týsdagur 6. juni 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
Undirhald í fótbólti verður
ofta gjørt upp í, hvussu
nógv mál verða skorað. Í so
máta var sjeynda umfar í 1.
deild, sum var spælt sunnu-
dagin, væl við, og at før-
oyska summarveðrið skikk-
aði sær væl, gjørdi tað upp-
aftur hugaligari at taka lut
og hyggja at.
Tað er ikki á hvørjum
degi, at tað verða skorað 32
mál í einum og sama um-
fari. Hetta er kortini ikki
met. Í átjanda og síðsta um-
farinum í 1998 vórðu skor-
að ikki færri enn 39 mál. Ta
ferðina vann HB 10–1 í
Fuglafirði, B36 sendi VB
suður við 8–2 tapi, B68
vann 3–2 á NSÍ, KÍ vann
5–2 í SUmba, og GÍ kom
av Sevmýri við 5–1 sigri. Í
tólvta umfari8num hetta
sama árið vórðu 33 mál
skorað. Ta ferðina endaðu
tveir dystir 10–0.
B36 hevur tyngdina
Fitt av spenningi var, um tað
fór at eydnast B36 at fáa
nakað við úr Runavík.
Oddaliðið hevði tapt móti
KÍ og teir vóru sendir úr
steypakappingini. B36 var
kroyst eina løtu í Runavík.
Tað lá í luftini, at teir skuldu
missa øll stigini, sum teir í
yvirtíðini í 1. hálvleiki so
at siga høvdu fingið inn um
stokkin.
Tá B36 í 1997 vann FM
var tað ofta í síðstu løtu, at
teir avgjørdu. Hjá mongum
man dysturin í Vági tað árið
standa sterkur í huganum.
Akkurát soleiðis tørnaði tað
út móti NSÍ. Og tað ber boð
um, at B36 fer at røkka
langt í ár.
Merkisvert var tað eisini,
at teir vunnu í Runavík við
fleiri monnum á liðnum,
sum ikki hava spælt nógv í
1. deild. Jens Kristian Han-
sen spældi bara eina lítla
løtu, Ronnie Samuelsen og
Herbert í Lon Jacobsen vóru
leikbannaðir, og Carl H.
Høgnesen er skaddur.
Tað verður ofta tikið til,
at tað er á beinkinum, at eitt
lið vísir sína sonnu styrki.
Hesa ferð royndu D. P. Jo-
hansen, Rógvi Róin og Karl
Leonsson seg, Gunnar Niel-
sen og Klæmint Matras
komu inn, og B36 fekk trý
stig.
Komandi leygardag eru
tað grannarnir úr HB, sum
bíða í Gundadali.
Fyrstu ferð í fimtan ár
Dómaraverkfallið varð av-
lýst. Einki er at ivast í, at
teir í HB høvdu einki havt
ímóti at havt frívikuskifti.
Frá næstsíðsta sunnudegi og
fram til komandi leygardag
hava teir fimm dystir á skr-
ánni. Sjálvandi setur hetta
síni spor – tað hevði tað
eisini gjørt hjá væl trimm-
aðum yrkisspælarum – og
tí hevði komið væl við at
hvílt eina lítla viku, áðrenn
teir í annaðkvøld skulu vest-
ur í Vágar.
Men HB fekk ikki møgu-
leika at hvíla, og so fór B68
av stað við øllum stigunum.
Í blaðnum leygardagin var
eingin umrøða av dystunum
sunnudagin. Tey, sum hava
atgongd til internet útgáv-
una, kundu leygardagin les-
a, at nógvu tey seinnu árini
hevur HB vunnið annan
hvønn heimadyst móti B68,
og aðru hvørja ferð hevur
tað verið javnleikur.
B68 er næstovast, og at
teir fyri fyrstu ferð í fimtan
ár megnaðu at fáa øll stigini
í Gundadali móti HB er á-
bending um, at teir ætla sær
at hanga í.
Hjá HB stendur nógv upp
á spæl teir næstu dagarnar.
Í annaðkvøld skulu teir til
Sørvágs, og leygardagin
hitta teir B36. Um HB vinn-
ur báðar dystirnar, eru teir
bara eitt stig aftanfyri B36.
Drúgvir vágbingar
Tað er ongantíð komið fyri,
at VB hevur vunnið heið-
ursmerkir í landskapping-
ini. Onkuntíð hava teir verið
millum tey fremstu fram
móti
summarsteðginum,
men so eru teir smokkaðir.
Nú er VB á triðja plássi.
Merkisvert var tað, at teir
eftir avhølvingina móti HB
hósdagin megnaðu at bretta
sær á móti GÍ.
Hópurin hjá VB er breið-
ur, og leygardagurin er aftur
lykladystur á skránni. Tá
skulu teir spæla á Svanga-
skarði.
Johan Nielsen hevur aftur
og aftur undirstrikað, at
gøtumenn kunnu ikki rokna
við betri úrsliti enn um mið-
juna. Tapið í Vági hevur við
sær, at GÍ í fyrstu atløgu
hevur mist takið í stríðnum
um heiðursmerkir. Onkur av
GÍ
spælarunum
hevur
nevnt, at tað liðið verður
FM vinnari, sum megnar at
vinna hvørja ferð tíggju tey
seinastu umførini.
Gøtumenn eru onkuntíð
áður komnir aftanífrá, men
uppgávurnar fram móti
summarsteðginum eru ikki
lættar. Leygardagin og má-
nadagin skulu teir til Sør-
vágs – fyrst til landskapp-
ingardyst og síðani til
steypadyst – og so fáa teir
vitjan av báðum teimum
fremstu liðunum – fyrst
B68 og so B36.
Klaksvíkingar
tykjast
hava funnið seg sjálvar á
vøllinum. Nógv hevur verið
sagt og skrivað um tað, ið
hevur gingið fyri seg utt-
anfyri vøllin. Um nevndin í
KÍ veit, hvør maðurin er,
sum skrúvaði høvdið av og
slerdi annan linjudómaran
dýra biðjudag, so áttu teir
at sent rokningina uppá, ið
kappingarnevndin hjá FSF
hevur útskrivað, til viðkom-
andi og møguliga avrit í
Norðlýsið! Tað eigur at
staðfestast, at slíkur ørvitis
atburður hevur avleiðingar.
Kroystu feløgini
Á Sandi hava teir fleiri ferð-
ir endurtikið, at teir halda
seg hava so góða manning,
at niðurflytingin ikki eigur
Málrok tá dómarafelagið
kom í stríð við seg sjálvt
NSÍ og FS Vágar hava bæði knívin á barkanum, og B36 tykist hava undanvindin, sum skal til, tá meistaraskapurin
skal vinnast
at koma upp á tal. Úrslitið
móti FS Vágum bendir á, at
nakað er um tosið.
Sumbingar hava ikki mist
svøvnin, sjálvt um teir taptu
stórt í Klaksvík. Tá teir
spæla móti stóru feløgunum
á útivølli, er tað merkisvert,
at fleiri av føstu monnunum
sita uttanfyri. Bæði teir, sum
hava smásnuddir, og teir,
sum á kortkontoini eru fram
ímóti at fáa leikbann.
Tað er týðuligt, at sum-
bingar eru greiðir yvir,
hvørjar uppgerðir eru lykla-
dystir hjá teimum. Komandi
leygardag er ein sovorðin á
skránni. Tá NSÍ kemur suð-
ur á Krossin, fara sumbing-
ar heilt víst at spæla við
besta fólkinum.
Hjá NSÍ er illa vorðið.
Avrikini eru ikki sannfør-
andi, og marginalirnir eru
ikki á teirra síðu. NSÍ hevur
tapt fýra dystir á rað, og teir
hava rættuliga knívin á
barkanum leygardagin.
FS Vágar hevur framveg-
is fyrsta sigurin til góðar. Í
nógvum landskappingar-
dystum hevur spælið ikki
verið av leið. Spurningurin
er hvussu leingi teir megna
at halda høvdið høgt, tá úr-
tøkan er so lítil. Undan
summarfrítíðini skulu teir
spæla móti HB, GÍ og KÍ.
Politikkurin
Málríkasta umfarið í tvey ár
fer ivaleyst at verða minst
fyri poilitikkin heldur enn
undirhaldið á vøllunum.
Misnøgdin við avgerðina
hjá kappingarnevndini, sum
segði, at KÍ skuldi fáa tíggju
túsund krónur í bót, tí ein
áskoðari hevði sligið ein
hjálpardómara í búkin, hev-
ði í fyrstu atløgu við sær, at
dómararnir vóru avgjørdir
og boðaðu frá, at teir fóru
ikki at døma í vikuskifti-
num. Okkum dámar væl at
sammeta okkum við útlend-
ingar. Undan vikuskiftinum
var støðan átøk tí, sum plag-
ar at vera at frætta úr Italia.
Tað endaði, sum tað plagar
at enda í Italia, og einki er
at ivast í, at orsøkin til nið-
urstøðuna var tann sama,
sum hon plagar at vera t. d.
í Italia.
Lobbyisma verður ofta
fatað sum eitt illavorðið orð.
Hugtakið verður nú á døg-
um góðkent sum ein veru-
leiki, sum ikki er illavorðin.
Fótbóltslobbyisman undan
vikuskiftinum hevði við
sær, at fótbólturin varð av-
greiddur, og tað gleðast øll
um. Eftir stendur eitt dóm-
arafelag, sum liggur í stríði
við seg sjálvt. Tað er ó-
heppið.
JH
Eins og restin av B36-liånum hevur Håkan Lundholm havt undanvind seinastu tíðina
Mynd: Jonhard Hammer
Tjaldrið var millum nýggju bátarnar, sum stóðu seg sera væl í kappróðrinum á
norðoyastevnu.
Ikki færri enn níggju nýggir bátar vóru at siggja til fyrsta FM roðurin, sum millum
annað verður mintar av, at tað eydnaðist vestmenningum at vinna róðurin hjá 10-
mannaførunum.
Í mikudagsblaðnum hava vit stóra frásøgn frá kappróðrinum í Klaksvík
Sambært reglarnar verður
ein fótbóltsdystur spældur
tvær ferðir trý korter. Hetta
er minsta markið. Tað er
upp til dómaran at gera av,
hvussu nógv hann ger av at
leggja afturat vanligu leik-
tíðini.
Felags fyri bæði vanligu
leiktíðina og ta tíðina, sum
dómarin leggur afturat, er,
at málini, sum verað skorað,
telja eins nógv.
At tað er týdningarmikið
at stríðast bæði í vanligu
leiktíðini og í tí tíðini, sum
dómarin leggur afturat, er
ein veruleiki. sum fótbólts-
spælararnir hjá NSÍ tykjast
hava ilt við at síggja í eyg-
uni.
Hetta var sjón fyri søgn
sunnudagin.
Tá teir fyrstu 45 minutt-
irnir vóru farnir, var fram-
vegis einki mál komið.
Dómarin legði tveir min-
uttir afturat, og í eykatíðini
skoraði B36 tvær ferðir.
Tá 2. hálvleikur var 45
minuttir gamal, var støðan
2–2. Dómarin legði fýra
minuttir afturat, og í yvir-
tíðini skoraði B36 eitt mál.
Harvið vóru øll trý stigini í
B36 viðførinum.
Gylta løtan
At teir í NSÍ iðraðu seg
bæði bláar og gular um, at
teir einki fingu burturúr, var
einki at siga til.
NSÍ megnaði í 2. hálv-
leiki at taka tað aftur, sum
teir høvdu klossað burtur í
yvirtíðini í fyrra umfari-
num. Eddie Mikkelsen, sum
hesa ferð var ytstur á mið-
vøllinum í vinstru, skoraði
bæði málini. Hitt fyrra eftir
langan diagonalbólt úr høg-
ru. Møguleikin tóktist burt-
ur, men Dánial P. Johansen,
sum hesar síðstu ferðirnar
hevur havt møguleikan í
høgra verjuborði, var ó-
skettin og gav bóltin burtur
til miðvallaran. Eddie takk-
aði fyri og sendi flatt fram-
við málverjanum.
Útjavnandi málið átti
Gert Langgaard, sum er NSÍ
maðurin við nógv størstu
álopsligu tyngdini, upp-
spælið til. Hann sneiddi seg
til baklinjuna í høgru, legði
út frá handara stólpa, har
Eddie Mikkelsen smekkaði
upp undir nærru saman-
komingina.
So var 2–2, og kropsburð-
urin og áræðið hjá heima-
monnunum bendu á, at tað
snúði seg um, um NSÍ fór
at fáa eitt ella trý stig.
At tað ikki gekk, sum tað
kanska kundi roknast við,
boðar frá, at NSÍ arnir eru
ov tunnir. Bæði í verjupart-
inum, har teir ov ofta lata
mótstøðumenninar vera ov
leysar, og í álopspartinum,
har teir alt ov ofta missa
bóltin í uppspælinum.
Hvørki liðið megnaði ser-
liga skipað spæl, men onkra
ferðina hekk tað eina løtu
saman hjá NSÍ á jørðini, og
tá var tað, at teir myndaðu
síni bestu álop. Men alt ov
ofta var talan um langar
sendingar, og ofta høvdu
longu sendingarnar skeiva
adressu ella onga adressu.
B36 úrtøkan
B36 spælararnir og við-
haldsfólkini vóru ovurfegin,
tá tey fóru til hálvleiks, og
tey vóru ovurfegin, tá tey
fóru úr Runavík. Bæði í 1.
og í 2. hálvleiki stóð nógv
á, men kortini riðu gestirnir
stormin av.
Sigursmálið átti NSÍ mál-
verjin sín part í. Hann fór
út eftir høgum innleggi úr
høgru, men bólturin fór eitt
sindur í hitt borði. Máverjin
tóktist ætla at verja uttanfyri
málteigin, og so var tað, at
Magni á Lakjuni lyfti aftur
um seg sjálvan og upp um
málverjan. Bjarni Prior,
sum hevði haltað illa alla
tíðina, rann so frægt, at hann
kundi stýra bóltinum síðsta
teinin um strikuna, og so var
fagnaðurin stórur.
B36 fagnaðurin var ser-
liga stórur, tá teir settu hol
á. Miðvallarin Jan Guttesen,
sum man vera ein tann týd-
ningarmiklasti maðurin á
B36 liðnum, er ikki altíð so
eyðsýndur, tá hann arbeiðir
og stríðist. Bara eina ferð
áður hevði hann skorað.
Men tað sást ikki, tá hann
tilspældi sær sjálvum møg-
uleikan at gera fyrsta málið.
Jónstein Petersen misti í
uppspælinum hjá NSÍ til
Håkan Lundholm, hesin
stakk inn um í høgru, Jan
Guttesen rann frá tveimum,
fór framvið málverjanum
og rullaði bóltin um strik-
una.
NSÍ menninir vóru so
skelkaðir, at teimum ikki
eydnaðist at halda tætt til
steðgin, at teir ikki tóktust
geva sær far um, at B36
skoraði eitt mál afturat.
Magni á Lakjuni legði úr
vinstru flatt innum verjuna,
og Håkan Lundholm, sum
var í álopinum saman við
Bjarna Prior, var púra leys-
NSÍ noktaði fyri at
arbeiða yvirtíð
1. deild: Leikliga var eingin munur á botni og toppi, men B36 hevði í síðsta
enda ta tyngdina, sum toppliðini oftast hava
ur, tá hann sendi framvið
málverjanum og í handara
síðunetið.
Órudduligt
Onkuntíð hevur fótbólts-
spælið verið betri, enn tað
var í Runavík hesa ferð.
Hvørgin miðvøllurin megn-
aði at fáa tað at hanga sam-
an serliga leingi. Bólttapini
vóru nógv báðar vegir, og
uppløgdu málmøguleikarnir
vóru fáir.
B36 saknaði fleiri at føstu
monnunum. Bjarni Prior
var
týðuliga
skaddur.
Mikkjal Thomassen fór út,
tí hann var skaddur, men so
leingi hann var í miðverjuni
var hann saman við Egili
Zachariasen, sum hesa ferð
var liðformaður, og Karl
Leonsson, sum ikki hevur
verið á besta liðnum í fleiri
ár, partur av stinnastu B36
ketuni.
Eitt sindur undarligt ken-
dist tað, at Jens Kristian
Hansen sat á beinkinum
mest sum alla tíðina. Eftir
1. hálvleik var eyðsýnt, at
álopsparturin var ov tunnur.
Tað hevði verið upplagt at
tikið skadda Prior út, at sett
Jákup á Borg, sum stíddist
á miðvøllinum fram í álop-
ið, og at sett Jens Kristian
Hansen inn á miðvøllin.
Men B36 venjaran valdi
at loysa trupulleikarnar øð-
rvísi, enn á mest upplagda
møguleikan. Liðið hjá hon-
um vann, og so er torført at
seta niður á venjaran.
NSÍ tapti, tí heimamenn-
inir gloymdu at spæla alla
tíðina. Avleiðingarnar av tí
vóru so dyggar, at læran
kann roknast við at sita í, tá
teir komandi leygardag sku-
lu spæla botndyst í Sumba.
JH
NSÍ-B36 2-3 (0-2)
0-1: Jan Guttesen 45.
0-2: Jan Guttesen 45.
1-2: Eddie Mikkelsen 49.
2-2: Eddie Mikkelsen 65.
2-3: Bjarni Prior 90.
NSÍ:
Rúni Joensen – Brynjolvur
Nielsen, Dánial Hansen,
Arnfinn Langgaard, Jón-
stein Petersen – Sonni L.
Petersen, Kári Hansen,
Sjúrður Jacobsen, Eddie
Mikkelsen – Gert Lang-
gaard, Ian Højgaard
B36:
Tróndur Vatnhamar – Dá-
nial P. Johansen, Mikkjal
Thomassen, Egil Zachari-
asen, Karl Leonsson, Magni
á Lakjuni – Jan Guttesen,
Rógvi Róin, Jákup á Borg
– Bjarni Prior, Håkan Lund-
holm
JÁKUP MØRK
TB-LÍF 2-3 (0-1)
Vónirnar hjá TB um at
endurvinna oddasessin
fingu eitt rættuligt skot
fyri bógvin longu tíðliga
í fyrra hálvleiki í dyst-
inum móti LÍF.
Tað vóru ikki spældir
meira enn einir 20 min-
uttir, so varð maður rikin
av vølli, og eftir hetta
mátti TB so stríðast móti
yvirmaktini seinastu 70
minuttirnar.
Sást ikki aftur
Munurin í manntalinum
sást tó ikki aftur á spæl-
inum, og yvirhøvur var
talan um ein rættuliga
javnan dyst.
Bert eitt mál kom í fyr-
ra hálvleiki, og hetta fekk
LÍF tá hálvleikurin var á
leið
hálvrunnin.
Eitt
hornaspark fekk loyvi at
dala niður til Petur Sjúrð-
arberg, sum staddur heilt
inni við málið fekk
skumpað bóltin seinasta
teinin í málið.
TB hevði eisini nakrar
vandamiklar royndir, og
einar tvær ferðir var nær
við at Óli Johannensen
kundi seta bóltin í netið,
men báðu ferðirnar fekk
Trygvi Olsen vart fyri at-
sóknunum.
Orkaðu væl
Ein skuldi kanska hildið,
at kreftirnar fóru at ganga
undan hjá heimaliðnum,
sum dysturin leið, men so
var kortini ikki, og tá einir
10 minuttir vóru leiktir av
seinna hálvleiki fekk Dan
Mortensen javnvág í vág-
skálina, eftir at hann var
farin einsamallur gjøg-
num LÍF verjuna.
Støðan helt sær til einir
20 minuttir vóru eftir. Tá
megnaði LÍF innan tríggj-
ar minuttir at skjóta tvey
mál. Í báðum førum var
tað Kristian í Vágil, sum
hevði seinasta orðið at
siga. Fyrru ferðina eftir
horna, og seinnu ferðina
eftir kontra, tá tvørámenn
spentu bogan høgt í royn-
dunum at javna.
Tveir minuttir eftir
seinna leirvíksmálið eyd-
naðist tó heimaliðnum at
minka um munin, tá Óli
Johannesen setti brots-
spark í netið.
Tvørámenn
royndu
framhaldandi at fáa leir-
víkingar aftur, og seinasta
korterið var at kalla talan
um einvegis ferðslu.
Hans Mourits Foldbo,
sum venur leirvíkingar,
helt eisini, at hansara
menn lógu í so aftarliga
seinastu løtuna, og hetta
gjørdi tað gjørligt hjá
heimaliðnum at leggja
stórt trýst á.
Mál komu tó eingi aft-
urat, og sostatt gjørdust
leirvíkingar teir fyrstu,
sum fingu trý stig við sær
av Tvøroyri.
Mistu sambandið
Fyri TB merkti ósigurin,
at teir fyri fyrst mistu
sambandið við oddin. Tað
er eingin loyna, at suð-
uroyingarnir hava ætlanir
um at koma upp aftur í
bestu deildina, og sum so
er vónin fyri hesum als
ikki brostin.
Um eina viku ella tvær
er støðan tó kanska ein
heilt onnur, og tvørámenn
munnu eisini vera fult vit-
andi um hetta, og fara teir
tí helst at leggja nógv fyri
komandi dystirnar.
Leirvíkingar hava nú
eftir eina heldur laka byr-
jan strítt seg upp eftir stig-
atalvuni, og hóast fleiri av
leikarunum eru ungir og
óroyndir, so sær framtíðin
kanska ikki so galin út.
Kunnu teir vísa størri
støðufesti í spæli sínum,
er í øllum førum ikki ó-
hugsandi, at teir aftur í ár
verða millum liðini, sum
skulu hava heiðursmerki,
tá avtornar, og so verður
spurningurin, hvussu hesi
síggja út.
TB-LÍF 2-3 (0-1)
0-1: Petur Sjúrðarberg
1-1: Dan Mortensen
1-2: Kristian í Vági
1-3: Kristian í Vági
2-3: Óli Johannesen (br.)
Ójavnt stríð
2. deild: Hóast LÍF vóru í yvirtali í
70 minuttir, so var tað um reppið,
at TB megnaði at fáa stig burturúr
heimadystinum
Magni á Lakjuni var atvoldin til avgerandi málið í dystinum, sum varð skotið eftir at
runavíkingarnir vóru hildnir uppat við at spæla
Mynd: Jonhard Hammer