Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnari av EBG-kappingini í ár var “FOSHELL” — bólkur mannaður við 4 næmingum úr Studetaskúl- anum og HF-skeiðnum úr Hoydølum. Tey eru Jóannis í Hoygarðinum, Olivia Dan- ielsen, Una Jacobsen og Hans P. Hentze. Lærari: Holger Arnbjerg, lektari í vinnubúskapi. EBG er ein evropeisk Næmingar úr Hoydølum vunnu føroysku EBG- kappingina í ár. Frá vinstru: Joan Stampe, Føroya Banki, stýringarbólkurin, Bjørgfríð Ludvig, Føroya Arbeiðsgevarafelag, stýringarbólkurin, Hans Pauli J. Hentze, Foshell, Claus Reistrup, Undirvísingar- og mentamálstýrið, stýringarbólkurin, Oliva Sólvá Danielsen, Foshell, Jóannes í Hoygarðinum Niclasen, Foshell kapping millum næmingar á ungdómsútbúgvingunum. Í kappingini skulu teir grundleggja — alt upp- spunnið — eina fyritøku. Teir skulu finna eitt hug- skot, gera avtalur um rá- vøru, framleiðslu og sølu. Næmingarnir skulu gjøgn- um alla virkisgongdina og syrgja fyri, at fyritøkan verður góðkend hjá al- Næmingar úr Hoydølum vunnu Ein bólkur við næmingum úr Studentaskúlanum og HF- skeiðinum í Hoydølum vunnu innleiðandi kappingina í European Business Game. Finalan verður í Føroyum mennu mynduleikunum. Ein realistiskur roknskapur yvir eitt 3-ára skeið skal leggjast fram og góðkennast av lánistovni osfr. Hetta er 4. árið skipað er fyri EBG og tvær ferðir áð- ur hevur Fiskivinnuskúlin í Vestmanna vunnið — fyrstu ferð her í Føroyum og seinru ferð á teirri endaligu evropeisku finaluni. Tvær ferðir hevur ein bólkur frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum vunnið føroysku finaluna, í 1998 og í ár. Finalan í ár verður í Norðurlandahúsi- num leygardagin 8. Juli 2000. Góð skoðsmál Í stuttum kann sigast, at verkætlanin hjá vinnandi bólkinum “FOSHELL”, snýr seg um at framleiða kitoson, sum verður nýtt sum reinsi- og avmakrings- kurur og astaxantin, sum er eitt litevni frá rækju- og fiskaburturkasti frá føroy- sku fiskivinnuni til nýtslu, innan bioteknologisku vinn- una. Føroyska dómsnevndin var væl nøgd, og gav m.a. hesi ummælini: Arne Poulsen, Vinnu- málastýrið: – Ætlanin er í tráð við vinnupolitikk landsins, sum er at diversifisera vinnuna, men harumframt at leggja dent á KT — og biotekno- logiska vinnu. Roknað verður við at hesar báðar vinnur passa væl til um- støðurnar i Føroyum og vinnugrundarlagið í Føroy- um, og at tær kunnu skapa stórt avkast. Verkætlanin hevur rakt rætt í so máta, um man í heila tikið kann siga so. Martin Jacobsen, stjóri: – Eg haldi at hettar er ein góð uppgáva. Hugskotið er nýskapandi og vinna av hes- um slagi er vanliga profit- gevandi. Stigatal av 100 : 87 Klaus Rasmussen, stats- autoriseraður revisor: – Jeg synes, at opgaven tydelig bærer præg af, at der er lavet et stort arbejde. EDVARD JOENSEN Summum fólkum dámar eftir øllum at døma væl at gera seg inn á deyð ting og slíkt, sum ikki fær svarað aftur. Viðalundin í Havn leggur javnan øki til slíkan ágang. Serliga er tað hesa ljósu tíðina, fólk gera um seg, sigur skógfútin. Um vikuskiftið hevur onkur verið og gjørt seg inn á beinkirnar í viðalundini í Havn. Teir vóru allir samlir tveittir í ánna. Tróndur Leivsson, skóg- fúti, sigur, at beinkirnir vóru tiknir upp aftur og settir á pláss beinanvegin mána- morgunin. Men tað er sera óheppi og irriterandi, at Herverk í viðalundini Tað er ikki altíð heilt trygt hjá viðalundini í Havn at standa úti um náttina viðalundin ikki fær frið. Tí hon er júst eitt frístað hjá bæði fólki og kríatúrum. Hetta, sum hendi um vikuskiftið, er einki ein- dømi, sigur skógfútin. -Tað síggja vit ofta, ser- liga hesa ljósu tíðina, tá veðrið er gott. Onkuntíð hevur tað verið verri, en tað var hesaferð. Men tað er líka sárt hvørja ferð fyri tað, sigur hann. Tróndur Leivsson, skóg- fúti, harmast serliga um fuglin, sum júst nú er serliga viðbrekin, nú tað hevur ver- ið so turt. Til dømis eru dunnurnar við at koma við ungum, og tær hava at kalla ongastaðni at fara, tí áin er so at siga turr. Og sama skil- ið er við tjarnunum. Tí ávirkast tær serliga nógv av slíkum gangi, sum verður hildin, tá blakað verður runt við tingunum, ið eiga at standa í friði í viðalundini. Eitt annað hjartasuff hev- ur skógfútin eisini. Tað er ein áheitan á foreldur um at ansa eftir og fylgja við, hvar børn teirra spæla og við hvørjum spælt verður. Tað sæst alt ov ofta, at børn hava verið í viða- lundini við bæði sag og øks umframt knívi og høgt og skorið í trøð og runnar. Tað ger óbótaligan skaða, sigur Tróndur Leivsson, skógfúti. EDVARD JOENSEN Streymtalvurnar, sum standa í Sosialinum, Dimmu, Skipalistanum og Álmanakkanum, samsvara ikki altíð. Hetta hava menn gjørt vart við. Men talan hevur bert verið um vanlig menniskjanslig mistøk, sum altíð kunnu koma fyri, sigur Ólavur á Heygum, sjómans- skúlalærari, ið ger streym- talvurnar, sum standa í Sosialinum. Herfyri varð gjørt vart við, at talvan, sum stóð í einum av bløðunum, sam- svaraði ikki við tað, sum í øðrum blaði stóð. Talan var um ein hendiligan roknifeil, har tann, sum hevði gjørt aðra talvuna, hevði lagt fingurin á skeivan dag, tá hann roknaði út frá mána- støðuni. Hinvegin hava menn gjørt vart við, at tað er ikki sam- svar millum Álmanakkan og Skipalistan. Eisini hetta hava teir kannað, sigur Frávik í streymútrokningunum Menn hava gjørt vart við, at streymtalvurnar, sum standa í bløðunum, ikki altíð samsvara. Teir, sum rokna streymin út, eru vitandi um frávikini Ólavur á Heygum. Hann sigur, at útrokningin í nýggja, føroyska skipalista- num er røtt. Munurin kann vera millum 20 minuttir og ein tíma. Ólavur á Heygum sigur, at tað, sum stendur í talv- unum, eru bara vegleiðandi tíðir, sum roknaðar eru út frá mánastøðuni og hava strangt tikið bara gildi á víð- um havi og har, eingin botn- ur er. Allir menn, sum flóta, eiga at vita, at tað er neyð- ugt at brúka vit og skil, tá farið verður á flot. Tað hev- ur ongantíð borið til, og fer heldur ongantíð at bera til at fara á flot eftir tabel. Tíð- irnar, sum tanda í streym- talvunum eru roknaðar eftir mánastøðuni og eru bein- leiðis teori. Tær passa í grundini bara á víðum havi og har, sum djúpt er, tekur Ólavur á Heygum, sjómans- skúlalærari, uppaftur. Allir skilamenn vita, at tað eru so ótrúliga nógvir aðrir faktorar, sum spæla inn og ávirka streymin. Aft- urundirgerðirnar eru nógv- ar. Streingir kunnu flyta seg eftir veðurlíkindum. Nes og grynnur kunnu fáa streymin at uppføra seg øðrvísi, enn talvan sigur. Og so fram- vegis. Eisini liggja vit mitt í Golfstreyminum. Og her vísir Ólavur á Heygum, sjó- mansskúlalærari, á, at í heilt spøkum ráki kann tað henda, at Golfstreymurin vinnur á sjóvarfallinum, so tað rekur beint øvugt av tí, sum streymtalvan annars sigur, at tað átti at gjørt. Ólavur á Heygum sjó- mansskúlalærari, ger, sum sagt, talvurnar, sum standa í Sosialinum, meðan ein starvsfelagi hansara ger tær hjá Dimmalætting. Ólavur á Heygum sigur, at teir skeita í hvør hjá øðrum og kanna eftir, um rætt er. Og báðir nýta sama útrokning- arhátt. Nevniliga tann, sum teir læra næmingarnar á Føroya Sjómansskúla. Og tað skuldi helst verið rætt, sigur Ólavur á Heygum. Annars sigur hann, at teir vilja fegnir hoyra frá fólki, sum veit eitthvørt at siga um streym. Lokal frávik. Onkr- ar íður ella afturundirgerðir, sum bera seg óregluliga at. Ella um onkur feilur er í talvunum, sum gjørdar verða. Arbeiðsbólkur settur til økismenningar- politikk Í sambandi við fíggjarlóg- arsamtyktina í Løgtinginum hevur landstýrismaðurin í undirvísingar- og menta- málum í dag sett arbeiðs- bólk at veita grundarlag undir einum økismenning- arpolitikki fyri alt landið. Í mun til arbeiðið hjá út- oyggjanevndini verður her talan um, hvussu økini í landinum kunnu mennast í síni heild, og hvussu javn- vág kann skapast millum miðstaðarøkini og hini øk- ini. Arbeiðssetningur ar- beiðsbólksins er m.a.: • At viðgera støðuna og framtíðarútlitini fyri tey ymsu økini í landinum • At samanbera og lýsa for- treytirnar fyir at økini eru í framgongd ella aftur- gongd - vinnuliga, við fólkasamanseting, við mentanararbeiði o.ø. • At gera ítøkilig tilmæli til ein økismenningarpolit- ikk. Í arbeiðsbólkinum eru hesi: Bogi Mortensen, Vágur, formaður, Thurid Olsen, Sandavágur, Dennis Holm, Vágur, Annvør Jacobsen, Eiði, Hans Pauli Strøm, Vestmanna, Olga Biskop- stø, Klaksvík og Karl Vidt- feldt, Sandur. Vísandi til at Útoyggja- nevndin ið er sett fyri at menna útoyggjarnar, og ar- beiðsbólkurin viðv. økis- menningarpolitikki koma at arbeiða við ávísum viður- Bogi Mortensen í Vági er formaður í nýggja arbeiðsbólkinum skiftum, ið eru eins fyir báð- ar arbeiðsbólkarnar, er Olga Biskopstø, samskipari Út- oyggjanevndin, eisini limur í hesum arbeiðsbólki. Álitið verður at handa landsstýrismanninum í und- irvísingar- og mentamálum í seinasta lagi mánadagin tann 2. oktober 2000. Ætl- anin er, at álitið skal leggjast fyri Løgtingið til orðaskiftis í heyst. Bogi Mortensen So harður er streymur í Føroya firði Mynd: Edvard Joensen Sjálvur hevur hann heitt á útróðrarmenn og menn, sum sigla við eitt nú strand- faraskipum, um at siga sær frá, hvussu streymurin ber seg at á teimum ymsu støð- unum. Og teir taka fegnir í móti upplýsingum av øllum sløgum, sum hava við streym og streymviðurskifti at gera, sigur hann. Ólavur á Heygum undir- vísir á Føroya Sjómans- skúla, og har ber altíð at ringja. Telefonnummarið er 31 17 49. 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 106 - 6. juni 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 106 - 6. juni 2000 GSM • NMT 450 Sosialurin - 311820 NOKIA 3210 Kr. 1.895.- GSM NOKIA 6150 Kr. 3.195.- GSM NOKIA 650 Kr. 3.995.- NMT 450 NOKIA 640 Kr. 2.995.- NMT 450 NOKIA 8210 Kr. 4.295.- GSM NOKIA 8850 Kr. 6.645.- GSM NOKIA 7110 Kr. 3.495.- GSM BYRJUNARPAKKI TIL TÍNA NOKIA FARTELEFON: Taska, head-set og billøðari EINANS kr. 278,-