Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 5 Løgmaður svikaði tilvitað fyri eina lítla millión, tá hann var bókhaldari á Frost- virkinum í Norðdepli. Tað staðfestir bókin »Skjót journalistin«. Anfinn Kallsberg fuskaði við tølum, so hann fekk flutt 912.000 krónur til síni egnu feløg. Tað var ikki ein feilur, tí hann mátti handla í tveim- um støðum fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Goymslan skuldi hækkast við fiktivum fiski, so hann kundi flyta sær sjálvum pen- ing. Ein semja bjarg- aði Kallsberg KREATIVT BÓKHALD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Goymslan var uppskrivað við at broyta tøl á goymslu- listanum, og flytingar vórðu gjørdar fyri 912.000 krónur til feløg, sum An- finn Kallsberg varaði av. Tað er niðurstøðan í bók- ini »Skjót journalistin«, sum Grækaris D. Magnus- sen og Øssur Winthereig hava skrivað. Fortíðin hjá løgmanni hevur ligið sum eitt teppi undir føroyskum politikki. Spurningurin er, um tað teppið nú verður skrykt undan løgmanni. Ella um politiska skipanin kann liva við, at løgmaður hevur eina ivasama fortíð, sum hann ikki hevur sagt allan sannleikan um. Málið er ikki nýtt. Tað hevur verið frammi, at alt ruggarði ikki rætt, tá ið Anfinn Kallsberg var bók- haldari á Frostvirkinum í Norðdepli. Men ein semja bjargaði honum tá. Hann viðgekk, at »feilir« vóru hendir, og Anfinn Kalls- berg, sum tá var vorðin landsstýrismaður, játtaði at afturrinda 912.000 krónur, sum hann hevði flutt frá Frostvirkinum til egin feløg. Tað nýggja er, at bókin »Skjót journalisin« leggur Anfinn Kallsberg undir tilvitað at hava rættað tøl til egnan fyrimun. Kreativ bókføring fyri 912.000 krónur. Ella undandráttur fyri oman fyri 2 milliónir krónur í dagsins peningi. Næstu dagarnar fara at svara, um politiska skipan- in kann liva við tí. Men hvat hendi í grundini á Frostvirkinum í árunum frá 1977 til 1982? Vit fara aftur í tíðina við bókini »Skjót journalistin«. Aktivur bókhaldari Anfinn Kallsberg var bók- haldari á virkinum Frost- virkið í Norðdepli árini frá 1977 til 1982, tá hann gjørdist landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin. Jason Jo- hannesen var stjóri á virk- inum, sum Viðareiðis og Hvannasunds kommuna áttu í felag. Anfinn Kalls- berg var eisini bókhaldari og reiðari í partafeløgunum Samogn og Rivinum, sum róku skipini Rivkolla og Sundenni. Hann var eisini borgarstjóri í Viðareiðis kommunu. Jason Johannesen hevði leingi illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt. Frost- virkið gekk væl, men tað kastaði einki av sær. Stjórin kannaði skjølini, men hann fann kortini einki prógv um óreglusemi. Hann var kort- ini so vísur í síni søk, at hann ikki vildi halda fram at samstarva við Anfinn Kallsberg. Nevndin vildi ikki siga bókhaldaran úr starvi, so stjórin fór sjálvur í juli 1982. Í hansara stað kom Niels Dann West. Horvin ringbind Niels Dann West fór at kanna viðurskiftini, og hann gjørdist beinanvegin varugur við, at goymslan var óvanliga stór á Frost- virkinum. Tað varð lykilin til avdúkingina. Hetta var áðrenn teldutíð- ina, og Jason Johannesen skrivaði alt við hond. Hann nýtti kalkerpappír. Setti av- ritini av goymslulistanum í eitt ringbind og gav bók- haldaranum upprunaskjal- ið. Bókhaldarin roknaði síðan út, hvussu stór goymslan var. Tað var í hesum útrokningum, at bókhaldarin varð fangaður í at hava svikað. – Kanna ringbindini, vóru boðini frá Jason Jo- hannesen til nýggja stjóran, men tá ið Niels Dann West fór at leita í bókahillini, vóru ringbindini horvin. Jason Johannesen var illa við, tí nú peikar alt á, at hann hevði skrivað skeivt. Hann boðaði tí frá, at kem- ur hansara navn fram í sambandi við óreglusemi, so meldar hann bókhaldar- an, tí hann er samførdur um, at tað er Anfinn Kalls- berg, sum hevur fuskað við tølunum. Men so kemur fyrrver- andi stjórin at hugsa um kolonnubøkurnar. Tað var einki krav um at føra kol- onnubøkur, men onkurs- vegna hevði Jason skrivað niður tað, sum varð fram- leitt, og tað, sum varð av- skipað. Jason Johannesen bað Niels Dann West kanna bøkurnar, og tað skuldi bjarga honum. Eingin ivi er longur um, at tað er fuskað. Sjón fyri søgn Niels Dann West finnur kolonnubøkurnar, og tá er sjón fyri søgn. Goymslu- listarnir eru broyttir í mun til kolonnubøkurnar. Í summum førum er so stór- ur munur á tølunum, sum Anfinn Kallsberg hevur brúkt og tey í bókini, at okkurt álvarsligt er áfatt. Eftir nærri granskingar sæst, at í fleiri førum eru kilotølini broytt. Nøgdin á hýsu verður broytt frá 1.160 kilo til 11.160 kilo. Tað er eitt økt virði á 235.000 krónur. Soleiðis eru fleiri dømi um, at 1-tøl eru sett framman fyri talið, sum Jason hevur skrivað. Jason er skelkaður. Hann sær, at tølini líkjast nógv hansara egnu, men tey víkja frá kortini. Anfinn Kallsberg vildi ikki viðganga, at hann hevur broytt tølini fyri at hækka virðini á goymsluni. Hann royndi at geva Jason Johannesen skyldina; at tað skuldi vera Jason, sum hevði fiksað tølini, stendur í bókini »Skjót journalistin«. Nevndarformaðurin hótti við at tilkalla ein grafolog, men so langt kom tað ong- antíð. Avrátt var at biðja grannskoðaravirkið Carl Wilhelm Weihe kanna tilf- arið. Um somu tíð gerst Anfinn Kallsberg lands- stýrismaður við fiskivinnu- málum. Svik fyri millión Meðan Anfinn Kallsberg situr í Tinganesi, fara grannskoðarar at kanna fortíðina hjá landsstýris- manninum. Roknskapurin hjá Frostvirkinum verður gjøgnumgingin, og bók- haldið hjá partafeløgunum Samogn og Rivinum verður samanborið. Farið verður bara eftir skipunum, har Anfinn Kallsberg er reiðari. Kanningararbeiðið av- dúkar bæði álvarsamt ósketni og tað, sum hevði itið svik, um rætturin var sloppin at tala. Nú síggja granskoðararnir, hvussu leikur er farin. Virðið á goymsluni er hækkað við 840.000 krón- um. Á hendan hátt hevur meiri peningur verið tøkur hesi árini. Tað hevur borið til at brúkt av kassakreditt- inum, tí sambært bókhald- inum, sum Anfinn Kalls- berg hevur gjørt, er virðið til staðar á goymsluni. Hendan møguleika brúk- ar hann. Pengar eru fluttir til feløgini, sum Anfinn Kallsberg er reiðari fyri, og ilt er at síggja, at talan er um feilbókingar. Talan er ikki um smá- pengar. 614.737 krónur eru fluttar til P/F Samogn. Og í sama tíðarskeiði eru fluttar 297.445 krónur til P/F Rivið. Í alt er talan um 912.183 krónur, sum óregluliga eru fluttar til feløgini, har Anfinn Kalls- berg er reiðari. Skjøl upp á flytingarnar eru ikki at finna og heldur eingir avreiðingarseðlar. Gyrdur í brøkur Anfinn Kallsberg er gyrdur í brøkur. Men hann verður ikki meldaður. Kanningarnar eru lidnar 9. januar 1984. Kallað verð- ur til fundar, har umboð fyri Grannskoðarafelagið leggja skelkandi tølini fyri nevnd og stjórn á Frostvirkinum. Goymslan er uppskrivað og flytingar eru gjørdar til feløgini hjá bókhaldaranum. Avgjørt verður at fáa Anfinn Kallsberg, sum nú er landsstýrismaður, at rinda pengarnar aftur. Eitt notat verður skrivað, har sagt verður, at »...feilir hava verið í roknskapinum 1977-81«. Anfinn Kallsberg verður tilkallaður. Hann ber seg fyrst undan, tí hann situr í fiskivinnusamráðingum, men álvarin gongur upp fyri hann, og hann kemur á skrivstovuna hjá Carl Vilhelm Weihe. Úrslitið verður lagt fyri hann. – Eg dugi ikki at síggja annað enn, at hetta eru ting, sum mugu rættast, sigur hann, og teir skriva undir notatið, har tað stendur, at P/F Samogn og P/F Rivið skulu rinda pengarnar aftur. So skuldi tað málið verð- ur úr verðini. Men tað blívur við at spøkja. Skuldseting- arnar hanga javnan í luftini, men eingi prógv koma fram. Til bókin »Skjót journ- alistin« kemur á gøtuna tann 1. desember 2003. Fortíðin hevur fingið Anfinn Kallsberg aftur. Fortíðin fær løgmann aftur ÓLAVSØKA 2002. Løgmaður setir samgonguna upp á spæl fyri at bjarga sínum umdømi. Beint áðrenn gudstænastuna tekur Tórbjørn Jacobsen, sum legði løgmann undir ikki at kenna mun á egnum og annara, orðini í seg aftur. Samgongan verður bjargað, og løgmaður kann smírast á veg niðan í Løgtingið. Høgni Hoydal sær meiri álvarsamur út. Anfinn Kallsberg kundi halda ta longru røðuna, tí Tórbjørn Jacobsen bakkaði Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4