týsdagur 2. desember 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
7
Fólkaflokkurin tekur tað róligt
Løgmaður umber seg við arbeiðsplássum
Formaðurin í ting-
bólkinum hjá Fólka-
flokkinum, Óli
Breckmann, sigur, at
flokkurin hevur ong-
ar ætlanir um hoppa
eftir hjá pástandun-
um hjá Øssur
Winthereig og Græk-
aris Magnussen um
skjalafalsanina hjá
løgmanni
LØGMANSNOTATIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Flokkurin hjá løgmanni,
Fólkaflokkurin, er ikki
tikin á bóli av niðurstøðun-
um í bókini, Skjót journal-
istin, um fortíðina hjá løg-
manni. Formaðurin í ting-
bólkinum, Óli Breckmann,
sigur, staðfestingin hjá Øss-
ur Winthereig og Grækaris
Magnussen um skjalafalsan
er ikki annað enn ein
pástandur hjá tveimum
journalistum.
– Tað er væl teirra orð, og
vit í Fólkaflokkinum hava
ongar ætlanir at hoppa eftir
Øssur Winthereig og Græk-
aris Magnussen, teirra pá-
standum. Teirra pástandur
má væl standa sína roynd,
og halda vit, at tað er
grundarlag fyri eini injurie
sak, so umhugsa vit tað,
sigur Óli Breckmann.
Hann leggur tó afturat, at
Fólkaflokkurin hevur ikki
viðgjørt spurningin, og
flokkurin tekur tað púra
róligt.
– Hatta málið er tugt og
jabbað leingi, og nógvar
royndir hava verið gjørdar
fyri at staðfesta henda iva,
men tað er ikki eydnast
enn, og eg dugi ikki at siga
tær, um tað nú er eydnast,
greiðir formaðurin í ting-
bólkinum hjá Fólkaflokk-
inum frá.
Óli Breckmann vil einki
siga um hvørjar avleiðing-
arnar eiga at verða, um tað
vísir seg, at føroya løgmað-
urin hevur svikað, tí hann
heldur tað er ein púra hyp-
otetiskur spurningur.
Kemur
staðfestingin
óvart á teg?
Nei slett ikki, tí hasir
báðir fýrarnar júst arbeiða
fyri at finna saftigar søgur,
sigur hann.
Ikki diskuterað
Óli Breckmann sigur, at
Fólkaflokkurin hevur ikki
diskuterað, hvussu flokkur-
in ætlar at viðgera málið
um fortíðina hjá Anfinni
Kallsberg.
Hvussu langt kann leiðsl-
an í Fólkaflokkinum geva
seg, um tað tað vísir seg, at
journalistarnir hava hald í
sínum máli?
– Í bókini er tað sannleik-
in sambært Øssur Winther-
eig og Grækaris Magnus-
sen sum verður lagdur
fram, og eg vænti ikki har
er nógv meira, enn tað vit
hava hoyrt um málið í ein
fjóðringsøld,
men
lat
okkum síggja um talan er
um annað enn sensations-
journalistik.
Møguliga
kann bókin vísa á, at tað var
eitt ella annað tá. Vanlig
mannagongd var, at virki
og skip hoyrdu saman, og
hatta var ein neyðartíð, har
man royndi sum frægast,
sigur Óli Breckmann.
Kann føroya fólk liva við
einum løgmanni, sum hevur
skjalafalsað?
Tað veit føroya fólk best
sjálvi, og tey hava verið
nøgd við hansara arbeiði
seinastu fimm árini, og tey
mugu tí í góðari grund hava
álit á manninum, sigur Óli
Breckmann at enda.
Løgmaður sigur, at
málið um feilbóking-
arnar í Norðdepli, er
fyri hansara við-
komandi avgreitt fyri
20 árum síðan. An-
finn Kallsberg við-
gongur kortini at
nakað óregluligt fór
fram á Frostvirkinum
LØGMANSNOTATIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Løgmaður sigur bart út, at
málið um óregluligu bók-
ingarar í Frostvirkinum í
Norðdepli, er fyri hansara
viðkomandi avgreitt fyri
tjúgu árum síðan. Hann
vísir á, at tað er ómøguligt,
at gera stórvegis viðmerk-
ingar til eina bók, hann ikki
hevur lisið.
Tað er kortini nakað sum
bendir á, at hann viðgong-
ur, at nakað óregluligt fór
fram.
– Tað sum fór fram var, at
skip og virki vóru involver-
aði og spurningurin var at
útvega likividitet til útbetal-
ing av lønum og likividitet
til at dríva skipini, so virkið
fekk fisk at virka, greiðir
Anfinn Kallsberg frá.
Ein útlegging av við-
merkingini hjá løgmanni,
kann verða, at orsøkin til
feilbókingarnar var, at tað
var fyri at tryggja arbeiðs-
pláss í Norðdepli.
Er hetta orsøk nokk til at
broyta roknskapin?
– Sum eg havi sagt, so er
málið fyri mítt víðkomandi
avgreitt, tá notatið varð
skrivað, og eg síggi onga
orsøk at fara inn í tað aftur.
Sum sagt er samanhang-
urin, at vit royndu fáa virki
og skip soleiðis, at eingin,
hvørki arbeiðsfólk ella hýr-
ur, ikki fingu sítt útgoldið,
sigur løgmaður.
Tók sjálvur ábyrgd
Í bókini, Skjót journalistin,
kemur eisini fram, at løg-
maður hevur roynt at givið
fyrrverandi formanninum á
Frostvirkinum, Jason Jo-
hannesen, skuldina fyri
feilbókingarnar, sum vóru
gjørdar. Hesum vísir An-
finn Kallsberg staðiliga
aftur.
– Hatta er púra burtur
við, tí eg havi ikki givið
nøkrum øðrum skyldina, tí
ábyrgdin var mín og eg tók
hana á meg, tá eg undir-
skrivaði notatið, sigur løg-
maður.
Hann sigur, at málið um
fortíðina hjá sær hevur
fleiri ferðir verið frammi,
og at fólk vita full væl, hvat
fór fram.
– Løgreglan valdi ikki at
gera nakað við málið tá, og
eg havi síðan verið seks
ferðir
uppstillaður,
og
fólksins dómur hevur verið
greiður Eg ætli mær ikki at
komentera málið meir. Eg
kann leggja afturat, at bók-
in er skrivað av tveimum
journalistum, sum ongantíð
hava kontaktað meg, og
meira hava eg ikki at siga
til tað, sigur Anfinn Kall-
berg at enda.
Løgmaður sigur, at málið um
óregluligu bókingarar á
Frostvirkinum, er fyri
hansara viðkomandi avgreitt
fyri tjúgu árum síðan. Hann
ber seg kortini undan við, at
feilbókingarnar vórðu
gjørdar fyri millum annað at
varðveita arbeiðspláss.
Mynd: Savnsmynd
Tingformaðurin í Fólka-
flokkinum, Óli Breckmann,
sigur at Fólkaflokkurin tekur
tað púra róligt. Flokkurin
hevur ongar ætlanir um at
hoppa eftir pástandunum hjá
Øssur Winthereig og
Grækaris Magnussen, sum
hann málber seg
Tjóðveldis-
flokkurin
kúrrur
Hvørki formaðurin í
Tjóðveldisflokkinum,
Høgni Hoydal ella
tingmaðurin, Tór-
bjørn Jacobsen vilja
gera stórvegis við-
merkingar til stað-
festingnar um skjala-
falsanina hjá løg-
manni. Tórbjørn Jac-
obsen sigur kortini, at
tað kemur ikki heilt
óvart á hann
LØGMANSNOTATIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Rokið um fortíðina hjá løg-
manni, Anfinni Kalsberg,
kom aftur fram í ljósmála í
fjørsummar, eftir eitt hvass-
orðað lesarabræv frá tjóð-
veldistingmanninum, Tór-
bjørn
Jacobsen
í
fjør
summar.
Orðingin "Ringt er at
liva við einum løgmanni og
einum fiskimálaráðharra,
sum orsaka av eini gloymd-
ari fortíð, har ilt var at
skyna á mørkunum ímillum
eins egna og annara, ikki
kundu sitið í stjórn í nøkr-
um øðrum landi heimin-
um", setti veruliga eld í
føroysku
fjølmiðlarnar,
sum aftur fóru at grava í
fortíðini hjá løgmanni.
Fólkaflokkurin vildi ikki
góðtaka skuldsetingarnar
hjá Tobba, og málið gjørd-
ist samgongumál, sum ikki
varð loyst fyrr enn á Ólav-
søku. Í bókini Skjót journ-
alistin verður skuldsetingin
hjá Tórbjørn Jacobsen um
gloymdu
fortíðina
hjá
løgmanni staðfest.
Ikki óvart
Tórbjørn Jacobsen sigur, at
skjalafalsanin kemur ikki
heilt óvart á hann, og hann
hevði allarhelst ikki nevnt
fortíðina hjá løgmanni í
lesarabrævinum, uttan at
hann hevði grundaðan mis-
tanka. Tórbjørn vil kortini
ikki gera stórvegis við-
merkingar til, hvørjar av-
leiðingarnar av skjalfalsan-
in hjá løgmanni eiga at fáa.
– Tað mást tú spyrja for-
mannin í flokkinum um, tí
málið er eitt floksmál, sum
ein og hvør tingmaður ikki
kann úttala seg um, sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Hevur tú onga persónliga
meining um, hvør avleið-
ingin skal verða?
Jú, men tað er ikki altíð
at tær persónligu meining-
arnar kunnu koma út,
áðrenn tær eru samskipaðar
í flokkinum. Eg fái heldur
ikki úttalað meg áðrenn
bókin kemur út, sigur tjóð-
veldistingmaðurin.
Onga viðmerking
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum, Høgni Hoydal,
er rættiliga avgjørdur, tá vit
greiða honum frá, at løg-
maður, sambært bókini
Skjót journaslistin, hevur
skjalafalsað.
Kunnu tit sum flokkur
liva við tí?
Eg havi onga viðmerking
yvirhøvur, tí eg havi onga
bók sæð.
Hvørjar eiga avleiðing-
arnar at verða?
Eg kann einki siga yvir-
høvur, tí eg sum sagt ikki
havi sæð bókina. Tað ein-
asta, eg veit er, at Tjóð-
veldisflokkurin hevur fing-
ið eitt bræv frá Fólkaflokk-
inum um bókina.
Ætla
tit
at
svara
brævinum?
Nei tað ætla vit ikki, og
skilji heldur ikki hvat enda-
málið er við brævinum, og
hví
tjóðveldisflokkurin
skuldi dragast inn í málið.
Tegir
Tjóðveldisflokkurin hevur
eftir øllum at døma valt
tann tigandi leiklutin. Í
øllum førum í fyrstu atløgu.
Til bókin er tugd og tannl-
að. Sjálvur sigur løgmaður,
at hann framdi óregluligu
flytingarnar fyri at bjarga
sínum skipum og harvið
arbeiðsplássum. Hann vísir
til semjuna, har honum
varð álagt at rinda lítlu
milliónina aftur og vil ikki
siga meira.
Spurningurin er, hvat
Tjóðveldisflokkurin kann
liva við. Hann hevur gjørt
tað til sítt vørumerki at tosa
um reinføri í føroyskum
politikki og álitið á polit-
isku skipanina.
Eitt er, at løgmaður hevur
gjørt mistøk – tilvitað ella
ei – í síni fortíð. Kanska
kann Tjóðveldisflokkurin
liva við tí. Men kann hann
góðtaka, um Anfinn Kalls-
berg hevur sagt ósatt um
viðurskiftini á Frostvirkin-
um, meðan hann hevur ver-
ið løgmaður? Og at hann
setti samgonguna upp á
spæl fyri at bjarga sínum
umdømi? Tað fara næstu
dagarnir at vísa.
Tað var Tórbjørn Jacobsen,
sum setti eld í málið um
fortíðina hjá løgmanni aftur
við einum hvassorðaðum
lesarabrævið í fjørsummar.
Nú skuldsetingin hjá honum
verður staðfest í bókini, Skjót
journalistin, hevur hann
kortini ikki stórvegis
viðmerkingar til málið.
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
7
6
Eg elski at sita her
samman við Sofíu
og drekka ein kop av kaffi,
men hevði eg bara haft
mína teldu við mær.
Eg fekk eitt hugskot…
Ynskjur tú at gerast teldunørd?
- men orkar ikki at fara undir bert ástøðiliga útbúgving?
So hevur tú møguleikan nú at fáa eina meira verkliga telduútbúgving...
Vit bjóða tær fjølbroytta útbúgving, har tú hevur møguleika at arbeiða sum t.d. mennari (udvikler),
sniðgevi (designer) ella KT-ráðgevi (systemkonsulent). Útbúgvingin skiftir millum skúla og starvsvenjing.
NetStarv er ein 16 mánaðar long útbúgving. Hugsanin er at nýta tøknina, soleiðis at luttakararir
kunnu leggja orku í at verða kappingarførir á arbeiðsmarknaðinum.
Áhugaði kunnu venda sær á tlf. 350070 ella 211135.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 9. desembur 2003 kl. 16.00.
Málbólkur
Serliga ætlað fólki, ið í størri
ella minni mun eru førleika-
tarnaði, sum hava eina mið-
náms og/ella víðari útbúgving
ella aðrar javnbjóðis royndir.
Hóast brekið hava góð útlit
til at røkja eitt arbeiði fulla
tíð innan eitt nú KT-vinnuna.
Endamál
Málrættað útbúgving til
óstuðlað arbeiði á ávísari
fyritøku, t.d. sum mennari,
formgevi ella KT-ráðgevi.
Starvsvenjing
Útbúgvingin er verklig.
Umleið helvtin av tíðini er
starvsvenjing á eini fyritøku.
Innihald
Eftir gjølla ástøðiliga læring,
skulu luttakararnir gera seg
serkønan á ávísum økjum,
t.d. dátugrunnum, sniðgeving
og interaktiviteti. Útbúgvingin
skiftir millum undirvísing og
starvsvenjing.
www.alv.fo
s t e p h a n s s o n s h ú s