leygardagur 22. november 2003síða 27
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 22. november 2003
53
Lívsins Orð
Sunnudagin kl. 10.30 Møti.
Mánadagin kl. 17.30 Tim 5,
kl. 20 Ungdómsmøti. Øll eru
vælkomin.
Missións- og
Ungdómshúsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
húsbólki. Øll eru hjartaliga
vælkomin. www.jesus.fo
Missiónshúsið í Gøtu
Ungdómsmøti verður í
kirkjukjallaranum í kvøld kl.
20 við Jens Súna Hansen av
Argjum, øll eru hjartaliga
vælkomin.
Kirkjukjallarin í Gøtu
Sjómanskvinnuringarnir í
Leirvík, Fuglafirði, Hellun-
um, Oyndarfirði og Gøtu
møtast til hugnaløtu o.a. í
kirkjukjallaranum í Gøtu
týskvøldið 25. nov. kl. 19.30.
Torleif Jóhannesen veðrur
við. Allar kvinnur eru hjar-
taliga vælkomnar.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli. Einki møti kl. 19
vegna kirkjugongd.
Missiónsvikan byrjar týs-
kvøldið 25. nov. kl. 20. Jógv-
an prestur talar og Streingja-
kórið syngur. Missiónsvikan
heldur fram vikuna út.
Thabor, Fuglafjørður
Sangkvøld og opið hús verður
í kvøld saman við ungdóms-
møtinum kl. 21.
Í morgin verður sunnudags-
skúli í Thabor og á Kambsdali
kl. 14.30. Møti verður kl. 18.
Missiónshúsið í Leirvík
Sunnukvøldið kl. 18 Møti,
Teir 4 úr Havn luttaka, kl. 21
Ungdómsmøti, ung av Skála
og sangbólkur luttekur.
Betesda, Klaksvík
Fundarrøðin undir heitinum:
»Kristus – svar okkara« við
Svenning av Lofti, Hjørleif
Vang, Poul J. Djurhuus og
Páll á Lakjuni endar við fund-
um í kvøld kl. 20 og sunnu-
kvøldið kl. 18. Í kvøld er
heitið: »Kristus – vegleiðari
okkara«. Systrarnar Anna,
Sólvá og Elin úr Havn syngja.
Sunnukvøldið 23. nov er heit-
ið »Kristus – vón okkara«.
Manskvartettin (nýggja) og
Sangkórið syngja. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Margar Toftegaard.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
KFUM og K í Klaksvík
Bønarmøti er hvørt kvøld kl.
19.
Fríggjakvøldið kl. 22 Opið
hús. Øll hjartaliga vælkomin.
Leygarkvøldið kl. 19.30
verður filmur vístur um
missión í Afrika, v/ Hildu
Viderø. Gimmi verður eisini
online yvir internetið úr Mali
í Afrika. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
møti, kl. 18 Møti við Torleif
Jóhannessen. Taborkórið av
Toftum syngur. Kl. 21 Ung-
dómsmøti. Øll eru hjartaliga
vælkomin. www.kuff.fo
Getsemane, Klaksvík
Fríggjakvøldið kl. 20 Hugna-
løta fyri ung.
Sunnudagin kl. 18 Møti.
Mikukvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. Einki møti um
kvøldið vegna missiónsvikuna
í Dali.
Mánadagin kl. 19 Barna-
arbeiði 1.-6. fl. Kl. 19 kemur
ungdómurin saman frá 7. fl.
og eldri. Hjartaliga vælkomin.
Betania, Skopun
Leygarkvøldið kl. 20 Bíbliu-
tími við Tummas Jacobsen.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ Tummas Jacobsen, kl.
18 Evangel. møti. Vælkomin í
Betania.
Sands Missiónshús
Evnismøtir vera vikuskiftið
28.-30. november.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagsskúlabørnini fara
til Fámjin í sunnudagsskúla
sunnudagin kl.14.
Sunnukvøldið kl. 18 Møti við
Jónsvein Bech. Bønarmøti
verður hálvan tíma áðrenn
møti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Frelsunarherurin, Vágur
Fríggjakvøldið kl. 20 Bíbliu-
tími: Uppreisnin.
Leygarkvøldið kl. 20 Bíbliu-
tími: Dómstólur Kristusar.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Evangel.
møti, Magnus Jensen talar.
Týskvøldið kl. 20 Heima-
forbundið.
Sion, Vágur
Sunnudag kl. 11 Morgunmøti,
kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Mánakvøldið kl. 21 Bønar-
møti og Bønartænasta á tlf.
373777. Tú ert vælkomin at
ringja, um tær tørvar forbøn.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Breyð-
bróting, kl. 13.30 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. fundur.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Bygdarhúsið í Lopra
Møti verður sunnukvøldið kl.
20. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Missiónshúsið í Sumba
Møti verður sunnukvøldið kl.
18 við Hannu Thomassen. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Føroyahúsið
Sunnudagin 30. nov. kl. 17
verður evangeliskt møti í
Føroyahúsinum, Vesterbro-
gade 17A, Keypmannahavn.
Símun Pætur á Torkilsheyggi
og Gunnar Nielsen luttaka. Á
skránni verður eisini felags-
sangur og sangframførsla.
Aftaná verður ókeypis
drekkamuður. Øll eru hjarta-
liga vælkomin.
Føroyskt felag í Ballerup
Sunnudagin 30. nov. kl. 15
verður bingospæl í »Loen« á
Ryttergården í Pederstrup.
Nógvir góðir vinningar til
børn og vaksin. Byrjað verður
við at tendra adventskransin.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 24. november
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10-18 Vit hugsa um jólini
kl. 14-18 Kortspæl, telving,
landastrok, bobbspæl,dart
og onnur spøl.
Tilmelding til døgurðan
miku- og fríggjadagin,
tlf. 316491
kl. 14-18 Jólasøla
Jólasøla og tombola verður
alla vikuna á miðhæddini
og í kjallaranum er
loppumarknaður og
bókasøla frá kl. 14-17.
Inngongd frá miðhæddini.
Týsdagin 25. november
kl. 10-12.00 Vit baka til jóla
kl. 10-11.30 Vit syngja,
Benny og Flemming
Samuelsen. Øll eru hjarta-
liga vælkomin
kl. 14-17 Jólasøla
Mikudagin 26. november
kl. 10-13 Matgerð, Anne
Grethe Harlou
kl. 12 Døgurði. Til ber at
koma sum gestir
kl. 14-17 Jólasøla
Hósdagin 27. november
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 14-17.00 Telduprát,
Brandur Petersen
kl. 14-17 Jólasøla
Fríggjadagin 28. november
kl. 10-13.00 Matgerð, Anne
Grethe Harlou
kl. 12.00 Døgurði. Til ber at
koma sum gestir
kl. 14-17 Jólasøla
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Felagið Tórshavn –
gongutúrur
Sunnudagin 23. november
verður gongutúrur um Reyns-
múlalág til Kirkjubøar. Byrjað
verður við Krossin (Mykines-
gøta) kl. 10.30. Lættur túrur.
Havið heit og góð gongu-
klæðir og drekkamunn við.
Tilmelding.
Fløvi – dagtilhaldið fyri
pensiónistar
í kvinnufelagshúsinum
á Glyvrum
Mánadagin 24. nov.
Fimleikur v/ Jóhannu Troest.
Drekkamuður
Týsdagin 25. nov.
Drekkamuður. Ítrív fyri
áhugað
Mikudagin 25. nov.
Hugnaløta v/ drekkamunni.
Burturluting.
Hósdagin 27. nov.
Drekkamuður. Afturhvarv í
práti og sangi
Fríggjadagin 21. nov.
Opið hús. Kaffi, te og
pannukøkur
Eins og vanligt er, verður
byrjað við einum Guðs orði,
og framvegis eru luttakararnir
vælkomnir at taka eitt og
hvørt ítriv við sær, eitt nú
stokkar o.a. Bløðini eru til
taks í Fløvanum.
Serflutningstænastan v/
Andreas Poulsen er byrjað.
Hava tygum tørv á koyring,
ringið vinarligast tlf. 448051.
Tilhaldið Hugnin
í Sandoynni
Tilhaldið í Sandoynni er opið
mánadag og mikudag frá kl.
14-17. Báðar dagarnar er
drekkamuður at fáa.
Mánadagin 24. nov.
Tórálvur Mohr Olsen sigur
frá upplivingum.
Mikudagin 25. nov.
Sólrun Christiansen lesur 15.
brot úr søguni »Sin egen
lykkes smed«.
Mikudagin 3. desember
bjóðar missiónshúsið í
Skálavík til eitt jólahugna-
kvøld við døgurða og
undirhaldið. Kostnaður 100
kr. Farið verður úr Tilhald-
inum við bussi kl. 17.30.
Neyðugt er at tekna seg til
tiltakið í Tilhaldinum ella á
tlf. 361990 í seinasta lagi
26. november.
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, miku- og
hósdag kl. 9-12 fyri foreldur
við børnum, sum ikki hava
ansing.
Føroya Heimavirkisfelag
Postadressa: J. Paturssonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Formaður: Óluva Vilhelmsen.
T-postur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Tlf. 322686 / 319629
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í
Keypmannahavn, ið hevur
tørv á vitjan ert tú vælkomin
at seta teg í samband við
Reyða Kross Føroya,
Bryggjubakki 10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 á Tinghúsvegi 37,
Tórshavn. www.aca-
danmark.dk.
E-mail:
acafaroeislands@hotmail.com
NA (Anomymir
narkomanar)
Tinghúsvegur 37
NA-Fundur hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús-
vegnum 37.
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.15
Mikudag: Sporafundur kl.
20.00–21.00
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: kl. 9.00-10.00
opin fundur. Kl. 17.00–18.00
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Allir fundir eru roykfríir.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld og hóskvøld kl. 20 í Al-
Anon, Tinghúsvegur 37.
Telefontíð er fríggja-, leygar-,
sunnu- og mánadag frá kl. 19-
21 á tlf. 508030.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt týs-
kvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424, Arnhild
Johannesen.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894. Fø.
Sparikassi 442027-8.
Heilafelagið
felagið fyri apopleksi-
og afasirakt
Íslandsvegur 10
tlf. 321520
T-post: heila@post.olivant.fo
Felagið fyri lesi- og
skriviveik
Postadr.: MBF-Húsið
Íslandsvegur 10c
Endamál felagsins er at hjálpa
teimum ið hava lesi- og
skrivitrupulleikar.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð men samband
fæst við felagið á tlf. 441541,
Anne Karin Kjeld og 318867,
Laila Egholm.
Parkinsonfelagið
MBF-húsið, Íslandsvegur 10C
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið hjá Kristinu, tlf.
317317.
Giktafelag Føroya
Íslandsvegur 10 C
FO-100 Tórshavn
T-post: gikt@post.olivant.fo
Skrivstovan: Tlf. 31 02 37
Opið: týs- og hósdag
kl. 13.00-16.00.
Fibromyalgibólkurin: Opið
mánadag kl. 11.00-13.00.
Foreldraumboð:
Nicolina Højgaard,
heilsusystur tlf. 31 47 50.
Deyvafelag Føroya
Íslandsvegur 10B
Skrivstovan er opin mánadag
til hósdag frá kl. 10.00 til kl.
15.00. Tlf. 317597, fartlf.
222381, skrivitlf. 316929 fax
313609 og teldupostadr.
deaf_fo@post.olivant.fo
heimasíðan: www.deaf.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
MBF – Meginfelag
teirra brekaðu
Íslandsvegur 10c
FO-100 Tórshavn
Skrivstovan er opin allar
gerandisdagar
millum kl. 09.00 og 16.00.
Tlf. 317373, fartlf. 264839
faks. 310813
Teldupostur: mbf@mbf.fo
Heimasíðan: www.mbf.fo
TILTØK
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 22.11. Runavík tlf. 44 80 16
Sunnudagin 23.11. Gøta tlf. 44 10 86
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar
kl. 10-11. Tlf. 314544.
LÆKNAVAKTIR
53
52
Nr. 223 - 22. november 2003
Gudstænastur
23. sunnudag e. trinitatis
Vesturkirkjan: kl. 11,
Kirkjubøur: kl. 12.30, Bergur
D. Joensen
Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni
Bæk
Nólsoy: kl. 12, Sonja Klein
Hvítanes: kl. 11,
Kaldbak: kl. 12, altarg.,
Sverri Steinhólm
Kollafjørður: kl. 12, Inga
Poulsen Dam
Gásadalur: kl. 11, John
Myllhamar
Fuglafjørður: kl. 12, Uni Næs
Funningur: kl. 12 messa,
Emil Olsen
Skála: kl. 17 altarg.,
prestarnir í Eysturoynni
Viðareiði: altarg., Elsa
Funding
Christianskirkjan: kl. 11,
Niels Pauli Danielsen
Húsar: kl. 12, altarg., Hans
Eiler Hammer
Tjørnuvík: kl. 12, Kingoguds-
tænasta við Kingokórinum, H.
J. Joensen biskupur og
Mogens T. Christensen
Dalur: kl. 12, altarg., Jákup
R. Hansen
Fámjin: kl. 14 familju- og
barnagudstænasta. Eisini
luttekur sunnudagsskúlin í
missiónshúsinum á Tvøroyri.
Farið verður frá missións-
húsinum kl. 13.30. Jónsvein
Bech
Skála: kl. 11,
Sjóvar kirkja: kl. 12, Jógvan
Fríðriksson
Fríðrikskirkjan: kl. 11, Martin
Restorff Jacobsen
Søldarfjørður: kl. 11, altarg.,
Meinhard Bjartalíð
Hvalba: kl. 12.30, Ólavur
Rasmussen
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Sunnudagin kl. 11 Møti v/
Elisabeth og Sámal Jákup
Joensen, kl. 14 Sunnudags-
skúli, kl. 17.30 Bøn, kl. 18
Møti v/ Torill og Niels Edvard
Olsen.
Mánadagin kl. 17 og 19
Skótamøtir.
Katólska kirkjan
Sunnudagin kl. 11 Hámessa
v/ Pater Torsten Jortzick í
Mariukirkjuni, kl. 14 Sunnu-
dagsskúli.
Mánadagin tann 24. nov. kl.
19.30 vil systir Maria fortelja
um systrarnar og ta kvinnuna,
sum var stovnari teirra, og
sum varð sælugjørd síðsta ár í
Rom. Aftaná verður ein
videofilmur. Komið og hoyrið
meira um hesa kvinnu við
sterkari trúgv, um systurlagið,
hon setti á stovn og tær 8000
fransiskanarasystrarnar, sum
eru um allan heimin í dag,
eisini í Føroyum.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 verður
Morgunmøti og samstundis
verður barnaansing, kl. 11.30
verður samvera við drekka-
munni, kl. 12 Sunnudagsskúli,
kl. 12 verður eisini møti har
Páll Poulsen talar um evnið:
Krúna skaparverksins
(1. Mósebók, kap. 2).
www.hebron.fo
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Sunnukvøldið Møti v/ Frits
Thomsen, Skála.
Sjómanskvinnuringurin
kemur saman mánakvøldið kl.
20. Allar kvinnur eru
hjartaliga vælkomnar.
Missiónshúsið við
Landavegin
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli á vanligu støðunum
og møti sunnukvøldið kl. 18
v/ Jústines Poulsen.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ Sam Jakobsen, kl. 16
Samkomufundur.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
www.filadelfia.fo
Samkoman Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin á familju-
møtinum kl. 10.30 talar
Símun Absalonsen um evnið:
Hvussu skal eg brúka restina
av lívi mínum? og á tilbiðjun-
armøtinum kl. 12 talar Jógvan
Z. um evnið: Tær sjey sam-
komurnar í Opinberingini –
Pergamus. Barnaansing er fyri
børn undir skúlaaldur á báð-
um møtunum. Sunnudagsskúli
er kl. 12. Drekkamunnur er
millum møtini.
Týskvøldið kl. 20 (í eini
skúlastovu) Bíbliutími, undir-
víst verður um Opinberingina.
Heimasíðan. www.livdin.fo
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 12 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. møti.
Týsdagin kl. 17 Frítíðar-
arbeiði.
Mikudagin kl. 17.30
AWANA, kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
www.ebenezer.fo
KFUM og KFUK í Havn
Sunnudagin kl. 15 í KFUK:
KFUK fundur fyri limir.
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Bjarna
Bæk dómprósti. Evnið: Harm-
ljóðini.
Týsdagin kl. 17 í FKUK:
Várgleði fyri børn.
Meinigheitshúsið
Leygarkvøldið kl. 19.30-22
Juniorhugni.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Klæmint Tausen, Manskórið
syngur.
Samkoman Rhema
Staravegur 5
Fríggjakvøldið kl. 20 JC
Teens – eitt spennandi ung-
dómsmøti har nógv ymiskt er
á skránni.
Sunnudagin kl. 17 Møti og
sunnudagsskúli. Eisini verður
kaffi. Øll eru vælkomin.
www.rhema.fo
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Fríggjakvøldið kl. 20 After
Eight.
Leygarkvøldið kl. 20 Ung-
dómsmøti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Jóhan P. Johannesen.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13
Sunnudagsskúli, kl. 17 Møti.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti og kl. 18.00: Evangel-
iskt møti. Øll eru vælkomin.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 18 Møti við
fríum vitnisburði.
Mánadagin kl. 20 Bønarmøti.
Týsdagink l. 20 Opið hús fyri
ung.
Telefonandaktin 424741.
Vestmanna
Gospel-country verður í aul-
uni í skúlanum leygarkvøldið
kl. 20 við tónleikarum og
sangfólki úr Vestmanna o.a.
Missiónshúsið Libanon,
Sørvágur
Vikuskiftismøtir verða í
missiónshúsinum í Sørvági í
døgunum 21.-23. nov.
Í kvøld kl. 20 luttøka úr
Klaksvík, Kristoffur, Theodor
og John Kári syngja.
Sunnukvøldið kl. 18 Vitjan
frá Kelduni, Manskórið og
Streingjakórið syngja.
Skúlin, Gásadalur
Um vikuskiftið verður
missiónsvika. Leygarkvøldið
kl. 20 Møti.
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta og kl. 17 Møti, John S.
Myllhamar trúboðari talar.
Keldan, Skálafirði
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Egil, Heidi, Beintu o.fl.
Barnamøti kl. 17. Vælkomin í
Kelduna.
www.keldan.fo
Sjómanskvinnuringurin í
Runavík
kemur saman mánakvøldið kl.
19.30 til hugnaløtu. Allar
kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar at vera við.
Meinigheitshúsið á Skála
Ungdómsmøti verður leygar-
kvøldið kl. 20. Øll eru
vælkomin. Drekka verður
aftaná møti.
TILTØK
»Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær
og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu
tit als einki gera«
Jóh. 15, v. 5
Jesus er kendur fyri alla tíðina í boðskapi sínum at tríva í
myndir, líknilsir og sammetingar fyri við teimum at lata upp
hjørtuni á sínum áhoyrarum, at teir betri kunnu taka til sín
tey gleðiboð, sum hann hevur at geva okkum lut í.
At brúka træið sum mynd ella líknilsi man vera eins gam-
alt og menniskja er. Træið er ein so sjáldsamur og talandi
vøkstur, at hann kann peika okkum menniskjum á tað, sum
er støðugt, varandi og álítandi, tí ikki bara kunnu trø gerast
elligomul – standa har í mong, mong ættarlið – men eisini
kunnu trø yvirliva og standa í blóma, har so mangir aðrir
vøkstur uttanum følnaðu, doyðu í raki og tosta, tí trøini
kunnu við sínum sevjumiklu rótum hava samband við dýpd-
irnar undir jørð, ið ongantíð todna upp. Ikki so løgið, at so
mangan er træið sætt sum sambindingarliðið millum tað,
sum er her á jørð – tað, sum er í dýpdunum undir jørð sum
tað, ið er uppi í himmalsku hæddunum, sum trøini við
greinum sínum eisini kunnu peika okkum ímóti.
Nú er í Jesu orðum ikki talan um træið sum so, men um
víntræið – hetta træið, ið fyrst og fremst umboðar gleðina og
tað gleðiliga, eisini sambært Jesu orðum her: »Hetta havi eg
talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og
gleði tykkara kann verða fullkomin«. Og tað gleðiliga Jesus
vil peika á við myndini av víntrænum er, at hóast hann nú má
fara frá lærusveinunum, so skulu vegir teirra kortini ikki
skiljast.
Eisini framyvir fer Jesus sum hin upprisni at fylgja
teimum, ja so neyvt skal sambandið verða teirra millum sum
træið og tess greinar eru og verða óatskiljandi. Har skal
eisini framyvir, ja alt til veraldar enda verða ein felagsskapur
millum hin upprisna og fólk hansara, har vit sum greinar
skulu kenna okkum lívgaðar og uppihildnar í lívssambandin-
um við træið – har tað altíð verður galdandi »at uttan meg
kunnu tit als einki gera«.
Og fyri at kunna avmynda hesa óslítandi framtíðar eind-
ina, hvat er tá fyri einum suðurlendingi natúrligari enn at
hugsa um træið og greinarnar? At missir greinin sambandið
við træið, er hon deyðadømd, tí tað er úr trænum, at hon fær
tikið til sín alt tað, sum henni er tørvur á fyri at verða verandi
á lívi.
Og so er spurningurin, um ikki myndin av trænum og
greinunum eisini kann vendast við: at ikki bara greinin má
hava lívssamband við træið, men at eisini sjálvt træið er og
verður knýtt at greinunum. Hvat er eitt træ uttan greinar, og
eru tað ikki vit, ið sum greinar eru settar at umboða og
mynda træið úteftir? Eru tað ikki vit gróðursettu, ið skulu
verða trænum greinar? Í lív iog deyða at peika á hin kross-
festa og upprisna, og gera hansara gerning, inntil hann
kemur?
Martin Restorff Jacobsen, prestur
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
SILVURBRÚDLEYP
Týsdagin 25. november hava Bente og John Kjær,
Hoyvík, verið gift í 25 ár. Tey, ið vilja heilsa uppá
silvurbrúðarparið, eru henda dag vælkomin inn á
gólvið í hølum Starvsmannafelagsins í J. H.
Schrøtersgøtu 9, Tórshavn, har opið hús verður
millum kl. 14.00 og 19.00. Øll eru vælkomin.
Mánadagin 15. desember hava Anna og Juel
Høgnesen, Leirvík, verið gift í 25 ár. Dagurin verðu
rhildin í Bygdarhúsinum í Leirvík 20. desember kl.
19. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma,
verða biðin um at siga frá á tlf. 270682 ella 228286
áðrenn 10. dsember.
BRÚDLEYP
Í dag giftast í Esbjerg Rotha Højgaard Joensen og
Chris Joensen.
Brúdleypsadr.: Fuglebakkevej 15, 6705 Esbjerg Ø.
Í dag, 22. november kl. 13.00 giftast í Sjóvar kirkju
Anja Danielsen, Strendur og Øyvind Olsen, Rituvík.
Veitsla verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í
Leirvík kl. 16.30 og kl. 21.00 verður vælkomst, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 6. desember kl. 14.00 giftast í Býráðs-
salinum í Klaksvík, Martha Justesen, Norðdepli og
Andrias Hammer, Eiði. Veitslan verður hildin í
Skúlanum á Fossánesi kl. 18.00. Tey, ið vilja gleða
brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á
tlf. 318709, 423081 ella 452074 áðrenn 23. nov.
Leygardagin 6. desember kl. 16.00 giftast í Tvøroyr-
ar kirkju Joan Símunardóttir Poulsen úr Oyndarfirði
og Bjarni Joensen av Tvøroyri. Brúdleypið verður
hildið á Hotel Øravík kl. 19.00 fyri innbodnum.
Leygardagin 20. desember kl. 11.30 giftast í
Vesturkirkjuni Rannvá Hentze Rasmussen, Argir og
Dávid Reinert Davidsen, Tórshavn. Veitsla verður í
Leguhúsinum í Nesvík kl. 15.00. Tey, ið vilja gleða
brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á
tlf. 313303 ella 314699 áðrenn 5. des.
90 ÁR
26. november fyllir Mia Hansen, Tórshavn, ættað frá
Gjógv, 90 ár. Føðingardagurin verður hildin leygar-
dagin 29. november millum kl. 14 og 17 í KFUK.
Tey, sum vilja heilsa upp á hana, eru vælkomin har.
70 ÁR
24. november fyllir Ajlif Hansen 70 ár. Dagurin
verður hildin leygardagin 22. november í Felagslon-
ini í Fuglafirði kl. 19.00.
80 ÁR
22. nov. verður Oluf Skaalum, Hvalba 80 ár. Dagurin
verður hildin saman við børnunum hjá Hannu og
Tóra Midjord.
PRÓGV
10. nov. 2003 hevur Bogi Eliasen, Tórshavn, lokið
prógv sum cand. scient. pol./samfelagsfrøðingur við
Århus Universitet.
GULLBRÚDLEYP
Týsdagin 2. desember hava hjúnini Jenny og Venzel
Olsen, Rituvík gullbrúdleyp. Tey, ið vilja heilsa uppá
gullbrúðarparið eru vælkomin á Runavíkar
Sjómansheim kl. 18.
C
M
Y
K
52