sunnudagur 26. apríl 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 78 — 28. APRIL 1998
tidindabladid SOS
21
Verkamannafylkingin
Orsøkin til at ein breið
Verkamannafylking hesa
ferð stillar upp til løgtings-
val er ein ómetalig 6nøgd
vid teir gomlu flokkarnar,
ið hava rátt fyri borgum her
á landi seinastu árini.
Hendan 6nøgd millum
fólk í arbeiðandi stættini og
tey, sum annars eru niðast á
stiganum í hesum samfelag-
num — tey arbeiðsleysu,
veiku, sjúku og gomlu,
vendir sær serliga til teir
flokkar, sum í sínum skyldri
siga seg umboða tey minni
mentu í landinum.
Ongantíð áður hevur
gingið so skjótt og eirindar-
leyst niður á bakka í hesum
samfelagnum, sum nú sein-
astu árini, meðan Sam-
bandsflokkurin og Fólka-
flokkurin hava stýrt, elia
kanska rættari sagt vanstýrt
føroysku samfelagsskútuni
út av eggini.
Vit í Verkamannafylking-
ini rokna ikki við, at synd-
arliga stødan í landinum
hevði verið nakað sum helst
frægari, um eitt nú hinir
stóru flokkarnir høvdu sitið
í Tinganesi. Aðrir smáir
flokkar eru stórt sæð leivdir
av teimum gomlu flokkun-
um, so hevur Føroya fólk
heldur einki í vænti.
Teir gomlu flokkarnir
hava einki sum helst gjørt
til tess at skapa lív aftur í
hetta niðurundirkomna
samfelag, hóast teir allir
hava skiftst um at sitið í
Tinganesi síðan eftir løg-
tingsvalið í 94.
Undan valinum í 94
kundu vit lesa í valskrá
Javnaðarfloksins hesi orð,
og eg endurgevi orðarætt:
Javnaðarflokkurin = er
sannførdur um, at sam-
felagið kann setast í
gongd aftur, um rætt
verður atborið.
Tað ræður tí um at skapa
ein haldgóðan politikk,
sum kann tryggja okkum
eitt sterkt liviligt og
menniskjavinarligt sam-
felag øldina út og fram-
yvir.
Hesi vóru so nøkur av orð-
unum i valskrå Javnadar-
floksins; men teir stedgadu
ikki her, tí í sama faldara
stóðu eisini tey nógv um-
røddu 10 boðini, sum eg
ikki tími at endurtaka her.
Fyri fýra árum síðani
segði Sambandsflokkurin
seg hava allar loysnirnar.
Men úrslitini síggja vit
sanniliga nú.
Tey, sum eru komin her
at lýða á, kunnu spyrja seg
sjålvi, ella síni nærmastu, 10
eru rýmd undan neyðini, um
vit hava eitt menniskjaligt
samtelag í Føroyum í dag.
Stutt er at siga um hesi
orð Sambandsfloksins og
meginpartin av tí valskrá,
teir egndu við seinast, at
hetta var alt ein stór lygn.
Høvudsendamålid hjá
Verka.nannafylkingini er at
útvega fólki arbeiði og ann-
ars at verja áhugamálini hjá
verkafólki, fiskimonnum og
øllum teimum mongu, sum
líða neyð í Føroyum, tí tey
ongan hava í føroyskum
politikki, sum verjir teirra
áhugamál og skilir teirra
trupulleikar.
Fakfeløgini runt landið
hava prógvað, at tey vilja
leggja rygg til at útvega ar-
beiðspláss, og í samstarvi
millum arbeiðsmarknaðin
og vinnulívið eru eisini í-
tøkiligar ætlanir festar á
blað.
Men hóast Verkamanna-
fylkingin fær dygga undir-
tóku á valinum 30. apríl, so
verða trupulleikarnir við ar-
beiðsloysinum ikki loystir
eftir nókrum fáum døgum;
men vit fara at krevja, at
skjøtul verður settur á hetta
arbeiðið beinan vegin, so
fólkið í hesum landi kann
hava nakað at síggja fram
til
Sidan Verkamannafylk-
ingin kunngjørdi sími
stevnumið, hevur veljarin
ivaleyst hoyrt, at eisini nak-
rir av teimum gomlu flokk-
unum nú siga seg ganga við
til at arbeiðsleys skulu fáa
90% av eini arbeidaraløn.
Men eg sigi bara: Trugvi
teimum ikki! — Hetta siga
teir bert fyri at lumpa tey
arbeiðsleysu og Føroya fólk
enn eina ferð. Bæði Sam-
bandsflokkurin og Fólka-
flokkurin hava havt møgu-
leikan at bóta um støðuna
hjá teimum arbeiðsleysu;
men teir hava í staðin seig-
pínt og gera tað framvegis.
Velja vit teir gomlu flokk-
arnar aftur, so verður lítil
bata.
Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin eru eingi al-
ternativ; teir hava so sanni-
liga eisini roynt seg hesi
árini og eiga sín lut í sorgar-
søguni. Og tað eiga so
sanniliga eisini Javnaðar-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin.
Velja vit somu flokkarnar
aftur, so fáa vit sama poli-
tikk, sum hevur koyrt sam-
felagið á húsagang; men
velja vit Verkamannafylk-
ingina, er vón fyri framman
Veljið lista I!
Petur Skeel Jacobsen
valevni í Eysturoy
Nýggjur hugburður
mótvegis mentamålum
Kanska er ikki heilt burt-
urvið at siga, at einasti var-
andi framburður her á landi
seinastu øldina er at finna í
tí mentanarlívi, sum hóast
ring kor og lítlan ella ong-
an stuðul setti so avgerandi
dám á ta øld, ið brátt er farin
aftur um bak. — Tá ið eftir-
tíðin fer at meta um, er lítið
at ivast í, at tað verður júst
mentanarlívið, tey bíta
merki í.
Og ikki er at taka seg aft-
ur í, at bæði myndalist, bók-
mentir, tónleikur og onnur
skapandi list hevur blómað
seinastu áratíggjuni. Men
samstundis má ásannast, at
politikarar og myndugleik-
ar teirra hava givið sær 6-
trúliga lítið far um hendan
týðandi tátt í samfelagslív-
inum.
Mentanarligt = virksemi
verður ikki virt og mett sum
arbeiði her á landi; og
kortini hava skøld, nyskap-
andi listafólk, søguhøvund-
ar, sjónleikarar, tónleikarar
og mong onnur brotið nasar
til tess at halda eini skap-
andi, eggjandi mentan á lívi.
— Vanliga uttan so mikið
sum eina tékk. Tíansheldur
viðurkenning. Ikki um at
tala rættvísa peningaliga
samsýning.
Skúla- og aðrir undirvís-
ingarstovnar, eins og
gransking, eru framvegis
skorin eftir útlendskum
leisti. Skúlaverkið er einans
eitt útlendskt skúlaverk um-
sitid í Føroyum. — Hetta var
neyvan tað, ið fólk ætlaðu
við »yvirtøku skiålans«,
„einum skúla á føroyskum
botni< og annað gott. — Tó
er loksins líkt til, at bæði
politikarar, onkur í fyrisit-
ingini, hendinga granskari
og onnur við síggja tað
órímiliga í hesum viður-
skiftum.
Harmiliga skilið í al-
mennu fjølmidlunum, Ut-
varpi Føroya og Sjónvarpi
Føroya, er eisini skillig á-
bending um ta líkasælu ella
vantandi innlit, sum polit-
ikarar og onnur ábyrgarfólk
sýna. Hesir týðandi stovnar
verða tarnaðir í so stóran
mun, bæði fíggjarliga og
politiskt, at teir illa fáa røkt
tær uppgávur, ið neyðugar
er, skulu føroyingar gera
sær vónir um at varðveita
samleika sín.
Starvslønin til høvundar
må setast á aftur fíggjarlóg-
ina; og onnur skapandi lista-
og mentafólk mugu eisini
fáa munandi betri umstødur
at virka undir — eisini fígg
arliga.
Saman um tikið munnu
fólk flest ásanna, at veru-
ligur tørvur er á einum virk
num og eggjandi mentanar-
politikki.
Eisini hesum fer Verka-
mannafylkingin at stríðast
fyri! — Veljið tí lista I!
Tórður Jóansson,
valevni
i Sudurstreymoy
A
Verkamannafylkingin Gjaring og
— einasta von
veruleiki
Mær er stungið upp í næs-
arnar, at eg skal hava gjarað
út við lyftum um skattalætta
til låglønt og pensiónistar,
herundir brekað.
So statt vil eg við hesum
vísa frá mær slíkum skuld-
setingum, tí peningurin er
tøkur, um so er, at viljin er
til staðar, og hugburðurin er,
sum hann eigur. Í høvuds-
heitum er hetta ein spurn-
ingur um prioritering ella
rætta raðfesting.
Vit kunnu so spyrja okk-
um sjálv, hvat rgtt raðfest-
ing er. Her skal viðmerkjast,
at tá ið landskassin gevur
yvirskot, verður hetta nýtt
til at lætta um skattin hjá
håinntøkunum, heldur enn
at bøta um korini hjå teim-
um veikaru i samfelagnum.
Føroyingar flestir eru
fegnir um at hava møgu-
leika at kunna fara á rikis-
sjúkrahúsið í Keypmarna-
havn, tá ið heilt illa vil til.
Summi halda, at hetta er ein
gåva frá dønum; men so er
ikki. Goldið verður fyri
hvgnn einasta sjúkradag og
alla viðgerð, lutvíst av
blokkinum.
Nógvar av hesum út-
reiðslum fara til bíðing, har
eingin viðgerð fer fram, so
óivað kundi stórur partur av
teimum 35-40 milliónum,
vit rinda til ríkishospitalið,
farið til landssjúkrahúsið,
sum er skorið inn á bein
Meiri skil heyði verið í at
kannað, á hverjum stórum,
tíðarhóskandi hospitalum í
grannalondunum, so sum
Skotland, Ísland og Noregi,
vit kundu fingið líka góða
viðgerð, tænastur og mØgu-
leikar. Og tá kundu okkara
myndugleikar tikið stóðu úr
bæði fíggjarligum og fak-
igum sjónarmiðum
Avtøka av oljugjaldi hev-
ur eisini verið umrøtt, eftir
at Verkamannafylkingin
reisti henda spurning. Her
er bert at leggja afturat, at
verður illa gitna gjaldið av-
tikið, koma låginntøkurnar
at merkja hetta i fleirfalt
størri måt enn hægru inn-
tøkurnar, sum avtøkan eis-
ini kemur at fevna um
Ut frå ringum royndum i
farnum valskeidum munnu
flestu veljarar åsanna, at
einasti møguleikin at verja
åhugamålini hjå temum låg
løntu og veiku i samfelag-
num er at fåa Verkamanna
fylkingina å ting. — Gaman
í vænta vit ikki at kunna
mynda nakran stóran ung-
bólk; men leiklutur Fylk
inginnar verður at leggja
trýst á hinar flokkarnar — og
vera teirra ringa samvitska
Tí fari eg at heita á tykk-
um øll um at hugsa um
tykkum sjálv, tí tað ger
eingin annar. Farið so á val
og havið ikki bert høvdid
við tykkum; men
hjartað. Tá er eingin ivi
Veljið lista I, Verkamanna-
fylkingina! — Tað er hjálp
til sjálvhjálp
€ISINI
Kári Petersen,
valevni i Suðurstreymi
Kunngerð -
rudding
Qll, sum eiga lutir ella burturkast á
havnaøkinum í Vík, verða við hesum
biðin um at beina hetta burtur skjótast
møguligt.
Herundir koma bæði bátar og skip.
Tidarfreist: 16. mai 1998.
Um fyrispurningar eru, ber altíð til at
venda sær til kommunuskrivstovuna tlf.
423304 ella formannin 423320.
Haldórsvík, 27. apríl 1998
Haldórsvíkar kommuna