leygardagur 25. apríl 1998síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
tíðindablaðið SOS
Nr. 77 — 25. APRIL 1998
Sambandsflokkurin
Eitt gott úrslit Tryggja
Her móti endanum av val
skeiðnum eri eg ofta spurd
ur um, hvat ið vit hava gjørt
ella nátt av tí, vit settu okk-
um fyri og lovaðu veljan-
um fyri fýra árum síðan
Eg havi í hesum sam-
bandi funnið mær tvinnanda
samgonguskjøl fram og
strikad tað út, sum er gjørt
og satt at siga, so eri eg
bilsin yvir, hvussu langt vit
eru komin. Gott nokk vóru
lyftini til veljaran ikki stór
við seinasta val. Vit lovaðu
at gera okkara besta og
hildu okkum vita hvat tað
var
Sambandsflokkurin sam-
an við øðrum flokkum átók
sær at endurreisa samfelag-
ið. Vit settum okkum tað
einfalda og høga mål fyrst
at geva fólkinum mótið aft-
ur og síðan at venda bú-
skaparligu gongdini og í
dag kunnu allir føroyingar
saman við okkum fegnast
um, hvussu væl hetta hevur
eydnast. Nógv, nógv betur
enn nakar av okkum hevði
torað at vóna og vónta fyri
fýra árum síðani
Sambandsflokkurin hev-
ur ikki verið einsamallur um
hetta avrikid. Minni enn so
Vit hava havt skiftandi
flokkar til at hjálpa okkum,
men sjey av sambandsting-
manningini hava verið við
allan túrin, og vit vóna at
veljarin fer at góðskriva
teimum hetta á valdegnum.
Tað er vorðið lættari at
vera føroyingur, tað er
vorðið tryggari at vera før-
oyingur, ja, tað er líkafram
gott at vera føroyingur. Tað
kunnu vit helst øll semjast
um. Og tað er gott at kenna
mót og áræði millum fólk
aftur
Eysturoyggin hevur altíð
verið søgd at vera ein hå-
borg hjå sambandsflokkin-
um og tað er ikki at spyrja
um. Tað sæst. Har sum sam-
bandshugsjónin hevur vald-
að, har eru skipað viður-
skifti og har sum skipað
viðurskifti er, har eru eisini
gróðrarlíkindi fyri hugsjón-
um og góðir karmar fyri
vinnulívi og virkishugaðum
fólki annars
Eisini Eysturoyggin hev-
ur verið fyri stórari fram-
gongd — ja, kanska tí størstu
í landinum — hetta valskeið-
ið. Her eru nógv og sterk
légvatøk tikin og úrslitið er
hareftir. Um stórt sæð alla
oynna tykist vera nógvur
aktivitetur og fólkatalið
veksur. Fólkið hevur fingið
optimismuna aftur.
Men onkur pláss eru
framvegis eftir at fáa við og
tey skulu vit ikki gloyma,
men tvørturim6ti geva ser-
ligan ans í komandi val-
skeiði. Vit skulu hava alla
oynna við.
Sambandsflokkurin fer í
komandi valskeiði at ar-
beiða fyri at styrkja hesa
positivu gongdina og at
styrkja Eysturoynna sum
øki mótvegis miðstaðar-
økinum. Vit fara at føra ein
miðspjaðandi búsetingar-
politikk, vinnupolitikk og
heilsu- og almannapolitikk.
Ein krossur fyri sam-
bandsflokkinum å valdeg-
num vil eisini vera ein
krossur fyri framvegis
framburði í Eysturoynni.
Vinarliga,
Atli Hansen,
løgtingsmadur,
valevni fyri Sambands-
flokkin i Eysturoy
Ísland - gylta fyrimynd
loysingarmanna!
Nú loysingarhugurin sær út
til at blóma i Føroyum, hava
fleiri leitað eftir einum
svari, hvussu loysingarhug-
aðu flokkarnir ætla, at sam-
felagið skal rekast fíggjar-
liga eftir loysingina. Svarið
er komið, men er hetta sama
svar sum so mangan áður —
Ísland.
Hygg at íslendingunum,
teir hava sjálvstýri, og hava
tí tann stoltleika, sum ger,
at teir fáa tað at bera til. Teir
verða ikki gøddir upp av
breyðmolum, sum heima-
ærin (føroyingar) av døn-
um.
Eitt er vist: Stoltleiki
breydfødir onga familju, og
klárar heldur ikki at fíggja
eitt samfelag. Íslendingar
fáa á hverjum ári eina rími-
liga portión av breyðmolum
frá USA, sum hjálpir teim-
um rættiliga væl við fíggj-
arlógini.
Her eru nøkur dømi
um, at tað ikki bert er
sjálvstýrið, ið ger at tað
gongur væl í Íslandi:
Føroyingar hava havt so-
sialistisk landsstýri í stóran
mun síðan kríggið, meðan
Ísland mestsum bara hevur
havt høgra stjórnir sitandi í
hesum tíðarskeiði.
Føroyar, eisini loysingar-
menn, hava gjørt nógv burt-
ur úr bygdamenning, og
vilja teir væntandi halda
áfram at stuðla útjaðaran-
um. Hyggja vit at Íslandi,
so býr uml. 2/3 av fólkin-
um í Reykjavík, og Reykja-
vík heldur fram at vaksa fyri
hvønn dag, ið gongur.
Íslendingar hava ikki ráð til
at varðveita bygdasamfe-
løgini. — Vilja vit føroying-
ar ikki tað???
Ísland hevur fult út um-
setiligar fiskikvotur. Hetta
vilja føroyingar ikki.
Ísland hevur eina nógv
betri avtalu við ES enn Før-
oyar. — Føroyingar vilja ikki
semjast um hvgrja skipan
vit ynskja.
Nei! Ikki ber til at siga,
at tað er sjálvstýrið, sum
ger munin á Føroyum og Ís-
landi. Øll oman fyri neyndu
dómi kunnu fóroyingar seta
í verk fyri Føroyar, uttan at
neyðugt er at loysa frá Dan-
mark.
Vit føroyingar hava tí-
betur enn tann møguleika at
fáa fíggjarligan stuðul til
raksturin av samfelagnum
frá dønum, tó kunnu vit,
nær tað skal verða, boða
dønum frá, at vit ikki ynskja
hendan stuðul. Neyðugt er
ikki at loysa okkum frá
ríkisfelagsskapinum fyri
tað.
Eg vil heita á allar før-
oyingar um at fara á val 30.
apríl og velja sambands-
flokkin. Einasti flokkur,
sum vil varðveita ríkisfe-
lagsskapin.
Regin Mikkelsen,
valevni Sambands-
floksins í Suðurstreymi
Føroyar
Er teldan størsti
trupulleikin år 2000?
Négv verdur tosad um
trupulleikarnar av at teldur-
nar møguliga ikki kunnu
yvirliva skiftið yvir í eina
nýggja øld. Um hetta er ein
stórur trupulleiki í veruleik-
anum, skal eg lata vera við
at gera meg klókan uppá.
Men tað er ein annar trup-
ulleiki við ár 2000, ið eg
meti vera nógv stórri enn
teldurnar. Tad er hvør stýrir
hesum landinum, tå hetta
snøgga tal gerst ein veru-
leiki.
Teldan kann vera eitt væl-
signilsi å sin hått, men hon
kann ikki reka eitt samfe-
lag. Tað kunnu bara menn-
iskju, og til at leida og reka
Føroya land eru tå og eg
| vald út til at siga okkara
| meining tann 30. apríl. So
er spurningurin, hvør ynskir
tú skal leiða hetta samfe-
lagið komandi valskeið?
Skulu tað vera tey, ið
koyrdu samfelagið á húsa-
gang og síðan bundu okk-
um niður við krøvum uttan
ífrá? Eitt val lovaðu tey
nærumat skapa paradís eftir
500 døgum — og blivu vald.
Nøkur ár seinni komu somu
fólk við 10 lyftum — og
blivu vald. Nú standa tey
aftur og lova. Trýrt tú aftur
hesaferð...
Í Bíbliuni stendur um
tveir persónar. Ein ið lov-
aði at gera okkurt, men helt
tað ikki. Hin lovaði ikki at
gera nakað, men gjørdi tað
álíkavæl. Hver gjørdi tað
betur?
Sambandsflokkurin má
ásanna, at hann átti part av
skuldini fyri at tað gekk
sum tað gekk, tá lunnar vóru
lagdir undir kreppuna. Tá so
sambandslfokkurin tók við
í 1994, vóru ikki tey stóru
lyftini, men úrslitini eru so
hóast alt positiva vegin.
Tað vera ikki gylt vallyfti,
ið gera Føroyar búskapar-
liga frælsari ár 2000. Tað
kann einans tað, ið sýnt
verður í verki, og her er tað
mín sannføring, at sam-
bandsflokkurin hevur góð
kort at spæla við.
Góð úrslit í verki eru
trupul at mótprógva; eisini
eftir ár 2000.
Gunnar K. Nattestad,
valevni Javnadar-
floksins í Vágum
Sjón fyri søgn
Í eitt langt lív havi eg verið
við til at stuðla sambands-
flokkinum, sum eg bjóði
meg fram at umboða á tingi.
Hví havi eg so gjørt tað?
Jú, sambandsflokkurin hev-
ur eina støduga, rætta leið
og eitt fast fótaspor. Tað
hevur víst seg at tænt Før-
oya tjóð.
Í 1970 varð sambands-
flokkurin settur uttan fyri
landsstýri. At ráða komu
sosialistarnir, tjóðveldið,
fólkaflokkurin og sjálv-
stýrisflokkurin. Hesir flokk-
ar válkaðu sær uttanlands í
tí kredittvirðinum, sum
sambandsflokkurin hevði
upparbeitt Føroya tjóð.
Í 1985 varð sambands-
flokkurin aftur settur uttan
fyri landsstýrið. Hví! Jú,
uppruddingin við sam-
bandsflokkinum á odda
hevði gingið væl, og nú var
aftur klárt hjá sosialistun-
um, fólkaflokkinum, tjóð-
veldisflokkinum og sjálv-
stýrisflokkinum at seta seg
við borðið at súpa.
Hvussu væl ið varð sopið
av hesum nevndu flokkum
frá 85 til 92, komu Føroya
fólk at merkja á sínum
kroppi, í tí teir framdu sam-
an við dønum í 1992.
Størsta politiska fólkamorð,
sum hevur verid i Føroya
søgu. Nógvir føroyingar
grulva enn undir tí lagnu,
hesir flokkar, saman vid
dønum, førdu teir út í. Tað
er sambandsflokkurin, sum
nú í fyra ár hevur roynt at
rætta upp. Nú er komið væl
á leið, tó nógv er eftir.
Tað er sambandsflokkur-
in, sum kann leiða Føroyar
fram á tað stødi, har aðrar
tjóðir aftur vilja síggja upp
til okkum, vinnuliga og
mentanarliga.
Suðringar, farið á val, sitið
ikki heima. Veljið sam-
bandsflokkin inn á ting.
Sambandsflokkurin, sum
vil vera saman við dønum,
men ikki vil lata seg stýra
av dønum. Tað hava hinir
flokkarnir gjørt, biðið danir
um at hjålna sær at stýra.
Minnist bara til 1992.
Veljarar í bygd og bý runt
Føroya land: Sambands-
flokkurin stendur fyri ti
politikki, at vit skulu ar-
beiða saman við vinnuliga
og mentunarliga, og tað skal
vera á sjålvstyrisstødi, og
ikki við tí, ið smoygt varð
yvir høvdid á okkum í 1992
av dønum og tá ráðandi
flokkum.
Suðringar, enn einaferð,
farið á val, veljið rætt, velj-
ið sambandsflokkin.
Gott val!
Jacob A. Jacobsen,
valevni Sambands-
floksins í Suðuroy