týsdagur 6. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÚF og Pegasus farin í samstarv
Útvarp Føroya hevur gjørt avtalu við
Studio Pegasus í Klaksvík, um at
fyritøkan skal gera sending fyri ÚF
fýra tímar hvørt sunnukvøld
SVEINUR TRÓNDARSON
& JAN MÜLLER
Fríggjadagin gjørdu Jógvan
Jespersen, stjóri í ÚF, og
Steintór Rasmussen, stjóri
í Studio Pegasus, sam-
starvsavtalu, sum inniber, at
Studio Pegasus, hetta til
endan av august mánaði, fer
at senda fyri ÚF fýra tímar
hvørt sunnukvøld.
Byrjað varð longu sunn-
ukvøldið, nú Norðoya-
stevna varð í Klaksvík um
vikuskiftið.
Jógvan Jespersen, stjóri í
ÚF, sigur við Sosialin, at
hetta samstarvið, sum er
gjørt millum ÚF og Studio
Pegasus, er eitt royndarsam-
starv, sum í fyrsta umfari fer
at ganga til endan av august
mánaði.
- Vit fáa nógv tilboð um
freelance sendingar millum
ár og dag, men í hesum føri
hava vit valt at fara inn í
eitt royndarsamstarv, tí til-
boðið var skilagott, sigur
Jógvan Jespersen.
Hann vísir á, at uppskotið
hjá Pegasus vísti beinleiðis
til, hvussu sendingarnar
skuldu setast saman og ger-
ast, og tí var tað serliga á-
hugavert.
Jógvan Jespersen sigur
annars, at ÚF er farið inn í
samstarvið við tí í huga, at
samstarvið skal fíggjast við
lýsingum og eykainntøkum.
Av tí at so stutt er fráliðið
hevur tað tí ikki hevur borið
til at fáa allar eykainntøk-
urnar upp á pláss. Kortini
hevur ÚF valt at byrja sam-
starvið longu nú.
Men er so ikki samstundis
ein vandi fyri, at tit taka eks-
istensgrundarlagið undan
bløðunum?
- Tað er møguligt, men
hatta er eitt úrslit av nýggju
lógunum, sum vit arbeiða
undir, og tá vit samstundis
skulu fíggja raksturin hjá
stovninum við lýsingum og
spæli, so kunnu vit ikki gera
tað øðrvísi, sigur útvarps-
stjórin.
Spurdur um tað ikki er ov
galið, at Rás 2 skal vera
orsøkin til, at Útvarpið fær
sær tað, sum minnir um eina
lokalredaktión í Klaksvík,
sigur Jógvan Jespersen, at
soleiðis sær hann tað ikki.
- Í okkara føri eru umleið
40 prosent av tilfarinum,
sum verður sent, gjørt av
freelancarum, so tað er ikki
tí, at Rás 2 er komin, at vit
gera hesa avtaluna, sigur
Jógvan Jespersen, stjóri.
- Monopolið varð avtikið
við nýggju lógini um kring-
varp, og vit eru í ferð við at
tillaga okkum til nýggju
umstøðurnar, sigur Jógvan
Jespersen, sum leggur aft-
urat, at umstøðurnar hjá Út-
varpinum at gera avtalur við
freelansarar eru avmarkað-
ar, tí búskapurin hjá stovni-
num er spentur.
Lønarsamráðingarnar
seinast endaðu við eini løn-
arhækking, sum eftir øllum
at døma gjørdist tung fyri
Útvarpið. Tí má peningurin
finnast aðrastaðni, sigur
Jógvan at enda.
Fríggjadagin
var Jógvan
Jespersen,
útvarpsstjóri,
í Klaksvík og
gjørdi sam-
starvsavtalu
við Studio
Pegasus.
Mynd: Jan
Müller
SVEINUR TRÓNDARSON
Løgreglan í Havn, hevði sítt
at síggja til um vikuskiftið.
Ikki tí, at nakað serliga
ógvusligt fór fram nakra-
staðni, men meira tí, at tað
vóru so nógv full fólk í
býnum.
- Okkurt smávegis slags-
mál hevur verið í býnum,
men tað er eisini íkomið av
fyllskapi, so tað hevur ikki
verið so ógvusligt, sigur
Fleiri gestir
enn vanligt
Nógvu tiltøkini í Havn høvdu uttan
iva við sær, at fleiri full fólk vóru í
býnum um vikuskiftið
vakthavandi á løgreglustøð-
ini í Havn.
Hann váttar annars, at tað
hava verið fleiri fólk í klivu-
num hetta vikuskiftið enn
tað vanliga eru, men sigur
eisini, at tað uttan iva hong-
ur saman við, at tað hava
verið nógv tiltøk í býnum
um vikuskiftið.
Annars greiðir hann frá,
at ein bilførari varð tikin
fyri rúsdrekkakoyring.
Sosialurin
eisini á www.sosialurin.fo
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Frá landsstovni
til deild
Viðmerking:
Ein viðmerking til tað,
sum alment hevur verið
frammi um, at Claymore
sigldi undan ferðandi av
Tvøroyri og um rutu-
upplýsingina hjá SL
Tað hevur verið ein ávís al-
menn umrøða av, at Clay-
more sigldi undan nøkrum
ferðandi á Tvøroyri miku-
morgunin tann 31. mai
2000. Eisini er í Sosialinum
tann 2. juni 2000 gjørdar
viðmerkingar í oddagrein
um, hvussu rutuupplýsingin
hjá SL virkar. SL skulu her
gera nakrar viðmerkingar til
hendingina:
Tá ferðaætlanin fyri Clay-
more varð sett upp, vóru
nógvir spurningar, hvussu
siglingin skuldi tilrætta-
leggjast og annars, hvussu
skipið kom at nøkta flutn-
ingstørvin. Tá lýst varð í
bløðunum, varð mett, at tað
varð ikki rætt at leggja seg
fast á broytingar á farleiðini
um halgidagarnar – m.a. tí,
at møguliga varð neyðugt at
sigla um náttina o.a.
Á heimasíðuni varð hóast
hetta gjørdar viðmerkingar
um broytingar, tvs. tær
somu sum, tá Smyril er í
sigling. Harafturat hava
starvsfólkini á rutuupplýs-
ingini tlf. 343030 upplýst
hesa broyting mikudag, t.e.
at siglt verður sum fríggja-
dag við fráferð kl. 06:00. SL
metti, at tá tað ikki valdaði
ruðuleiki í flutningium,
kundi SL halda seg til van-
ligu broytingarnar, sum
verða gjørdar um halgidag-
ar - tað mótsatta varð heldur
ikki fráboðað.
Tað er tí ikki rætt, sum
stendur at lesa í Sosialinum,
at starvsfólkini á rutuupp-
lýsingini í Tórshavn onki
vistu um broytingarnar og
tí upplýstu kl.07:00. Á
kunningarstovuni
á
Tvøroyri varð eisini upp-
lýst, at siglt varð sum fríggj-
adag.
Annars er talan um broyt-
ingar, sum endurtaka seg á
hvørjum árið. Tað vóru eis-
ini 64 ferðandi við Clay-
more henda morgunin, so
rutuupplýsingin kann ikki
hava virka so illa sum onkur
vil gera tað til og fáa dump-
ikarakter av Sosialinum.
Tað, sum kundi verði
gjørt betri er fylgjandi:
Ferðaætlanin hjá Claymore
kundi verði lýst einaferð
afturat í bløðunum saman
við broytingunum. Upplýs-
ast kann, at dagliga avgreið-
ir einstaka starvsfólki í rutu-
upplýsingini umleið 200-
250 uppringingar. Hetta
svarar til, at eitt starvsfólk
avgreiðir árliga um 40-50
tús. uppringingar. Haraftur-
at flyta strandfaraskipini
umleið 850 tús. fólk árliga.
Viðmerkjast kann eisini, at
dagliga eru nógvar hundrað
fráferðir og komir bæði hjá
ferjum og bussum, sum aft-
ur krevur góða samskipan.
SL ætlað framyvir at gera
meira brúk av teimum stóru
møguleikum, sum inter-
netið gevur. Arbeitt verður
eisini við einari tøkniligari
umlegging av tekstvarpi-
num. Arbeitt verður eisini
við øðrum betringum, eitt
nú at gera eina langtíðar-
ferðaætlan, herundir leggja
so fá frávik í ferðaætlanina
sum yvirhøvur møguligt og
eisini uppá longri sikt hava
somu komu- og fráferðar-
tíðir á ymsu farleiðunum.
At Sosialurin brúkar eina
einstaka hending sum hesa
í einari politiskari viðgerð
og í einari oddagrein, verða
ongar viðmerkingar gjørdar
til. Hendingin verður eisini
blandað saman við játtan-
Rutuupplýsingin hjá SL
arreglum og leigumálinum
av Claymore. Leiðslan á SL
varð í januar greið yvir, at
varð skip leiga og stórar
umvælingar gjørdar uppá
Smyril, fór peningur við
vissu at vanta í seinni í ár ?
talan er nevnliga um sera
stórar
upphæddir,
sum
skulu brúkast uppá Smyril,
tilsamans 4-5 mió. kr. Vit-
andi um, at peningurin kom
at vanta í, vísti leiðslan á, at
tað rættasta, eftir stýrisskip-
anarlógini, var at fáa neyð-
uga peningin til vega. SL
setti longu í mars 1999
pening av til umvæling av
Smyrli og leigu av avloys-
araskipi á fíggjarætlanini
fyri ár 2000. Síðan velur
Tingið í desember at skerja
játtanina við 7,5 mió. kr.
Viðmerkjast kann, at Sos-
ialurin hevur ikki havt sam-
band við nakað leiðandi ella
ábyrgdarhavandi starvsfólk
á SL um hendingina. Ein
kritiskur succesfaktorur hjá
SL er at geva rættar og
skjótar upplýsingar. Tað er
tí ein stór avbjóðing at min-
imera feilir, hvat rutuupp-
lýsing viðvíkur. Málið er m.
a., at so nógvir málbólkar
sum gjørligt fáa nøkta sín
serliga
upplýsingartørv.
Leiðslan á SL er av tí áskoð-
an, at verða misstøk gjørd,
so eigur alt at verða gjørt
fyri at rætta hesi og annars
arbeiða fyribyrgjandi.
Reidar Nónfjall
Stjóri á Strandfara-
skipum Landsins
Gevið dreingjunum frið
Sambært fjølmiðlunum fór
næstseinasta vikuskifti ein
ógvuliga løgin og óskiljandi
hending fram í Klaksvík.
Nakrir smádreingir høvdu
tikið seg inn í eini sethús,
sum í løtuni stóðu tóm, hjá
einum skyldmanni hjá ein-
um av dreingjunum. Har
funnu teir brennivín, vápn
og lóður. Og nú hendi tað
løgna, sum eingin skilir.
Dreingirnir
løgdust
á
brennivínið og fóru at skjóta
skilaleyst út gjøgnum vind-
eyga í húsunum.
Fjølmiðlarnir hava sak-
liga greitt frá hendingini og
hava roynt at varpa ljós á
hana frá ymsum hornum.
Klókar kvinnur og klókir
menn hava sagt sína hugsan
um gátuføra atburðin hjá
smádreingjunum. Psyk. dit
og cand. dat hava gjørt sínar
úrskurðir. Slíkt átti ikki at
kunna komið fyri í Føroy-
um. Og ikki má slíkt henda
aftur, men ilt er at byrgja
uppfyri.
Barnaverndar-
nevndirnar eru jú mannaðar
bert við vanligum fólki. Ikki
kann krevjast av teimum, at
tey skulu hava skil fyri slík-
um fløktum spurningum.
Eg minnist meg sjálvan,
sum smádrong, standa undir
vegginum á einum tómum
húsum saman við øðrum
dreingjum ein seinnapart.
Hvør ið blakaði fyrsta stein-
in skal vera ósagt. Kanska
var tað hann, sum hevði
mest trongd til at gera seg
upp. Tað tók ikki langa løtu
til ikki heilur rútur var eftir
í húsunum. Og har var einki
brennivín uppií. Ikki veit eg
um at nakar av okkum, sum
var við, seinni gjørdist
ólukkudýr, ella sosialur tap-
ari, sum tað so fínt eitur nú
á døgum. Vit komu heldur
ikki í klørnar á »systemin-
um«. Um vit høvdu tað,
ivist eg ikki í at í hvussu so
er onkur av okkum hevði
havt ilt við at fóta sær aftur.
Tá hugsað verður um ald-
urin á dreingjunum hava teir
ikki sýnt nakra sum helst
ónormala atferð. Tvørtur-
ímóti! Og teir vita fullvæl
hvat teir hava gjørt og teim-
um tørvar onga rættleiðing
ella at verða tyktaðir. Og
allar minst tørvar teimum
»viðgerð«. Latið dreingir-
nar fáa frið at koma fyri seg
aftur av traumatisku hend-
ingini og at læra seg at liva
við henni.
Hendingin kundi havt
ógvusligar og syndarligar
avleiðingar við sær og er at
frøast um, at so ikki varð.
Fyri dreingirnar hevur
hendingin
revsingina
í
sjálvari sær, men um tey
vaksnamannafólk,
sum
hava vápn, lóður og brenni-
vín standandi í tómum hús-
um, ikki skuldu fingið
homlubandið skal vera
ósagt.
A. Guttormur Djurhuus
Herfyri var nýggjur Landsverkfrøðingur settur. Tað
skal sjálvandi verða ynskt tillukku frá hesum stað,
men tilgongdin øll hevur verið sera løgin og tað
undrar ikki sørt, at hettar mál ikki hevur fingið
avleiðingar fyri Vinnumálastýrið ella landstýrismann-
in. Eitt minstamark av hegni má verða kravt frá
einum føroyskum stýri.
Tá undanfarni landverkfrøðingur varð uppsagdur
eftir nógv ára trúgva tænastu, skuldu Landsverk-
frøðingurin og Strandferðslan leggjast saman. Fólk
frá Vinnumálastýrinum komu á dyr á Landsverks-
frøðingsstovninum við nýggjum stjóra í skapi av
strandferðslustjóranum, men máttu broyta ætlan, tí
hendan ætlan als ikki var gjøgnumhugsað og heldur
ikki bar til, hóast tað óivað hava verið fólk við góðum
prógvum og drúgvum royndum aftaná hesi prógv,
ið stílaðu fyri. Hendan grova feilvurdering av støðuni
átti at elvt til broytingar í Vinnumálastýrinum ella til
at Finnbogi Arge tók onkra avleiðing av hesum.
Avleiðingar eru eftir øllum at døma fyri øll onnur
enn Landstýrimannin í Vinnumálum og stýri hans-
ara, og ístaðin fyri at viðganga, at hava gjørt eitt
mistak, so lata teir sum um, at málið er handfarið
skilagott og professionelt, hóast veruleikin er ein
annar. Fakta er, at samanleggingin millum Strand-
ferðsluna og Landsverkfrøðingin varð av ongum,
og nú fer Vinnumálastýrið ein heilt annan og óivað
skilabetri veg viðvíkjandi SL. Tað tykist sum um, at
Landstýrismaðurin í Vinnumálum og stýri hansara
ikki leggja í hvønn veg bilurin koyrir, so leingi teir
sleppa at sita við róðrið.
Hvat fer nú at henda við landsverksfrøðingsstovni-
num? Vit hava eina strandferðslu, ið fær eina játtan
uppá meira enn 50 milliónir á fíggjarlógini og hevur
eina fíggjarætlan, ið javnvigar við væl yvir 100
milliónum, men ikki ber til at finna 1,8 millión uttan,
at politiska skipanin skal mobiliserast. Eitt minsta-
mark av felksibiliteti eigur at kunna krevjast av einum
landsstovni. Er talan harafturímóti um eina deild
undir Vinnumálastýrinum, so er skilligt, at um-
rokeringar í fíggjarætlanum ikki bera til, uttan at
farast má til hægsta stað. Men er hettar støðan í
dag, so er gingið í ring viðvíkjandi Strandferðsluni.
Fyrr í tíðina var “administrator” heitið á tí, ið stjórnaði
Strandferðsluni. Eftir hettar fekk man stjóra, og synd
hevði verið, um man nú vendir aftur til administrator,
ið ikki tekur avgerðir og mennir, men bíðar eftir
boðum úr hægri stað viðvíkjandi eitt nú upphæddum
uppá minni enn 2% av samlaðu fíggjarætlanini, ið
var alt ið kravdist til leigan av hóskandi suðuroyar-
skipi. Landsverksfrøðingsstovnurin hevur altíð verið
ein sera sjalvstøðugur stovnur, ið eigur sín stóra
part av menningini av hesum samfelag. Synd hevði
verið, um hesin stovnur gjørdist meinlíkur eini deild
undir Vinnumálstýrinum, har leiðslan fær trongar
karmar at virka undir og harafturat ikki fær tekniskt
mótspæl frá stýrinum.
Vit hava á hesum stað eftirlýst einari lýsing av eitt
nú Vinnumálastýrinum á sama hátt sum Landsverks-
frøðingsstovnurin varð lýstur herfyri, men einki er
komið úr Vinnumálastýrinum ella Landstýrinum.
Landsins hægsta stað eigur at ganga á odda sum
fyrimynd fyri stovnar og borgarar annars, og tí tykist
tað heldur óskilligt, at ein lýsing av tí tilfeingi og
bygnaði, ið við hegni og skili skal verða við til at
skapa framburð og menning í hesum samfelagi,
ikki verður gjørd. Ein slík lýsing við eitt nú starvsaldri
eftir loknari útbúgving hjá lyklastarvsfólki hevði óivað
endurstovnað álit á handfaringarevnini hjá Finnboga
Arge og pørtum av umsiting hansara, ið hava verið
sera ivasom serstakliga í omanfyrinevnda máli. Vón-
andi fáa vit í framtíðini eina politiska leiðslu, ið torir
at fara til botns í omanfyrinevnda máli.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at elskaði maður
mín
BENJAMIN CLEMENTSEN
Sandur
andaðist í Ålesund 28. mai 45 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Sands kirkju týsdagin 6. juni
kl. 13.00, sungið verður úr sálmabókini.
Familjunnar vegna
Anni
Tey, ið vilja minnast Benjamin, kunnu lata eina peningagávu á
konto í Føroya Banka.
✝