Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 26. apríl 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 Tjóðveldisflokkurin Nógv er seinastu tíðina tos- að um ein komandi olju- vinnu. Lítil ivi tykist verða um, at hendan vinnan kemur inn á okkum, so ella so Hendan nýggja vinnan kann gerast eitt vælsignilsi fyri føroyska samfelagið, men um vit ikki eru væl fyrireik- aði, so kann samfelagið koll- rennast av hesi nýggju vinnuni Tað sum kann verða minst líka áhugavert fyri føroyska samfelagið, tað eru tær vinn- ur sum kunnu vaksa í kjala- verðinum av oljuvinnuni Skal føroyska vinnulívið og arbeiðsmarknaðurin veru- liga fáa gagn av oljuvinnuni, so er av alstórum týdningi. at vit fáa ment tær vinnur sum skulu serviserad olju- vinnuna. Eitt er sjálv olju- útvinningin, sum beinleiðis við ymiskum avgjøldum kann geva eitt avkast til føroyska samfelagið. Fyri so vítt nýtist okkum ikki at gera annað enn at útskriva »ljuåtvinningarloyvir fyri at Nú stendur so aftur val fyri durum, og eins og við heystskurðinum, so skal nu vigast og lættast, og nytt skal setast vid. Hetta er ein spennandi tid. Fólk bjóða seg fram at umboða teir ymsu flokkarnar, tí nú skal mynstast av nýggj- um. Tey. íð hava biðið um at sleppa vid, eru 24 í tali, men bert tvey verða út- vald. og reiðarin eru tit veljarar úr Vágum, og av- gerðin skal takast seinast hósdagin 30. Apríl Tað politiska stríðið fyri okkara viðkomandi kann samanberast við manna- lívið, frá tí vit verða gitin í móðurlívi og uppeftir Vit liva natúrliga ta fyrstu tíðina við nalvastreingi- num sum fødsluvegi, og eisini eftir fødingina verða vit fødd og klødd av for- eldrum okkara, men so hvørt vit vaksa til og mennast, verða vit heim- anífrá so dyggiliga lærd og stuðlað, soleiðis at vit kunnu verða før fyri sjálvi at taka við lívsins avbjóð- ingum og at fóta okkum við egnari hjálp. Hetta er eisini málið hjá so at siga hverjum einasta unglingi. og strítt verður fram ímóti hesum, at kunna seta fótur undir egið borð og kunna lívbjarga sær og sínum við egnari hjálp Hetta er eisini málið, íð tjóðveldisflokkurin hevur sett sær: at klára okkum sjålvi, og at gjalda tað tað kostar, at verða føroyingur í Føroyum, men hetta vilja hinir flokkarnir ikki. Fyri at hava hesa framtakshug- sjón verða vit skýrdir fyri mangt og hvat: romantiskt loysingargabb — tómt orðaskvaldur — tjóðskap- tryggja samfelagnum avkast av møguligan oljuútvinning Men eitt er givið, at so er neyðugt at vit beinleiðis kunnu verða við til at veita vinnuni tær tænastur sum tørvur verður á. Her er tað ein trupuleiki, at tað føroyska vinnulívið er ógvuliga við- kvamt við fáum sterkum fyri- tókum Tað eigur at verða sett inn frá politiskari síðu í Føroy- um, fyri at skapa fyritreytir fyri at stimbra vinnur sum r marknad- Elsa al minnast til, at Vit skulu kapp ast við lond sum hava lut- tikið á altjóða marknaðinum í fleiri ár og tað stillar stór krøv til okkum. Tað er at gleðast um, at umboð fyri vinnuna eru fult greið um hetta, og ikki falla fyri freist- arligt tvætl og mangt, mangt annað, men hesum taka vit okkum ikki tykni av, tí vit hava sett okkum eitt mál — ikki stríð og klandur um smálutir, men tráanin eftir at vinna fult tjóðarfrælsi í landi okkara Vágafóik! — Valið 30 apríl 1998 kann verða eitt lagnuval fyri okkum. Tað eru bert tvinnir kostir at velja ímillum: Velja onkr- an av hinum flokkunum og missa okkum burtur sum tjóð, ella at velja tjóð- veldisflokkin og fáa fult tjóðarfrælsi, og við hesum í huga fari eg at heita á tykkum, um at kynda gamla frælsisneistan aftur og venda gongdini frá svartskygni til einar fríar og frælsar Føroyar, og hetta gerst bert við einum sterkum tjóðveldisflokki á Føroya Løgtingi Vágafólk — fari mann- sterk — maður av húsi og setið kross fyri tjóðveld- isflokkinum ella eitt av valevnum hansara. Tað er einasta trygd fyri føroy- ingar í Føroyum Petur Kruse, Valevni tjóðveldis- floksins í Vágum tíðindablaðið 5052 ingini og mæla til ein verju- tiltøk. Tí tá verður uppbygg- ingin av einum kapp- ingarførum vinnulivid deydadømt i fødingini Av ringum royndum, so er í dag stór semja um at tað almenna skal halda seg frá tí privata, soleiðis at skilja at vit skulu hava eitt sunt vinnu- lív sum stendur á egnum beinum og ikki er vart av al- mennum stuðulsskipanum. Hetta er boðskapurin hjá Tjóðveldisflokkinum, og fult tráð við hugsanarháttin hjá umboðum fyri vinnuna sjálva. Men harfyri skal tað almenna Føroyar spæla ein virknan leiklut fyri at skapa neyðugar fortreytir fyri ein- um ekspansivum Tað kann gerast á ymiskan hátt. og skal eg her stutt nema eitt øki, Kostnadarstødi Tá tað snýr seg um kostn- aðarstóði so eru fleiri faktor- ar sum spæla inn. Kostnaður av råvørum, orkuveitingum, flutningi og arbeiðsmegi. Ein ógvuliga tíðandi partur er flutningur, innanoyggja og millum lond. Stóra íløgur eru gjørdar í samferðslukervið, men enn er langtfrá komið á mál hesum viðvíkjandi Tjóðveldisflokkurin vil virka fyri at útbygt verður so- leiðis á samferðslugkinum at vinnulívinum verður tryggjað góðar umstødur at mennasi í útjaðaragkinum. Fast samband um Leirvíks- fjørð skal gerast, og ikki tí at tað er tað behagiligasta, men tí at hetta er tað mest rationella uppá longri sikt Til tað fasta sambandið eina- ferð kemur, skal verandi flutningsleið útbyggjast til at nøkta tørvin. Og lat meg sláa fast at útbygging av samferðslukervinum millum gkini í landinum í prin- cippinum er ein almenn upp- innulívi gáva Eg havi virðing fyri tí ar- beiði sum Klaksvíkar Býráð hevur gjørt fyri at kanna møguleikarnir fyri einum undirsjóvartunnli, men eg eri ósamdur við teir, sum meina, at hetta projklti bert skal fíggjast við nýtslugjaldi/ »bummpengum«. Tað ljóðar so flott tá sagt verður, at tað almenna, landið og komm- unan ongar útreiðslur skulu hava, men eitt er givið, fløg- an skal gjaldast. Skal íløgan bert figgjast við nytslugjaldi, so kemur hetta at merkja, at vinnulívið í Norðoyggjum verður verri fyri í smb. við flutningskostnað til megin- øki0. Økismenning er lands- menning. Hetta merkir, at besti háttur at menna landið er at menna økini. Tað merkir eisini at vit í Norðoyum gera okkara ytarsta fyri at skapa fortreytir soleiðis at vit verða kappingarførir, ikki bert við megingkið, men við altjóða marknaðin. Gott tjóðveldisval Terje Sigurðsson, Valevni hjá Tjóðveldis- flokkinum í Norðoyggjum Í einari nýggjari frágreið- ing frá Arbeiðsgevara- felagnum verður mett, at umleið helmingurin av føroyska útflutningsvirði- num um nøkur ár fer at stava frá øðrum enn fiski. Øllum er kunnugt, at hornarsteinurin í føroyska vinnulívinum í dag er fiskivinnan, sum til tíðir kann roynast skiftandi. Landsins búskapur hevur seinastu árini merkt ágóð- an av vaksandi fiskanøgd- um og hækkandi fiska- prísum Men fiskurin kann fara eins brádliga og hann kemur, og fiskaprisir kunnu til tíðir skifta eins nógv og veður og vindur á okkara leiðum Tí verður neyðugt hjá føroyska búskapinum í framtíðini at hava aðrar hornasteinar at líta á, tá veiðunggdir og fiskaprís- ir kanska ikki verða, sum vit ynskja. Hjálp til sjálvhjálp Líta vit at løndunum rund- an um okkum, so leggja vit til merkis, at fyritøkur gera stórar íløgur í gransk- ing og menning av vinnu- lívinum. Iløgurnar eru neyðugar fyri at klára kappingina á altjóða marknaðunum, sum al- samt herist. Men føroyskar fyritøk- ur hava lyndi til at gerast eftirbåtur å hesum øki, helst tf at rådini ikki eru til slikar fløgur, og kanska eisini tí at figgjarmøgu- leikarnir ikki eru nóg góð- ir Eg eri sannførd um, at okkara fyritøkur eiga at fåa eina hjålpandi hond til at fremja gransking og menning. Hjålpin skal kortini ikki veitast sum peningaligur studul. Tad hevur alt ov stórt skaðiligt árin á eina sunna fyritøku. Stuðul skal veitast til sjálvhjálp. Til tess at økja um vinn- ufremjandi gransking áttu fyritðkur og hægru læru- stovnarnir í landinum at staðið saman um verkætl- anir. Verkætlanir kunnu t.d. fevna um Marknaðarkanningar Verumenning Leiðslu Við hesum er ikki sagt, at øll gransking í landinum skal verða til vinnufremj- andi endamál. Tað skal sjálvsagt eisini verða rúm fyri óbundnari gransking. Tjóðveldisflokkurin ynskir kortini at gera fløg- ur í slíkar verkætlanir, har vinnan og hægru læru- stovnar eru felags um vinnufremjandi gransking og á henda hátt at gera tryggar fløgur í framtíð- ina. Annita á Fríðriksmerk valevni Tjóðveldisfloks- ins í Suðurstreymoy Heimastýrisskipanin oyðileggur okkara framtidarmøguleikar Hevur heimastýrisskipanin givið føroyingum eitt væl- virkandi sjúkrahús? Nei. Landssjúkrahúsið man vera millum tey sjúkrahúsini, sum eru ringast fyri í øllum Norð- anlondum. Rindar blokkstuðulin fyri alla sjåkrarøkt? Nei. Før- oyingar rinda sjálvir megin- partin av viðgerðunum á Rík- issjúkrahúsinum í Keyp- mannahavn. Hevur heimastýrisskipan- in givið føroyingum útbúgv- ingarmøguleikar? Nei. Ein sjålvstødug norðurlendsk av- tala gevur øllum føroyingum møguleika at lesa ókeypis á einum og hverjum norður- lendskum universiteti Hevur heimastýrisskipan- in givið føroyingum inntøk- ur av NATO-stødini? Nei. Sambært grønlendska tidar- ritið »Isit« hevur danski staturin spart blokkstuðilin innaftur við at brúka Føroyar sum søluvøru í NATO-spurn- inginum. — Lok er lagt á mål- ið! Hevur heimastýrisskipan- in givið okkum eitt sterkt vinnuliv? Nei. I 1989 var allur statsstudulin år Dan- mark umleid I milliard krén- ur. Sama år vóru útreiðslurnar hjá landskassanum bara til fiskivinnuna (rakstrarstuðul, effektiv veðhald og stuðuls- lán) umleið 1 milliard krónur. Og tá skipini fóru av knóra- num hekk skattgjaldarin upp á rokninigina. Hevur heimastýrisskipan- in givið føroyingum vinning burtur úr egnum loftrúmi? Nei. Í føroyskum loftrúmi liggur eitt potentiali uppá um- leið 350 milliónir krónur. Treytin er, at vit føroyingar hava ein altjóða viðurkendan flogvøll, sum er 2200 meiar langur. Hevur heimastýrisskipan- in givið føroyingum bíligar marknadarvørur? Nei. Danskir = millumhandlarar kosta føroyingum dýrt. Með- an Smyril rgkti Skotlands- siglingina uppdagaðu føroy- ingar, hvussu biligar vørur kundu fåast år Bretlandi. Hevur heimastýrisskipan- in givið okkum eina sterka mentan? Nei. Føroyar eru í dag eitt óskrivað blað á heimskortinum. Fótbólturin hevur lært føroyingar, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum at hava eitt sjálv- støðugt andlit úteftir. Hevur heimastýrisskipan- in givið okkum eitt sosialt rættvíst samfelag? Nei. Størsti almannaklientur hev- ur verid fiskivinnan, sum f 1989 fór við øllum stats- studlinum. Sostatt hevur før- oyska vinnar ikki megnað at ríkið hetta samfelagið. Gevur heimastýrisskipan- in okkum tryggleika? Nei. heimastýrisskipanin hevur givið okkum politiskan, bú- skaparligan, mentunarligan og sosialan ótryggleika. Danskir stjørnarleidarar hava eisini almannakunngjørt, at danska samfelegið ikki fer at rinda fyri føroyska vælferð- arsamfelagið. Fíggjar blokkurin Før- oyska samfelagið í dag? Nei, helmingurin av blokki- num endar aftur í Danmark sum rentur av uttanlands- skuld, hin helvtin sum av- dráttir av uttanlandsskuld. Veitir heimastýrisskipanin trygd fyri, at danskir embæt- ismenn tæna føroyskum åhugamålum? Finn Nor- mann-Christensen, Richard Mikkelsen, rikisumbodsmad- urin og Føroyab6lkurin talar fyri seg. Veitir heimastýrisskipanin trygd fyri, at danskir for- sætisráðharrar tæna før- oyskum áhugamálum? Poul Nyrup Rasmussen talar fyri seg. Veitir heimastýrisskipanin trygd fyri, at fóroyskir poli- tikarar tæna føroyskum åhugamålum? Edmund Joensen talar fyri seg. Endurreisid Føroyar vid Tjóðveldisflokkinum á odda! Ólavur Rasmussen Tjóðveldisflokkurin