Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 29. APRÍL 1998 tíðindablaðið i 11 …hugsa teg um... Vilt tú ofra vælferðina? Við stóru ríkiseindini millum Føroyar, Grønland og Danmark, eru møguleikarnir fyri at varðveita og tryggja vælferðina munandi størri, enn um vit avbyrgja okkum og standa einsamøll. Her hugsa vit ikki bert um pengar, men eins nógv um, at tann stóra eindin altíð vil hava fleiri royndir, fleiri meguleikar, størri vitan og vera betur fer fyri at veita skjóta bráfengis hjálp Í góðum samstarvi innan stóru ríkiseindina rekka vit longur, og kunnu í felag lyfta størri verkætlanir. Meira nú enn nakrantíð áður sæst, at lond og folkasløg taka seg saman í felagsskapir og samstarva til felags gagn. Hví velja loysingaflokkarnir ta júst øvugtu leiðina? Lovsing og avbyrging flytir okkum langt aftur í tíðina, og minkar Í ógvuliga nógv um allar meguleikar fyri menning og vælferð Sambandsflokkurin - einasta trygd fyri ríkisfelagsskapinum ——we