Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 2. MAI 1998 ar, sum koma væl við í bjargingararbeiði, og at tað ræður beit um at finna hest fólkini. Í hesum førinum var tað so Toni Dam. Toni er durdavørdur í Club 20, og teir hava eitt sera gott samstarv við løgregluna, og tað var hagani, at Suni kendi Toni Suni sigur eisini, at tað vóru nógvar orsøkir til, at teir hava fingið rapelling við í bjargingararbeiði nú Rapelling er rættiliga ókent í Føroyum, men hann er av teirri fatan, at hesin hátturin av bjargingararbeiði kann verða við til at skapa áhuga millum ungdóm, tí at hetta er nakað nýtt og spennandi, sum tey ikki hava roynt fyrr. Ungdómurin er fram- tíðin, sigur hann, og tað er altavgerandi, at vit fáa nytt og ungt fólk at taka lut í bjargingararbeiði. Eitt annað er so tað, at tann útgerð, ið nýtt verður til slíkt bjargingararbeiði, er rættiliga bilig. Tað eru nógvir endar og krókar, men tað kostar ikki tað stóra. Stór vælvild Tann, sum hevði vant allar teir ungu menninar til royndina, var Toni Dam. Hann hevur drúgvar royndir frá danska herinum, har hann hevur roynt nógv ym- iskt, m.a. rapelling, sum tað eitur á fakmáli, tá ið ein fer niður við línu o.s.fr.. Har- aftrat hevur Toni eisini, saman við gðrum, klintrað upp á Mont Blanc. Hann sigur við Sosialin, at hann fyri stuttari tíð síðan, fekk eina áheitan frá Suna Vinther, um hann kundi samlað nakrar ungar mans saman, sum hann hevði álit á, og sum hann var sann- førdur um egnaðu se bjargingararbeiði. = Hetta gjørdi Toni so, og teir hava vant nakrar ferðir. Millum annað hava teir rapellað niður av Havnar Klubba! Haraftrat hava teir gjørt nakað við at duga at orien- Tyrlan hjá sjóverjuni kom eftir sjúklinginum tera seg í haga. Toni sigur eisini, at teir hava mett sera stórari vælvild, tá ið teir hava heitt á fólk um hjálp av ymsum slag. Her nevnir hann til dømis, at Skipasmiðjan hevði gjørt teimum gálgan, og at sjóverjan var beinan vegin fús til at hjálp til við eitt nú tyrluni. Frá øllum partum hevur hann fingið at vita, at um teir hava tørv á onkrum, so er bara at siga frá Havnar Bjargingar- felag styrkt Um vit skulu meta út frá bjargingarroyndini í grót- brotinum á Glyvursnesi leygarmorgunin, so er tað eingin tvi um, at Havnar Bjargingarfelag er styrkt munandi. Teir hava fingið fleiri ungar mans upp í felagið, og haraftrat hava teir so fingið menn, sum duga nakrar kynstir, sum koma væl við í bjargingar- arbeiði. Suni Vinther nevndi í hes- um sambandi sum dómi, at tá ið Stathav fór, var tað ofta so, at tað var trupult hjá monnunum at koma av bakkanum og niður á hell- una ella í fjørðina, og at tað Niels Kári Nielsen og Dåvid Isfeldt taka ímóti børuni í tí førinum hevði verið eir stór hjálp at havt kvikt fólk við lættari mótans útgerð Nú kunnu fólk so kenna seg tryggari, ti at bjarging- ararbeiði í Førovum er styrkt, men vit vóna sjálv- sagt, at tað ikki verður tørv- ur á teimum ungu monnu- num í sambandi við bjarg- ingararbeiði ! , MYNDIR: JENS KR. VANG