týsdagur 6. juni 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EIRIKUR LINDENSKOV
Sunnudagin fóru seks tøkn-
ingar frá teldufyritøkuni
Farodane til Svínoyar við
antennum, sendarum o. ø.,
sum skal til at útvega øllum
húsunum í bygdini fast int-
ernetsamband.
Talan er um eina verkætl-
an hjá Vinnumálastýrinum,
sum er liður í ætlanin at
menna Føroyar sum kunn-
ingarsamfelag. Á henda hátt
ætlar Vinnumálastýrið at fáa
eina ábending um, hvørt tað
ber til at nýta kunningar-
tøkni sum amboð til tess at
skapa trivnað og virksemi á
eini útoyggj í Føroyum.
Sum eina serstaka roynd-
arverkætlan ella KT-pilot-
verkætlan, hevur Vinnumál-
astýrið saman við Svínoyar
Kommunu tikið stig til at
fremja verkætlanina, sum
verður nevnd »Tykissamfel-
ag - Svínoy«. Ætlanin er at
leggja eitt fjarskiftiskervi
millum húsini í Svínoy - eitt
intranet - sum síðani hevur
eina felags íbinding í inter-
netið.
Húsini í Svínoy verða
knýtt saman á einum føstum
tráðleysum 11 Mb/s inter-
netsambandi. Netið hevur
eitt felags fast samband til
internetið við einum upp á
1 Mb/s. Øll ferðslan á intr-
anetinum er ókeypis. Tá
farið verður út um intranet-
ið, skal hvør einstakur
gjalda fyri sína egnu nýtslu
og er hóskandi avrokning-
arskipanin sett upp í skip-
anini, sigur Hjørdis Gaard
úr Vinnumálastýrinum.
Umframt hetta er eisini
møguleiki at tosa í telefon
um intranetið, sokallað IP-
telefoni. Fyrimunirnir við
IP-telefoni er, at nýtslan er
ókeypis. Eisini eru møgu-
leikar á netinum at senda
nærvarp og t. d. at heinta
myndatilfar og filmar úr
einari felags goymslu.
– Tann besta langtíðarav-
leiðingin í Svínoy vildi ver-
ið, at oyggin gjørdist eitt
veruligt tykissamfelag og
partur av alheims tykissam-
felagnum, har vinna og fólk
nýta endaleysu møguleikar-
nar til at menna vinnu,
mentan, útbúgving og har-
við trivnaðin, sigur Hjørdis
Gaard úr Vinnumálastýri-
num í tíðindaskrivi.
Í Svínoy eru 30 húski við
tilsamans 60 fólkum. Har-
afturat eru umleið 20 hús,
ið verða nýtt part av árinum.
Vinna og virksemi í Svínoy
er
smoltvirki,
posthús,
handil, bøndur, sjómenn og
nakað av útróðri. Um
summarið verður skúlin
nýttur sum vallaraheim. Í
oynni er ein smoltstøð.
Tveir bøndur eru, sum liva
av jarðarbrúki burturav.
Tveir Svínoyingar verða
sokallaðir netumsitarar .
Netumsitararnir luttaka
saman við netteknikarum í
uppsetingini og installering-
ini av útgerðini og fáa har-
við neyðugar praktiskar
royndir. Eftirfylgjandi fáa
netumsitararnir
neyðug
skeið. Afturat er skipanin
útgjørd til fjarveiting av
tænastum t. v. s., at teldu-
fyritøkan kann yvirvakja
skipanina og veita neyðugu
atstøðuna.
Ein KT-pilotverkætlan
merkir, at vit royna nakað í
verki, sum ikki er roynt áð-
ur. Málið er, at aðrar bygdir
ella grannaløg nýta skipan-
ina sum grundarlag og geva
íblástur til líknandi framtøk
aðrastaðni til at menna tílík
Øll húski í Svínoy fáa
fast internetsamband
bygda- og býlinganet.
Verkætlanin er at meta
sum ein royndarverkætlan,
ið skal geva nakrar royndir
við atliti at Føroyum sum
netsamfelag og sum partur
av alheims tykissamfelag-
num.
Menningin, sum fer fram
innan kunningartøkni, fer
væntandi at fáa eins stóran
týdning fyri samfelagið í
21. øld sum ravmagnið
hevði í 20.øld. Føroyska
samfelagið - fólk í bygd og
bý, virkir, feløg og stovnar
- eru í dag í fullari ferð við
at verða knýtt saman á int-
ernetinum. Internetið er ó-
tengdt at frástøðu Føroya og
gevur føroyingum eins
møguleikar til at samskifta,
samstarva og útvega sær vit-
an á alheims »elektróniska
motorvegnum«,
sigur
Hjørdis Gaard úr Vinnumál-
astýrinum.
Vinnumálastýrið
ætlar at fáa eina
ábending um,
hvørt tað ber til
at nýta kunning-
artøkni sum
amboð til tess at
skapa trivnað og
virksemi á eini
útoyggj í
Føroyum
Allir svínoyingar fáa nú møguleikan at rógva út á internetið
EDVARD JOENSEN
Skótasmáttan við Leyna-
vatn fór so illa av eldi um
vikuskiftið, at hon má tak-
ast niður. Smáttan var ikki
tryggjað.
Árliga
Leynavatns-
stevnan var leygardagin.
Vanligt er, at skótar og ríð-
ingafólk skipa fyri. Men í
ár var stevnan broytt, og
skótarnir vóru ikki við.
Hetta var fyrsta árið, skót-
arnir ikki hava luttikið á
Leynavatnsstevnuni.
Limir í Føroya Ríðinga-
felag fóru fríggjakvøldið,
sum vanligt er, við rossum
og tjøldum á stevnustaðið
við Leynavatn. Tjaldað
varð við vatnið, og rossini
fingu høvi at hvíla fyri
kappríðingina, sum skuldi
verða leygarkvøldið.
Men onkur var, sum
ikki hevði tjald við. Nakrir
av hesum hildu til í skóta-
smáttuni, sum vanliga
hevur staðið opin. At hon
stóð opin, komst av, sigur
Jógvan í Dali, kassameist-
ari hjá gulu skótunum í
Havn, at herverk ofta varð
framt
móti
smáttuni.
Brotnir rútar og tílíkt. Tað
batnaði, tá smáttan var lat-
in óstongd.
Her hava so fólk verið
Eldur í skóta-
húsinum
inni og hava kynt við tí
olju, sum inni var. Tá olj-
an var uppi, varð roynt
við føstum brenni, sum
grillkoli og timbri. Men
tað kláraði ovnurin ikki,
og allur norðari endin er
brendur úr húsinum.
Skaðin er hendur tíð-
liga
sunnumorgunin,
meðan fólk var í húsinum.
Boðað varð frá, og
sløkkiliðini úr Kvívík,
Kollafirði og úr Havn
komu á staðið. Tað tók
tveir tímar at sløkkja.
Smáttan var ikki tryggj-
að, so tað er ein ordiligur
smeitur fyri skótafylkið,
nú hon er brunnin. Kassa-
meistarin hjá skótunum
veit ikki at siga í løtuni,
hvussu verður við endur-
gjaldskravi. Hóast tað
vóru limir í Føroya Ríð-
ingafelag, sum vóru í
húsinum, tá tað brann,
verður helst ringt at á-
byrgda felagið fyri skað-
an. Um endurgjaldskrav
verður reist, verður tað
helst persónligt krav móti
monnunum, sum vóru í
húsinum, tá eldur kom í.
Men hetta er mál, sum
juristar mugu gera av, sig-
ur Jógvan í Dali, kassa-
meistari hjá Skótafylki
Sigmunds Brestissonar.
Smáttan hjá Skótafylki Sigmunds Brestissonar við
Leynavatn fekk stóran skaða av eldi um vikuskiftið
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
Føroya Handverksmeistarafelag uppí málið um undirsjóvartunnilin:
Noktar byggifeløgum at
arbeiða upp á Vágatunnilin
Arbeiðið er gera
tunnilin undir
Vestmannasundi
er fyribils lagt
lamið, tí Føroya
Handverksmeist-
arafelag sigur, at
mannagongdin er
greitt lógarbrot
ÁKI BERTHOLDSEN
Alt arbeiðið uppá at gera
tunnilin undir Vestmanna-
sundi eru er nú lagt lamið.
Tað er Føroya Hand-
verksmeistarafelag,
sum
ikki vil góðtaka framferðina
hjá nevndini fyri P/F Vága-
tunnilin.
Og tí hevur Meistarafel-
agið noktað øllum limum
sínum at taka samráðingar
upp við nevndina í P/F
Vágatunlinum um arbeiði í
sambandi við tunnilin.
–Tað, sum er farið fram
er heilt greitt brot á lógina
og tað kunnu vit ikki lata
um okkum ganga, sigur
Sven Roest, næstformaður
í Føroya Handverksmeist-
arafelag.
Tað, sum hann sipar til,
er framferðin í sambandi
við vegagerðina til og frá
tunlinum, bæði Streymoy-
armegin og Vágamegin.
Arbeiðið varð boðið út í
innbodnari lisitatión.
Men
hóast
Byggitek
hevði lægsta tilboðið, hevur
nevndin í P/F Vágatunlin-
um tikið samráðingar upp
við J&K Petersen um at
gera arbeiðið.
Hetta hevur sent ein skelk
ígjøgnum alla byggivinn-
una, tí tá ið talan er um inn-
bodna lisitatión, kemur tað
ikki fyri, at byggiharrin ikki
tekur av tí lægsta tilboð-
num.
Tá ið talan er um inn-
bodna lisitatión eru tey, sum
verða boðin at bjóða,
frammanundan góðtikin at
vera før fyri at útinna ar-
beiðið á fullgóðan hátt og tí
stendur í lisitatiónslógini, at
takast skal av tí lægsta til-
boðnum.
Men at nevndin fyri P/F
Vágatunnilin kortini í hes-
um førum hevur vrakað tað
lægsta tilboðið, hevur fingið
alla byggivinnuna at stúrsa
við.
Boykotta tunnilin
Nú er eisini tað hent, at Før-
oya Handverksmeistarafel-
ag er komið upp í málið.
Og fyribils hevur Meist-
arafelagið gjørt av at nokta
øllum limum sínum at sam-
ráðast við P/F Vágatunnilin
um arbeiðið í sambandi við
undirsjóvartunnilin.
Sostatt er arbeiðið í veru-
leikanum lagt lamið fyri-
bils.
Vit hava fingið fatur á
Sven Roest, næstformanni
í Føroya Handverksmeist-
arafelag, og hann sigur, at
tað er neyvan nøkur for-
dømi í øllum Evropa um, at
ein byggiharri ikki tekur av
tí lægsta tilboðnum, tá ið
talan er um innbodna lisi-
tatión.
Í teimum førum, har tað
kortini er hent, hevur verið
talan um stór endurgjalds-
krøv.
Og hann væntar eisini, at
talan verður um endur-
gjaldskrøv í hesum førin-
um.
Hann heldur, at tað er
ógvuliga sannlíkt, at Byggi-
tek fer at leggja endur-
gjaldskrav ímóti Vágatun-
linum fyri at hava mist ar-
beiðið.
Hann væntar eisini, at
Føroya Handverksmeistara-
felag fer at stevna Vága-
tunlinum fyri at hava brotið
lisitatiónslógina.
Tí har stendur, at í inn-
bodnari lisitatión skal takast
av tí lægsta tilboðnum. Tað
stendur eisini, at tað eigur
ikki at verða samráðst við
næstlægsta tilboð fyrrenn
samráðingar við lægsta til-
boð eru endaðar úrslitaleys-
ar.
Sven Roest væntar eisini,
at Byggitek fer at leggja
endurgjaldskrav
ímóti
Vágatunlinum fyri at hava
spilt umdømið hjá byggi-
felagnum.
–At nevndin fyri Vága-
tunlinum ikki vil taka av tí
lægsta tilboðnum frá Byggi-
tek, kann ikki tulkast øðrvísi
enn, at hon hevur ikki álit á
byggifelagnum og tað kann
verða oyðileggjandi fyri
umdømið hjá tí, sigur Sven
Roest.
– Vit skulu minnast til, at
Byggitek ikki minni enn
tvær ferðir er boðið at bjóða
uppá arbeiðini.
– Fyrru ferð varð útbjóð-
ingin afturkallað, tí Føroya
Handverksmeistarafelag
vildi hava útbjóðingartilfar-
ið broytt.
Men aftur, tá ið arbeiðið
varð boðið út aðru ferð, varð
Byggitek boðið við.
Nevndin fyri P/F Vága-
tunnilin tilskilaði sær rætt
til at velja og vrakað ímill-
um tilboðini.
Men næstformaðurin í
meistarafelagnum sigur, at
hetta er bara ein áseting,
sum verður brúkt, um viður-
skiftini hjá einum byggifel-
ag broytast heilt munandi
frá tí, at tað verður boðið
uppí lisitatiónina, inntil tað
verður gjørt av, hvør skal
hava arbeiðið.
–Talan kann t.d. verða
um, at byggifelagið fær eitt
ovurhonds stórt endur-
gjaldskrav. Í slíkum førum
kann byggiharrin í vissum
førum rættvísgera at hann
ikki tekur av tí lægsta til-
boðnum, tí tað kann vera
eitt sindur ótrygt at lata
hetta ávísa felagið fáa ar-
beiðið.
– Men í hesum førum er
ikki talan um nakað slíkt, tí
nevndin fyri Vágatunlinum
var fullgreið yvir fortreyt-
irnar hjá Byggiek, táið teir
vóru bodnir at bjóða og tær
fortreytirnar
eru
einki
broyttar síðani.
Sven Roest heldur eisini,
at slík framferð eru eitt ó-
metaliga keðiligt signal at
senda oljuvinnuni, sum vit
vænta okkum so nógv av, tí
í oljuvinnuni eru lisitatiónir
dagligur kostur.
– Og hon krevur profess-
ionellari framferð, enn tað
her er talan um, leggur Sven
Roest afturat.
Hann sigur eisini, at tey
felag, sum eru biðin at bjóða
upp á sjálva boringina eru
púra paff av tí, sum er hent.
Um tað fær nakrar avleið-
ingar fyri tey tilboðini, veit
hann ikki.
– Men hetta kann fáa álv-
arsligar avleiðingar fyri før-
oyska byggivinnu, tí hetta
er eitt dømi um, at tilboð
verða ikki tikin í álvara, sig-
ur næstformaðurin í Føroya
Handverksmeistarafelag.
Vegirnir til undirsjóvartunnilin:
2,4 milliónir á muni á tilboðunum
Líkt er til, at framferðin hjá nevndini í P/F Vágatunlinum, fer at føra til fleiri endurgjaldskrøv. Somuleiðis hevur Føroya
Handverksmeistarafelag gjørt av at nokta øllum limum sínum at samráðast við Vágatunnilin um arbeiði í sambandi við
Undirsjóvartunnilin. Sostatt er arbeiðið í veruleikanum lagt lamið fyribils
ÁKI BERTHOLDSEN
Tilboðið hjá Byggitek uppá
vegirnar í sambandi við
undirsjóvartunnilin, var 2,4
milliónir lægri enn tilboðið
hjá J&K Petersen.
Sostatt var tað størri mun-
ur á teimum báðum tilboð-
unum, enn Klæmint Weihe,
formaður í nevndini fyri P/
F Vágatunlinum, greiddi frá
í Útvarpinum leygarkvøld-
ið.
Klæmint Weihe upplýsti
fyri Útvarpinum, at tilboðið
hjá Byggitek var bara
600.000 krónur lægri enn
tað hjá J%K Petersen.
Og tað helt hann ikki vera
so stóran mun, at ikki onnur
viðurskifti kundu gera seg
galdandi.
Tí eru tað viðurskifti av
búskapartekniskum
slag
sum gera, at nevndin í P/F
Vágatunlinum hevur gjørt
av at samráðast við J&K
Petersen, sum hevði næst-
lægsta tilboð, segði Klæm-
int Weihe fyri útvarpinum.
Men hann vildi ikki
útgreina, hvørji viðurskifti,
talan var um.
2,4 milliónir
Tey, sum hava skil fyri
byggivinnu, skilja ikki,
hvussu Klæmint Weihe fær
tað til, at munurin ímillum
lægsta tilboð hjá Byggitek
og næstlægsta tilboð hjá
J&K Petersen bara er
600.000 krónur.
Vit hava fingið fatur á til-
boðunum og tað yvirlitið
vísir,
at
tilboðið
hjá
Byggitek er 2,4 milliónir
lægri enn tað hjá J%K Pet-
ersen.
Tilsamans var tilboðið hjá
Byggitek 21,9 milliónir og
tað hjá J&K Petersen var
upp á 24,3 milliónir.
Arbeiðið varð boðið út í
trimum arbeiðstøkum, men
Byggitek var bíligari í øll-
um trimum tilboðunum.
Tey bæði bygifeløgini
góvu eisini alternativ tilboð
upp á arbeiðini, men eisini
her var Byggitek bíligari.
Tað alternativa tilboðið
hjá Byggitek var uppá 21,7
milliónir og tað hjá J&K
Petersen var uppá 23,3
milliónir.
Sostatt var tað alternativa
tilboðið hjá byggitek 1,6
millión lægri enn tað alt-
ernativa tilboðið hjá J&K
Petersen.
At Klæmint Weihe fær
tað til, at tilboðið hjá J&K
Petersen bara er 600.000
hægri enn tað hjá Byggitek,
kann bara merkja eitt av
tveimum, siga byggikøn.
– Antin hevur J&K Pet-
ersen sligið av tilboðnum,
ella er okkurt arbeiðið tikið
burturúr. Men eisini hetta er
brot á lisitatiónslógina, tí
eftir henni kann byggiharr-
in ikki samráðast við næst-
lægsta tilboðið um prís,
fyrrenn samráðingar við
lægsta tilboð eru endaðar
úrslitaleysar.
Tilsaman lótu sjey byggi-
felag tilboð uppá tey trý ar-
beiðini, men hini tilboðini
vóru dýrari. Okkurt av
byggifeløgunum gav bara
tilboð uppá eina av teimum
trimum arbeiðstøkunum.