týsdagur 6. juni 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
JÁKUP MØRK
Hóast HB verjan í fleiri
dystum higartil í ár hevur
verið undir stórum trýsti, so
hevur tað kortini eydnast
vart málið rættuliga væl.
Sostatt hevur liðið higartil í
ár verið tað, sum hevur latið
fægst mál fariðigjøgnum,
nevnliga fýra.
B68 megnaði tó einsa-
malt at gera tað sama, sum
undanfarnu fimm mót-
støðuliðini hjá HB, nevnliga
at skjóta fýra mál. Tað kann
tó ikki sigast, at toftamenn
løgdu nakað stórt trýst á HB
verjuna, men hinvegin var
úrtøkan úr møguleikunum
nakað væl omanfyri 100%,
og tí gekk tað sum tað gekk.
Vøkur mál
Dysturin var ikki gamal, tá
HB legði seg á odda. Janus
Joensen, sum rættuliga hev-
ur fingið sítt gjøgnumbrot í
ár, lyfti bóltin inn um tofta-
verjuna, har Pætur Dahl
kom við fullari ferð. Í fyrstu
atløgu eydnaðist tað Mag-
nusi Poulsen í B68 málinum
at verja fyri skotinum frá
Pæturi, men í aðru atløgu
slapp Andrew av Fløtum
framat, og so var heimaliðið
á odda.
Gleðin var tó stokkut hjá
HB leikarunum. Fimm mi-
nuttir eftir leiðslumálið, leg-
ði Marlon eina sera neyva
sending fram um HB ver-
juna, har Marcello var fyr-
stur á, og so var 1-1.
Fimm minuttir seinni
varð aftur galið í HB ver-
juni. Súni Fríði og Marcello
spældu saman, og hetta end-
aði við, at Mercello royndi
at lyfta bóltin inn um HB
verjuna. At síggja til var
eingin vandi, men Øssur
Hansen stóð har, sum bólt-
urin datt niður, og hóast
hann stóð við rygginum
móti málinum, so fekk hann
snarað sær á og heilfluktað
bóltin í HB málið. Ein sera
flott detalja av Øssi.
Eftir hetta tóku toftamenn
seg alsamt longur aftur á
vøllin, og tað viðførdi sjálv-
andi eisini, at HB fekk góð-
ar umstøður at leggja trýst
á. Einstakir møguleikar
spurdust eisini burtur úr,
men nærri enn eitt skot á
stólpan frá Jón Róa komu
teir tó ikki. Líkt var sostatt
til, at B68 skuldi fara til
hálvleiks við leiðsluni, men
beint undir steðginum eyd-
naðist tað kortini HB at
javna.
Eftir sløsut verjuspæl og
eitt sindur av aftur og fram
í B68 brotsteiginum, datt
bólturin at enda niður hjá
Halli Danielsen. Hann gjør-
di skjótt av, langaði til, og
umvegis fót á verjuleikara
legði bólturin seg til rættis í
síðunetinum.
At fáa mál ímóti sær so-
mikið stutt fyri hálvleik, var
sjálvandi eitt álvarsligt bak-
kast fyri toftamenn, men
beint sum seinni hálvleikur
byrjaði, gjørdist vánirnar
fyri einum líkinda úrslitið
enn verri.
Í fyrsta álopinum í seinna
hálvleiki eydnaðist tað
nevnliga Jón Róa Jacobsen
at senda bóltin í málið, og
so vóru havnarmenn aftur á
sigurskós.
Fróði gjørdi mun
Undan dystinum varð mett,
at Fróði Benjaminsen fram-
haldandi mátti taka til takk-
ar við einum sessi á síðu-
linjuni, og hetta var sum so
framvegis galdandi sunnu-
dagin.
Leiðslumálið hjá HB
noyddi tó B68 venjaran at
satsa eitt sindur, og í eini
roynd at venda dystinum,
varð Fróði so sendir á vøll-
in. Skilligt var, at hann ikki
er komin heilt fyri, og tað
mundi vera gott og væl ein
rulla av tape, sum varð nýtt
at lappa knæðið saman við,
men hetta skuldi kortini vísa
seg at vera ein heppin av-
gerð hjá Jóannesi.
Hóast venjingarstøðan
enn ikki er í topp, so kom
beinanvegin nógv meira
friður yvir B68 liðið, og
Fróði hevði heldur ikki ver-
ið leingi á vøllinum, fyrr
enn hann hevði gjørt sítt fyri
at fáa javnvág í dystin.
Hann varð sendir avstað
í høgru, og komin oman í
brotsteigin snýtti hann Ja-
nus Joensen, so hesin ístað-
in fyri bóltin rakti beinið á
Fróða. Dómarin var eirinda-
leysur, og eftirfylgjandi
brotssparikið setti Súni Fríð
umvegis stólpan í málið.
Toftamenn tóktist væl
nøgdir um javnstøðuna, og
enn einaferð løgdu teir seg
aftur at verja, fyri síðani at
dúva upp á kontraálop. Tru-
pulleikin tóktist tó vera, at
Marcello og Súni Fríði vóru
alt ov einsamallir frammi,
og tí var ongantíð nakar
broddur í mótálopunum.
Hetta fjørdi eisini sítt til,
at trýstið frá HB gjørdist al-
samt harðari, og fleiri ferð-
ir var eisini um reppið at
bólturin endaði í mesk-
unum.
Millum annað hevði An-
drew einar tvær naskar
royndir, Rúni var so at siga
leysur, men skeyt við síðuna
av, og eisini høvdu Pætur
og Símun hvør sína naska
frísparksroynd, uttan at
støðan á máltalvuni (sum
framhaldandi ikki riggar
sum hon skal) broyttist av
hesum ávum.
Eisini var talan um hópin
av vandamiklum innlegg-
um, og satt at siga, so mun-
du flestu áskoðararnir bert
bíða eftir, at tað skuldi eyd-
nast HB at avgera dystin.
Tá eitt lið soleiðis trýstir
mótstøðuliðið, er ofta vandi
fyri kontraálopum, men í
roynd og veru var talan als
ikki um nakran málmøgu-
leika, tá B68 slapp at avgera
dystin.
Ein langur bóltur varð
sendir oman á HB hálvuna,
har Marcello og Hans kapp-
runnu eftir bóltinum. Hóast
bótlurin var langt úti í høgra
verjuborði, og tískil at kalla
vandaleysur, so gjørdi Bárð-
ur kortini av at fara ein
útferð. Marcello var fyrstur
á bóltinum, og tá hann sá,
hvar Bárður var staddur,
sparkaði hann fyrstu ferð til
bóltin, sum spakuliga hopp-
aði seinasta pettið inn í HB
málið.
Frøin á toftamonnum
mundi so at siga ongan enda
tikið, meðan HB leikararnir
ikki trúðu sínum egnum
eyðum. Meginpartin av
B68 stjól stigini frá HB
Hóast heimaliðið hevði greiða yvirvág í spæli og møguleikum, so eydnaðist tað kortini toftamonnum at fáa trý stig
burtur úr torføra útidystinum
dystinum høvdu teir havt so
at siga alt spælið, men lítið
hjálpti hetta. Toftamenn fin-
gu fýra mál úr tveimum
møguleikum,
og
hetta
tryggjaði so teimum trý stig.
Nógvar ónollur
Hóast HB so at siga allan
dystin hevði bóltin meira,
so var talan ongantíð um
nakað serliga fótbóltsspæl í
Gundadali.
Hóast
eftiransingarnar
ongantíð vóru so tættar, sum
ein kundi væntað av tveim-
um av fremstu liðunum í
bestu deildini, so meganði
hvørki av liðunum at sýna
nakað flótandi fótbóltsspæl.
Hóast onkur av málunum
vóru vøkur á at líta, so vóru
hesi úrslit av einmansav-
rikum ella einstakari góðari
sending, heldur enn góðum
fótbóltsspæli.
Í ávísum førum tóktust
leikarar eisini at hava
gloymt alt um fótbóltsspæl,
og royndu heldur at berja
mótstøðumenninar niður,
og eitt nú er Hans á Lag
helst fegin um, at dómarin
ikki sá hann koyra Eyðstein
Skipanes um koll, meðan
bólturin var aðrastaðni á
vøllinum.
Yvirhøvur tóktist dómarin
ikki at ansa nóg væl eftir
teimum ónollum, sum vórð-
u framdar á vøllinum, tá
bólturin var aðrastaðni. Ikki
tí, dómarin skal sjálvandi
hyggja at tí, sum fyriferst,
har bólturin er, men hin-
vegin kom fleiri ferðir fyri
í deyðbóltsstøðum, at leika-
rar nærum bardust í brots-
teiginum, uttan at hvørki
dómari ella linjuverjar tók-
tust latast um vón.
Alt í alt ein heldur linligur
dystur í Gundadali, har HB
ongantíð kom í nær námind
tí spæli, sum teir sýndu í
hálvfinaluni móti VB, og
har toftamenn heldur ikki
fingu prógvað, hví teir eiga
rættin at kalla seg oddalið.
Ikki tí. Ein dygd hjá odda-
liðum er sjálvsagt eisini at
fáa úrtøku úr møguleikum
sínum, og hetta megnaði
B68 til eitt reint 13-tal, og
var hetta eisini at kalla ein-
asta orsøkin til, at teir fingu
stigini við sær heimaftur.
HB-B68 3-4 (2-2)
1-0: Andrew av Fløtum 8.
1-1: Marcello Marcelino 13.
1-2: Øssur Hansen 18.
2-2: Hallur Danielsen 44.
3-2: Jón Rói Jacobsen 46.
3-3: Suni Fríði Johannesen
(br.) 57.
3-4: Marcello Marcelinho
90.
Dómari: Petur Reinert
HB:
Bárður Johannsen - Jóhan-
nis Joensen, Hans á Lag,
Símun Eliasen, Janus Jo-
ensen - Hallur Danielsen,
Ingi Rasmussen, Rúni Nol-
søe, Pætur Dahl - Jón Rói
Jacobsen, Andrew av Flø-
tum
B68:
Magnus Poulsen, Jan C.
Dam, Arnbjørn Danielsen,
Jákup Djurhuus - Jan Pe-
tersen, Marlon Jorge, Øssur
Hansen, Eyðstein Skipanes,
Jákup Eli Olsen - Marcello
Marcelino, Súni Fríði Jo-
hannesen
Janus Joensen, sum her sæst á veg fram eftir vøllinum, hevur verið rættuliga eyðsýndur á HB liðnum í ár, og verður
rætt borið at, eigur HB ivaleyst ein komandi stórspælari í hesum evnaríka unglinginum
Mynd: Álvur Haraldsen
Málið hjá Øssi til 2-1
var ein sonn perla, men
burtursæð frá málunum,
var talan ongantíð um
nakran vakran dyst
sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
B36, sum higartil hevur
staðið seg rætuliga væl í
næstbestu deildini, hevði
leygardagin vitjan av
Royn, sum hinvegin ikki
hevur havt tað so lætt hig-
artil í ár.
Útlitini fyri stigum í
hesum útidystinum mun-
du tó ikki vera heilt av
leið, tí talan var um eitt
rættuliga skert B36 lið,
sum leygardagin fór á
vøllin.
Orsakað av stórum
mannfalli á besta liðnum,
mátti næstbesta liðið hjá
árstalsfelagnum nevnliga
vera fleiri stuðulsleikarar
fyri uttan.
Rótut
Hetta sást eisini aftur í
spælinum, sum megin-
partin av tíðini var ógvu-
liga rótut, og uttan at nøk-
ur beinleiðis spæliætlan
var at hóma.
Hjá hvalbingum var
støðan á leið tann sama.
Her var talan kanska eins
nógv um sálarliga trýstið,
sum altíð vil liggja á ein-
um botnliði, og tí royndu
hvalbingar aloftast at
stríðast, heldur enn at
spæla seg fram eftir vølli-
num.
Bert eitt mál kom í
fyrra hálvleiki, og hetta
átti heimaliðið, tá Tórálv-
ur Poulsen var fyrstur á
einum inleggi, og stýrdi
hesum í málið.
Í seinna hálvleiki svar-
aðu hvalbingar tó aftur
við tveimum málum, sum
Allan Michelsen og Bir-
gir Jørgensen skutu, so-
leiðis at útiliðið brádliga
hómaði sigurin fyri fram-
man.
Leiðslan helt sær nakað
inn í seinna hálvleik, men
miðskeiðis í hálvleikinum
eydnaðist tað Dánjal á
Neystabø at seta kollin á
eitt hornaspark, soleiðis
at javnvág aftur var í mál-
skjótingini.
Tað sum eftir var, royn-
du liðini bæði at spæla
seg fram til nakrar møgu-
leikar, og tað var eisini
um reppið, at heimaliðið
fór avstað við sigrinum.
Teir høvdu nevnliga
møguleikan at avgera
dystin, tá einir 10 minuttir
vóru eftir at leika, men
Áki Mørk megnaði ikki
at umseta brotsspark til
mál, og tí varð javnleikur
endaliga støðan.
Broytist skjótt
Javnleikurin merkti, at
B36, noyddist at síggja
oddin á stigatalvuni fara
enn longur út í sjónarring-
in. Liðið hevði annars
gott tak á eftir teir fyrstu
dystirnar, men so hvørt
sum fólk er farið burturav,
eru avrikini eisini vorðin
alt meira misjøvn.
Royn er hinvegin um at
koma ígongd, eftir at teir
fingu eina av lagi vána-
liga byrjan upp á kapp-
ingarárið.
Hvussu væl áleiðis
hvalbingarnir eru komnir,
fæst helst ein góð ábend-
ing um komandi viku-
skifti, tá fuglfirðingar
koma á vitjan. Megnar
Royn eisini at fáa okkurt
burturúr hesum dystinum,
sær tað kanska als ikki so
svart út hjá teimum.
B36 hevur tá torføran
útidyst móit EB/Streymi,
sum veruliga sær út til at
gera um seg í ár. Fáa
havnarmenninir ikki stig
úr hesum dysti, skulu teir
helst hugsa meira um nið-
aru heldur enn ovaru sess-
irnar á stigatalvuni.
Tó so, onnur deild sær
út til at vera somikið jøvn
í ár, at lið, sum eina viku
teljast millum botnliðini,
tvær vikur eftir eru odda-
lið, so tosið um upp- og
niðurflyting lata vit bíða
fyri fyrst.
B36-Royn 2-2 (1-0)
1-0: Tórálvur Poulsen
1-1: Allan Michelsen
1-2: Birgir Jørgensen
2-2: Dánjal á Neystabø
JÁKUP MØRK
B71-FS Vágar 3-0 (1-0)
Undan dystinum var hesin
av mongum mettur at vera
eitt slag av lagnudysti fyri
gestirnar.
Higartil hevur nevnliga
gingist alt annað enn væl
hjá vágaliðnum, sum einki
hevur fingið burturúr á úti-
vølli, meðan tveir heima-
dystir einans hava kastað
tveir javnleikir av sær.
Illa sperdr vágamenn
Tískil var tað av alstórum
týdningi, at dysturin á Sandi
gav okkurt burtur av sær, tí
skráin komandi vikurnar
sær alt annað enn løtt út fyri
nýggja liðið í deildini. Uttan
at niðurgera sandoyingar, so
má metast, at hesin dysturin
á pappírinum skuldi verið
lættari enn dystir móti GÍ,
HB, KÍ og B68, sum øll
verða roknað millum frem-
stu liðini í deildini.
Í útgangsstøði vóru vág-
amenn tó rættuliga skerdir
undan dystinum, tí fleiri av
vanliga føstu leikarunum
fingu av ymsum ávum ikki
verið við.
Frá dystinum í Gøtu hós-
dagin høvdu bæði Albert
Ari Thomassen og Tór-Ing-
ar Akselsen báðir skaðar,
meðan Birgir Joensen í sa-
ma dysti fekk reyða kortið,
og tískil var leikbannaður til
dystin móti B71.
Harumframt dragast bæði
Sonni Joensen og Jack Jo-
hansen við skaðar, so alt í
alt var tað eitt sera skert
vágalið, sum vitjaði á Sandi.
Sandoyingar høvdu tó
eisini sítt at hugsa um. Rúni
í Soylu, er framvegis ikki
heilt komin seg eftir skaðan
í knænum, og Jógvan Jón
Petersen og Hans Jørgen
Djurhuus, sum hava staðið
seg sera væl í ár, høvdu leik-
bann til hendan dystin.
Hinvegin høvdu sandoy-
ingar ein nýggjan mann við
sunnudagin. Jákup Lam-
hauge, sum upprunaliga er
úr B36, er umvegis HB
komin til Sands at spæla, og
sum skilst leikti hann ein
hampuliga góðan dyst á vin-
stra vongverja.
Í fyrra hálvleiki vóru tað
sandoyingar, sum høvdu
meira spælið. Kanska tí úti-
liðið legði stóran dent á ver-
jupartin, men tað skuldi tó
eitt verjumistak til, áðrenn
heimaliðið fekk lagt seg á
odda.
Kári Nielsen stakk bóltin
inn um vágaverjuna, og tá
hvørki Zylvan ella Remi
kundu gera av, hvær skuldi
hava bóltin, smoygdi Alex
Nielsen sær ímillum og
lobbaði bóltin í málið til 1-
0.
Hetta var sum vátur vøtt-
ur at fáa hjá útiliðnum, og
seinna hálvleiki royndu teir
eisini at sleppa sær longur
fram á vøllin. Sum skilst,
so høvdu teir eisini bóltin
stóran part av tíðini, men
framman fyri málinum vóru
teir púra sørir.
At sandoyingar eisini
megnaðu so væl at byrgja
fyri
mótstøðuálopunum
komst helst eisini av, at ver-
jan var nakað umskipað.
Jón Brekku hevur higartil
leikt á aftasta manni, men
sunnudagin var hann á mið-
vøllinum, har hann tók
broddin av vágamonnum, tá
teir nærkaðust sandoyar-
hálvuni. Avloysari hansara
í verjuni var Ib Mohr Olsen,
sum hóast hann ikki er n-
akar unglingi longur, meg-
nar at vera á røttum stað til
rætta tíð, og harumframt var
so at siga einaráðandi, tá
vágamenn royndu seg við
luftbóltum.
Sandoyingar royndu tó
eisini at skapa sær nakrar
møguleikar, og tá eitt korter
var farið av seinna umfar-
inum, gav hetta eisini úrslit.
Darius, sum spældi á aft-
asta manni hjá FS Vágum,
átti kanska at verið meira
avgjørdur, men Alex Niel-
sen fekk so bóltin av hon-
um, og sendi eitt hart skot
móti málinum. Í fyrstu at-
løgu bjargaði Remi, men Eli
Hentze var skjótur á re-
turinum, og so var leiðslan
brádliga tvífalda.
Hetta tók at kalla luftina
úr vágamonnum, og av
Sandi
frætta
vit,
at
heimaliðið
hevði
fult
tamarhald á støðuni eftir
hetta. Teir megnaðu eisini
at økja til 3-0, tá Ales
Nielsen breyt ígjøgnum í
vinstru, fyri síðani at leggja
bóltin fyri føturnar á Eli
Hentze, og veteranurin
sveik ikki álitið, men setti
bóltin trygt í netið.
Einsamallir
Úrslitið hevði við sær, at
vágamenn
nú
eru
fullkomuliga einsamallir í
botninum av stigarøðini.
Hetta ásannar Páll F.
Olsen, sum er hjálparvenjari
hjá vágaliðnum, eisini. Eftir
dystin helt hann fyri, at
støðan hjá teimum nú er um
at verða rættuliga døpur.
- Ikki tí, teir skaðar, sum
liðið nú er rakt av, er
allarhelst nakað, sum øll lið
koma at uppliva av og á,
men stóri trupulleikin hjá
okkum er, at vit ikki megna
at
skapa
nóg
nógvar
málmøguleikar, og heldur
ikki fáa nóg stóra úrtøku úr
teimum møguleikum, sum
vit fáa, heldur Páll.
Sum omanfyrinevnt, so er
talan komandi vikurnar als
ikki um nakrar lættar dystir,
men skulu vágamenn halda
lív í vónunum um eina
framhaldandi tilveru í bestu
deildini,
er
allarhelst
neyðugt at fáa okkurt burtur
úr hesum dystum.
Sandoyingar
tykjast
hinvegin at vera á rættari
leið. Sum støðan er í løtuni,
megna teir at halda fast um
málið, sum er eitt pláss
miðskeiðis á stigatalvuni,
og í øllum førum er
n i ð u r f l y t i n g a r v a n d i
skumpaður eitt sindur til
viks fyri fyrst.
Komandi vikuskift koma
føroyameistararnir
úr
Klaksvík á vitjan, og
megnar B71 eisini at fáa stig
úr hesi uppgerðini, fer tað
av álvara at ljósna suðuri á
Sandi, hóast dreymar um
heiðursmerki og europeiska
luttøku enn ikki eru at
hóma.
B71-FS Vágar 3-0 (1-0)
1-0: Alex Nielsen 29.
2-0: Eli Hentze 60.
3-0: Eli Hentze 80.
Dómari: Lars Müller
B71:
Waldeemar Nowicki - Rúni
Mohr, Ib Mohr Olsen,
Bernhard Petersen - Høgni
Hansen, Kári Nielsen, Jón
Brekku,
Kári
Nielsen,
Jákup Lamhauge - Alex
Nielsen, Eli Hentze
FS Vágar:
Remigius Mikoliunis -
Heðin Joensen, Zylvanuis
Zudis,
Darius
Magdisauskas - Sjúrður
Ellefsen, Eyðginn Fjalsbak,
Hannus Olsen, Jónsvein
Joensen, Rimvydas Bakus
-
Kim
Poulsen,
John
Johansen
FS Vágar eru einsamallir
Sandoyingar drógu frá botninum, tá teir sunnudagin megnaðu at fáa øll stig-
ini á heimavølli móti botnliðinum vesturi í Vágunum
býttu stigini
2. deild: Royn klintraði enn eitt
stig longur upp á talvuni, meðan
B36 gleið longur frá oddasessinum
Vágamenn vórðu koyrdir út á síðuspor, tá ter sunnudagin taptu fyri B71, og nú er FS
Vágar fullkomuliga einsamalt í botninum
Mynd: Emil Simonsen
Hvalbingar fingu eitt stig við sær úr Havnini