjóða okkara børn- um. Fólkaskúlin og ansing av børnum uttan fyri heimid eru mál, sum hava heima- rætt í nærumhvørvinum og tí skulu tey umsitast úti. í lokalsamfelagum. Javnaðarflokkurin leggur stóran dent á korini hjá teimum eldru og fer tí at virka fyri at skunda undir, so at bústovnar til eldri verða bygdir Javnaðarflokkurin leggur fram ein politikk, ið ikki bert vil loysa tey stóru mál- ini, ið troðka á í okkara samfelag í dag, men vil leggja líka stóran dent á at loysa tey mál, ið vanliga fólkið merkir sum stórar trupulleikar í gerandisdeg- num. Tí vil eg heita á norðing- ar um at geva okkum dygg- an stuðul tann 30. apríl og seta ein sterkan Javnaðar- flokk inn á ting. Eyðgunn Samuelsen, valevni Javnaðar- floksins í Norðoyum Umsetiligu kvoturnar fara at geva útróðrarflotanum mønustingin Ongantíð fyrr í politiskari søgu er útróðrarflotin vorðin so jagstraður og hartil nidurgjørd- ur sum av borgarligu samgong- uni, ið hevur sitið seinastu árini Meðan stóru línuskipini og trolbátarnir so gott sum ótarn- aðir hava loyvi at fiska, so eru smærru útróðrarbátarnir av teimum borgarligu við for- manninum í vinnunevndini á odda, gjørdir til syndabukk Forðingar av alskyns slag við fiskidøgum, eins og stórur niðurskurður av minstafor- vinninginum eru týðulig tekin um, at útróðrarflotin ongan góðan hevur átt í borgarligu samgonguni Seinasta bragdið áðrenn teir borgarligu stungu halan mill- um beinini, var at kr. 12.700 var alt ov nógv hjá útróðrar- manninum at fáa, áðrenn mót- roknað var í minstaforvinning- inum. Tískil lækkaði vinnu- neyndin minstaforvinnings- upphæddina niður í kr. 8.200, soleiðis at fyri hverjar 1.000 kr., ið útróðrarmaðurin fær í fiskipart, verður minstafor- vinningurin lækkaður 500 krónur. Hetta vil siga tað sama sum, at um tað við tógvið stríð eydn- ast útróðrarmanninum einstak- ar mánaðir at fáa ein fiskipart uppá 16.000 kr., fær hann ein minstaforvinning uppá 200 kr., skrivar tvey hundrað krónur. At sekta teir menn, sum veruliga hava lagt alla orku í, og sum hava havt útróður sum høvudsvinnu, tí at aðrir hava gjørt sær dælt av minstafor- vinningsskipanini, tað er ein jánkaslig politisk avgerð, sum onga staðni hoyrir heima. Umboð javnaðarfloksins í vinnunevndini hevur ferð eftir ferð lagt fram uppskot um at útróðrarbátar undir 15 tons kundu fiska frítt, men hevur tað verið sum at sletta vatn á gás. Hví tað er ein so negvativur politiskur óvilji ímóti útróðrar- flotanum í teimum borgarligu flokkunum, tað skilji eg einfalt ikki. Men hver veit, kanska nið- píningin av útróðrarflotanum ger tað lættari hjá kapitalinum við umsetiligum kvotum at uppkrevja allan útróðrarflotan til hin sokallaða effekti va part- in av fiskiflotanum, livst so spyrst. - Javnaðarflokkurin, um hann væl at merkja kemur í Tinga- nes, fer at leggja alla orku í at seta í verk tey uppskot, sum flokkurin ferð eftir ferð hevur lagt fram, men sum teir borg- arligu eru so hart ímóti, nevni- liga at bátar undir 15 tons skulu kunna fiska frítt. Farið tí á val og setið ein sterkan Javnaðarflokk inn á Føroya Løgting. Gott javnaðarval. Frank Davidsen ungdómin? Valstríðið hesaferð er merkt av hugtøkunum samband ella loysing, ríkisfelagsskapi ella tjóðveldi. Sambands- flokkurin meylar í sínum lagi um "eviga deiliga sam- bandið" og tjóveldisflokk- urin brynjar seg til at fara undir aftur eitt nýtt S0ára herróp um loysing her og nú - ella vil hann nú tað? Í ollum førum siga teir seg vera farnir at skipa hana, so- leiðis í allari spakuligheit. Tolin trivst! Javnadarflokkurin hevur langt síðani gjørt púra greitt hvussu vit skulu loysa við- urskiftuni millum Føroyar og Danmark. Amboðið eitur Sjálvstýrislógin, eitt amboð, ið letur dyrnar upp fyri sam- starvi og semju flokkana millum.Tí hon er neyðug, skal nøkur broyting verða. Fyri javnaðarflokkin er tí ikki neyðugt at brúka ovur- honds orku at sannføra fólk um sína støðu í ríkisfelags- skapinum. Men javnaðarflokkurin á- sannar, kanska sum tann ein- asti av flokkunum, at tað eru mál, sum krevja at vera tikin í álvara her og nú. Eitt av hesum er arbeiðsloysið. Sambært Hagtíðindum nr. 4 fyri -97 eru umleið 2.000 arbeiðsleys í Føroyum. Sløk 1.300 í ALS, 550 á Al- mannastovuni og umleið 250 fingu ískoytisstuðul frá ALS. Hagtølini vísa ikki, tíverri, hvussu mangir før- oyingar eru í arbeiðloysis- skipanum uttanlands. Vit vita, at teir eru nógvir, helst ung fólk. Summi teirra hava lisið og eru væl útbúgvin. Tey vóna, at okkurt fer at vera fyri teimum heima. Onnur eru tey, ið fluttu, tá | harðast leikaði á. Hvørji eru so hesi arbeiðs- leysu? Umleið 650, tvs helvtin av teim ALS skrá- | settu, eru millum 16 og 34 ár. Heili 338 eru millum 16 og 24 ár. Hvussu býtið er hjá teimum ið fáa veiting frá A|- mannastovuni, vita vit ikki - hugsandi er, at ikki eru so nógv ung teirra millum. Vit í Javnaðarflokkinum taka hetta í sera stórum álv- ara. Vit g6dtaka rætt og slætt ikki, at eitt vælferðar- samfelag ger ikki alt, sum gerast kann, at forða fyri, at ung verða uppdrigin til ar- beiðsloysi. Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri, at serligar skip- anir verða gjørdar, sum tryggja ungum arbeiði. Teimum, sum ikki halda fram í miðnámsútbúgving- | um. Hetta skal gerast í sam- | starvi við fakfeløg, almenna og privata arbeiðsmarknaðin | og ALS. Eg ivist onga lotu, | at allir hesir nevndu partar vilja gera sítt til. Hetta er | felags ábyrgd , um nakað er tað! Ein miðvísur politikkur og góður vilji, hevði borið fram. Danir hava næstan bast sínum ungdómsarbeiðs- oysi, eftir líknandi leisti. Sum nevnt, eru óivað nógv væl útbúgvin ung í út- legd í dag, tí at føroyska samfelgið ikki kann bjóða teimum arbeiði, hvørki við- komandi arbeiði ella nakað fyrifallandi. Ikki tí, ofta hoyra vit vinnufólk og aðrar “vælvitarar" siga, at før- oysku vinnuni tørvar hægri kunnleikastødi. Er tað so ikki ein andsøgn, at kanska fleiri hundrað ungfólk við hægri útbúgvingum, vilja ikki koma heim til Føroyar aftur, tí onki er fyri teimum her? Her átti tað almenna at fingið eyguni upp fyri tí fongi, tað er, at hava væl út- búgvið fólk arbeiðandi. Ein skipan, sum td. letur ar- beiðsgevarum tíðaravmark- að ískoyti, um hann setur fólk við útbúgving í starv, hevði fingið ungdóm okka- ra aftur til lands, samstundis sum kunnleikastødid í vinn- uni hevði hækkað. Skipanin er roynd í grannalondum okkara við sera góðum úr- slitum og ivaleyst hevði vinnulívið kunnað gagnnýtt slíka skipan. Arbeiðsloysið má minkast um fyri allar bólkar. Om- anfyri havi eg nevnt ein bólk, sum eg haldi vit øll serstakliga eiga at hava í huganum. Hetta eru jú børn/ ungdómur okkara. Tað er okkara skilda at bera so í bandi, at tey sjálvi hava møguleika at skapa sær eina framtíð. Javnaðarflokkurin heldur og hevur altíð hildið, at ar- beiðsloysi er ein búskapar- lig spilla og ein menniskj- ansligur sorgarleikur. Vit hava ongantíð, sum ávísir aðrir politikarar, hildið, at eitt ávíst arbeiðsloysi er trygd fyri búskaparligari menning. Tvgrturímóti. Hav hetta í huganum, tá ið tú setir tín kross valdagin! Katrin Dahl Jakobsen, valevni Javnaðar- floksins í Suðurstreymi