hósdagur 30. apríl 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Val ímillum politiskar hugsjónir?
- Ja takk!
Í Føroyum er frammanundan nóg trupult
at sameina fólkið um at virka saman fyri
felags vælferð. Tann fýra dimensionelli
landspolitikkurin (samband/sjálvstýri og
vinstra/høgra) liðar jú frammanundan
sundur, men fyri tað mátti tað ikki verið
neyðugt hjá ávísum politikkarum at seta
samfelagsbólkar upp hvør ímóti ødrum,
at illgita, niðra og sáa mistreysti í fólk,
sum undir givnum umstødum gera sítt
ítasta, hava borið sín part av sparingum
og samfelagsendurreisnini og í mongum
fórum hava kýtt seg yvir evni mangan
uttan at fáa stórt annað afturfyri enn skitin
orð og niðrandi umtalu.
Her verður hugsað um tann hugburð,
sum ávísir borgarligir politikkarar, serliga
Óli Breckmann og aðrir í tí selskapinum, í
áravís hava sýnt mótvegis tí almenna sekt-
orinum, eitt nú sjúkrahúsverkinum.
Tað er fyri so vítt heilt í lagi, at eisini
sjúkrahúsini mugu tola sín náttúrliga part
av minkaðum samfelagstilfeingi, men máti
skal vera við, og hóast tað ikki hevur
skortað upp á ávarðingar, so hevur gongd-
in skeiva vegin vegna politiska líkasælu at
siga ábyrgdarloysi fingið loyvi til at koma
so langt, at t.d. Landssjúkrahúsið umsíðir
virkar meira og minni í undantaksstødu
og heilt vist verður at kollsigla so ella so,
verða ikki mGttiltøk, eitt nú meira tilfeingi
og sømiligari arbeiðskor framd, ongantíð
ov skjótt.
Seinnu árini er virkisferðin nógv økt,
samstundis sum framdar eru munandi og
áhaldandi sparingar. Tóka seingjatalið er
minkað, samstundis sum innleggingartalið
er økt fyri ikki um at tala tann ambulanta
tænastan fleirfaldað, umframt at nýggjar
arbeiðsuppgávur eru tiknar inn ella eisini
heim úr Danmark.
Tá spurningar hava verið settir, um við-
gerðin er forsvarlig, hevur leiðslan sjálv-
sagt sagt ja, ella at hon er tað enn, men...
9
Sjálvur havi eg sagt tað áður og kann
væl endurtaka, at sjálvsagt kunnu og eiga
starvsfólk at kýta seg eyka eitt neyðugt
skifti, tá tað kennist sum ein natúrligur og
neyðugur liður í einum felags taki, sum
øll varða av, og serliga um vón er framman
fyri stavn um, at tað aftur slætnar. Men
mark er hóast alt fyri, hvussu ofta og leingi
fólk orka at spíla seg út yvir evni uttan
høvi at rætta ryggin, ella um tey í lonedini
troysta sær at navn til eitt
arbeiðsavrik, sum kanska kundi og átti at
verið betri fyri brúkaran, vóru umstødur
til tess. Tá er vandi fyri, at fólk gevast á
hondum, og mangt fer í upploysn, so ella
so.
leggja
Hetta eru vidurskifti, sum kunnu vera
trupul at loysa, um tilfeingið reint faktiskt
ikki er tøkt, men tå má samstundis sigast
at vera óneyðugur steinur oman á byrdu,
tá hesi somu niðurslitnu almennu verka-
fólk samstundis fáa skotið í skógvarnar,
at tey gera meira skaða enn gagn ella bert
mjølva sína egnu køku.
Tann 2. februar í ár er forsprákari fólka-
floksins á tingi (Óli Breckmann) enn eina-
ferð úti eftir almennum starvsfólkum. sum
hann sigur „fáa løn fyri ikki at loysa mål,
tí loysa tey málini, verða tey arbeiðsleys,“
og síðani fær sum vant frá tí síðuni hvor
sítt av eyknevnum og aðrari niðrandi um-
talu, t.d. „tey hvítkitlaðu“, „tey við skúla-
taskuni“, „tey við funktionerslipsinum“.
„tey við partisanturriklæði“ o.s.fr.
Bert ein mánað seinni stóð so Strand-
ferðslan serliga fyri skotum við slíkari
mannminkandi umtalu (rottureiður og
køstadungi), at tað hevði elvt til beinleiðis
ruduleika, hevði stavnamaðurin sjálvur
ikki trekt eitt sindur í land aftur, m.a. at
tað ikki var persónliga meint. men meira
ein spurningur um ideologi! Skal hatta
lagið vera politiska åstødi fólkafloksins.
so má tað metast vera markleyst ósmædni
nú at biðja hesi somu mongu útspiltu fólk
velja seg, tíansheldur stilla so nógv alment
lønt fólk upp.
Eg minnist fyri umleið 20 árum síðani.
at eg eftir enn eina hatursferð O.B.'s spurdi
hampamannin Sundstein, hvussu teir í
verðini kundu tola ein slíkan ótanga inn-
anflokka. Ta ferðina umbar fyrrverandi
løgmaður seg við, at fólkaflokkurin var so
rúmur, at tað eisini skuldi vera pláss fyri
einum Ó.B. Seinni gjørdist umberingin jú
til tað vælkenda „bara Oli", men nú um-
síðir tykist tað eisini vera ovboðið hjá fyrrv.
løgmanni, sum beklagar mannin og hans-
ara vegna stúrir fyri undirtøku floksins á
komandi løgtingsvali.
Hevur tað leingi verið „bara Oli", so er
tað ikki longur so, av tí at maðurin, um
nakar, myndar sjálvan fólkaflokkin, er
teirra formaður á tingi og sigur í stóran
mun floksins vegna, hvar skápið skal
standa. At so nýviðsettir tinglimir í ávísan
mun bara taka upp eftir stavnamannin er
bara við til at belasta flokkin enn meira.
Ein má spyrja, hvat í verðini hetta er
fyri nakað, at blíva við at liggja og klikkja
niður á almennar stovnar og arbeiðsfólkið
har.
Gaman í finst onkur svíkur ímillum á
almennum stovnum, treyðugt so, eins og
tað sjálvandi eisini kann vera so umborð
á skipi ella aðrastaðni í privata vinnu-
lívinum, men ein eigur hóast alt at varð-
veita trúnna á, at fjøldin hóast alt ger sítt
ítasta og lyftir upp heldur enn trýstir niður.
Sjálvur havi eg einamest havt arbeiðs-
royndir innan heilsu- og skúlaverk, har eg
meti flestøll gera eitt dygdarverk og spíla
seg út, ikki minst tí at teimum dámar
arbeiðið og seta eina æru í sítt arbeiðs-
avrik. Skoðsmálini frá fremmandum
starvsfeløgum hava eisini verið rímiliga
góð. Tí kennist tað so svart, at stórur
borgarligur flokkur mest sum skal byggja
sítt politiska tilverugrundarlag á niður-
gerðing av einum so stórum parti av tí
føroyska fólkinum, sum tey í almennum
arbeiði nú einaferð mugu vera í einum
fámentum samfelag. At samanbera við
berum tølum lutfalsliga kostnaðin av al-
mennu Føroyum við onnur lond er ør-
skapur.
Ein skuldi næstan trúð, at borgarlig ikki
Nr. 80 — 30. APRÍL 1998 tíðindablaðið 11
høvdu eins
brúktu almennar tær
men tað havi g so fyri min part ikk
royndir av, kanska heldur tvørturimåt
fyrr var illa. síðani
eru samhaldsfastar, og fólk eftir førimur
gjøgnum skattin frammanundan gjalda
fyri seg
Verður áhaldandi útpíningin og niður
gerðingin av almennum
skipanin heilt sindrast. so beri eg ótta fyri
at endurreisnin gerst trupul. Eitt talandi
dómi um slíka gongd er. tá verandi bore
arliga samgonga í síni privatiseringsødi
eini handavending jarðlegði almennu utt
anlandsfarleiðina (Skotlandssiglingina). Ta
ferðina gekst skjótt og ómakaleyst at for
koma og søpla landsins (les: fólksins) ognir
burtur, men síðani hevur bara valdað sakn-
ur og ruðuleiki, samstundis sum einki
røkist fyri nakrari endurreisn. sum er nøkt-
andi fyri útflutningsvinnuna. og at meiniga
sjálvbetalandi fólkið sleppur at ferðast fyri
ein rímiligan kostnað
tænastum til. at
At endurreisa eitt møguligt sindrað al
manna- og heilsuverk verður íkki gjørt
við smartum „hovsa-endurreisnum“. san-
eringum ella ødrum hokus-pokusloysnum.
so sum tað hevur verið sætt innan fyri
ávísar partar av vinnulivinum, har tað t.d
hevur borið til í eini handavending at
broyta lóggávuna sær sjálvum til fyrimunar
at endurreisa vinnuligt fallittbúgv
Fólkaflokkurin hevur eins og aðrir part-
ar av samgonguni stóra ábyrgd sitandi á
sær av einum alsamt bæði materielt og
menniskjansligt niðurslitnum heilsuverki.
og hóast málið hevur verið næstan burt-
urtagt í verandi valstríði, so eiga teir í
evstu løtu at melda heilt greitt út fyri
veljaranum, hvat teir vilja við heilsuverk-
inum eins og ødrum almennum tænast-
um.
Plenuklipparin er longu brúktur í
ólukkumát, umsíðir slitin upp í nakka, og
á tann hátt ber ikki til at barbera meira
av.
Síðani er bert eftir at amputera deildar-
funktiónir sum t.d. heilt at sleppa teimum
sálarsjúku upp á fjall ella senda tey niður-
aftur. Tit kunnu eisini umhugsa at avskaffa
t.d. alla rúsnýtsluviðgerð við t.d. at gera
tað til eina privata (sjálvforskylta) søk
(nokk ein spesialformur fyri privatiser-
ing!). Tit kunnu seta aldursmark á rættin
at fáa knø, mjadnar, nýggjar hjartaæðrar
ella sjónina aftur ella enn betri privatisera
heila molivittið og áseta brúkaragjald. sum
fólk so kunnu trekkja frá í skatti ella
krøkja upp í vinnuligan roknskap
Jú, víst ber til at spara meira, bert hug-
flogið setur mørk, men so skulu tit opið
og ærliga fara út og fortelja veljaranum.
hvat ætlanin er, og at tit samstundis taka
ábyrgdina fyri skerdum almennum tæn-
astum.
Soleiðis bert at lata standa til og krevja
ella vænta sær alt møguligt av heilsuverk-
inum, samstundis sum tað verður svøltad
og ødrvisi niðurbundið og oman á tað heila
nidurgjørt, tað er fals, hvorki meira ella
minni.
Val imillum politiskar hug-
sjónir? - Ja takk!
Trúgva fólk hinvegin upp á eitt samhalds-
fast samfelag og vilja tryggja sær og eftir
førimuni gjalda fyri eitt forsvarligt og væl-
virkandi tænastustødi, ella hinvegin at bara
hver einsæris skal skjøtta sær sjálvum, so
skuldi tað borið til at sett krossin á réttum
staði valdagin. Gott val!
E.S. Annars áttu vit fyri rúmari tíð síðani
at havt eitt aðalorðaskiftiá tingi um al-
manna- og heilsumál, og tað eigur at vera
eitt hitt fyrsta hjá komandi landsstýris-
manni á økinum at syrgt fyri. Tað verður í
tókum tíma um ikki í seinna lagi!
Eyðun Joensen, sálarfreðingur
Gæsugeta 19, Tórshavn