Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fiskivinnan Kristiligi Fólkaflokkurin ber undirheitið: Føroya Framburðs- og Fiskivinnu- flokkur. Hervið ásannar Kristiligi Fólkaflokkurin, at tað er fiskivinnan, sum hev- ur lyft okkum á tað stødid, sum vit í dag eru, og at tað er fiskivinnan, sum vit skulu liva av í mong, mong ár framyvir. Tí vilja vit leggja serligan dent á at fáa fiskivinnuna at virka, so at sum mest fæst burturúr tí tilfeingi, sum vit hava atgongd til. Tað veri seg í heimasjógvi hjá okkum sjálvum, ella tað, sum vit vinna í samráðing og sam- starvi við onnur lond. VERANDI GONGD Upp undir fólkatingsvalið reypaði Óli Breckmann sær av, at tað gekk væl bæði fíggjarliga og í fiskivinnuni, og at orsøkin var, at teir áttu fíggjarmálaráðharran og fiskivinnumálaráðharr- an. Nei, sannleikin er sera einfaidur — orsøkin til at fiskivinnan gongur so frægt, sum hon gongur, er, at vit hava havt eitt so- vorðið vælsignilsi av fiski til heimaflotan, serliga tosk og hýsu, sum ongantíð fyrr. Hygg bara at tí partinum av flotanum, sum ikki hev- ur kunnað dúvað uppá tosk, t.d. rækjuflotin, har er alt koyrt fast, landsstýris- maðurin hevur snorksovið. Nú verður so ein roynd gjørd at fáa meira burtur úr rækjunum við Svalbard, sum ikki hava verið fisk- aðar, men hevur landsstýr- ismaðurin hjá fólkaflokk- inum gingið á odda her — nei als ikki. Og hví ikki stimbra rækjuskipum at royna nýggjar leiðir, hóast tað neyvan verður her á leið. Rækjuveiða verður út- bygd aðrastaðni, t.d. fram við Afrikansku vestur- strondini, eitt nú Marokko og har á leið. Hví ikki vera við her? Og djúpvatnstrolara- flotin, her stendur alt til at rapa — her mugu loysnir finnast — eisini her hevur landsstýrismaðurin snork- sovið. Tað er lætt hjá lands- stýrismanninum at halda upp á sítt, og vísa til, at tað er avgjørt fyri langari tíð síðan, at stuðul til skip skal falla burtur. Hann eigur tó at taka við, at síðan henda avgerðin varð tikin, eru for- treytirnar broyttar álvars- liga. Veiðan hjá djúpvatns- trolarum av kongafiski, blálongu og stinglaksi er minkað álvarsliga. Eg haldi, at landsstýrið hevur skyldu til at finna eina loysn her, heldur enn at sita hendur í favn og bara vísa á gamlar gjørdar semjur. Tað eru enn ótroyttir møguleikar fyri djúpvatns- trolarum og heldur ikki so heilt langt vekk, eitt gott dømi her er búrfiskurin — á somu økjum eru stórar nøgdir av langasporli, kik- arfiski vm. Tak so fiskivinnuna á landi — her er sera lítil for- nygging gjørd í nógv ár. Nýggjar maskinur tey síðstu 8-10 árini kunnu telj- ast á einari hond. Her mugu íløgur gerast, bæði í tøkni og ikki minst í kunn- leikatøkni — í ta menniskja- ligu råvøruna. Heldur ikki her røkkur verandi lands- stýrismaður til. VEND MA KOMA Í Vit standa í eini avgerandi stóðu beint nú. Sum nevnt hava vit so nógv av toski og hýsu, sum sjáldan áður. Samstundis eru gll tey pel- agisku fiskasløgini í topp. Sildin er ein ovurstórur stovnur, sum vit eiga okk- ara part í. Eisini svartkjaft- urin er væl fyri, har eru fleiri stórir árgangir á veg inn í fiskiskapin, sum dúv- ast kann uppá í fleiri ár framyvir. Samstundis hev- ur makrelveiðan í føroysk- um sjógvi verið stór í fleiri ár, russarar hava fiskað om- anfyri 20.000 tons hjá okk- um síðstu árini, og prísurin er ofta omanfyri 10 kr/kg til matna. Eisini eru nýggir spennandi møguleikar so sum tunfiskur. So beint nú er ein sera lagalig løta og rúm fyri at fáa fiskivinnuna í eina betri legu. Vit hava nógvar álvars- ligar uppgávur at loysa beint fyri framman. So gott í teg, føroyski veljarin, lat okkum sleppa til arbeiðis — vel Kristiliga Fólkaflokk- in, gott val. Bjarti Thomsen, Argir sivilverkfreðingur KrF, Suðurstreymoy Vit hava ikki viljað svarað Vilhelmi Johannesen aftur, tá ið hann áhaldandi loyp- ur á KrF tí at vit vóru ikki fyri tí samhaldsfasta, sum nú gevur fólkapensjónist- unum 525 kr. í part, sigur Vilhelm. Hann gloymir bara, at meginparturin av hesum fer í skatti, tí at pensjónistafrádrátturin bara er 11.100 kr. fyri stak- ar og 7.800 fyri giftar. Soleiðis er skattalógin hjá javnaðarmonnum. Tí endar samhaldsfasti allur í landskassanum. Uppskot okkara í KrF er, at øll pensjónin, eisini samhaldsfasti, verdur ein skattafri veiting, sum for- sorgarhjålpin er tað, og tí verður hildin uttanfyri skattaskipanina. Vit vildu á sinni hava fólkapensjónina hækkaða við 1000 kr. um mánaðin, heldur enn eina pensjón aftrat, sum át sjálvur skuldi gjalda. ' vóru vit tá ikki fyri Á samhaldsfasta. Tahevur Vilhelm síðan gjørt sær dælt av uttan at siga fólki sannleikan. KrF vil framvegis hava fólkapensjónina hækkaða 1000 kr. um mánaðin, sum miðflokkastjórnin kom til og gjørdi í Noregi, tá í Arb- eiðaraflokkurin legði frá sær, og hava vit einki ímóti, at partur av hesi hækking Tað skal bera til at síggja og viðgera tørvin hjá hvørj- um einstókum borgara í hesum landi, annaðhvort talan er um veruligan tørv ella sertørv, og neyðugt er at síggja veruleikan í eyg- uni. Hann er í dag tann, at eingin vinnur, uttan at onk- ur er við undirlutan. Tey brekaðu hava sama rætt sum gll onnur til samfelags- ágóðarnar. í Fóllaflskkurin Landsformaður: Niels Pauli Danielsen Tingmenn: Lasse Klein Samhaldsfasti fer allur í skatti kemur gjøgnum samhalds- fasta, men hon skal øll vera skattafrí. Hvat var nú meiningin hjá Vilhelmi og Javnaðar- flokkinum við tí samhalds- fasta? Jú, meiningin var stutt og greitt at spara landskass- anum fyri útreiðslur til fólkapensjónina og, sum frá líður, at flyta allar hesar útreiðslur yvir á løntakaran og vinnulívið. Tað var tað sama, sum javnaðarmenn gjørdu við tey, sum komu í neyð vegna arbeiðsloysi. Tá ið eg hevði almanna- mál undir mær í landsstý- rinum, varð roynt at fáa føroysku almannaveitingar upp á somu hædd sum tær donsku, tí at hetta var og er felags ríkismál. Tað eydnaðist eisini. Og tey, sum komu í neyð vegna arbeiðsloysi, fingu tá skattafría forsorgarhjálp eins og í Danmørk. Fólkaflokkurin leikaði í sum óður, og tíverri boygdi javnaðarflokkurin seg fyri Fólkaflokkinum, tá ið ALS-skipanin varð sett í gildi, og broytti Jóannes Ejdesgaard, landsstýris- maður í almannamálum, forsorgarlógina, soleiðis at eingin, sum kom í neyð vegna arbeiðsloysi, í Før- oyum fekk meir enn grund- upphæddina hjá fólkapen- Tey brekaðu eru ikki ein fjøld av serligum fólkum, ið kunnu verða sett í bás, sammett við øll hini. Tey fólk, sum av likamligum, sålarligum ella sosialum or- søkum mugu lúta fyri tíð- arinnar krøvum, eru síná- millum so ymisk, at sam- felagsins stuðul altíð má laga seg eftir tørvi og neyð- ugari viðgerð hjá tí ein- staka. sjónistum. Á tann hátt vórðu fólk ríkin út úr al- mannaverkinum og úr landskassanum yvir á ALS. sum løntakarin og vinnu- lívið gjalda, og haðani fekk tann lítið, sum lítla inntøku hevði. Harvið spardi Jóannes Ejdesgaard ríkiskassanum 12 mió. kr. árliga, uttan at rikiskassin heyði biðið um tað. Og tá ið hann harafturat tók fólkapensjónina frá teimum millum 67 og 70 ár, sum hava aðra inntøku, GE hann 19.8 mi6. kr. so spardu teir eisini landskassan nógv ið at taka barnastyrkin av, sum vit settu í gildi, og sum grannalond okkara síðan hava økt alt meira um. Byrðarnar vórðu lagdar á barnafamiljurnar í staðin fyri á landskassan, sum har- umframt krevur 25% í meirvirðisgjaldi av øllum tí, sum børnini hava til matna og klædna. Meðinparturin av krigs- pensjónini endaði eisini i landskassanum. Uppskot okkara í KrF um at veita teimum, sum sigldu undir krígnum, eina skattafría samsýning úr landskassan- um, tók eingin annar flokk- ur á løgtingi undir við. Jóannes Ejdesgaard er so frægur maður, at hann viðgongur tað og vísir á, at Tey brekadu ein hóttur bólkur I hesum døgum verður ikki tosað um annað enn sparingar á ollum okjum, men ein búskaparlig kreppa snýr seg ikki bert um búskap og pening, men eisini um menniskju: eisini tey veiku, brekaðu og tey gomlu hava rætt til manssomilig kor. Tey skulu uppí arbeiðið, sum ber samfelagið framå. Tað er brúk fyri okkum ollum. Allar royndir vísa greitt, at tá stuðul verður latin frá samfelagnum til brekað fólk, roynist hann best, tá ið hann verður latin sum hjálp til sjálvhjálp. Tó fæst best burtur úr bæði fyri tann brekaða og samfelag- ið. Endamálið má tí verða: at okkara brekaðu borg- arar verða virdir sum allir aðrir borgarar. Tey skulu teir tá í truplum tíðum vóru í samgongu við Fólkaflokk- in, men Vilhelm Johanne- sen heldur bara fram, sum hesir gerningar javnaðar- floksins als ikki eru til. Aftrat øllum hesum kemur so tað, at Kristian Magnussen er tann maður, sum tey seinastu árini hev- ur havt mest at sagt í al- mannamálum. Og hann hevur talað um at skerja almannaveitingar uppaftur meira. Og nú er hann upp- stillaður fyri javnaðar- flokkin og bjóðar sær til at halda fram við sínum polit- ikki á almannaøkinum. Tað skilir fólk. at tey veiku, fólkapensjónisturin, familjurnar og børnini hava í hesum tíðum aðra verju fyri neyðini enn bara javnaðarflokkin. Henda verja er Kristiligi Fólkaflokkurin. Setið tí X við lista F! Gott val! Niels Pauli Danielsen KrF uppí sjálvt arbeiðið, sum ber samfelagið framá. Tað er brúk fyri okkum øllum í hesum døgum. Eisini teim- um brekaðu. Tað er mín sannfering, at tað ber til. Lasse Klein, valevni KrF, Eysturoy PE sr