týsdagur 6. juni 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
JÁKUP MØRK
Eftir at upprunaliga av-
gerðin hjá dómarafelag-
num meira ella minni
varð broytt, soleiðis at
nevndin
heitti
á
dómararnar um kortini at
døma dystirnar, vóru
mong, sum, undraðust.
Skifti støðu
Ein av orsøkunum til hett-
a var, at Lassin Isaksen,
sum er í nevndini í dóm-
arafelagnum, brádliga var
vorðin ein aktivur partur
í málinum. Upprunaliga
vildi hann annars ikki ver-
a við á fundinum hós-
kvøldið, tí málið snúi seg
um KÍ, sum er felagið,
sum Lassin dømir fyri.
Lassin greiðir frá, at or-
søkin til, at hann ikki var
á upprunaliga fundinum
var, at hann helt at fund-
urin bert snúi seg um
hendingina í Klaksvík. –
Eg vildi tí ikki fara á
fundin, tí tað kundi lætt-
liga hent, at onkur við-
merking frá mær varð tik-
in illa upp, um hon ikki
samsvaraði við aðrar
hugsanir, soleiðis at onk-
ur skilti tað soleiðis, at eg
royndi at hjálpa KÍ. Tað
hevði eg nevnliga als ong-
ar ætlanir um, tí eg kann
Talan varð um
prinsippmál
Tí gjørdi Lassin Isaksen at taka ein
aktivan leiklut í dómarastríðnum
sjálvsagt ikki á nakran
hátt taka undir við tí, sum
fór fram í Klaksvík, sigur
Lassin.
- Tá eg so seinni fann
út av, at málið var blivið
til eitt prinsippmál, var
støðan jú ein heilt onnur,
og tá helt eg tað vera rætt
av mær at traðka til.
Sjálvur eri eg annars
samdur í tí, sum er ført
fram í skrivinum frá dóm-
arafelagnum, men eg meti
tó ikki, at tað er rætt at
fara í verkfall av teirri á-
vum. Verkfall ella bloka-
da má metast at vera ab-
solutt síðsta vápn okkara,
og eigur bert at vera nýtt,
um einki annað riggar. Nú
hava vit so fingið ein di-
alog ígongd, og vónandi
kann hetta viðføra, at vit
í størri mun vera hoyrdir
í FSF, ístaðin fyri sum nú,
at allar avgerðir verða tik-
nir yvir høvdið á okkum,
sigur Lassin Isaksen at
enda.
Hálsaðu um
Nevndin í dómarafelagnum skifti støðu fríggjadagin, og leygardagin varð so
kunngjørt, at allir dystirnir í 1. deild kortini vórðu leiktir
JÁKUP MØRK
Einki er at siga til, at fót-
bóltsáhugað tóktust rættu-
liga ørkymlað undan dyst-
unum hetta vikuskiftið.
Hóskvøldið frættist, at
fótbóltsdómarafelagið hev-
ði gjørt av, ikki at døma
nakran dyst í bestu deildini
hetta vikuskiftið, orsakað av
ónøgd um dómin, sum KÍ
fekk eftir tilburðin í Klaks-
vík, har linjuverji varð sligin
í búkin.
Leiðslan í FSF harmaðist
sjálvandi um hetta stigið, og
teir bjóðaðu eisini dóma-
runum at koma á fund í hesi
vikuni, men støðan hjá
dómarunum tóktist greið.
- Vit døma ikki, segði for-
maður felagsins í leygar-
dagsSosialinum, og sam-
bært honum var talan als
ikki um nakað útspæl móti
FSF, men heldur eini greið
boð.
Út á fríggjakvøldið var tó
líkt til, at dómararnir vóru
um at hoykna í kongunum,
og á viðmerkingunum, sum
hoyrdust í loftbornu fjøl-
miðlunum, skiltist, at støð-
an als ikki var so greið
kortini.
Frægast fyri fótbóltin
- Orsøkin til, at vit brádliga
skiftu hugsan í málinum er,
at nevndin í dómarafelag-
num og FSF komu ásamt
um, at fundur skuldi haldast
mánadagin, og tí sendu vit
eina áheitan til dómararnar
um at døma dystirnar. Orð-
ini eigur Hans Falkvard
Hansen, sum er formaður í
dómarafelagnum. Víðari
sigur hann, at nevndin ikki
á nakran hátt hevur roynt at
lagt trýst á dómararnar, fyri
at fáa teir at døma.
- Fleiri dómarar ringdu til
mín leygardagin, og boðini
eg gav teimum, vóru í øllum
førunum tey somu: Geri tað,
sum tit halda tykkum kunna
standa inni fyri, og ikki hug-
sa um støðuna hjá nevndini.
Spurdur, hvørt nevndin
ikki góðtók avgerðina hjá
dómarunum, sigur Hans, at
nevndin ongantíð tók undir
við uppskotinum frá dóm-
arunum. Fudnurin var tó
viðtøkuførur, leggur for-
maðurin dent á, men hann
sigur samstundis, at hann
heldur at nevndin hevði full-
an rætt til at handla sum hon
gjørdi.
- FSF setti seg í samband
við okkum, og beyð okkum
á fund, har umrøddu við-
urskiftini kundu fáast upp á
pláss, og hetta hildu vit vera
ein loysn, sum vit kundu
liva við. Eisini fyri at faa
dystirnar avgreiddar, tí hetta
var eftir okkara tykki fræg-
asta loysnin fyri fótbóltin
sum heild.
FSF raknað við
Hóskvøldið segði formað-
urin annars, at talan ikki var
um nakað forhandlingsút-
spæl, men sunnukvøldið
vóru boðini øðrvísi. Til
hetta segði formaðurin, at
tað er ikki alt, man fær sagt
beinanvegin, og hann legði
enn einaferð dent á, at
nevndin metti seg hava
funnið eina loysn, nú FSF
hevur boðið teimum til
fundar.
Men hvørji mál verða so
tey, sum verða viðgjørd á
fundinum, sum varð hildin
eftir evstamark í gjár?
- Talan verður um allar
teir lutir, sum vit eru ónøgd-
ir við í samstarvinum við
FSF. Dómurin í konkreta
málinum í Klaksvík verður
tó ikki kærdur. Hetta hava
vit onga heimild til.
Vit hava tó fingið Fót-
bóltssambandið at rakna
við, og so mugu vit vóna,
at vit fáa so nógv sum gjør-
ligt á skaftið.
Dómarin gevst
Leygardagin frættist, at
dómarabólkurin, sum døm-
di dystin í Klaksvík, gevst
at døma, tí teir kenna seg
stungnar í ryggin, nú dyst-
irnir í bestu deildini kortini
vórðu avgreiddir. Hevur for-
maðurin í dómarafelagnum
forstáilsi fyri hesum?
- Bæði og. Tað skal eingin
ivi vera um, at vit bakka
dómaran 100% upp í mál-
inum í Klaksvík, men hin-
vegin kunnu vit ikki taka
undir við teirra hátti at
handfara málið upp á. Vit
kunnu sjálvandi ikki á nak-
ran hátt góðtaka, at dómari
ella linjuverji verða slignir
i búkin, men harífrá og so
til at blokera dystirnar er
eftir mínari fatan eitt dekan
ov langt lop.
Tú mást eisini hugsa um,
at um felagið hevur uppfylt
tær treytir, sum verða settar
í málinum, so má eisini
verða mark fyri, hvussu
hørð revsingin kann verða.
Eg eri tó sjálvandi sera
harmur, um hetta viðførir,
at dómarabólkurin gevst, tí
talan er uttan iva um ein av
bestu
dómarabólkunum,
sum vit eiga í Føroyum.
Eingin ivi um
frágreiðingina
Frá
FSF
formanninum
skiltist friggjadagin, at hann
var í iva um, hvørt hend-
ingin í Klaksvík yvirhøvur
fór fram. Hevur hetta eisini
havt ávirkan á tykkara
støðutakan í málinum?
- Nei, avgjørt ikki. Tað má
ongantíð sáast ivi um, hvørt
dómarin sigur satt í frá-
greiðing sínari, tí verður tað
gjørt, so er jú alt álit millum
dómarar burtur.
Orsøkin til broyttu støðu-
takanina er snøgt sagt tann,
at vit nú kunnu koma upp á
tal við FSF. Dómarin er jú
ikki settur at meta um, hvør-
jar revsingar ávís mál at eig-
a at viðføra. Dómarin er
settur til at leiða dystin, og
hetta haldi eg eisini at vit
eiga at halda okkum til.
Restina mugu aðrar kreftir
taka sær av. Blanda vit hesi
mál saman, fáa vit beinan-
vegin habilitetstrupulleikar,
og tað kunnu vit ikki hava.
Tættari samstarv
Hvørji mál fer dómarafe-
lagið so at leggja serliga
dent á mánakvøldið?
- Vit skulu skap álit mill-
um partarnar, soleiðis at av-
gerðir í framtíðini ikki vera
tiknar at kalla yvir høvdið á
dómarunum. Talan skal
snøgt sagt verða um eitt
tættari samstarv millum
dómararnar og FSF.
Um trygdin hjá dómaru-
num skal betrast, er eisini
eitt mál, sum støða skal ta-
kast til. Skulu gyrðingar
gerast, har dómararnir gan-
ga út, ella skal verjan av
hesum skipast øðrvísi enn
hon er í løtuni. Hetta eru alt
spurningar, sum eru rele-
vantir at taka upp, og tað
fara vit helst eisini.
Eisini eiga vit at finna
eina greiðu linju um, hvørji
mál skulu fráboðast fót-
bóltssambandinum. Sum er,
senda onkrir dómarar frá-
boðan inn um okkurt, sum
aðrir dómarar ikki leggja so
nógv í, og hetta ber jú hel-
dur ikki til. Altjóðagerðing-
in av fótbóltin setur jú eisini
krøv um, at vit sum dómarar
skulu fylgja altjóða reglum,
so eisini her er nakað at tosa
um hjá okkum.
Eitt nú hava vit nú fingið
sonevndu dómaratestina at
rigga, soleiðis at vit kunnu
tryggja, at dómararnir eru
nóg væl fyri kropsliga, og
hetta er so í øllum førum
eitt stig á leiðini.
At enda sigur formaðurin
í dómarafelagnum, at tað nú
ræður um hjá teimum at
koma víðari, soleiðis at fót-
bólturin verur tæntur sum
best.
- Høvdu vit hildið fast
um, dystirnir ikki skuldi
spælast, hevði hetta fyrst og
fremst rakt feløgini og ikki
FSF, og tað var jú ongantíð
ætlanin við tiltakinum, sigur
formaður felagsins at enda.
Eg gjørdi av at taka ein aktivan leiklut, tá málið vísti
seg at vera eitt prinsippmál, sigur Lassin Isaksen
Eftir rokið hóskvøldið var lagið á dómarunum koritni
batnað somikið, at dystirnir kundu avgreiðast sum ætlað
Tilvildarliga vald mynd
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Lærarar søkjast
Søkt verður eftir 4 lærarum til Miðvágs-
Sandavágs skúla skúlaárið 2000/2001.
Størvini umfata allar vanligar lærugreinar í
1.-10. flokk og tvey av størvunum hava
niðursett tímatal.
Størvini eru tíðaravmarkað og lønt sambært
avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggj-
armálastýrið.
Umsóknir við møguligum prógvum og við-
mælum skulu verða skúlanevndini í hendi í
seinasta lagi mikudagin 14. juni og send-
ast til:
Miðvágs-Sandavágs skúlanevnd
v/Kristionnu Larsen á Lofti
360 Sandavágur
S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5
Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo
Føroya Tele er skrásett hjánavn hjá P/F Telefonverkið · Reg. no. 2697
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Leverandørurin
til entrepenørar í 28 ár...
Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008
Tosið við okkum!
Trukkar, stáblarar og BT lyftivognar
til tygara tørv!
Vit útvega EXIDE battaríir, løðitól til øll merkir av
trukkum og stáblarum
Sosialurin - 311820
sosialinum
Lýsið í