týsdagur 6. juni 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 106 - 6. juni 2000
Tað var stórur munur á.
Fríggjakvøldið sá tað út til,
at eingin landskappingar-
dystur fór at vera norðoy-
arstevnudag. Sunnukvøldið
frøddust teir á stevnuni um,
at fótbóltsflaggskipið hjá
norðoyingum hevði vunnið
trý stig, og at teir høvdu bøtt
málmunin, sum ikki hevur
havt tað ov gott fyrsta trið-
ingin av kappingini. Og har-
við fekk sjálvsálitið hjá KÍ
spælarunum eina tonn upp-
eftir.
Longu í 2. minutti setti
Rógvi Jacobsen hol á, men
tað var ikki fyrrenn í seinna
umfarinum, at tað gjørdist
greitt, at sigurin fór at verða
sannførandi. Rógvi Jacob-
sen økti í 37. minutti.
Í báðum førunum í 1.
hálvleiki var tað Heðin á
Lakjuni í vinstru, sum hevði
næstsíðsta fótin á. Rættulig
ferð kom á skriðulopið, tá
seinna umfarið bara var ein
góðan minutt gamalt. Eftir
horna og út frá aftur smekk-
aði Heðin á Lakjuni flatt
millum vinir og fíggindar,
so var 3–0, og so rullaðu
málini ígjøgnum.
At leggja merki til
Merkisvert var tað, at Jan
Andreasen, sum var leik-
bannaður móti B36, ikki
fekk kjansin aftur fyrrenn í
2. hálvleiki móti sumbing-
um. Tá loysti hann Kristian
á Lakjuni av. Meinhard Jo-
ensen vardi KÍ málið eftir
steðgin. Zoltan Kujundric
Sjálvsálitið eina tonn rætta vegin
Sumbingar vóru órógvaðir av, at teir høvdu broytt uppstilling, og so vóru klaksvíkingar í stevnuhýri
fekk ein løst í 1. hálvleiki,
og tað varð ikki hildið at
vera ráðiligt, at hann helt
fram.
Tað var eisini merkisvert,
at tað endiliga eydnaðist ju-
goslavanum, sum klaksvík-
ingar vóna skal gerast
nýggja álopsessið hjá teim-
um, at skora. Srecko Mi-
licevic misnýtti fleiri ferðir
í Gundadali móti B36, men
hesa ferð eydnaðist tað. Eft-
ir at Harley Bertholdsen
hevði umsett úr ellivu met-
rum, tí Marek varð feldur,
skoraði Srecko eftir innlegg
úr vinstru, og so eftir at ein
púra leysur Rógvi Jacobsen
hevði trillað bóltin upp á
tvørs.
Rógvi Jacobsen økti til 7–
0, tá hann var púra leysur
mitt fyri, og Heðin á La-
kjuni skoraði til 8–0, eftir
at innlegg var komið frá
baklinjuni í vinstru.
Síðsta seymin slerdi Hjal-
grím Elttør í. Ungi álops-
maðurin fylgdi upp og var
fyrstur á, eftir at alt annað
enn arbeiðsleysi Eigil Olsen
í sumbiarmálinum í fyrstu
atløgu hevði hálvbjargað.
Talan var allan 2. hálvleik
um uppvísningsfótbólt hjá
KÍ. Teir høvdu møguleikar
at skora í hvussu so er fim-
tan mál, men tað tóktist sum
áskoðararnir vóru nøgdir
við 9–0.
Tunnir sumbingar
Her býr eitt mergjað fólka-
slag, syngja sumbingar í
hypnosusanginum. At teir
eru mergjaðir hava sum-
Talan var um einvegis ferðslu í norðoyastevnudystinum, og neyåars sumbingarnir máttu
fara heim aftur við stórtapi hangandi oman yvir sær
Mynd: JH
bingar so ofta víst – bæði í
farnari tíð og í nútíðini.
Men á norðoyarstevnu
vóru teir tunnir. Fleiri av
føstu monnunum vóru ikki
við, tí teir eru smáskaddir.
T.d. sótu á beinkinum alla
tíðina Eirikur Joensen og
Sasa Tomajek – toppskjúttin
sum býr í Klaksvík, har
hann arbeiðir á Kósini.
René Thomsen kendi seg
noyddan at taka seg burt-
urúr longu miðskeiðis í 1.
hálvleiki. Tað hevði fleiri
umskipingar við sær, og tað
toldi liðið ikki.
Tað hevur gingið væl hjá
Sumba, tá Mortan úr Hørg
og Bergur Vinther hava ver-
ið í miðverjuni. Hesa ferð
hevði Milan Cimburovic
sett nýggjar menn fram-
manfyri Marlon Kjærbo.
Ætlanin tóktist vera, at Ber-
gur Vinther í høgru skuldi
byrgja fyri skjótleikanum
hjá Heðini á Lakjuni, og at
Mortan úr Hørg skuldi stríð-
ast á miðvøllinum.
Spasojé í miðverjuni hev-
ði stórar trupulleikar at fyl-
gja Rógva Jacobsen, sum
oftast var leysur í brotsteig-
inum. Rógvi skoraði bein-
anvegin til 1–0, og so líka
sum duttu fyritreytirnar fyri
sumbiar upplegginum á
gólvið.
Mortan úr Hørg fekk als
ikki ta nyttu úr sínum góðu
fótbóltsevnum, sum hann
ofta hevur fingið, tá hann
hevur verið í miðverjuni.
Har hevur hann megnað at
fingið tak á bóltinum og
spælt hann út frá. Hesa ferð
sparkaði miðverjan, og so
fingu teir bóltin beinanveg-
in aftur í høvdið.
Síðstu løtuna av fyrra um-
farinum høvdu sumbingar
tveir møguleikar at skora,
men ellivu metrar úr mál-
inum og mitt fyri misnýttu
Tummas Jóhan Nónfjall og
innskifti Jón Lisberg, og so
sást ikki meiri til sumbingar
í KÍ brotsteiginum.
JH
KÍ-Sumba 9-0 (2-0)
1-0: Rógvi Jacobsen 2.
2-0: Rógvi Jacobsen 37.
3-0: Heðin á Lakjuni 47.
4-0: Harley Bertholdsen
(br.) 52.
5-0: Srcecko Milicivic 58.
6-0: Srcecko Milicivic 67.
7-0: Rógvi Jacobsen 70.
8-0: Heðin á Lakjuni 80.
9-0: Hjalgrím Elttør 85.
KÍ:
Zoltan Kujundric – Harley
Bertholdsen, Amdrzej Pa-
cek, Niclas Niclassen, John
Ryan – Kristian á Lakjuni,
Jan Joensen, Marek Wierz-
bicki – Screko Milicevic,
Rógvi Jacobsen, Heðin á
Lakjuni
Sumba:
Eigil Olsen – Bergur Vinth-
er, Trygvi Nielsen, Marlon
Kjærbo, Spasojé Biberdzic,
Tummas Jóhan Nónfjall –
Jan Poulsen, Hans Jákup
Thomsen, Mortan úr Hørg,
Hallur Dam Joensen – René
Thomsen
HB vann á norðoyastevnu
JÁKUP MØRK
Klaksvíkingar, sum hava
hildið málið reint farnu
tríggjar dystirnar, lótu hesa
ferð trý mál fara inn, og teir
høvdu sjálvir seinasta fótin
á tveimum teirra.
HB var á vitjan í Klaksvík
leygardagin, og norðoya-
stevnudysturin, sum eisini
var steypadystur, endaði við
3-2 sigri til havnamenninar.
KÍ meira spæl og kjansir
fyrra hálvleik, men tað var
HB, sum fekk einasta mál-
ið. Hetta málið kom beint
fyri
hálvleiksstegðin.
Klaksvíkingar vóru passivir
í verjuspælinum, og so kom
ein HB‘ari ímillum og sendi
bóltin fram við málverja-
num og tveimum verjuspæl-
arum. Á veg í málið fekk
ein av verjuspælarunum hjá
KÍ bóltin aftur, men hann
varð trýstur av Eyðuni Sa-
muelsen, og sendi bóltin í
egið mál.
KÍ hevði frammanundan
havt onkur tilboð. Tvær
ferðir vóru teir nær eftir
hornaspark, og Atli Dani-
elsen og Eyðun Klakstein
høvdu eisini royndir.
HB dúvaði upp á skjótu
áslopsmmenninar, Gunnar
Mohr og Eyðun Samuelsen,
men teir komu betur til sín
rætt í seinna hálvleiki enn í
fyrra hálvleiki.
Aftur og fram
Eftir hálvleikssteðgin gekk
spælið nógv aftur og fram.
KÍ legði meira fyri fram eft-
ir vøllinum, og tað gav eis-
ini HB-spælarunum pláss,
tá teir fóru í álop.
Stutt eftir steðgin javnaði
KÍ, tá Tomislav Sivic sendi
upp um HB-verjuna. Eyðun
Klakstein tamdi fram við
einum verjumanni og sendi
bóltin í málið.
Men KÍ-arnir vóru ikki
komnir yvir málið, tá Gunn-
ar Mohr legði HB fram um
2-1. Hetta hendi eftir álop í
vinstru síðu, og Gunnar var
fyrstur á innlegginum við
fremru stong.
KÍ javnaði aftur, tá To-
mislav Sivic varð spældur
leysur, og hann sendi bóltin
fram við HB-málverjanum
og í málið til 2-2.
Bæði KÍ og HB høvdu
eftir hetta onkra naska royn-
d, men tað gjørdist heima-
2. deild: Klaksvíkingar vóru í stevnuhýri og gjørdu tvey sjálvmál
liðið, sum skoraði seinasta
málið. Tíverri fyri klaksvík-
ingar var tað í egið mál.
Bólturin varð lagdur inn fyri
úr høgru síðu, og við tætt
inni við málið, rakti hann
ein KÍ-verjuspælara og end-
aði í meskunum.
3-2 til HB, sum við sigri-
num fóru fram um KÍ.
Klaksvíkingar liggja nú aft-
ast í 2. deild, men at døma
eftir dystinum leygardagin,
eru teir einki verri enn hini
liðni, teir kappast við í nið-
aru hálvu av deildini. Teir
skulu bara skora fleiri mál
í rætta endanum.
KÍ-HB 2-3 (0-1)
0-1: Sjálvmál
1-1: Eyðun Klakstein
1-2: Gunnar Mohr
2-2: Tomislav Sivic
2-3: Sjálvmál
Gunnar var aftur millum málskjúttarnar i Klaksvík
mynd: Jonhard Hammer Komu aftur
í gjár
Seiansta vikuna ella so hava menningar- og
rørslutarnað ítróttafólk verið í ávíkavist Hollandi og
Onglandi, har tey hava luttikið í ítróttakappingum í
svimjing og renning.
Úrslitini vóru í fleiri førum framúr góð, og beint
fyri evstamark í gjár var móttøka hildin í ÍSF húsinnum,
har millum annað ÍSF forsetin, Heðin Mortensen helt
røðu fyri teimum.
Meira verður at frætta í blaðnum í morgin
Svimjarar og rennarar úr Føroyum fingu stórfingna
móttøku, tá tey í gjár komu aftur úr kappingum í
ávíkavist Bretlandi og Hallandi
Mynd: Jens K. Vang
JÁKUP MØRK
Eftir stórtapið í fyrru hálv-
finaluni móti HB, vóru tað
mong, sum hildu, at vág-
bingar vóru um at missa
ondina í dystinum um at
koma upp á fótbóltstindar-
nar.
Liðið hevur annars í fleiri
dystum í ár prógvað, at
eingin skal rokna við einum
løttum dysti, tá VB stendur
hinumegin, men veikleik-
arnir, sum so dyggiliga
vórðu avdúkaðir dýra biði-
dag, tóktist fyri mong at ver-
a ov stórir til at liðið veru-
liga kundi gera seg gald-
andi.
Fingu vaskað sær
Sunnudagin høvdu leikarar
og venjari so høvi til at
vaska tapið av sær, og hes-
um møguleika tóku teir eis-
ini av.
Ikki tí, mótstøðan tóktist
á pappírinum at vera rættu-
liga stór. GÍ hevur meira
enn nakað annað lið verið
»felagið« í føroyskum fót-
bólti seinasta tíggjuára-
skeiðið, men hinvegin hava
greiðar ábendingar verið
um, at gøtumenn ikki long-
ur eru eins sterkir, sum teir
hava verið.
Avrikið hjá gøtumonnum
sunnudagin í Vági boðaði
heldur ikki frá, at liðið er
um at finna farna styrki
fram aftur. Spælið sum so
var als ikki á nóg høgum
støði, og tá heimaliðið hin-
vegin tóktist rættuliga á-
gangandi, so var rættuliga
skjótt, at trupulleikar stungu
seg upp í GÍ verjuni.
Serliga í høgra verjuborði
var illa statt, har Pól Enni-
garð fleiri ferðir kom í und-
irtal, og tað var í tveimum
slíkum førum, at vágbingar
Føðingardagsgáva
GÍ mátti taka til takkar við greiðum tapi suðuri í Vági, har
leikararnir dagin fyri føðingardag felagsins kundu geva
felagnum trý stig
fingu lagt seg á odda.
Fyrru ferðina varð tað
Tórður Holm, sum var fyr-
stur á einum innleggi, og
nakað seinni var leikandi
venjarin, Krzystof Popzyn-
zki, sum var fyrstur á bólt-
inum.
Líkt var til, at heimaliðið
nú hevði tryggjað sær ein
avgerandi fyrimun, men
seinastu tíggju minuttirnar
av fyrra hálvleiki fekk GÍ
aftur skapt spenning um
dystin.
Fyrst sendi Súni Olsen
eitt fríspark beinleiðis í mál-
ið, og beint fyri steðgin eyd-
naðist Paula Jarnskor at sen-
da bóltin upp um Bjarna Jo-
hansen, sum kanska stóð
dekan ov uttarlaga.
Byrjaðu á berum
Vágbingar vóru sostatt
noyddir at byrja at kalla á
berum, tá teir komu út til
seinna hálvleik, men tað
gekk tó ikki leingi, so høvdu
teir endurvunnið leiðsluna.
Aftur hesu ferð var tað í
vinstra borði at vágbingar
leiktu seg ígjøgnum. Bólt-
urin varð sendur inn fyri, og
har kom altíð vandamikli
Jón Pauli Olsen og setti
høvdið á bóltin, so VB nú
aftur var á odda. Tíggju
minuttir seinni var tað aftur
leikandi venjarin, sum var
seinastu á innleggi, sum var
bryggjað eftir júst somu
uppskrift sum 3-2 málið.
Tað gingu tó ikki meira
enn tíggju minuttir, so vóru
gøtumenn aftur upp á spæl.
Eins og Pauli hevði gjørt í
fyrra hálvleiki, so sendi
Helgi L. Petersen eitt høgt
skot upp um Bjarna í mál-
inum.
Verjusíðan høgrumegin
var tó enn ikki tett hjá gøtu-
monnum, og eftir at VB enn
einaferð kom ígjøgnum í
síðuni, kundi Jón Pauli enn
einaferð nýta ytru síðuna av
heysinum til at senda bóltin
inn um Sunnvard í gøtu-
málinum.
Fegin og ikki
Leikandi
VB
venjarin,
Krzystof Popzynzki, var
sum vera man fegin um sig-
urin. Serliga fegin tóktist
hann tó vera um, at liðið
megnaði at reisa seg eftir
lemjandi tapið hósdagin.
- Undan dystinum í dag
tosaðu vit ikki so nógv um
taktik, sum vit annars plaga
at gera. Vit tosaðu bert um
at vinna dystin, og eg eri
sera fegin um, at allir leik-
ararnir gjørdu sítt til, at vit
náddi hesum málið, sum
samstundis er ein framskun-
dað føðingardagsgáva til fe-
lagið, segði venjarin eftir
dystin.
Hann fýltist tó á, at
heimaliðið lovaði gestunum
inn aftur í dystin, eftir at
hava verið á odda við tveim-
um málum, men sigurin
kom so kortini í hús, og
hetta helt venjarin vera tað
týdningarmesta.
Starvsfelagið hansara, Jo-
han Nielsen, tóktist hinveg-
in ikki so fegin um avrikið
hjá sínum monnum. - Vit
spældu illa, og VB sigurin
var eisini uppiborin, helt Jo-
han fyri eftir dystin.
Um ikki annað, so hevur
hann helst fingið hugskot til
komandi venjingar burtur úr
dystinum á Eiðinum sunnu-
dagin.
Høgra verjuborð er alt ov
viðbrekið, og hendan tru-
pulleika má og skal tað helst
gerast okkurt við. Í øllum
førum kann tað ikki vera
annað enn hugvekjandi, at
mótstøðuliðið fær fimm mál
eftir somu uppskrift.
VB-GÌ 5-3 (2-2)
1-0: Tórður Holm 7.
2-0: Krzystof Popzynzki
14.
2-1: Súni Olsen 33.
2-2: Pauli Jarnskor 44.
3-2: Jón Pauli Olsen 58.
4-2: Krzystof Popzynzki 68.
4-3: Helgi L. Petersen 78.
5-3: Jón Pauli Olsen 90.
Dómari: Súni Johansen
VB:
Bjarni Johansen - Predrag
Zivkovic, Janus Kjærbo,
Eyðun Jacobsen, Magni Ja-
cobsen - Palli August-
inussen, Tórður Holm, Jón
Gærdbo, Jón Pauli Olsen -
Krzystof Popzynzki, Robert
Cieslewicz
GÍ:
Sunnvard Joensen - Pól
Ennigarð, Bartal Eliassen,
Martin Thomsen, Leivur
Hansen - Magni Jarnskor,
Súni Olsen, Pauli Jarnskor
- Rúni Justinussen, Helgi L.
Petersen, Henning Jarnskor
Tá VB í gjár helt føðingardag, høvdu bæði leikarar og viðhaldsfólk alla orsøk at fegnast
Mynd: Áki Bertholdsen
Kurt Mørkøre sendi eina
fína norðoyarstevnuheilsu
heim til Klaksvíkar sunnu-
kvøldið. Sogndal spældi á
útivølli móti Strindholm,
sum ikki hevur staðið seg
serliga væl higartil.
Sogndal vann 4–2. Teir
vóru á odda 2–0 í steðg-
inum, og teir øktu til 4–0,
áðrenn teir tóku sær av løtt-
um og heimaliðið tvær ferð-
ir slapp at pynta um.
Hans Fróði Hansen var á
beinkinum allar 90 minutt-
irnar. Hann venur dúgliga,
men tað gongur striltið hjá
honum at endurvinna pláss-
ið í miðverjuni, sum hann
misti, tá óstbeinið brotnaði
fyri góðum tveimum mán-
aðum síðani.
– Kurt Mørkøre og Julian
Johnsson vóru høvuðsleik-
arar upp á tann máta, at teir
skoraðu øll fýra málini. Ju-
lian fekk tað fyrsta seks mi-
nuttir undan steðginum. Tað
var eitt fínt mál. Hann snei-
ddi framvið einum verju-
spælara og framvð málver-
janum, áðrenn hann legði
bóltin í málið, sigur Hans
Fróði Hansen.
Miðverjin er av álvara far-
in at ótolnast. Hann heldur
venjingarstøðuna vera nóg
góða til 1. deildarfótbólt,
men higartil hevur venjarin
ikki vilja givið honum
møguleikan. Úrslitini hjá
Sogndal hava annars ikki
verið nakað at reypa av. Teir
eru á fimta plássi, men teir
eru níggju stig aftanfyri
Kurt Mørkøre helt norðoyarstevnuna
Noreg: Hans Fróði sat á beinkinum og sá landsmenninar skora fýra mál í tíggju minuttir, tá Sogndal vann 4–2 á
útivølli
oddaliðini Lyn og Strøm-
godset.
Besti maður
Norðoyarstevnuavrikið hjá
Kurt Mørkøre var í norska
blaðnum Verdens Gang
mett at vera tað besta í dyst-
inum. Kurt Mørkøre lúrdi
alla tíðina á linjuni til rang-
støðu, meðan Julian Johns-
son rann og tuskaði so nógv,
sum hann altíð ger.
VG skrivar, at Sogndal
menninir vóru sterkir í nær-
dystunum, teir høvdu betri
bóltførleika enn mótstøðu-
menninir, og spælskilið hjá
teimum var betri.
Kurt skoraði til 2–0 í ev-
stu løtuni undan steðginum,
og góðar fimm minuttir
seinni hevði hann gjørt
hattrikk.
VG man ikki hava sæð
persónnummarið hjá Kurt
Mørkøre. Í umrøðuni av
dystinum kalla teir hann fyri
unggutten úr Føroyum.
Bæði Hans Fróði Hansen og
VG hava á orði síðsta málið,
sum Kurt Mørkørre fekk:
– Hatta var eitt typiskt
Kurt mál. Hann var kroyst-
ur, tá hann við bakinum
móti málinum tamdi bóltin,
snaraði runt seg sjálvan og
smekkaði so úr átjan met-
rum og upp í málhornið,
sigur Hans Fróði Hansen,
og hetta er tað sama, sum
stendur at lesa í VG.
2. hvítusunnudag skulu
føroyingarnir í Sogndal aft-
ur í eldin. Tá fáa teir á
heimavølli vitjan av Strøm-
godset, sum er næstovast.
Í Noregi hevur ikki verið
nakað serligt summar tær
síðstu vikurnar. Í gjár var
summarveður, og veður-
maðurin segði frá summar-
veðri fram móti hvítusunnu.
JH
Kurt Mørkøre, sum á
myndina sæst skjóta
KÍ í steypafinaluna í
fjør, var tríggjar
ferðir á rætta staðnum
um vikuskiftið