Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 5. MAI 1998 M r ítróttar SO 13 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil &Csosialurin.fo Fótbóltur: Úrslitini í fyrsta umfari í landskappingini benda á, at talan verður um eina spennandi kapping Endiliga fór fótbólturin av álvara á rull. Nú er hol sett á landskapp- ingina, og tað verður ikki helmað í fyrr enn fyrsta vikuskiftið í okt- ober, tá meistarin verður funnin, og tað verður gjørt av, hvor skal flyta upp og niður. Líkindini kring landið at spæla fótbólt vóru góð um vikuskiftið, og máta vit út frá málunum, so var undirhaldið høgt í Sumba, á Tvgroyri og í Runavík. Bara í Fuglafirði var einki mál skotið. Í Gundadali kom eitt, og har var intensiteturin og spenningurin stórur alla tíðina. Tveir spælarar sóu reytt, og fýra brotsspørk vórðu dømd. Meistararnir aftast Síðani 1993 eru tað bara tvey fel- sg, sum hava megnað at vunnið FM heitið. Tey eru GÍ og B36. Urslitini í vikuskiftinum gera, at hesi bæði liðini eru í aftara end- anum á stødutalvuni. Tað man vera langt síðani, at GÍ hevur verið aftast í 1. deild. Í fjór var B36 meistari, og tá taptu teir bara tvær ferðir. Báðu ferðirnar var tað móti grannunum og arvafíggindunum í HB, og sunnudagin var sjón fyri søgn, at B36 hevur eitt HB kompleks. Í fjór tapti B36 ikki fyrrenn í 8. umfari. Inntil tá høvdu teir fult stigatal. Skal úrslitið sunnudagin brúkast til nakað positivt fyri teir, so má tað vera, at nú er trýstið tikið av teimum, nær teir fara at tapa fyrsta ferð í ár! ; Tað er tó heilt greitt, at bæði GÍ og B36 hoyra ikki heima á aftaru plássunum. Bæði liðini fara at ar- beiða seg upp. Um teir koma á stigatalvuna sunnudagin vera ávikavíst toftamenn og klaksvík- ingar við til at avgera. Fleiri um boðið NSI liggur á odda, og vit tora næstan at siga fyri víst, at teir hava ongantíð áður verið á tí plássinum. Avrikið móti GÍ var fyri tað mesta sannførandi, og tað boðar ivaleyst frå, at NSÍ ætlar at blanda seg í kappingina um heiðursmerk- ini í ár. Higartil hava teir ongantíð fingið so mikið sum bronsukrónur. Vit hava áður spátt, at fyrsta FM heitið hjá NSÍ er ikki so ógvuliga nógv ár burtur, og longu nú tykist greitt, at teir fara ikki at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. At NSI tykist vera væl fyri er bara gott fyri kappingina. Framm- anundan hava vit sæð og hoyrt, at fleiri hava roknað B36, HB, GÍ og KI fyri mest upplagdu kandi- datarnar at vinna FM. At teir í Runavík kanska fara at blanda seg uppí ger kappingina uppaftur meiri áhugaverda. B68 vann í Sumba, men enn ber ikki til at siga nakað um, hvussu væl teir eru fyri. Tá GÍ kemur á Svangaskarð sunnudagin, fæst meiri at vita tí viðvíkjandi Tveir landsliðsspælarar spæla lítið Tíðin gongur við rúkandi ferð Fyrsti landsdysturin á árinum er bara ein mánað burtur, og í tí sam- bandinum hevur Allan Simonsen sent landsevnunum boð um at koma til venjingar í komandi viku Tað er hugaligt at hoyra, at tað gongur væl hjá teimum á flatlond- um, men samstundis má tað geva venjaranum nakað at hugsa um, at tveir av teimum, sum plaga at vera fastir fúsir í hópinum, ikki fáa nakra serliga dystarvenjing Jens Martin Knudsen ger nógv við venjingina, men tað er ein sannroynd, at hann fær onga dyst- arvenjing. Nú fer hann skjótt til Islands, og so verður bøtt um hetta, men higartil hevur hann einki spælt. Tá B36 og HB spældu sunnu- dagin, sat Jens Erik Rasmussen á bonkinum hjá HB. Hann kom ikki inn fyrrenn 2. hálvleikur var meiri enn hálvrunnin. Eisini tað eigur at geva venjaranum nakað at hugsa um GI og NSI bragdlig Leygardagin ivadust vit í, hvussu tað fór at vera við uppflytingini úr 2. og upp í 1. deild, tá hetta Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo Tveir av landsliðsspælarunum sum hava fingid bod frå Allan Simonsen: Hans Fróði Hansen v.m.) úr HB og Arnbjørn Danielsen úr B36 Mynd: Alvur Haraldsen kappingarárið er lokið Fyrsta umfarið bar boð um, at tað ikki er heilt óhugsandi, at tað kann fara at koma soleiðis fyri sum vit bóru upp á mál. FS Vágar og B7I hava verið mett at hoyra millum felggini, sum eru mest uppløgd at flyta upp. Vågamenn høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSI, og har endaði javnt Sandoyingar vóru i Gøtu vann Men nú fáa vit at síggja. Kapp- ingin er framvegis ung, og kom- andi vikuskifti kann nógv broyt- ast Longu fríggjadagin skulu átta feløg aftur í eldin. Tá verða fjórð- ingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypid avgreiddar. Í Havnini verða tveir dystir: B36- VB og HB-B68. I Gøtu hittast GÍ og NSI, og i Klaksvik fåa teir vitjan av IF, sum å heimavølli megnaði målleysan javnleik móti klaksvíkingum jh g GI 8 síður við ítrótti hvonn týsdag