sunnudagur 26. apríl 1998síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ææ
Miðflokkurin
Tordur J. Niclasen, løgtingsmadur:
Rættartrygdin
Hvussu kunnu vit tosa um rættartrygd, um vit svíkja hin
veikasta av teim veiku: barnið í móðurlívi??
Og hví skal rættartrygdin ikki eisini galda tað ófódda
barnið?
Tey seinru árini hevur nógv
verið tosað um rættartrygd
borgarans. Til seinasta val
varð onkur valdur inn á ting
júst við at markera seg í
spurninginum um rættar-
trygdina í samfelagnum
Øll kunnu vit taka undir
vid, at tað er sera umráð-
andi. at hver einstaki borg-
ar er vardur rættarliga — ella
er undir rættartrygd. Hetta,
sum eisini verður sagt við
øðrum orðum: „At øll eru
líka fyri lógini!“
Tað sum tó er heilt grund-
leggjandi í hesum spurn-
ingi, er at rættartrygdin eis-
ini fevnir hin veikasta í
samfelagnum. At tosa um
rættartrygd fyri borgaran
sum so, og ikki tora ella
vilja, at rættartrygdin í fult
måt eisini skal fevna hin
veikasta, er einki minni enn
ein svikagerå
Tá tað í hesum føri verð-
ur tosað um tann veikasta,
so verður hugsað um barnið
í móðurlívi
Skuldi tað ikki verið ein
sjålvfylgja, at barnið í móð-
urlívi — hitt veikasta av tí
veika — varð vart av lands-
ins lógum og at rættur tess
til lívið var ein sjálvfylgja??
Sjálvandi !!
Men so er í veruleikanum
ikki!!
Danskar l6gir — settar i
gildi vid kongligari fyri-
skipan — loyva at børn verða
tikin í móðurlívi!
Lívstráðurin verður kvett-
ur!!
Hetta er ein brotsgerð
móti tí einstaka barninum
og móti mannaættini!!
Fyri mánaðum síðan
hevði Miðflokurin uppskot
á tingi um at broyta lógina,
soleiðis, at barnið í móður-
lívi var vart og kom undir
somu rættartrygd sum aðrir
borgarar landsins.
Uppskotið varð beint til
viðgerðar í Rættarnevndini
og tå atkvøtt var, fekk upp-
skotið bert 7 atkvødur og
fall.
Eingin, sum rópt hevur
harðast upp um rættartrygd
borgarans taldist millum
teirra, ið atkvøddu fyri.
T.v.s. at tingið hevur góð-
tikið at verandi manna-
gongd er í lagi!
Ein kann so spyrja, hvar
eru vit sum lóggevandi
ting? Hvar eru vit sum tjóð
og hvar eru vit sum fólk?
Í samgonguskjalinum frá
1994, har m.a. Miðflokk-
urin var ein av teim fýra
flokkum, ið skrivaði undir,
var hædd tíkin fyri rættar-
trygdini hjá ófødda barn-
inum.
Jenis av Rana, lógtingsmaður
Hóast nógv er komið við
av tí, ið Miðflokkurin tá
førdi fram, í samgongu-
skjalið hjá teim fýra, sum
nú mynda landsstýrið, so er
setningurin um hitt ófødda
barnið ikki tikin við!
Hetta harmar!
Miðflokkurin fer fram-
haldandi at stríðast fyri
nevndu rættingum. Lívið er
Gudgivið og eigur tí barnið
í móðurlívi at verjast móti
øllum hugsandi ágangi.
Lat tað so m.a. vera ser-
merki fyri tjóð okkara!
Tordur J. Niclasen
Ræðandi upplýsingar
fra tjóðveldismonnum
á valfundi í Nólsoy
hex r e 3% flest
nevur verið 11estu
t boðskapur tjóð-
eldismanna als ikk
st er frå land est ikk
a F er and ið ikk
sjå r er n ikk
e g skipara til tårin
å veljarafundi
Nólsoy hóskveldið kom
vandamikla hugsan teirra
greitt til sjóndar. Undirrit-
aði hevði greitt frá sjónar-
miðum Miðfloksins, at vit
aldrin fóru at verða við til
at blaka føroyingin út av
rókini og inn í óvissuna,
men at vit vildu vera við til
at leiða tjóðina og fólkið,
ið her býr. út av rókini og
inn á trygg og fræls øki —
og legði dent á, at hetta
mátti fáa ta tíðina, ið neyð-
ug er
Tá varð tjóðveldisn.ann-
inum ovboðið. Hann minti
meg á, at pisur í hundrað-
túsundatali fóru hvort ár út
iv rókini. og tå tær kendu
uft undir veingjunum, hevj-
aðu tær seg uppfrá. og út í
frælsið. Sinniliga minti ein
nólsoyingunum tá tjóð-
veldismannin á, at ein ikki
so lítil partur av hesum pis-
um doyðu í sambandi við
royndina at fara út av rókini
Hesum gav tjóðveldis-
maðurin honum rætt í,
men gjørdi vart við, at tað
eru tær veiku og sjúku
pisurnar, ið ikki yvirliva,
og fyri tær mundi tað vera
frægasta lagnan!
Tøgnin var nokk rættasta
svarið, men eg loyvdi mær
tá at minna fundarfólkið á,
at her høvdu vit so fyri eina-
ferð skuld fingið at vita,
hvat tjóðveldisflokkurin
hevði í huga, eftir eina av
teimum í bráðskundi
skipaða loysing. Tey, ið íkki
megna at yvirliva, mega
heldur, sum tær veiku og
sjúku pisurnar, farast —
hetta var boðskapur hans-
ara!
Lat meg leggja afturat, at
hvorki tjóðveldismaðurin,
ið orðini átti, ella hini bæði
umboð tjóðveldisfloksins
gjørdu nakra roynd at greina
nærri ella avsanna tað
sagda.
Fyri okkum í Miðflokk-
inum varð hetta enn eitt
dømi um, hver avgerandi
tað er, at føroyingar velja
menn og kvinnur á løgting,
hvørs grundhugsjón er at
vera á varðhaldi, meðan tey
virka fyri tryggum korum
hjá tí einstaka.
Jenis av Rana
Bústaðarpolit-
ikkurin í Føroyum
Øll vita vit, at bústaðar-
trupulleikarnir serstakliga i
Tórshavn eru sera stórir.
Hvonn einasta dag síggja vit
lýsingar í bløðunum, har
fólk rópa um hjálp, tí tey
ongastaðni hava at búgva.
Sum nú er, gjalda fólk ok-
ursprísir fyri eina lítla íbúð
í Havn. So skjótt ein íbúð
stendur til leigu í bløðunum,
ringja fólk og yvirbjóða
hvønnannan, so at tann, sum
sterkastur er vinnur.
Hetta má halda uppat. Vit
mugu fáa góð bústaðarvið-
urskifti í Føroyum. Ung
Í stevnuskránni stendur:
Øll hava rætt til góðan
bústað. Tann einstaki borg-
arin skal hava møguleikan
at velja sær sín egna bústað
grundað á persónlig,
familjulig og fíggjarlig
viðurskifti“-
Hetta er eitt av aðal-
málunum hjá Miðflokkin-
um, tí fer hann áhaldandi at
verja familjuna.
Bústaðartrupulleikarnir
kundu verðið loystir við at
bygt íbúðir, soleiðis at eftir-
spurningur og útboð javn-
vigaðu. Eitt annað var, at
givið húsaeigarum, ið leiga
út, ein skattalætta av húsa-
leiguinntøkuni, soleiðis at
leigan kundi minkað tilsvar-
andi.
Leigunevndin má fåast at
virka sum skjótast.
Miðflokkurin = ynskir
áhaldandi at virka fyri, at
familjan og einstaklingurin
hava tað gott.
Fyri at fáa alt hetta gjøgn-
umført er neyðugt at tú setur
x við lista H, so at Mið-
flokkurin kemur sterkari inn
á ting.
fólk skulu kunna leiga og
samstundis kunna spara
pening upp til egnan bústað.
Miðflokkurin meinar, at
hetta at hava góðan bústað
hevur størsta tydning fyri eitt
sunt familjulív og fyri menn-
ingina hjá einstaklinginum.
Gott val!
Erika Poulsen,
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymi
Í . . . på .
| Bill Justinussen valevni í Eysturoynni
itøkiligur miðflokkur
Miðflokkurin hevur itøkilig mál við í sínum
politikki. Nøkur av hesum, sum vit koma at
leggja stóran dent á í komandi skeiði, eru:
1. Lagaligari skatting av
hjånum. Madur og
kona skulu kunna býta
inntøku millum sín og
skatta við helvtarbyti.
Hetta kostar samfelag-
num onki fíggjarliga,
samstundis sum hetta er
uppbyggjandi og gott
fyri hjúnarlagið og
familjuna.
. Vit virka fyri rættind-
unum hjá tí 6fødda barninum og hava itøkilig uppskot
hesum viðvíkjandi
3. Stødan hjá teimum, sum mistu hús og heim undir
kreppuni, verður tíkin upp. og loysn má og skal
finnast á teirra trupulleikum.
4. Utróðrarbátar undir 20 tons skulu hava loyvi at
veiða frítt. |
5. Kor teirra sjåku og veiku skulu ikki setast í aðru
rød, tá peningur verður avsettur á fíggjarlógini. |
6. Fólka-, avlamis-, og einkjupensiónin skal vera skatta- |
fri og tað, sum hesi vinna umframt, skal ikki leggjast |
omaná pensiónina og skattast harðari.
(>)
| Miðflokkurin hevur í dag tvær høvudsuppgåvur í
| politikki:
|* Vit taka meniskjaligu virðini inn í orðaskiftið og
fremja politikk eftir hesum.
* Vit standa á varðhaldi móti øllum ágangi á kristin
lívsvirði.
Bill Justinussen |
valevni Midfloksins i Eysturoynni
og formaður i floksstjørnini