Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 2003síða 28

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 22. november 2003 55 TÍÐINDASKRIV Fyri 3. ferð verður skipað fyri ráðstevnu av um skeljar og skeljadjór. Tann fyrsta ráðstevnan var í Strømstad í Svøríki 2001, og næsta ráðstevnan var í Bergen 2002. Tá var sam- tykt, at næsta ráðstevnan skuldi verða í Føroyum. Fríggjadagin 21. no- vember verður hildið til í Müllers Pakkhús í Tórs- havn. Leygardagin 22. no- vember verður hildið til í Norðurlandahúsinum Leygarkvøldið verdur døgurði í Müllers Pakkhús við øllum góðum úr sjó- num (Birgir Enni, saman við manning av Norð- lýsinum, skipa fyri) Sunnudagin verður aftur hildið til í Müllers Pakk- hús. Ráðstevnan kemur at snúgva seg um skelja- og skeljadjóra vinnuna í Norðurlondum. Umboð úr Føroyum koma at greiða frá um havbotnin og havstreymum kring oyggjarnar; og um planteplankton og hvønn týdning tað hevur fyri aling av kræklingi. Eisini verður greitt frá um øður og krabbaframleiðslu, skelja- virki, og sølu av skeljum og skeljadjórum. Umboð úr Danmark greiða frá um Dansk Skal- dyrs Center, og um menn- ing av kræklingi og ostra (østers). Íslendingar fara at greiða frá um teirra kræklinga framleiðslu. Norðmenn fara saman við svium, at tosa um krabbar og felags norður- lendskt samstarv um sølu. Tað eru Birgir Enni frá Norðlýsinum og Árni Nicolajsen frá Fiskirann- sóknarstovuni, sum skipa fyri. Norðurlendsk ráðstevna um skeljar og skeljadjór 55 54 Nr. 223 - 22. november 2003 Nýggjasti handilin í høvuðsstaðnum, Bixin, hevur barna- klæði av fronsku merkjunum IKKS og Jean Bourget, og seinni kemur eisini eitt gott hollendskt merki aftrat Tá tosað verður um klæði, snýr tað seg eisini ofta um stíl. Og stílurin kann vera næstan líka ymiskur, sum tey eru, ið ganga í teimum ymsu klæðunum. Leygarmorgunin kemur enn eitt tilboð um nýggjan og øðrvísi stíl í føroyska klædnaheiminum, tí tá letur upp ein nýggjur handil mitt í gongugøtuni í Havn, sum eitur Bixin. Handilin, sum liggur í Niels Finsensgøtu 7, mill- um handlarnar Stásið og H.C.W. Tórgarð á Káta horninum, marknaðarførir seg sum ein handil, ið selur »lekkur barnaklæði«. – Eg havi í fleiri ár hugsað um, at tað kundi verið stuttligt at selt nøkur barnaklæði, sum eru eitt sindur øðrvísi enn tað, tú frammanundan kanst keypa í øðrum handlum, sigur Marita Christiansen, ið hevur skift skrivstovustarv- ið á Toll- og Skattstovuni út við sín egna handil við barnaklæðum. – Um Bixin kann geva fólki størri úrval, tá tey skulu finna klæði til børnini og tey heilt ungu, so er tað gott. Eg havi so roynt at funnið klæði, ið kunnu breiðka samlaða úr- valið. Sterk og góð klæði Í fyrsta umfari leggur Bixin serliga dent á tvey fronsk merki, IKKS og Jean Bourget, men seinni kemur eisini eitt gott hollendskt merki aftrat. Vanliga verða onkur onnur merki eisini at finna í nýggja handlinum. Bæði IKKS og Jean Bourget eru annars tvey »typisk« fronsk merki. Tað vil siga, at stórur dentur er lagdur á detaljur og smá- lutir, ið gera hvørt plaggið til nakað øðrvísi og serligt. – Hóast hetta, so eru talan ikki um dýr klæði. Tey eru heldur ikki millum tey allarbíligastu, men liggja onkrastaðni í miðjuni, sigur Marita, sum ikki útihýsir, at hon sum frálíður fer at fáa sær onnur merki eisini. – Børn eru í gongd alla tíðina og hugsa ikki so nógv um, hvørjum tey eru í. Tí krevst av slíkum klæð- um, at tey tola eitt sindur av hvørjum. Hesum havi eg eisini tikið hædd fyri, tí eg vil hava klæðini at vera bæði dygdargóð og slit- sterk. Umframt at fólk sjálv- andi kunnu støkka inn á gólvið í Bixini, so ber eisini til at fáa eitt sindur at vita á heimasíðuni, www.bixin.fo Har fer eitt nú at bera til at tekna seg fyri tíðinda- brævi, ið av og á fer at fortelja um tilboð, nýggja vøru og annað. Bixin hevur telefon 32 28 28 og upplatingartíðirnar eru tær vanligu í miðbýnum í Havn: Mánadag til miku- dag frá klokkan 10 til 17.30, hósdag og fríggja- dag frá klokkan 10 til 18 og leygardag frá klokkan 10 til 14. TÍÐINDASKRIV frá Katólsku kirkjuni Hava tit onkuntíð undrast á, hvørjar fransiskanarasystr- arnar eru og hví tær eru her? Mánadagin 24. nov. kl. 19.30 í Mariukirkjuni fer systir Maria at siga frá um systrarnar og ta kvinnuna, Héléne de Chapottin, sum var stovnari teirra og sum varð sælugjørd síðsta í Róm. Aftan á verður video- filmur (á enskum) vístur. 6. januar 1877 byrjaði eitt nýtt framtak: stovnanin av nýggjari skipan í Kirkj- uni. Héléne de Chapottin, kend um allan heim undir sínum kleysturnavni, Mary of the Passion, var fødd í Nantes í Bretagne í Frak- landi í 1839. Hon var ein sterk kvinna, livandi og glað, ein kvinna, ið ikki óttaðist vandar ella tvør- leikar, og sum var slóð- brótari fyri eini nýggjari leið í Kirkjuni, ikki bara fyri seg sjálva, men fyri fleiri túsund aðrar kvinnur, sum av sínum persónliga kalli fylgja somu leið: Franciskanarasystrarnar. Ung komu skjótt úr øllum heiminum at liva og taka lut í hennara missións- fyrimynd: at boða Kristi Lív til ein líðandi heim og gera alt, ið tørvur var á, og at fara har eingin annar kundi fara. Heimurin var teirra heim. Hóast teir tvørleikar, sum fyglja við eini nýggjari byrjan, ment- ist tiltakið og hevði fram- gongd. Tá ið Mary of the Pass- ion doyði 15. nov. 1904, vóru 2.069 systrar, sum arbeiddu á ymiskum virkis- økjum í 24 londum. Í 1932 komu Franciskanarasystr- arnar til Føroya. Í løtuni eru umleið 7.712 Franciskan- arasystrar í 76 londum og frá meira enn 70 tjóðskap- um. 7 systrar eru í Føroyum av Malta, úr Írlandi, Belgiu og Corée. Mary of the Passion hevur verið og er framvegis ein fyrimynd og ein kelda til íblástur fyri systrar sínar. Øll eru vælkomin. Fransiskanarasystrar Bixin satsar upp á lekkur barnaklæði Her sæst eitt lítið úrval av klæðum frá IKKS. Bixin ger tó vart við, at ikki øll klæðini á myndini eru at finna á hillunum júst nú C M Y K 54 www.smyril-line.fo Talan er um øll størv innan cater ing: Smyril Line sóknast eftir fólki við royndum á høgum, altjóða tænastu- stigi. Tað er eitt krav, at umsøkjar- arnir duga væl enskt, hava góð samstarvsevni og duga at arbeiða undir trýsti uttan at missa yvirlitið. Heilsuprógv fyri sjófólk krevst (ikki eldri enn 2 ár). Smyril Line bjóðar størv í einum umhvørvi við góð um møguleikum fyri persónligari og fakligari menn ing. Fleiri upplýsingar fáast frá Andrias Joensen, mann- ing arleiðara, á tlf. 34 59 00 ella 34 59 78. Umsóknir og CV skulu sendast til: Smyril Line Jónas Broncksgøta 37 Postboks 370 FO-110 Tórshavn Ella við telduposti til: technical@smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Manning til Manning til NORRÖNU NORRÖNU Í sambandi við at Norröna byrjar at sigla nýggja farleið 10. januar 2004, verður við hesum søkt eftir manning. · móttøkufólk · tænarar · reingerðarfólk · fólk í kafeteria · barrfólk · kokkar · bakarar · goymslufólk HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 22.11.kl. 1830 Leygardagin 22.11.kl. 2115 Sunnudagin 23.11.kl. 1930 Sunnudagin 23.11.kl. 2215 Leygardagin 22.11.kl. 2045 Leygardagin 22.11.kl. 2400 Sunnudagin 23.11.kl. 2045 Sunnudagin 23.11.kl. 2300 Billettprísur 45,- kr. Leygardagin 22.11.kl. 1615 Sunnudagin 23.11.kl. 1715 Leygardagin 22.11.kl. 1800 Sunnudagin 23.11.kl. 1800 Leygardagin 22.11.kl. 2300 – Seinasta sýning Frumsýning Hósdagin 27.11. KOMANDI FILMUR Stórt úrval av DVD-filmum til sølu