týsdagur 5. mai 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
itrottar S
R. fr
Nr. 83 — 5. MAi 1998
Avgerandi nærdysturin í dystinum millum B36 og HB sunnudagin. Dómarin metti, at Jan Guttesen gjørdi
brotsspark móti John Hera Dam
Mynd: Alvur Danielsen
B36 fekk ikki hevnd
Fótbóltur: B36 megnaði ikki at
hevna ósigrarnar móti HB í fjør. HB
vann 1-0, men hevði ikki eitt einasta
skot á málið í seinna hálvleiki
Tað kann diskuterast út í
æsir, um HB hevði uppi-
borið at vinna móti B36 í
fyrsta landskappingardyst-
inum á árinum, ella um B36
hevði uppiborið í øllum før-
um javnleik
Í stuttum hendi tað, at HB
fekk mál, tá eini tíggju min-
uttir vóru eftir av fyrra hálv-
leiki, og í seinna hálvleiki
løgdu teir seg aftur at verja
leiðsluna og hevdu ikki eitt
einasta veruligt skot á B36-
málið. B36 hevði bóltin 35
av teimum seinastu 45 min-
uttunum, men uttan at fáa
mál, hóast tað onkra ferðina
var nær við
Summi: (B36-viðhalds-
fólk) halda, at tað var
himmalrópandi órættvíst, at
HB vann, tí B36 hevði alt
spælið og allar kjansirnar í
seinna hálvleiki. Onnur
HB-viðhaldsfólk) siga, at
tað var í fínasta lagi, at HB
vann, tí teir gjørdu sína
skyldu, fingu eitt mál og
megnaðu at halda sítt egna
mál reint. Øll hava rætt
Heilt síðani fótbóltsspæl-
ið varð uppfunnið, hevur
tað bert gingið út upp á eitt
At vinna. Tað visti HB. og
HB vann — uppiborið ('). At
tað so var við nakað av tí
keð gasta tøtb( ltsspælin
um, s HB nakrantíð hev
r , vr
ein sera keðilig uppliving,
tá bert annað liðið var å-
hugað í at fara fram á vøllin
og royna at fáa mál, meðan
hitt var nøgt við at verja um
sína tepru leiðslu.
Í byrjanini var einki, sum
bendi á, at tað skuldi fáa ein
so óáhugaverdan enda.
Bæði liðini byrjaðu varis-
liga, men høvdu kortini hug
og vilja til at strekkja verj-
una hjå hinum lidnum.
HB kom eitt vet betur frå
byrjan og fekk nakrar rímir
ligar kjansir, sum við eitt
sindur meira hepni og nær-
lagni kundu givið mál, eitt
nú tá eitt skot frá Allani
Mørkøre gjørdist til eitt inn-
legg, sum Súni Fríði Jo-
hannesen ikki fekk tamar-
hald á, og tá Hans á Lag
var hægstur inni í B36-
brotsteiginum, men skallaði
uppum
Men B36 kom skjótt við,
og við vøkrum kombinati-
ónsspæli komu teir sær
fleiri ferðir fram móti HB-
brotsteiginum, men ongan-
tíð nóg langt inn til at vera
veruliga vandamiklir.
Sakna teir
hegu menninar
Enn eina ferð sást, at B36
saknar høgar menn á liðn-
um. HB vann so at siga alt í
luftini, burtursæð frá Bjarna
Prior, sum var klárt besti
B36-leikarin sunnudagin
Soleiðis gekk tað fram til
34. minutt, tá dómarin
knappliga dømd: brotsspark
] HB. I einum nærdysti
millum John Hera Dam og
Jan Guttesen fór fyrrnevndi
umkoll, og so fekk HB sin
størsta møguleika í dystin-
um. Jan Guttesen skilti ikki,
hvat gekk fyri seg, men All-
an Mørkøre setti brots-
sparkið trygt í netið til 1-0.
Nú mátti B36 eitt sindur
longur fram á vøllin, og tað
mundi eisini givið bonus
longu sjey minuttir seinni,
tá Rógvi Larsen staddur
nakað úti í vinstru síðu legði
eina perfekta sending
skråvandi inn um HB-verj-
una til ein púra leysan John
Petersen, sum hevði stundir
tii at skjóta, men rakti tvør-
stongina. Tað skuldi vísa
seg at vera størsti kjansur,
B36 hevði í dystinum.
Eitt langt B36-álop
Seinni hálvleikur bleiv eitt
langt B36-álop. Longu tá
dysturin byrjaði eftir steðg-
in, sóust ábendingar um, at
HB so smátt tók seg aftur á
vøllin, samstundis sum B36
trysti frameftir. Tå so Hallur
Danielsen í 65. minutti varð
rikin av vøllinum fyri sitt
næsta gula kort (bædi tvey
fyri at brúka seg ov nógv),
fór dysturin fullkomiliga í
koma.
Andrew av Fløtum sat
skaddur uttanfyri, og Súni
Fríði Johannesen var einasti
veruligi áleypari á HB-liðn-
um. Fýra minuttir eftir út-
vísingina varð Súni Fríði
skiftur út við verjuspælaran
Bjarka Mohr, og restina av
dystinum spældi HB við
bert Jens Erik Rasmussen,
sum tríggjar minuttir áðrenn
útvísingina var komin inn
fyri John Hera Dam, og All-
an Mørkøre sum hálvum å-
leyparum, meðan restin av
liðnum lá afturi og vardi
Tað gav sum vera man
eitt stórt B36-trýst, men utt-
an at nakað mál kom burt-
urúr. Onkrir hálvir kjansir
tóku seg upp, men tað sá
ongantíð út til, at B36 fór at
fáa útjavnandi málið. John
Petersen og Jákup á Borg
fingu einki pláss í væl
mannaðu HB-verjuni, og
restin av liðnum hevði ikki
hugflogið til at lirka verjuna
upp. Og sum altíð stóð Kaj
Leo Johannesen tryggur, tá
tað nærkaðist hjá B36.
Hjá B36 spældi Bjarni
Prior sín besta dyst higartil
í ár, og eisini fyrrverandi
HB-arin Mikkjal Thomas-
sen, sum kom inn stutt eftir
HB-málið, rgkti sína upp-
gávu — at neutralisera Allan
Mørkøre — til lítar.
Hjá HB vísti Jan Dam enn
einaferð, at hann er Føroya
besti verjuspælari, og at
hann uttan iva eisini hevur
Føroya longstu stórutá. Tú
skalt leita leingi eftir einum
so reinum fótbóltsspælara,
sum ger so fá mistøk undir
einum dysti. Hann kann
vísa seg at gerast gull verd-
ur fyri HB í ár (hóast hann
sambært útvarpinum ikki
heldur tað...) Eisini Hans
Fróði Hansen og Hans á
Lag spældu væl og vóru
einaráðandi í luftini.
HB fekk reint ug í at gera
sína skyldu, sum var at verja
1-0 leiðsluna frá fyrra hálv-
leiki, men spælið er best at
gloyma sum skjótast. B36
vísti rættiliga gott spæl ser-
liga í seinnu helvt av fyrra
hálvleiki, men við tveimum
illa uppløgdum áleyparum
var tað Ogjørligt at fáa nak-
að burturúr móti einum HB-
liði, sum seinastu 20 min-
uttirnar spældi við níggju
monnum í verjuni.
B36 fekk ikki hevnd fyri
báðar ósigrarnar í lands-
kappingini í fjør, men teir
kundi ugga seg við, at teir
vístu meira fótbóltsspæl enn
HB. hóast teir eisini noydd-
ust at ásanna, at tað eru mál-
ini, sum telja
elj
Tað vóru tvær rættiliga
ungar manningar, sum
umboðaðu B36 og HB í
2. deildardystinum í
Gundadali leygardagin.
Á B36-liðnum var lið-
skiparin Jákup Merk
elsti maður, hóast hann
einans er 25 ár. Hinir
leikararnir hjá B36 vóru
allir um tey 20 og yngri.
HB heyði tveir veteranar
á liðnum, nevnliga Hart-
vig Joensen í álopinum,
og so stóð fyrrverandi
landsliðsverjuleikarin
Andreas F. Hansen í
málinum. Ein uppgáva,
sum hann kom stak væl
frá.
B36 best
Tad var B36, sum byrj-
aði best. Spælið fleyt
væl hjá teimum svørt/
hvítu, men tað tyktist,
sum um tað ofta mangl-
aði tann síðsta fríspæl-
ingin, og sum heild var
ov lítið bit í álopinum.
Hóast greiða B36 yvir-
vág í spæli, so var tað
HB, sum legði seg á
odda, tá fyrri hålvleikur
var um hálvrunnin. Mál-
verjin hjá B36 bleiv
dømdur fyri at hava
hildið béltinum uttan
fyri brotsteigin, og so
fekk HB frispark á sjålv-
um brotsteigarmarkin-
um. Hetta skeyt Regin
Reinert beinleiðis í mål-
ið, og so var 1-0 til HB.
Stutt eftir hetta var B36
um at javna, tá ið evna-
ríki miðvallarin, 16 ára
gamli Áki Mørk, sendi
eitt brandskot í síðunetið
Stórsigur í
sóðveðrinum
Fótbóltur: Tað var av allarfagr-
asta veðri, tá ið næstbestu liðini
hjá grannafeløgunum í Havn
dystaðust leygardagin. HB vann
stórsigur 5-1, men munurin var
ikki so stórur
Við vanda fyri at fornerma Jens Kristian Hansen og
hjá HB. Nakað fyri hålv-
leik kom HB á odda 2-
0, tá ið ein bóltur bleiv
spældur inn um B36-
verjuna, har Hartvig Jo-
ensen var fyrstur á hon-
um og skoraði trygt hjá
Dánjali Bærentsen í
B36-málinum. 2-0 var
eisini hålvleiksstødan.
Ikki heilt uppiborið
kanska, men unga B36-
liðið hevði heilt greitt
mist flogið, tá ið HB
fyrst var komið á odda.
Hartvig Joensen legði
tíðliga í seinna hálvleiki
HB fram um 3-0 við
høvdinum, og so var
dysturin avgjørdur, hildu
tey flestu, men B36
hevði framvegis bóltin
nógv, og nakrar ferðir
noyddist Andreas F.
Hansen út í fulla longd
fyri at forða B36 í at fáa
mál. Teir fingu tó eitt
mál, sum Gunnar Niel-
sen syrgdi fyri. Við stød-
uni 1-3 og enn einum
korteri eftir at leika valdi
venjarin hjá B36 Jógvan
Norðbúð at senda nógv
fólk fram í vón um at fáa
fleiri mál, men ístaðin
gjørðist tað heldur tunn-
ligt í B36-verjuni, og
tvær reisur gjørdi HB
sær dælt av hesum.
Fyrru ferdina var tad
Hartvig Joensen, sum
trilladi eina frispæling
frå Una Mortensen i
málið, og seinnu ferðina
var tað Uni sjálvur, sum
skoraði til endaligu stød-
una 5-1 til HB.
T.N.
aðrar ditta vit okkum á Ítróttarsosialinum at siga, at
Jan Dam er Føroya besti verjuspælari, og at hann
ivaleyst eisini hevur Føroya longstu stórutá...
Mynd: Alvur Haraldseri