Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 26. apríl 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 78 — 28. APRÍL 1998 Jens Erik Rasmussen, HB, og Harley Bertholdsen, KÍ, í nærdysti. Arnold Joensen fylgir væl við Mynd: Alvur Haraldsen Stórt spillprosent hjá bæði HB og Kl Fótbóltur: Dysturin millum HB og KÍ endaði við javnleiki 1-1, men við øllum kjansunum, sum fóru til spillis, kundi hvørgin parturin vera nøgdur við tað úrslitið HB og Kl fingu eitt stig í part burtur úr í undirhald- andi dysti, sum vísti, at bæði liðini eru um at vera til reiðar at fara undir FM- stríðið, sum byrjar komandi vikuskifti Undirhaldandi, ti bædi liðini vístu gott spæl fram eftir vellinum, bæði liðini vildu vinna, og tí bæði liðini høvdu stórar mål- møguleikar HB kundi vid einum sigri beina allan viks og vinna bólkin, men javnleik urin ber i sær, at vit øll mugu bida til mikukvøldid áðrenn endaligu plasering- arnar í bólki Í kunnu stað- fleiri 1 va ti festast Tá spæla NSÍ og Kl Runavík. Sum nú er. kann KI við einum sigri miku kveldið fara upp um HB meðan NSI hinvegin kann fara upp um KI, um teir vinna. Og um dysturin mikukveldið endar 1-0 ti klaksvikingar, enda bæði HB og KÍ við 13 stigum og málmuninum 20-6 HB best Heimaliðið legði best fyri sunnudagin, og tað gav úr slit longu tá eitt korter var farið. Allan Mørkøre legði flatt innfyri úr vinstru síðu og framman fyri málinum setti Hans Fróði Hansen fót in á og styrdi bóltinum inn í málið Inntil tá hevði HB víst tað mesta, sum var at síggja. men eftir málið vaknaðu klaksvíkingar, og nú kom rættiligt lív í dystin KI legði nú trýst á HB- verjuna, sum als ikki sá trygg út, tá ein bóltur fyri og annar eftir varð sendur inn móti málinum. Bárður Johannesen, sum vardi mál- ið hjá HB sunnudagin, hevði ein ringan dag, og hó- ast hann spældi seg upp í seinna hálvleiki, stóð mang- an á gomlum nøglum framman fyri HB-málinum, serliga fyrstu 45 minuttir- nar Mundi blivið 2-0 HB vísti seg eisini enn eina- ferð at vera eitt sera gott kontralið, og 1-0 mundi blivið til 2-0, tá Allan Mørk- øre sneiddi seinasta Kl- verjuleikaran av og skeyt, men Gunnar á Steig fekk hondina á, so bert horna- spark spurdist burtur úr ta ferðina Í hinum endanum av vøll- inum brendi ofta hart á, og Jan Dam, Hans Fróði Han- sen og Hans á Lag í HB- verjuni høvdu úr at gera Hans Fróði fekk fatur á tí mesta í luftini, og tað var eisini í spælinum á jørdini, at KI var best Við snøggum kombinati- Onum úti í síðunum, har ser- liga Harley Bertholdsen gjørdi um seg og hevði bólt in nógv, spældu klaksvík- ingar seg til fleiri målmøgu- leikar, men tað nærmasta, KÍ kom í fyrra hálvleiki, var, tá eitt skot varð bjargað á strikuni. Ov nógv trillari Sigast skal eisini, at HB- ararnir til tíðir vóru rættiliga um ikki likasælir, so 6- sketnir, tá teir høvdu bóltin afturi á egnari hálvu. Send- Ingarnar vóru óneyvar, og fleiri ferðir endaði tað við innkasti til Kl, tí tað bleiv ov nógv trillarí har afturi hjá HB Men hóast greiðu KI- yvirvågina spurdist einki mál burturúr, og HB fór til hálvleiks við eini leiðslu upp á 1-0 Hans Fróði skaddur Seinni hálvleikur bleiv ikki so góður sum tann fyrri, hó- ast serliga HB hevði onkrar risastórar kjansir. Hálvleik- urin varð mest merktur av termum mongu frispørkun- um, sum vórðu gjørd, næst- an øll á miðjum velli. Dyst- urin var ikki ljótur á nakran hátt, men tey »litlu« frí- spørkini gjørdu, at spælið í heilum steðgaði upp, og tá verður tað skjótt minni und- irhaldandi Eitt tílíkt frispark endaði við, at Hans Fróði Hansen noyddist av vellinum við skaða, sum sá ålvarsligur ut, og tað kom illa við hjá HB, tí Hans Fróði hevði inntil tå verið ein av teimum bestu á liðnum Oyanligt mál KI fekk málið, teir høvdu uppiborið, tá eini 20 min- uttir vóru farnir av seinna hálvleiki, og málið var eitt sindur løgið. Klaksvíkingar fingu inn- kast frammarlaga í vinstru síðu. Tað varð tikið, og knappliga vóru tveir bóltar á vellinum. Dómarin, sum slapp væl frá dystinum, læt spælið ganga, og HB-verjan varð somikið ørkymlad, at Olgar Danielsen fekk tíð og pláss til at nærkast málinum við rætta bóltinum og javna til 1-1 Nokkso súrt hjá HB, men KÍ hevði uppiborið málið, sum ikki vildi koma í fyrra hálvleiki, men sum nú kom, tá alt sá friðarligt út. Ah Rúni, Rúni... HB fekk tveir stórar møgu- leikar fyri at koma upp á 2- 1. Fyrst bleiv Rúni Nolsøe leysur við málmanninum, men hann skeyt bóltin við síðuna av, og beint aftan á spældi Jens Erik Rasmussen flott Rúna leysan við einum bólti tvørtur um vøllin, tå HB slóg kontra. Men enn eina ferð sendi Rúni einsa- mallur við málmanninum bóltin við síðuna av málin- um. So legði dysturin seg, og hóast bæði liðini royndu at fáa vinnandi málið, og ein- stakir møguleikar stungu seg upp, eydnaðist tað hvørgum av lidunum at av- NSI vann storsigur i Sørvågi Fótbóltur: FS Vágar mátti leggja rygg til enn eitt stórtap, tað sætta og seinasta í bólki 3 FS Vágar, sum flutti niður í 2. deild í fjør, hevur ikki havt tað lætt millum trý 1. deildarlid í bólki I í kappingini um løgmanssteypid. Seinasti dysturin hjá vágamonnum í bólkin- um varð spældur í Sør- vági móti NSÍ sunnu- dagin, og runavíkingar vunnu 6-0. Tað var ongantíð nak- ar ivi um, hvønn veg sigurin for, og eftir at Gert Langgaard hevdi sett hol á, kundi tað bert ganga ein veg. Hóast Mortan Hansen fekk tvey gul kort upp á fáar minuttir í fyrra hálvleiki, broytti tað einki, og sjálvt um NSÍ spældi seinasta tíman við tíggju monnum, økt- ist málmunurin stødugt. Kasper Jacobsen økti til 2-0 áðrenn hålvleik, og i seinna hålvleiki fingu runavikingar fyra mål afturat. Tey gjørdu Jónstein Petersen, Óli Hansen, Gert Lang- gaard og Kasper Jacob- sen. Sostatt vann NSÍ dystin 6-0, men støddin á sigrinum kundi verið 20-0, uttan at tað heyði broytt nakað. NSÍ skal gera dystin, sum sostatt endaði við javnleiki 1-1. HB byrjaði best, KÍ end- aði fyrra hálvleik og byrjaði seinna hálvleik betri, men HB kom heilt væl við aftur móti endanum. Eitt rættvíst úrslit, um mett verður eftir spælinum, men eitt úrslit, framvegis vinna á KÍ mikukvøldid fyri at koma upp á 2. pláss í bólkinum — måltirtøkan hevur einki at siga, FS Vágar uttan Ari Thomasen vóru sjáld- samir gestir framman fyri NSI- málinum, men jugoslaviski málverjin Dejan Milanovic fekk víst síni eyni við eini framúrskarandi refleks- bjarging seint í dystin- um. Men tá var dysturin langt síðani avgjørdur. Spælt varð i Sørvågi, har vøllurin er í sera ringum standi. Í stóðum. er eingin sandur, og har er lætt hjá spælarum at standa fastir í vellinum. Har sum sandur er, var tað hinvegin sera hált sunnudagin, og sum skilst verða ikki fleiri dystir spældir í Sérvági. Frá nú av verða heima- dystirnir hjá FS Vág um spældir í Miðvági og í Sandavági. elj FS Vágar-NSÍ 0-6 (0-2) 0-1: Gert Langgaard 0-2: Kasper Jacobsen 0-3: Jónstein Petersen 0-4: Óli Hansen 0-5: Gert Langgaard 0-6: Kasper Jacobsen sum hvørgin av pørtunum kundi vera nøgdur vid, tå mett verður eftir kjansun- um, sum fóru til spillis. elj HB-KÍ 1-1 (1-0) 1-0: Hans Fróði Hansen 1-1: Olgar Danielsen Hóast KÍ hevði yvirvág stóran part ay dystinum, bleiv tað bert til eitt mál Mynd: Álvur Haraldsen