týsdagur 6. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Andras á úrvalsliði
Orkestur Norden er eitt úrvalslið av bestu tónleikarum á
norðurlendskum tónleikaskúlum og í ár er føroyingurin
Andras Olsen við, tá orkestrið í summar skal á konsertferð
DAGFINN OLSEN
Undir leiðslu av dirigenti-
num Lü Jia, skal Orkestur
Norden í juli á konsertferð í
Svøríki, Noreg og Álandi.
Fyri fyrstu ferð er ein før-
oyingur við, tá hetta úrvals-
lið savnast. Tað er 22 ára
gamli trombonleikarin An-
dras Olsen úr Havn, ið hev-
ur vunnið sær sess í bólki-
num.
Orkestur Norden sá dags-
ins ljós fyri 8 árum síðani
sum úrslit av samstarvi mill-
um Norønnafelagið, Norð-
urlendska samstarv Lions
og Jeunesses Musicals.
Bólkurin verður stuðlaður
av ymsum norðurlendskum
feløgum og stovnum.
Orkestur Norden er sett
saman av bestu ungu tón-
leikarunum á hægru tón-
leikaskúlunum í Norður-
londum og bólkurin ferðast
hvørt summar á konsertferð
í Norðurlondum.
Í ár verður byrjað í Svø-
ríki. Fyrst á skránni er venj-
ing í 10 dagar, síðani eru
konsertir á skránni. Farið
verður til Oslo, Göteborg og
Stockholm og ferðin endar
á Álandi.
Bólkurin skal leika bílagt
verk eftir danska tónasmið-
in Poul Ruders, verk eftir
Stenhammar, Rachmaninov
og Sibelius.
Næsta ár eru ætlanir um
konsertir í Onglandi og
Skotlandi undir leiðslu av
Okko Kamu.
Andras Olsen, 22 ára gamal
trombonleikari úr Havn, er
við, tá úrvalsbólkurin
Orkestur Norden hevur
konsertir í summar
Bilarnir verða
ikki umvældir
Bátafram-
sýning
vitjar
Í dag, 6. juni, kemur M/S Nord-
west til Føroya. Umborð er báta-
sýning við norðurlendskum bát-
um og Føroyar eru eisini umboð-
aðar
DAGFINN OLSEN
Í dag kemur M/S Nordwest á Havnina. Skipið verður
í Føroyum til 12. juni og hesar dagarnar verður
møguleiki at vitja umborð. Umborð er nevniliga
stór framsýning riggað til við norðurlendskum
bátum. Sýningin nevnist Bátar og Fólk í
Norðurlondum.
Sýningin hevur verið sera væl vitjað. Í fjør varð
vitjað í 18 býum og meira enn 50.000 fólk vitjaðu
umborð.
Í ár verður farið útum Svøríki at vitja og Tórshavn
er partur av hesi ferð. Fleiri norðurlendsk lond hava
verið við til at fyrireikað framsýningina og umborð
á Nordwest er eisini eitt føroyskt seksmannafar.
Sýningin er svensk og Fornminnissavnið stendur
fyri føroyska partinum.
20 bátar eru við á sýningini. Norðurlond hava
felags mentanararv og bátar og fólk ferðaðust um
høvini. Men søgurnar eru mangar aftanfyri teir ymsu
bátarnar og bátarnir eru sera ymiskir.
Nordwest kemur úr Stockholm til Føroya. Vitjað
verður í 11 londum í summar og úr Havnini verður
farið til Reykjavíkar.
Tveir danir frá teknisku deildini hjá løgregluni í Keypmannahavn hava verið í
Klaksvík og gjørt tað, ið nevnt verður kanningar á staðnum, í samband við skottil-
burðin fyri stuttum. Greitt er, at sundurskotnu løgreglubilarnir verða ikki umvældir
DAGFINN OLSEN
Í kjalarvørrinum av ógvus-
liga
skottilburðinum
í
Klaksvík fyri stuttum, har
unglingar skutu frá hond,
hava tveir danir frá teknisku
deildini hjá løgregluni í
Keypmannahavn verið í
Klaksvík og gjørt kanning-
ar.
Sýðslumaðurin í Klaks-
vík sigur, at talan er um so-
nevndar kanningar á stað-
num. Hendingin verður eft-
irgjørd og roynt verður at
finna útav, hvat hendi,
hvussu og hví.
Sýðslumaðurin í Klaks-
vík, Hans Djurhuus, sigur,
at donsku løgreglumenninir
eru vanir at gera kanningar
av slíkum slag og rætta før-
oysku løgregluni eina hjálp-
andi hond.
Enn er eingin niðurstøða
gjørd. Men tað er greitt, at
teir báðir sundurskotnu løg-
reglubilarnir verða ikki um-
vældir. Løgreglan í Klaks-
vík hevur lænt bilar aðra-
staðni. Seinni fær løgregl-
an í Klaksvík nýggjar bilar.
Spøk stevna
Annars frættist úr Klaksvík,
at norðoyarstevnan var frið-
arlig.
Tveir bilførarar vórðu
tiknir fyri at koyra við kenn-
ing. Onkur svav rúsin av á
støðini og onkur fór til
hendurs. Men sum heild ein
sera friðalig og góð stevna,
verður sagt av politistøðini
í Klaksvík. Mett verður, at
sum heild mundu stevnu-
gestirnir vera færri í ár, enn
vanligt, og kemst hetta helst
av ferðasambandinum, ið er
darvað av, at Smyril er til
eftirlit.
Sundurskotnu løgreglubilarnir í Klaksvík koma ikki aftur í tænastu og løgreglan koyrir
í læntum bilum, til nýggir bilar koma
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
Heini O. Heinesen, formaður tjóð-
veldisfloksins á tingi kann ikki liva
framferðini hjá nevndini fyri P/F
Vágatunlinum og hann umhugsar nú
at reisa málið aftur í løginginum
ÁKI BERTHOLDSEN
–Hetta hevur víst, at nevnd-
in fyri P/F Vágatunnilin er
yvirhøvur ikki skikkað at
standa fyri arbeiðnum at
gera tunnil undir Vest-
mannasundi.
Heini O. Heinesen, for-
maður formaður tjóðveldis-
floksins á tingi, og formað-
urin í vinnunevndini, er í
øðini inn á framferðina hjá
nevndini fyri P/F Vágatun-
linum, nú hon hevur gjørt
av at samráðast við J&K
Petersen um at gera veg í
sambandi við tunnilin, hóast
Byggitek hevði lægsta til-
boðið.
Og hann leggur ikki fingr-
arnar ímillum, tá ið hann
skal lýsa sína hugsan um
tað, sum er farið fram.
– Hetta vísir bara, at eg
fekk fullkomiliga rætt í tí,
sum eg førdi fram, tá ið
málið um Vágatunnilin var
til viðferðar í tinginum. Tað
er kanska bara blivið upp-
aftur verri enn eg fryktaði
fyri tá.
Hann sigur, at hetta er
einki annað enn ein miðvís
ætlan at slúsa arbeiðið niður
í nakrar fáar, ávísar fólka-
flokslummar.
– Og í longdini er einasta
endamálið at skapa eitt Pet-
ersen/Arge og Weihe mono-
pol, sum í framtíðini skal
fáa einkarrætt uppá alla
tunnilsgerð í Føroyum. Tí
tað er onki at ivast í, at tann,
sum fær hetta arbeiðið, fer
at fáa alt tunnilsarbeiðið í
Føroyum framyvir.
Heini O. Heinesen sigur,
at framferðin hjá nevndini í
Vágatunlinum vísir, at av-
gerð varð longu tikin
frammanundan um, hvør
Heini O. Heinesen sigur, at hann kann ikki liva við tí, sumer farið fram og hann sigur, at tað er sjálvsagt, hann fer at
reisa málið
Løgtingsmaður í
øðini av framferðini
hjá nevndini
skuldi fáa arbeiðið.
Og tað skal ikki undra
hann um ikki avgerð eisini
longu er tikin um, hvør skal
fáa arbeiðið at gera sjálvan
tunnilin.
– Tað skal nokk vísa seg
at blíva tað norska felagið,
sum J&K Petersen hevur
gjørt samstarvsavtalu við.
Reisa málið í løgting-
inum
Heini O. Heinesen sigur, at
hann skilir ikki, hvussu løg-
tingið kann liva við at verða
drigið so upp á tráð, sum
tað er í hesum málinum.
–Tað einasta, sum vit
hava fingið burturúr hesum,
er, at nevndin fyri P/F Vága-
tunlinum hevur brúkt fleiri
milliónir, uttan at spakin er
settur í jørðina enn.
– Tað er eisini púra greitt,
at hevði Landsverkfrøðing-
urin sloppið framat, var
tunnilin kanska longu skot-
in ígjøgnum, tí tað einasta,
sum er komið burturúr
minguleringunum við at
stovna eitt partafelag, ístað-
in fyri at lata Landsverk-
frøðingin gera arbeiðið, er,
at arbeiðið er seinkað í tvey
ár, tí tað er neyvan ein strika
flutt í sjálvum projektinum,
sum Landsverkfrøðingurin
gjørdi á sinni.
Heini O. Heinesen sigur,
at í øllum førum kann hann
ikki sjálvur liva við tí, sum
er farið fram.
– Eg haldi, at eftir hetta
hanga bæði landsstýrismað-
ur í vinnumálum og nevnd-
in fyri Vágatunlinum í ein-
um klønum tráði.
– Tá ið tað ber til at skapa
slíkt rumbul um teir fyrstu
vegastubbarnar, sum skulu
gerast, hvat skulu vit so
vænt okkum at arbeiðnum
annars, spyr hann
Hann sigur, at tað er sjálv-
sagt. at málið verður tikið
upp.
Hvussu tað verður, veit
hann ikki enn, tí enn er
ongin avgerð tikin.
Men eitt, sum hann um-
hugsar, er at fáa málið reist,
nú tingið kemur saman at
viðgera eina eykajáttan til
postverkið.
–Nú er tað púra greitt, at
Landsverkfrøðingurin má
meiri upp í málið og tað má
løgtingið syrgja fyri, sigur
Heini O. Heinesen.