Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 5. MAI 1998 Vit síggja, at um Suður- streymur átti ein umdømis- valdan tingmann afturat, so hevði sambandsflokkurin fingið hann, og um tveir vóru afturat, so hevði verið ógvuliga tøtt kapping um hann millum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og tjóð- veldisflokkin. Teir umdemisvaldu Tá tað er liðugt at rokna fyri øll sjey valdømini, verður býtið av umdømisvaldum tingmonnum hetta A8 BS C6 DO E8 FO HO I 0 Suduroy er einasta valdømi, har munurin i atkvødum millum tveir flokkar er so lítil, at tað er hugsandi, at fínteljingin kann bera broyt- ingar við sær í umdømis- valdu tingmonnunum. I Suðuroy er fólkaflokkurin bara fimm atkvødur aftan- fyri sambandsflokkin. Tinggáttin Tá farið verður undir at rokna býtið av eykavaldum Ungmonnum, verður at- kvødutalid hjá øllum flokk- unum tilsaman bytt vid tal- inum å umdømisvaldu ting- monnunum: 27.660:27=1024,4. Flokkar vid færri enn 1.025 atkvødum fåa ongan eykavaldan tingmann. Hetta er sperrumarkið ella ting- gáttin, sum tað eisini verður rópt. Kristiliga Fólkaflokk- urin og Verkamannafylk- ingin hava ávikavíst 682 og 215 atkvødur, og teir eru altso ov stuttir at rókka um- boðan í tinginum. Men hevði Kristiligi Fólkaflokk- urin fingið ein umdømis- valdan tingmann t.d. í Norð- oyum, so hevði hann átt ein tingmann, sjálvt um hann ikki rakk upp um 1/27 av atkvgðunum. Nú verður atkvødutalid hjá teimum flokkunum, sum eiga umdømisvaldar tingmenn, býtt við talinum á umdømisvaldu monnun- um. Hetta verður gjørt fyri at finna flokkin, sum í miðal hevur fægstar atkvødur upp á hvønn umdømisvalda tingmannin. Tann flokkurin fær ongan eykavaldan, tí tað verður í mun til hansara um boðan, at lutfallid hjá hinum flokkunum skal rættast við eykamonnum A 5.887:8 = 736 B 4.992: 5 = 998 C 6.062: 6 = 1.010 D 2.116: 0 E 6.583: 8 = 823 H 1.123: 0 37 gevur rætta lutfallið Vit síggja, at listi Á eigur nógv teir bíligastu ting- menninar, og tað vil siga, at hann fær ongan eykavald- an tingmann. Fyri at finna fram til, hvussu nógvar tingmenn flokkarnir áttu at havt, um lutfallið skuldi verið rætt í mun tl undirtøkuna á valinum, verður atkvødutal- ið hjá hinum flokkunum, sum eiga at fáa tingumboð- an, býtt við miðaltalinum fyri umdømisvaldu ting- menninar hjá fólkaflokkin- um: A B 4.992: 736 = 6,78 C 6.062: 736 = 8,24 D 2.116: 736 = 2,88 E 6.583: 736 = 8,94 H 1.123: 736 = 1,53 Um fullkomid samsvar skuldi verið millum at- kvødubyti og tingumbodan, skuldi tingmannatalid verið 37 ella tíggju eykavaldir umframt teir 27 umdømis- valdu. Men hámarkið er 32, og fyri at finna fram til, hver skal fáa eykaumboðan og hvor skal vera við sviðið soð, verður samlaða at- kvødutalid hjá teimum fimm flokkunum, sum kunnu fáa eykamenn, býtt við tingmannatalinum, hes- ir flokkar í mesta lagi kunnu fáa. Atkvødutalid er 20.876, og tingmannatalid er 24 (hå- markstalid 32 og teir åtta fólkafloksmenninir drignir frå). 20.876:24=870. ÞJ VO 0 00 Rokningin til teir 32 Atkvødutalid hjá teimum fimm flokkunum verður síðani hvort sær býtt við 870, og tá fæst at vita, hvussu nógvar tingmenn hver flokkur hevur rætt til: B 4.992: 870 = 5,74 6 C 6.062: 870 = 6,97 7 D2.116: 870 = 2,43 2 E 6.583: 870 = 7,57 8 H1.123: 870 = 1,29 1 Lagt afturat teimum åtta fólkafloksmonnunum gevur hetta 32. Nú hava vit saml- aða tingmannatalið, og tí er einki bein í at finna fram til, hvgr skal hava hvussu nógvar eykamenn. Tað verður gjørt við at draga teir umdømisvaldu frá samlaða talinum: A 8-8=0 B 6-5=1 C 7-6=1 D 2-0=2 E 8-8=0 H 1-0=1 Vit síggja, at teir báðir smáu flokkarnir fáa tríggjar íalt, meðan tveir av teimum stór- u fáa ein í part. Avlopsatkvødurnar avgera valdømini Næsti spurningur er í hvørj um valdømum eykavaldu ungmenninir skulu koma úr Avgerandi er, hvussu nógv- ar avlopsatkvødur teir fýra flokkarnir hava í einstøku valdómunum. Fyri at finna fram til tað, verður samlaða atkvødutal- ið hjá hvørjum flokkinum býtt við samlaða tingmann- atalinum, sum flokkurin skal hava — bæði umdømis- valdum og eykavaldum. Sjálvstýrisflokkurin skal hava tveir tingmenn: 2.116:2=1.058. Tað vil siga, at tá tingmenninir verða pla- seradir i valdømunum, so skulu 1.058 atkvødur drag- ast frå fyri hvønn. Flokkurin hevur ongan umdømisvald- an, og ti verda teir eyka- valdu plaseraðir í valdøm- unum, har flokkurin hevur flestar atkvødur — í Eystur- tíðindablaðið SOSTANM ? ANDSFLOKKURIN =< Um semja verður um at hækka tingmannatalið upp um 33, so skal stýrisskipanarlógin broytast. Stýris skipanarlógin sigur, at samlaða tingmannatalið er í mesta lagið 33 (vallógin sigur framvegis 32) oy og Norðoyggjum. Hevdi samlaða tingmannatalið verið 37, hevði tridji mað- urin verið valdur í Norð- oyum (Karl Heri Joensen). Sambandsflokkurin skal hava seks tingmenn. Í miðal „kosta“ teir 832 atkvødur, sum skulu dragast frá, har flokkurin hevur fingið umdømisvaldar. Eingin ivi er um, at eykavaldi madurin verdur valdur i Sudur- streymi, har avlopsatkvød- urnar eru 840. Um sam- bandsflokkurin hevði havt ein eykamann afturat, so hevði hann verið valdur í Norðurstreymi (Terje Dav- idsen). Javnaðarflokkurin skal hava = sjey tingmenn. 6.062:7=866. Flestar av- lopsatkvødur eru í Norður- streymi. Um flokkurin hevði havt ein eykamanna afturat, so hevði hann verið valdur í Suðurstreymi (Joan Ziskason). Miðflokkurin skal hava ein eykamann. Hann verður valdur í valdóminum, har flokkurin hevur flest at- kvødur, og tað er í Suður- streymi. Hevdi tingmanna- talid verid 37, so hevdi Tordur Niclasen framvegis verid tingmadur. I einum lutfalsliga rætt- vísum løgtingi, hevði tjóð- veldisflokkurin átt ein eyka- valdan mann. Hann hevði verið valdur í Suðurstreymi (Finnur Helmsdal), og tað hevði verið søguligt, tí tað er ongantíð áður komið fyri, at ein flokkur á einum vali hevur fingið fýra tingmenn valdar í einum valdømi. Lutfalsliga býtið Vit kunnu enda við spurn- inginum um rætta lutfallið, sum vit vóru inni á í inn- ganginum. Niðanfyri hava vit sett upp lutfalsliga partin av atkvødunum og lutfals- liga partin av tingumboð- anini: A 21,3 25,0 B 18,0 18,75 C 21,9 21,88 D 7,7 6,25 E 23,8 25,0 F 25 00 H 4,1 3,13 I 0,8 00 Umboðanin hjá teimum sjey valdgmunum hevur eisini verið nógv umrødd. Niðanfyri er víst, hvussu stórur partur av teimum, ið 30. april høvdu valrætt, var í hvørjum valdøminum og hvussu stóran part av ting- manningini valdømini fing- u: NO 12,89 12,50 EY + 21,59 18,75 NS 7,71 9,36 SS 36,73 34,36 VA 5,2 625 SA 3,34 6,25 SU 11,75 1250 Sidani valid hevur verid tos- að um, at talið av umdøm- isvaldum og/ella eykavald- um skuldi verid broytt, ella at valskipanin møguliga skuldi verið heilt broytt. Tað tosið fer ivaleyst at halda fram, og innanfyri ávísar karmar ber tað til at broyta vallógina til valið, sum í síðsta lagið verður í 2002. T.d. ber tað til at minka talið áeykavaldum og hækka tal- ið á umdømisvaldum, og Mynd: Jens Kristian Vang samlaða talið kann lækkast, og tað hækkast upp í 33, men ikki hægri enn tað Um semja verður um at hækka talið upp um 33, so skal stýrisskipanarlógin broytast. Stýrisskipanarlóg- in sigur, at samlaða ting- mannatalið er í mesta lagið 33 (vallógin sigur framveg- is 32). Broytingar í stýris- skipanarlógini skulu sam- tykkjast av tveimum ting- um, og tað vil siga, at tað ber ikki til at hækka ting- mannatalið uppum 32 fyrr- enn á valinum, sum verður aftaná tað, sum í síðsta lagið verður í 2002. Jóannes Hansen