týsdagur 6. juni 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
Viðmerking:
Tað var ein mikið rørandi
søga, sum stóð at lesa í Sos-
ialinum týsdagin 23. mai.
Ein rættiliga átuligur biti
fyri almenningin og serliga
politikarar, soleiðis sum
søgan var borin fram.
Alivinnan er komin heim-
aftur, var feita yvirskriftin.
Men tað var tá vælsignað,
mundu fleiri okkara hugsa-
vit syndalesarar, sum stund-
um vera tikin í gleiðbeint at
bíta á yvirskriftir. Tær eru
jú til tað sama. Yvirskriftir-
nar. Hvat var tað ikki væl-
signað, at fáa nakað aftur,
sum kanska onkursvegna er
gloppið okkum av hondum,
og hvar man tað so hava
verið? Ein søtur biti hjá øll-
um og fullveldismonnum,
nú okkurt legst afturat. Og
tá er tað, at tú rakfødd setist
at lesa at frætta okkurt gott.
Endiliga! Tí tað, sum er gott
er ikki ringt.
Samandráttur
Søgan 23.mai sigur okkum:
– at Vestlax er vorðin ein
risi.
– at tær alistøðir, sum
norska felagið Pan Fish
herfyri keypti í Føroyum nú
– vera lagdar undir nýtt fel-
ag, sum fer at eita Vestlax.
– at føroyingar aftur fáa av-
gerðarrættin yvir hesum al-
ibrúkum.
– at norðmenn hava keypt
ein part av Vestlax, men lat-
ið avgerðarrættin yvir
– til alivinnuna í Føroyum,
men at býtið er soleiðis
helvt um helvt.
– at Vestlax nú eigur eina
knappa helvt av føroysku
alivinnuni.
Norðmenn eru fittir
Hesin lesnaður gerst alt
meira kryptiskur, sum tú
togast oman teigarnar. Ikki
tí, greinin er væl skrivað, og
blaðmaðurin hevur helst
endurgivið stjóran í Vestlax
rætt, sum hevur dugað væl
at selja sína søgu. Men fyri
okkum, sum plaga at halda
okkum til barnakrossorðini
í teirri vissu trúgv, at tað
klára vit, kann vera trupult
at skilja, at til dømis avgerð-
arrættur og meiriluti ikki
longur hevur okkurt við
prosent at gera. Atkvøðu-
greiðsla og avgerðarrættur
í partafeløgum plagar at
vera í mun til partabrøvini.
So hetta er ein gáta. Helvt
um helvt - gevur tað avgerð-
arrætt?
Eftir situr lesarin og spyr,
hvussu tað ber til, at norð-
menn eru so forbiði fittir?
Henda Pan Fish ASA – er
hetta okkurt filantropiskt
vælgerðarfelag? Ein nýggj-
ur fullveldisstuðul, kanska,
sum av berari góðsku hevur
verið so vælsignað at flutt
okkum nakað aftur, sum
innast inni ikki tilkom teim-
um?
Holstýrismaðurin
Seinni frættist, at fyri at hes-
in handilin skal gerast lóg-
ligur sambært føroyskari
lóggávu, ætlar Finnbogi
Arge sær at brúka eitt hol.
Soleiðis bjóðar landsstýris-
maðurin, sum skal útinna
lógina, seg beinleiðis fram
sum mótpart hjá lóggevar-
um. Tað er ikki ókent, at
vinnan sjálv ella tey, sum
vilja hava sum mest burt-
urúr, royna at leita upp tey
hol í lógum, sum møguliga
eru at finna til egnan fyri-
mun, men at landsstýris-
maðurin sjálvur av sínum
eintingum ger tað, sigur
mær, hvar hann sjálvur trív-
ist best. Ytst á eggini við
vindinum í ryggin. Men tað
er kanska politikkur í tí
eisini.
Altjóðagering a la
Finnboga Arge
Finnbogi Arge sigur við Út-
varpið, at hesin handilin eis-
ini hongur saman við teirri
altjóðagering, sum er uppi í
tíðini. Hann bevari okkum
móti øllum ráki, skal hetta
vera fyrimyndin, tað sigi eg
bara. Tí í hesum føri er
rímiligt at spyrja, hvør hev-
ur keypt seg inn hvar og um
sínámillum styrki.
Norska felagið, sum um-
fatar einar 1700-2000 part-
aeigarar, hevur keypt helvt-
ina av Vestlax, sum afturfyri
fær í mesta lagi eini 5% í
norska felagnum, giti eg. So
hetta er altjóðagering av
sjáldsomum slag. Tað er
vist. Sum maðurin segði -
alt er relativt. Men eingin
hevur hildið uppá, at tað
altíð er gott í øllum lívsins
viðurskiftum.
Lóg er lóg
»Alilógin« sigur, at útlend-
ingar kunnu bert eiga ein
triðing í føroyskum felag.
Skal hesin handilin fáa pol-
itiskt vælsignilsi, krevst ein
anarkistiskur holdningur til
somu lóg, sum landsstýris-
maðurin vónandi og vænt-
andi verður einsamallur um.
Men hvussu langt er mál-
ið komið? Henda sølan av
partabrøvum út av land-
inum, sum man vera hin
størsta í føroyskari søgu?
Tað er so ikki nakað man
soleiðis bara ger »over
night«. Manglar bara at leg-
alisera handilin so ella so?
Norsku versjónina hava
Norra – nýtt hjálandaveldi í Føroyum
føroysku fjølmiðlarnir so
ikki funnið fram. Men
norska blaðið Intra Fish
skrivar mikudagin 24. mai:
sitat - »Ifølge Finansavisen
har Pan Fish gjort et råbil-
ligt oppkjøp på Færøyene.
Pan Fish får 50 % av sel-
skapet (Vestlax), og fordi
store deler av oppgjøret
gjøres med egne aksjer
kjøbt til godt under 50 kron-
er stykket, bliver oppgjøret
billig for aksjonærene i Pan
Fish«.
Víðari
stendur:
»Gjennom oppkjøpet får
Pan Fish kontroll med store
deler av lakseproduktionen
på Færøyene«.
»Råbilligt« ljóðar í mín-
um oyrum, sum vóru før-
oyingarnir snýttir. Kanska
roynir Pan Fish at hála nak-
að inn aftur av tí, teir sjálvir
hava mist í Føroyum.
Eftir øllum at døma ber
útlendingum til, við Finn-
bogasa vælsignilsi um al-
tjóðagering, at koma til Før-
oya á útsølu, nú alivinnan
er
vorðin
tilboðsvøra.
Landsstýrismanninum man
dáma hetta, eftirsum hann
við uppskotinum frá lands-
stýrinum í 98, vildi loyva
útlendingum at eiga 49%.
Men tann parturin av upp-
skotinum kom ikki ígjøgn-
um. So tað ber ikki til! Hvat
nú?
Hvussu hetta málið fer at
venda í samgonguni, er ikki
gott at vita. Hvussu Fólka-
flokkurin fær sítt øgiliga øk-
onomiska frælsi at hanga
saman við tí at selja út av
fænum, er ili at skilja. Ella
um Tjóðveldisflokkurin fer
at finna seg í, at okkara pol-
itiska frælsi skal byggja á
vinnur, riknar in absentia.
Fyri summi sjálvs-stýrisfólk
man vera frægast, í hesum
málinum, at hava tunguna
mitt í munninum. Tað er
skilligt.
Men hugaligt hevði verið,
um onkur tónaði flagg. Tað
er huldusliga stilt um hetta
málið. Kanska hevur hetta
so lítið uppá seg fyri sam-
gongu, sum hesa. Kanska
ikki tað frægasta hjá sam-
gongulimum at røða um,
hóast allir uttan Fólkaflokk-
urin atkvøddu ímóti 49
prosentunum, havandi alt
tað í huga, sum hesi hava
megnað at spælt okkum av
við. Vaktar og bjargingar-
skipið, undirsjóvartunnilin
etc. etc. Men onkuntíð má
man reisa seg aftur, og vísa
á ein vilja so ella so.
Sjálv helt eg, at flestu
vildu kennast við og verja
hugtakið ogn Føroya fólks.
Men tað var kanska bara
sum hugtak.
Katrin Dahl Jakobsen
10 præster – om igen
15 præster rykkede ud med en und-
skyldning til de danske biskopper. 10 af
disse præster følger nu deres undskyld-
ning op med en præcisering (Dimma-
lættin og Sosialurin d. 3/6-2000). De
10 ønsker ikke selv personligt at fore-
tage en kirkelig markering af registreret
partnerskab, selvom de ifølge kirke-
ministeriet har mulighed for det. Mon
der var nogen, der havde forstået det
første udspil således? Næppe.
I 10 vil gerne forsikre os andre om, at
I tager Guds Ord alvorligt. Det glæder
os. Hvorfor kamuflerer I så jeres første
brev med denne »Staðfesting«? Hvorfor
giver I ikke de fire præster en und-
skyldning og sammen med dem siger
»nej, tak« til de biskopper, der legi-
timerer homoseksuelt samliv og har ind-
ført en kirkelig markering af registreret
partnerskab. Sagen handler jo ikke om,
at I personligt ikke vil foretage en sådan
kirkelig markering eller personligt er
uenige med dem, der foretager en sådan
markering. Sagen handler om, hvad
der kan læres og praktiseres i en krist-
en kirke.
4 præster har sagt »nej, tak«, fordi
disse biskopper lærer og handler imod
Guds Ord ved at legitimere homoseksu-
elt samliv. Disse biskopper har derved
sviget næsten og skjult Jesus for menn-
esker. I 10 fastholder stadig, at man
sagtens kan virke som prædikant i
menighedens forsamling, selvom man
legitimerer homoseksuelt samliv. Kær-
lighedens apostel, Johannes, skriver i
sit andet brev: »Hvis nogen kommer til
jere og ikke fører denne lære (Kristi
lære), så tag ikke imod ham i jeres hus,
og byd ham ikke velkommen; for den,
der byder ham velkommen, gør sig del-
agtig i hans onde gerninger« (2. brev
vers 10-11). De biskopper, der legiti-
merer homoseksuelt samliv, fører ikke
Kristi lære. Det er vel også det, I selv
vil sige med jeres »Staðfesting«? Allige-
vel fastholder I, at det er en ære, at få en
sådan biskop som prædikant og I byder
stadig sådanne prædikanter velkomne.
Det har jeres »Staðfesting« ikke ændret
det mindste på. Kun ved at sige »nej,
tak« til bl.a. de danske biskopper, kan I
sige nej til deres vranglære. Så længe I
fastholder jeres »ja, tak« til dem, så
længe gør I jer ifølge Guds Ord også
medskyldige i deres onde gerninger.
Klaksvig 3/6-2000
Peter O. K. Olofson
Sum ein av teimum mongu
í útlegd havi eg fylgt við,
hvat fyriferst innan kirkju-
lívið heima á landi.
Og eg gerist - vit eru fleiri
- hørm.
Eg havi lært, ja heilt frá
sunnudagsskúlanum, at tað
er ikki givið okkum at
døma. Matt. 7,1 - Luk. 6,37
- Luk 12,14.
Føroyar eru roknaðar fyri at
vera eitt reint umhvørvi,
men eru vit tað?
Tað fall mær fyri bróstið
herfyri í tí góða sólskins-
verðrinum, tá eg fór ørindi
í býin. Eg fekk ilt, reverent-
ar talt ilt av øllum diesel-
osinum frá bilunum. Har
stóð m.a. ein ung kona við
barni í koyristóli, og hvat
hetta lítla barn fekk í seg av
dieseloli kann enn ikki sam-
anlíknast við sigaretroyk.
Tey hostaðu verri enn nakað
gamalt tubbaksvrak. Eg
rýmdi og fór niðan í SMS,
og har var hvaðani verri í
parkeringskjallaranum. Tað
stinkaði!
Uttan at vera ”frelst”
uppá nakran máta haldi eg,
at allir hesir dieselbilar eru
Bindið frið
Kirkjan er at fylkjast um,
og hevði eg vónað, nú Før-
oyar halda 1.000 ára dag
fyri Kristindómsins komu
til landið, at stríðið, sum
tíverri hevur verið tey sein-
astu 10 árini til óbøtandi
skaða fyri kirkjuna, nú var
niðurlagt.
Til tykkum, sum byrja ár
2.000 við at bera brenni til
stíðsbálið, fari eg at siga:
»Bindið frið.«
Alt tað, tit vilja, at menn
skulu gera móti tykkum, tað
skulu tit gera móti teimum,
tí hetta er lógin og profet-
arnir. Matt. 7,12.
Sonja á Argjaboða
Århus
Diesel dálkar umhvørvið
við at fáa yvirhond. Fólk
fara yvir til diesel, tí tað er
bíligast. Bilar eru her, og
teir skulu vera verandi, men
hví skulu teir ”premierast”,
sum dálka mest? Blýfrítt
bensin hevur leingi verið at
fáa, og vil ein umhvørvi-
num væl, so er tað frægast
hvat dálking viðvíkur. Men
diesel er nógv bíligari at
koyra. Men eg fari at hætta
mær at siga, at hevur ein ráð
til at koyra bil, so hevur ein
eisini ráð til at halda um-
hvørvið so reint sum gjørl-
igt. Hesir dieselbilar hava
eisini tann ampa, at teir taka
longri tíð at verma upp, og
so lata fólk teir standa í tóm-
gongd til teir eru heitir
nokk. Serliga um morgnar-
nir í búðstaðarøkjum kenn-
ist hetta sárt fyri smábarna-
lungur, og eisini fyri tey
eldri.
So hetta er ein áheitan til
tykkum, sum leggja gjøld
og annað uppá bilar og ben-
sin. Gerið diesel dýrt! So
fara fólk nokk at koyra við
reinari brennievni. Aðra
staðni í heiminum er diesel
minst líka dýrt sum annað
brennievni, hví skulu vit
_premiera“ dálkingina?
Hanna Joensen
Í eini grein í bløðunum í
farnu viku, skirvar Høgni
Hoydal landsstýrismaður
um búskaparkreppuna í níti-
árunum.
Enn einaferð eydnast tað
honum at kalla kreppuna
fyri ”kreppan undir heima-
stýrinum“ og eisini skrivar
hann
um
tann
”sjúka
heimastýrisbúskapin”.
Hetta er ein ótrúliga
snildislig orðing, tí við hes-
um hevur hann ikki bein-
leiðis sagt, at sjálv heima-
stýrisskipanin var orsøkin
til at kreppan kom. Men les-
arin skilir tað kortini soleið-
is, og hetta er júst tað, sum
landsstýrismaðurin vil hava
lesaran at skilja.
Kavarasjúka
Høgni Hoydal dugir væl at
nýta myndatalu, og hesaferð
hevur hann valt ein kavara
sum myndaevni. Eftir at før-
oyski búskapurin hevur ver-
ið ein túr niðri á botni, er
hann nú sum ein kavari á
Viðmerking:
Eitt heimastýri við framgongd
heimleið á veg uppaftur
gjøgnum sjógvin.
Men henda uppgongd má
ikki ganga ov skjótt, tí tað
er vandamikið at flyta úr
havdýpinum og upp til vatn-
skorpuna við ov nógvari
ferð. Kroppurin tolir ikki
hetta skjótt minkandi trýst-
ið, og tú kanst fáa kavara-
sjúkuna. Tí noyðist lands-
stýrið nú at traðka á
bremsuna.
Men
Høgni
Hoydal
gloymir at nevna, at henda
ógvusliga uppgongdin, er
eisini ein partur av tí so-
nevnda heimastýrisbúskap-
inum. Hann gloymir at siga,
at tað er undir heimastýri-
num, at tað sambært honum
sjálvum nú gongur so væl,
at tað er meira enn hvat eitt
samfelag kann tola.
Kvetta luftslanguna
Ímeðan hesin kavarin fer
upp ígjøgnum sjógvin við
nógvari ferð, eru tað nøkur,
sum fyri ein og hvønn prís
vilja kvetta luftslanguna.
”Vit skulu ikki vera bundin
at øðrum, og eingin skal
geva okkum ”fremmanda
luft””, siga tey. Tó vilja hesi
hava ein lítlan ”luftlumma”
(eina skiftistíð), sum tey
kunnu liva av í eini 15 ár.
Hetta er júst tað sum skal
til, fyri at venda uppgongd
til niðurgongd. Tú fært eina
flaggstong í New York, men
sleppur annars at liva restina
av lívinum á tí búskaparliga
havbotninum.
Hvussu verður
búskaparvøksturin
roknaður ?
Vanligi føroyingurin kann
ikki vita, hvussu landsstýrið
roknar seg fram til øll tølini,
sum í hesum døgum verða
serveraði fyri føroya fólki,
og sum skulu vísa, hvussu
gongdin er í føroyska bú-
skapinum. Tí er tað lætt hjá
landsstýrinum at villleiða
fólkið, við at vísa á til-
vildarlig tøl.
Eg kann nevna sum dømi,
at í faldaranum, sum lands-
stýrið hevur gjørt um
fullveldisætlanina, verður
sagt (á síðu 24), at búskap-
arvøksturin hevur seinastu
fimm árini verið umleið 6
prosent í miðal.
Men í tíðindaskrivinum,
sum
landsstýrið
sendi
donsku fjølmiðlunum aft-
aná fyrra samráðingarfund-
in í Keypmannahavn stend-
ur: ”Væksten i den færøske
økonomi har de sidste 6 år
været 9,8 % i gennemsnit”.
Tað vil siga, at miðal bú-
skaparvøksturin 6 tey sein-
astu árini hevur sambært
árini. Um hetta passar, so
høvdu Føroyar fyri 6 árum
síðani ein búskaparvøkstur
uppá ikki minni enn 41,5
prosent.
Hetta er so langt úti, at
um vit venda aftur til mynd-
ina av kavaranum, so hevði
hann ikki bara fingið kav-
arasjúkuna, men hann hevði
lopið leysur úr sjónum.
Hetta ljóðar so gott, at ein
freistast til at kalla tað við
orðunum hjá Høgna Hoy-
dal: ”Heimastýrisbúskap-
ur”.
Helgi Abrahamsen
landsstýrinum verið 3,8
prosent hægri, enn hann
hevur verið 5 tey seinastu
Nú hava vit hoyrt aftur og
aftur og upp í saman um
skiftistíð, og hvussu long
henda skiftistíð skal verða,
Næstan ongin tosar um ann-
að í hesum samráðingartíð-
um.
Líka so nógv sum hetta
fyribrigdi nú verður umrøtt,
líka so sannførd eru tey
flestu nú vorðin um, at
hetta er tað, vit skulu tosa
um. Men í veruleikanum er
hetta bert ein partur av
øllum, og í mínum eygum
sær nú út sum um alt annað
er vorðið óaktuelt, og eg
giti, at tað er ikki uttan á-
huga
landsstýrisins,
tí
endamálið við skiftistíðini
er fullveldi, og at vit skulu
sleppa okkum av við
donsku stuðulsveitingina,
antin so ella so. Strategiin
er jú løgd.
At úrslitið fer at halla á
tann bógvin, er ikki óhugs-
andi, tí við tí niðrandi um-
røðu ríkisveitingin hevur
fingið frá okkara lands-
stýrisflokkum og umboð-
um, bæði her heima og ikki
minst í Danmark, so skuldu
danir ikki vilja okkum so
ilt, at teir ikki tóku stuðulin
aftur sum skjótast fyri okk-
ara egna besta, meeen ….
nú var tað ikki júst soleiðis
teir meintu tað hóast alt,
siga okkara landsstýris-
flokkar!!
Fólk ørkymlast
Fólk eru ørkymlaði, tí Hvíta
Bók, sum fyrst var søgd at
skula lýsa øll mál og svara
Onga skiftistíð, takk!
øllum spurningum, hon lýsti
ikki øll mál frá øllum síð-
um, og hon svaraði ikki øll-
um spurningum, men hon
gjørdist ein ”amboðskassi”,
sum
landsstýrismaðurin
Høgni Hoydal boðaði frá,
tá hon var vorðin almenn.
Teir og tey, sum skrivaðu
hana, høvdu gjørt eitt stórt
og gott arbeiði, tað skal slá-
ast fast, men tey sum spurdi
rættiliga nær, tá spurningar
kundu setast aftaná, fingu
fleiri ferðir sama svarið:
”Hatta vóru vit ikki biðin
um at kanna!!” Og parturin
um íslandsku kanningina,
og sum skrivað var í Íslandi
viðvíkjandi búskapinum,
hann mundi ongatíð komið
fram!!??
Men búskaparligi partur-
in í Hvítu Bók um skiftis-
tíðina segði veruliga nakað
um framtíðina og vælferð-
ina, og tað er nú tann eymi
spurningurin. Spurningurin
um longdina á skiftistíðini
er vorðin Alfa og Omega í
sambandi við Føroya fram-
tíð sum fullveldi, og veljara-
kanningin, sum setti ein
spurning um skiftistíðina,
vísti tað menniskjaliga, at
veljarin heldur vildi hava
skiftistíð uppá 15 ár enn 4
ár, og tað er væl skiljandi,
men tað merkir ikki, at tey
øll vilja hava fullveldi.
Strategiin
Landsstýrismaðurin
í
sjálvsstýrismálum
veit,
hvussu strategiin skal vera,
og nú er ljóskastarin settur
á skiftistíðina. At danska
stjórnin og danska Fólka-
tingið meldaði út tíðliga, og
tað so sera avgjørt, um
stutta skiftistíð, var ikki so
heppið fyri strategiina hjá
okkara landsstýri, men nú
er tó hepnast teimum at
venda rákið í kjakinum fyri
teir rætta vegin, soleiðis at
fullveldið er endamálið.
Og tað er tað, sum ávarast
má ímóti, tí vit sum ikki
vilja hava fullveldi, vit vilja
onga skiftistíð hava: Vit
ynskja, í tí felagsskapi vit
eru, við virðing hvør fyri
øðrum og í semju, at sam-
ráðast við hin partin av ríki-
num um, hvussu vit skipa
okkara framtíð best, og
sjálvandi skulu vit í Før-
oyum gjalda tað vit orka.
Men okkara mál er : Onga
skiftistíð, takk!
Lisbeth L. Petersen
Sosialurin
– kjakið fer fram hjá okkum
Sosialurin 311820
Í sambandi við 2 ára dagin tann 8. juni
verður eitt úrval av vørum selt við
Leingi væntaða húðrøktarvøran
er nú heimkomin m.a.
Longue vie Corps, kropskrem, sólkrem
og reinsikrem í dupultari stødd
30%
í avsláttri
N. Finsensgøta 16 • 100 Tórshavn • Tel. 320321
2 ÁRA
FØÐINGARDAGUR
Í BEAUTY LINE