sunnudagur 26. apríl 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 78 — 28. APRÍL 1998
23
[Tjédveldisflokkurin
— Annie Eysturoy, tú ert
lærari i Hoydølum.
Kanst tú greiða eitt
sindur frá tínari lívsleið?
— Eg eri vágbingur, og
eg fór sum 17-ára gomul
niður at ganga í studenta-
skúla. Har tók eg prógv í
1975 og fór síðan til Ma-
laga í Spania at lesa
spanskt. Haðani gekk
leiðin til Salzburg, Eyst-
urríki, har eg las enskt og
spanskt í 5 ár. Í 1981 fór
eg til USA at lesa víðari
og í 1983 tók eg master-
prógv í amerikanskum
bókmentum. Næstu árini
undirvísti eg á University
of New Mexico og Uni-
versidad de Alcalá de
Henares í Madrid, alt
meðan eg arbeiddi við
einari doktararitgerð um
amerikanskar minniluta-
bókmentir, sum eg vardi
í 1991. Í 1992 kom eg
heim at vera lærari á stu-
dentaskúlanum í Hoy-
dølum og har havi eg
verið síðani.
— Hvussu var tað at
sleppa at lesa í hesum
ymisku londunum ?
- Tað var eingin
trupulleiki. Prógv míni
skuldu umsetast til ymisk
mål, men. annars vóru
eingir trupulleikar.
— Fekst tú studning frå
SU?
— Ikki eitt oyra. Eg
kláraði meg við at søkja
ymiskar grunnar og ym-
isk legat og við at arbeiða
í frítíðunum.
— Heldur tú, at útbúgv-
ingarmøguleikarnir hjá
føroyska ungdóminum
fara at verða skerdir, um
vit verða sjálvstóðug ?
— Nei, heldur tvørtur-
ímóti. Ein avtala er longu
ímillum Norðurlond, so-
leiðis at føroyingar frítt
kunnu útbúgva seg í ein-
um og hvørjum Norður-
landi. Sum er, eru tad alt
ov få, sum brúka henda
møguleikan. Harnæst er
tað einki í vegin fyri, at
føroysk ungfólk fara út
um Norðurlond at fáa
sær útbúgving. Tað
krevur sjálvsagt eitt
sindur størri initiativ frá
tí einstaka, men er viljin
til staðar, síggi eg ongar
forðingar har
Hvat
merkts
aftur til Føroya?
— Tad var, sum um
tíðin nærum hevdi staðið
í stað tey 20 árini, eg
hevði verið burtur
Nalvastrongurin til
Danmarkar var enn ikki
kliptur. Hverja ferð
okkurt skuldi gerast, var
fyrst spurt, hvussu tey
gjørdu í Danmark, hóast
fyritreytirnar her eru
nakrar heilt aðrar, enn
tær eru í Danmark. Her
vantaði sjálvsálit, tá ið
tað kom til at taka stórar
avgerðir. Hetta er ein
greið avleiðing av okkara
støðu, at vit ikki ráða í
egnum húsi. Vantandi
sjálvsálit er íkki eitt
ókent fyribrigdi hjá ein-
um minniluta og vit fun-
gera de facto sum ein
minniluti í danska ríki-
num, hóast vit eru eitt
fólk við egnum máli og
egnari mentan. Tað er
eisini eitt kent fyribrigdi,
at tess stórri sjálvræði ein
minniluti fær, tess stórri
verður áræðið og sjálvs-
álitið. Eg ivist ikki i, at
taka vit rædi i egnum
landi, fer hetta at menna
okkum bædi sum tj60 og
sum menniskju.
— Hvi velur tú Tjóð-
veldisflokkin ?
— Frá barnsbeini av eri
eg uppdrigin til at standa
á egnum beinum fyri at
kunna klára meg sjálva
her í lívinum. Tað er ein
nátúrlig avleiðing av hes-
ari lívsáskoðan, at eg
haldi, at vit sum tjóð eis-
ini skulu standa á egnum
beinum.
f
Við hesum orðum endaði
samrødan, sum Snorri
Fjallsbak, valevni Tjóð
Annie Eysturo
Hey, tú missir
lestrarstuðulin!
I valstríðnum verða øll am-
boð brúkt. Ein tann mest
brúkta ræðumyndin móti
ungdóminum er, at um vit
fara undir at loysa trupul-
leikarnar í samfelagnum og
at gera eitt sjålvstødugt
land, so missa tey ungu
lestrarstuðulin og útbúgv-
ingarmøguleikarnar uttan-
lands. Ræðumyndin byggir
á eina primitiva hugsan um,
at tey lesandi eru ein fíggj-
arlig byrða fyri samfelagið.
Fullan lestrarstuðul
- um allan heim
Tað er sjálvandi júst øvugt.
Føroyar hava nevniliga
ongantíð havt ein útbúgv-
ingarpolitik. Tad hevur ikki
verið neyðugt, ti alt sum
hevur við framtíðina og
vælferðina at gera, skal
Danmark jú orðna fyri okk-
um.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur ein greiðan útbúgvingar-
politik. Øll skulu hava sama
rætt til útbúgving og skulu
hava sama rætt til stuðul úr
landskassanum til lesnaðin.
Utbugvingaravtalur skulu
gerast við gll Norðurlond,
við ES og við onnur lond.
Vit skulu styrkja Fróðskap-
arsetrið til ein veruligan
granskingar- og útbúgving-
ardepil. Tað merkir, at ung-
dómurin í Føroyum kann
velja sjálvur um hann fer til
Aberdeen, Keypmanna-
havnar, Madrid, Reykjavík-
ar ella til San Fransisco at
fáa sær førleikan til at
menna seg sjálvan og Før-
oyar í heimshøpi.
Tað merkir eisini, at út-
búgvingarstuðul og lestrar-
vegleiðing skulu styrkjast
og prioriterast í okkara egna
landshúsarhaldi. Føroyski
ungdómurin skal í Føroyum
fáa alla hjálp og vegleiðing
til hægri lesnað úti í heimi.
70 milliónir árliga
Eilif Samuelsen, landsstýr-
ismaður tosar um, at danir
gjalda kanska 200 mió. kr.
til okkara lesandi um árið.
Hetta talið passar ikki. Sam-
bært eini nevnd, sum hevur
vidgjørt = peningarenslið
millum Føroyar og Dan-
mark, rinda danir einar 70
mió. árliga til føroysk les-
andi i Danmark. Tá eru ikki
tey virðini tald við, sum før-
oysk lesandi taka við sær
til Danmarkar. Sjálvur ar-
beiddi eg tildømis hvørja
summarfrítíð í Føroym
meðan eg las. Og tað fíggj-
aði líka so nógv sum SU-
stuðulin. Mín barna-, mið-
náms- og lívsskúla rindaði
føroyska samfelagið. Hartil
gjaldi eg nú hvgnn mánað
lestrarlán aftur til Danmark-
ar við rentum.
Men lat okkum siga, at
vit skulu skaffa 70 milliónir
um árið til at tryggja øllum
okkara ungdómi javnbjóðis
utbågvingarmøguleikar utt-
anlands. Tað svarar til ein
triðing av teimum pengum,
sum Føroya Banki sendi
aftur í landskassan í ár. Tað
svarar til helvtina av studn-
inginum til fiskivinnuna. I
teirri búskaparligu skiftis-
tíðini uppá 6-8 ár eftir loys
ingina siga vit, at vit skulu
raðfesta 10 milliónir um ár-
ið afturat á fíggjarlógini
Harumframt skulu vit veita
lagalig lestrarlán, sum verða
goldin aftur til landskassan.
Lýsir nú
fyri tær heimurin
Hetta byggir ikki á ræðu-
myndir um, at babba
smekkar pengakassan aftur
Hetta byggir á ein útbúgv-
ingarpolitik sum veit, at út-
búgvið fólk er okkara tydn-
ingarmesta tilfeingi. Sum
veit, at hetta er ein iløga í
framtíðina. Sum veit, at fyri
hvørja fløgukrénu vit lata,
koma 100-tals aftur. Sum
veit, at tann dagin vit á al-
mennum skrivstovum ella
privatum fyritøkum í Før-
oyum hava fólk, sum eru
útbúgvin í Europa, í USA, í
Asia ella Australia - tástaðni
verða Føroyar ein sterk tjóð
Tástaðni hevur ungdómurin
eina meiningsfulla framtíð
at velja sær. Og tástaðni
venda teir føroysku heims-
borgararnir aftur til Føroya
við sínum førleika
Hegni Hoydal,
Tjóðveldisflokkurin
Føroyar —
ein todnad
hålvhosa
Ein av tragisku avleidingu-
num av sambandinum við
Danmark er, at Føroyar eru
endadar sum ein tódnað
hálvhosa úti i Norðurat-
lantshavi. = Alheimssam-
felagið, sum stendur opið
fyri okkum, veit illa nokk,
at vit standa á heimskorti-
num. Uttanrikispolitiskt eru
vit krógvað aftanfyri dansk-
ar myndugleikar, so at okk-
ara egnu åhugamål ikki eru
komin til sin rætt. Hetta
kostar okkum ótrúligar
møguleikar.
Føroya: skulu endurreis-
ast. Fyri at bjarga okkum
sjálvum undan óbótaligum
búskaparligum og mentun-
arligum falli mugu vit hava
eitt sjålvstødugt andlit út-
eftir. Tástaðni fáa vit før-
oyingar sjálvsvirðing og
kunnu endurreisa tað álit á
okkum, sum útheimurin
hevur mist. Mist álit merkir
mistar iløgur og mist sam-
vinna við aðrar tjóðir. Einar
endurreistar Føroyar skapa
í longdini tann tryggleika
sum krevst fyri at fåa ein
burdadygga samvinnu vid
nnur lond. Og samstundis
skapa vit ein altjóða polit
mentunarligan og bú
iskar
KK nmett Í
per fr —
umheimin.
Latið okkum seta skjøtil
á eindurreisingina av Før-
oym. Tíðin er komin at
sleppa okkum burtur úr
teirri bláoygdu trúgv, at utt-
anfyri danska ríki er eingin
heimur, eingin mentan,
eingin samvinna, eingin
lærdómur, eingin búskapur,
onki mál, ongar avbjóðing-
ar
Føroyingar hava verið
heimfødingar nóg leingi
Fyri dyrnar bíðar alheims
samfelagið. Læsið íkki
dyrnar tann 30 apríl
Olavur Rasmussen
veldis kkuri
I Sosialinum hósdagin
hevur eitt av valevnum
Javnadarfloksins, Bergur
P. Dam, eina grein, har
hann ma. umrødur ogn-
arvidurskiftini i Føroya
Banka.
Hann refererar frå ein-
um fundi, at Sambands-
flokkurin og Fólkaflokk-
urin »vildu sum skjøtast
lata privatum bankan
aftur.« Teir vóru altråir
eftir at »lata privat-
spekulantum fólksins
ogn«.
Men Jóannes Eides-
gaard hevði eina »full-
greiða stóðu fyri at verja
fólksins rættindi... Hann
vísti á, at fólkið eigur
bankan.<
Tað er spell, at Jóannes
Eidesgaard ikki hevði
hesa »fullgreidu stødu«
try år fyrr. Sum lands-
stýrismaður fyri Javnað-
arflokkin var hann við til
samráðingar við stjórn-
ina 3. november 1995. Í
felagslysingini frá hes
um samráðingum stend-
Rættleiðing
til Berg P.
ur í pkt 9
»Der er enighed om
at Finansieringsfonden
ejerskab af Føroya
Banki på længere sigt
bør afvikles. «
Skrivað undir hava
Mogens Lykketoft vegna
stjórnina og Edmund
Joensen, Jóannes Eides-
gaard, Sámal Petur í
Grund og Óli Jacobsen
vegna landsstýrið
Hetta til rættleiðingar
Finnbogi Ísakson