sunnudagur 26. apríl 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 78 — 28. APRÍL 1998
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo |
ítróttar Sosialurin
ÍTRÓTTUR
15
Lesið eisini
itrottin á |
Internetinum
www.sosialurin.fo 7
Avgerðin fellur í annaðkvold
Úrslitið millum NSÍ og KÍ fer at avgera, hvor
skal spæla móti hvørjum i fjórðingsfinaluni
Bæði Allan Mørkøre (HB) og Jan Andreasen
Spurningurin er bert, hvørjum teir skulu sp
annaðkveld
(KÍ) eru vísir í at koma víðari í steypakappingini.
æla ímóti, og svarið verður givið í Runavík í
Mynd: Alvur Haraldsen
Um vikuskiftið gjørdist greitt,
hvørji átta lið skulu taka lut í fjórð-
ingsfinaluni í kappingini um løg-
manssteypið. Liðini, sum fram-
vegis hava møguleika at vinna
steypakappingina í ár, eru HB, KÍ,
NSI, B36, ÍF, GI, B68 og VB.
Fjórðingsfinalurnar verða av-
greiddar fríggjadagin 8. mai, sum
er dýri biðidagur, men tað verður
ikki greitt, hvør skal spæla móti
hvørjum, fyrrenn NSÍ og KÍ í ann-
aðkvold hava avgreitt útsettu upp-
gerðina í Runavík.
Tað er greitt, at hesi bæði liðini
koma í fjórðingsfinaluna úr bólki
eitt saman við HB, men dysturin í
annadkvøld verður avgerandi fyri,
í hvørji rød tey enda í bólkinum
HB er á odda, men við sigri í
Runavík kann KÍ vinna fremsta
plássið. Vinnur NSÍ, so enda teir
á øðrum plássi, og KÍ gerst numm-
ar trý.
Fjórðingsfinalurnar
Tað er greitt, at GÍ sum vinnari av
bólki trý í fjórðingsfinaluni skal
spæla á heimavølli. Teir skulu
spæla móti tí liðnum, ið kemur í
fjórðingsfinaluna sum tann betri
tríarin, og hvør tað verður, verður
ikki greitt fyrrenn dysturin í ann-
adkvøld er avgreiddur. Møguleik-
arnir eru NSÍ ella KÍ úr bólki eitt
ella VB, sum er komið víðari á
triðja plássi í bólki trý, og sum GÍ
longu hevur spælt tvær ferðir
móti.
Tað er greitt, at B36 skal spæla
á heimavglli. Teir skulu spæla
móti næstbesta tríaranum, og tað
vil siga, at teir fáa vitjan av einum
av omanfyri nevndu liðum
HB skal eisini spæla á heima-
velli. Tað verður sum sum vinnari
av bólki eitt ella sum besti tvey-
arin.
IF er næstbest í bólki tvey, og
B68 er næstbest í bólki trý. Bæði
IF og B68 hava tíggju stig. Tofta-
menn hava 20-9 í málmuni, og
fuglfirðingar hava 22-11. Tað er
greitt, at B68 er næstbesti tvey-
arin, og at IF hevur vánaligasta
úrslitið hjá tveyarunum Bæði lið-
ini skulu spæla á útivglli. ÍF skal
spæla móti tveyaranum í bólki eitt,
og B68 skal spæla móti vinnaran-
um í sama bólki
Besti tveyarin verður funnin í
bólki eitt. HB, KÍ og NSÍ kunnu
øll enda á øðrum plássi, og tað er
longu greitt, at næstbesta liðið í
bólki eitt fer at hava fleiri stig enn
B68 og IF. Tað vil siga, at umframt
HB so fara KI ella NSÍ at spæla á
heimavølli.
Vit kunnu siga, at puntarnir til
puslispælid eru funnir, og at enda-
liga myndin verður greið i annad-
kvold, tå úrslitið av útsetta dyst-
inum millum NSÍ og KÍ verður
greitt. jh
FCK hevur fingið vónina aftur
Fótbóltur: Men tað er framvegis næstan
óhugsandi, at Bróndby skal klossa DM heitið
burtur
Hóast tað eru sjey stig á muni, og
hóast tað bara resta sjey umfør í
landskappingini, so er tað kortini
ein veruleiki, at ein lítil vón er
kveikt hjá Toda Jónsson og hinum
í FCK.
Vónina hava teir fingið, eftir at
teir síðani hóskvgldið hava vunnið
seks stig í tveimum torførum upp-
gávum á útivglli, samstundis sum
erkafíggindarnir ur Brøndby
friggjakvøldid púra óvæntað taptu
sjónvarpsdystin á útivglli í Glad-
saxe móti AB 4-2.
— Vit skulu spæla móti Brøndby
í Parkini. Skulu vit hava nakran
møguleika at røkka DM heitinum,
so skulu vit sjålvsagt vinna ta upp-
gerdina. Gera vit tad, so eru fyra
stig å muni, og tey skulu vit draga
inn við at vinna hvørja ferð, sam-
stundis sum teir tapa tvær ferðir.
Skal tað eydnast, so skal nógv
ganga okkum eftir vild, men
møguleikin er har, og vit mugu
trúgva honum, sigur Todi Jónsson
úr Keypmannahavn.
Hansara leiklutur á vellinum
hevur ikki verið serliga stórur hes-
ar báðar dystirnar, sum FCK hevur
vunnið. H6skvøldid, tå FCK vann
í Aalborg, var Todi leikbannaður,
og sunnudagin spældi hann bara
2. hálvleik. Hann var illa forkgl-
aður síðst í vikuni, men fór kortini
við til Odense.
Tá Todi kom á vøllin var stødan
0-0. Hann avloysti David Nielsen,
sum hevði verið í álopinum saman
við Thomas Thorninger.
Tá tveir minuttir vóru farnir av
2. hálvleiki fekk Todi eitt fríspark
uttanfyri brotsteigin. Tað smekk-
aði fyrrverandi OB spælarin Car-
sten Hemmingsen í kassan. Løtu
seinni fekk Todi eitt hornaspark,
og Diego Tur sendi innleggið í
málið. OB minkaði um munin, tá
89 minuttir vóru farnir.
Todi Jónsson fekk ein góðan
møguleika. Bjarne Goldbæk stakk
fram ímillum, so Todi av miðjuni
kundi renna móti Lars Høgh.
Royndi málverjin bíðaði leingi við
at leypa út, og tá Todi um brots-
sparksblettin royndi at fara fram-
við honum, gjørdist dragingin ov
long, og so spurdist ikki meiri
burturúr.
Silkeborg, sum FCK kappast
við um næstfremsta plássið,
spældi 2-2 í Aarhus móti AGF.
Lyngby vann 2-1 á heimavelli
móti AaB, og Aarhus Fremad
vann óvæntað 2-1 í Ikast.
Jákup Mikkelsen og Herfølge
taptu 4-2 á útivelli móti Vejle.
Vejle er millum fýra tey bestu
liðini í superliguni, og tað er altíð
torført at spæla móti teimum í
Nerreskóginum. Tá hæddarpunkt-
ini vórðu víst í donskum sjón-
varpi, vildi viðmerkjarin vera við,
at Jákup hevði verið eitt sindur
passivur, tá fyrsta málið kom, men
tað var sera torført at gera við.
Innleggið varð frá fremra stólpa
snittað við høvdinum í handara
síðunetið.
Tað hevur ikki verið serliga
stuttligt hjá Jan Allan Miller og
Esbjerg síðstu vikurnar, men í
vikuskiftinum glógvaði aftur. Teir
vunnu 3-2 á heimavelli móti
Hvidovre, og Jan Allan, sum ikki
hevur verið fastur maður síðstu
vikurnar, spældi allar 90 minutt-
irnar, men hann skoraði ikki.
Nógv á skránni
Jákup og Todi hava nógv at síggja
til, og serliga hjá Toda verður tað
strevið komandi vikurnar, tí FCK
er framvegis við í steypakapping-
ini.
I annadkvøld skal FCK spæla
fyrru semifinaluna í steypakapp-
ingini móti Ikast. Tað verður í
Parkini. Sama kveld skulu Jákup
og teir til Aarhus at spæla sera
týdningarmiklan dyst móti Aarhus
Fremad. Sunnudagin kemur AGF
í Parkina at vitja FCK, og Her-
følge fær vitjan av OB, sum er í
sera stórum niðurflytingarvanda.
I 1. deild skal Esbjerg til Viborg í
annaðkveld.
Stødan: Brøndby 59, FCK 52,
Silkeborg 49, Vejle 43, AB 37,
Lyngby 36, AaB 35, AGF 33, Her-
følge 26, Aarhus Fremad 22, OB
19 og Ikast 16 stig
I 1. deild hevur Esbjerg 26 stig
Møguleikin fyri uppflyting er fok-
in. Sigurin å Hvidovre gjørdi, at
teir fingu eitt sindur av luft til nid-
urflytingar hóttanina. Bestu liðini
niðanfyri strikuna hava 21 stig
jh