Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——— Nr. 80 — 30. APRÍL 1998 Tjóðveldisflokkurin 2... 00 tíðindablaðið 23 27 kvinnur og 5 menn Ár teirra eldru At hugsa sær, um tingið var mannað við 27 kvinnum og 5 monnum. Tað havi eg mangan hugsað um. Eitt er ið hvussu er vist. Hóvdu kvinnur meira vald, varð mangan priori- terað ødrvisi, og ikki at tala um, um tær vóru tjóðveldiskvinnur. Eg fari at leggja stóran dent á viðurskiftini hjá kvinnunum, verði eg vald á ting. Fyrst av øllum mugu kvinnur- nar fáa betri sómdir á arbeiðsmarknaðinum Alvaratos! Vit kvinnur eru helmingurin av fólkinum, og so sita bara 5 kvinnur á tingi. Eingin er í landsstýri- num, og onkur hendinga situr í leiðandi starvi. I fjøl- miðlunum gongur ein riðil av monnum aftur og aftur. Við somu útbúgving taka vit okkum til takkar við låglønta skrivstovukrakkin hjå teimum. Sita har so fitt- ar og verja teir móti al- menninginum, eisini tá ið teir røkja sína uppgåvu sum best ber til, tí teir skulu vera uppi í øllum møguligum ødrum. Sama er f vinnulivinum. Har mugu vit kvinnur í fremstu rød. Tað hevði fjøltåttad vinnulívið, tí vit høvdu dugað at sæð annað enn fisk, og tað hava vit brúk fyri í ólukku máta. Og so er tað umhvørvid. Tað høvdu vit vart av øllum alvi. Vit hava skyldu at varðveita heimsins reinastå umhvørvi. Tað eru vit kvinnur, sum ganga við børnunum, eiga tey og føda tey og eru um tey fyrstu árini og t.d. tá ið tey eru sjúk. Tí eru vit av nátúrligum orsøkum frå ar- beiði av og á, og tað hóttir okkara arbeidsmøguleikar. Tí mugu kvinnurnar hava serligar sømdir, annars seta arbeiðsgevararnir okkum til viks fyri menninar, sama hvussu dugandi vit eru. Eg veit, hvat ið eg tosi um frá royndunum í fakfelagsar- beiði í 12 ár. Menninir geva okkum eingi sersøgd rættindi, teir skipa ikki fyri, so vit kunnu fáa somu trygd í vinnuni sum teir. Betri barnsburðartrygd Eg fari at virka fyri, at sett- ur verður á stovn ein grunnur at gjalda barns- burðarfarloyvi og sjúkra- farloyvi í sambandi við barnsburð fyri allar ar- beiðsgevarar, bæði al- mennar og privatar. Tað hevði verið stórur bati. Sum formaður í Peda- gogfelagnum tók eg stig til, at barnsburðarfarloyvis- grunnur varð settur á stovn fyri almenna gkið. Nógvar tjóðveldiskvinnur á tingi høvdu syrgt fyri, at somu treytir vórðu settar privata arbeiðsmarknaðinum, og somuleiðis sjúkrafarloyvi í samband við barnsburð Semilig ellisår Samhaldsfasti eftirlønar- grunnurin skal eisini koma í lag, soleiðis sum hann varð ætlaður. Tað ber ikki til, at verandi ójavni í koru- num á ellisárum skal standa við. Allir borgarar í hesum landi eiga at fáa lík- indi at leggja frá sær við sóma. Tað skylda vit teim- um fyri væl gjørt verk. Og tað er tað sama, um tú hev- ur verið stjóri ella lågløntur lønartrælur, almennur ella privatur. Somu løn fyri sam- bæriligt arbeidi Vit kvinnur høvdu eisini syrgt fyri somu løn fyri sambæriligt arbeidi — eg hugsi um útbúgvingar- longd, ábyrgd og uppgáv- ur. Tá hevði tað ikki longur verið galdandi, at har sum kvinnur eru, har er valdið ikki, og har sum valdið er, har eru kvinnurnar ikki. Verði eg vald, fari eg at stríðst fyri góðum arbeiðs- umstødum og góðum ar- beidsumhvørvi við avbjóð ingum og menningar- møguleikum. Tað skal vera spennandi og stuttligt at gera eitt gott arbeiði. Soleiðis, høvdu vit kvinnur sett okkara dám á samfelagsgongdina, og tað hevði sæst aftur allastaðni í samfelagnum. Vit hugsa longu: enn til løtuna ið er Tá høvdu eisini fiskastovn- arnir verið røktir, og menninir og børnini høvdu fingið eitt betri samfelag at liva í. Tað eri eg sannførd um, og tað man eisini eitt- hvert mannfólk sanna, sum nakar maður er í. Har sum valdið er, eru kvinnurnar ikki, og har sum kvinnurnar eru, har er valdið ikki! Saman kunnu vit gera nakað við henda 6sømiliga ójavna. Hildur Patursson, valevni Tjóðveldisfloksins Teir trútta um skatt Teir mødast ikki, fólka- floksmenninir. Serliga ikki Oli Breckmann. Teir trútta niður í fólk, at Tjóðveldis- flokkurin — av berari órein- heit — píndi og plágaði fólk við skatti fyri nøkrum árum síðani. Eg skal gera nakrar við- merkingar til hesar pástand- ir. Atrokandi tiltøk I apríl 1993 stakk Fólka- flokkurin í sekkin og rymdi úr Tinganesi. Vit, sum tóku við eftir teir, funnu millum mangt annað órudd eina nygjørda avtalu við donsku stjórnina um at bøta ta figgj- arlóg, sum var í gildi, við 60 miljónum alt fyri eitt. Men nakað uppskot um, hvussu henda fólkafloksav- tala skuldi fremjast, funnu vit ikki. Tí var neyðugt at finna eina loysn í bráð- skundi, og tað gjørdu vit. Ma. var neyðugt at hækka meirvirðisgjaldið tvey pro- sent — aftrat teimum 23 pro- sentunum, sum Fólkaflokk- urin hevði lagt á saman við Javnaðarflokkinum. Afturgongdin helt fram, og árið eftir varð aftur neyðugt at finna pening fyri at avmarka undirskotið á fíggjarlógini. Framdar vórðu so hesar loysnir: Eitt fíggjarognaravgjald upp á 1,9% varð sett í gildi fyri avmarkaða tíð. Tað skuldi bert vara í eitt ár, men landsstýrið, sum kom aftan- á,longdi tað, tó lækkað. Fíggjarognaravgjaldið varð tikið av tí vinningi, sum fólk og feløg fingu av innistand- andi í føroyskum peninga- stovnum. Tá neyðugt var at taka so nógv inn eyka, var tað ikki meira enn rímiligt, at júst hesi fólk og feløg bóru ein hampiligan part av byrðuni, tí tað vóru jú allir landsins borgarar, sum løgdu rygg til at bjarga teirra innistandandi. Haraftrat varð ein so- neyndur lønhæddarskattur settur í gildi. Henda skatt rinda peningastovnarnir — ikki einstaklingar og ikki feløg. Skattastigin varð eisini broyttur nakað fyri tær hægstu inntøkurnar. Meirvirðisgjaldið Hesi nevndu tiltók góvu umleið 200 miljónir tilsamans. So kunna vit spyrja, hvaðani = Fólkaflokkurin hevði tíkið hesar 200 miljónirnar, um hann ráddi fyri borgum? Tað er ikki ilt at ímynda sær. Fólkaflokk- urin hevði - hækkað meirvirðisgjald- ið 10-15%, og haraftrat hevði hann - lagt ein sokallaðan løn- takaraskatt á fólk, ein tanki, sum teir spældu sær nógv við. Løntakaraskattur merk- ir, at eykaskattur skuldi bert leggjast á løntakarar og ongan annar — bert á fiski- menn, arbeiðsmenn, ar- beiðskvinnur, starvsfólk, krambúðarfólk og onnur, sum fáa løn og ikki liva av vinningi. Sørur hevur Fólkaflokk- urin tó ikki verið, tá talan er um nyskipanir á skatta- økinum. Meirvirðisgjaldið er hansara ogn, og Fólka- flokkurin eigur heili 23% av teimum 25%, sum meir- virðisgjaldið er. Uppgongutíð Tey tungu tøk, sum Tjóð- veldisflokkurin saman við ødrum tók í 1993-94, legði lunnar undir ein tryggari fíggjar- og búskaparpoli- tikk. Undirskotið á fíggjar- lógini minkaði heilt nógv, handils- og gjaldsjavnin batnadu, og tað er hetta, sum saman við natúrgivn- um umstødum hevur ført til, at vit hava havt uppgongu- tíð í Føroyum hesi seinastu árini. Fólkaflokkurin er sloppin -at umsita uppgongutíðina. Hvussu væl ella illa hann hevur dugað tað, kann hver einstakur gera sær sínar tankar um. Men eitt er vist: tað er lættari at sita á einum kassa, sum tað ber til atgjara út av, enn einum skralltóm- um kassa. Finnbogi Ísakson - ST avgjørdi 1992 at 1999 skuldi verða år teirra eldru. Og avgerðin hjá ST byggir m.a. á, at eldraárið skal verða ein byrjan til og ein liður í royndunum at skapa javnvág millum allar ald ursbólkar. Og undiryvir- skriftin undir ár teirra eldru ljóðar: Avegis einum sam- felag fyri øllum aldursbólk- um. Lítið er at ivast í, at 1999 verður eitt spennandi ár fyri nógv gomul, at teirra sek fer at verða bæði væl og virði- liga lýst. Tó haldi eg, at vit eiga ikki at gloyma støduna hjá okk- ara gomlu anno apríl 1998, og eg trúgvi eisini, at annað og meira enn útlitini til år teirra eldru 1999 skal til, um okkara eldru skulu fáa eitt virðiligt lív. Figgjarlig vidurskiftini Øll gomul fólk eru sjálvsagt ikki í somu stødu, men hjá nógvum eru fíggjarligu við- urskiftini alt annað enn góð. Inntøkan er so låg, sum hon kann vera. Og nógv fólk sita í alt ov stórum og ov dýrum húsum. Tjóðveldisflokkurin hevur fyrr í hesum valstríðnum víst á tørvin at hækka lívsvirð- ini hjá okkara gomlu og sjúku við at veita teimum tænastur, sum fyribyrgja 6- vissu og einsemi. Men flokkurin er sjálvsagt eisini varugur við óhepnu fíggjar- ligu støðuna hjá mongum føroyskum pensionisti. Inntøkan hjå einum før- oyskum pensionisti er helvt- in av henni, pensionistar f bædi Danmark og Islandi fåa. Hartil fåa pensionistar aðrastaðni so nógv betri sømdir við ókeypis tæn- astum ella lækkaðum gjøldum. Tað snýr seg um sjónvarps- og útvarpsgjald, húsa- og biltryggingar, heili- vágur og annað. Okkara pensionistar fáa einki ókeypis og gjalda t.d. fulla trygging. Aðrastaðni er langt síðan komið undir land við at út- vega pensionistum høgligar og bíligari íbúðir heldur enn stóru og dýru húsini. Her heima er tíbetur komið gongd á hetta mál, og er Húsalánsgrunnurin ein týdn- ingarmikil partur í hesi søk Tó er stødan ósvitaliga tann í april 1998, at før- oyskir pensionistar hava ein nógv lægri livifót enn pen- sionistar í hinum norður- lendsku londunum. Kanska er livifóturin hjá størsta part- inum av okkara pen- sionistum meira enn dupult so lágur enn hann er hjá hinum. Hægri livifót Tað er tí mál Tjóðveldis- floksins, at føroyskir pen- sionistar skulu stevna inn i ár teirra eldru við einum ein- um hægri livifóti. Tað vil siga við hægri pension og munandi lækkaðum kostn- aði fyri so at siga allar tæn- astur. Flokkurin heldur eis- ini, at enn meiri gongd skal fáast á at byggja íbúðir til pensionistar, tí lánspening- urin er tøkur í Íbúðar- og Húsalánsgrunninum til at byggja fyri tær fyrstu 250 milliónirnar. Tjóðveldisflokkurin er greiður yvir, at tað altíð snýr seg um at prioritera við al- mennum pengum. Um tað so snýr seg um einar Før- oyar í ríkisfelagsskapi ella einar frælsar Føroyar. Men flokkurin ásannar tað neyð- uga í at prioritera okkara gomlu. Og at henda pri- oritering skal skiljast sum ein liður í royndunum at skapa einar frælsar Føroyar ul eitt samfelag fyri allar aldursbólkar. Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður Munur á at telva og spæla ludo Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard hava svikið so dyggiliga í bankamálinum, at allikavæl føra teir seg hetostratiskt fram sum um onki var hent. Jú tit báðir, nógv er hent — og nógv er flent, frá danskari síðu. Aðrenn fólkatingsvalið vístu oll, at Oli Breckmann fór at studla eini borgarlig- ari danskari stjórn. Hetta spældi honum øll kort av hondini at tæna iøroyskum áhugamálum, ti ið á stóð eftir tepra úrslitið í danska fólkatingsvalinum. Men Jóannes Eidesgaard, sum sanniliga sat í eini lykla- stóðu valkvøldid, hevði illa nokk fingið boðini um at hann var valdur fólkatings- maður, tá hann bokstaviliga bar Nyrup inn á Amalien- borg har hann kunngjørdi fyri drotningi, at sosial- demokratiska stjórnin helt fram. Joannes Eidesgaard uppdagði sjálvur brølaran longu dagin eftir, men tá var ov seint. Borðið fangaði, Nyrup hevði handlað, systurflokkurin i Føroyum hevdi sum ikki eina ferð forert honum kleyvarfrúgv Bert spell, at danir altíð sleppa at telva, meðan okk- ara føroysku umboð spæla LUDO Olavur Rasmussen Tjodveldisflokkurin