Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 5. MAI 1998 itrottar SOSU 17 = = sé sé = = Einki mal í Fuglafirði Fótbóltur: Í einum dysti við sjáldsama góðum dómaraavriki spældu IF og KI javnleik 0-0 IF og KI byrjadu lands- kappingina å lågum blussi og dysturin teirra millum i Fuglafirði endaði eisini utt- an mál, 0-0 Dysturin var rímiliga javnur við eini litlari yvir- vág til heimaliðið, sum eis- ini hevði størstu kjansirnar í fyrra hálvleiki Men Gunnar á Steig var uttan iva besti maður hjá klaksvíkingum sunnudagin Heilar tríggjar ferðir komu fuglfirðingar leysir ímóti honum, men tríggjar ferðir fekk KI-målverjin oyðilagt målmøguleikan hjá termum Størsti målmøguleiki hjå KI í fyrra hálvleiki fall til Olgar Danielsen, sum eftir eitt væl spælt álop endaði við at skalla móti málinum, men bólturin endaði uttan- fyri IF byrjaði rættiliga defen- sivt, ivaleyst í eini roynd at lokka KI fram á vøllin. Teir ansaðu væl efur Marek Wierzbicki, sum hevur víst seg at vera eitt sera stórt aktiv hjá KI á miðjuni, síð- ani hann kom til Klaksvíkar fyrr í ár frá FS Vágum IF-venjarin Piotr Kra- kowski veit eisini, hvat Marek er fyri ein, tí saman hava teir spælt við bæði B71 og FS Vágum. - Tað tarnaði eisini KÍ eitt sindur, at Marek og eisini Arnold Joensen fingu per- sónligar uppvartarar. Tað bleiv nógv til langar bóltar fram til Olgar og Heðin á Lakjuni, men hvørgin teirra fann vegin til meskarnar sunnudagin. Í seinna hálvleiki fekk Kurt Mørkøre ein góðan møguleika, tå IF-verjan trekti út, men ikki megnaði at fanga Kurt rangstaddan Men Kurt skallaði beint á Erling Joensen í IF-málin- um, og heldur einki kom burtur úr ta ferðina. Annars var dømingin í Fuglafirði sunnudagin stak góð. Dysturin var javnur, men ikki hart spældur, og spælararnir høvdu heldur einki at seta á dómingina, sum Petur Erhard Kjærbo úr Sumba heyði um hendi, og sum hann kom sera væl burturúr Næsta sunnudag skal IF til Sumbiar, har teir hava spælt eina ferð fyrr í ár. Tað var í steypakappingini beint áðrenn páskir, og tá vunnu fuglfirðingar 4-2. KI fær vitjan av føroya- meistarunum úr B36, sum ikki hava tapt landskapp- ingardyst í Klaksvík síðani í 1991, tá KÍ vann 3-0. Í fjør vann B36 4-2, men í år eiga bædi lidini enn sitt fyrsta mål í landskappingini til góðar, hóast tey hava verið røsk at gera mál í steypakappingini. elj Fuglfirðingar ansadu væl eftir Marek Wierzbicki sunnudagin Lennart Johansson Fótbóltur: Danir ætla at fáa onnur europeisk lond at ganga frá avtaluni, sum tey hava gjørt um at stuðla safturvalda UEFA formanninum, sum roynir at gerast formaður í FIFA Hósdagin í síðstu viku vóru Torleif Sigurðsson, formað- ur, og Ísak Mikladal, aðal- skrivari í FSF, á UEFA fun- di í Dublin í Irlandi. Torleif kom úr Skotlandi, har hann um somu tíð var eygleiðari í U-16 EM endaspælinum, og Ísaki eydnaðist tað, hóast verkfallið í Danmark, at koma um Billund og Ham- burg og til Dublin. Á fundinum var m.a. val av formanni fyri europeiska fótbóltssamtakið á dags- skránni. Sviin Lennart Jo- hansson var afturvaldur við lógvabresti, og tað var eisini væntandi, tí einki mótval evni var. Stóri spenningurin er, um tað fer at eydnast svianum at vinna formanssessin í al- tjóða fótbóltssamtgkuni, FIFA. Valið verður í París í sambandi við HM enda- spælið, sum byrjar í Frak- landi um ein mánaða. Talan verður um stríðs- val, tí aðalskrivarin higartil, Joseph Blatter, bjóðar svi- anum av. Higartil hava 50 av teimum 51 europeisku limalondunum boðað frá, at tey fara at stuðla Lennarti Einasta UEFA limalandid, sum stuðlar Blatter, er Dan mark. Danir arbeiða ímóti Á fundinum í Dublin møtti danski fótbóltsformaðurin, Poul Hyldgaard ikki. Tað varð upplýst, at hann kundi ikki koma, tí tað var verkfall í Danmark, og tað vóru tað fleiri, sum smíltust eitt sind- ur at hesi grundgevingini. Jim Stjerne Hansen, aðal- skrivarin í DBU, var har. Hann var komin úr Keyp- mannahavn. Og at tað bar til at koma ur Jyllandi og til Irlands — Hyldgaard byr i Aarhus — sást m.a. á at Ísak Mikladal var komin via Jyl- land Tey vóru fleiri, sum hildu, at bodskapurin í fråveruni hjá danska formanninum Nevndin í FSF avmyndað á aðalfundinum í januar í ár. FSF stuðlar Lennart Johansson í hansara royndum at gerast FIFA-forseti vísti, at hann og svenski UEFA formaðurin eru ikki serliga væl Umboð fyri fótbóltssam- tøkini í Afrika og Oceania vóru við á fundinum í Dubl in, og tey boðaðu frá, at tey stuðla UEFA formanninun í hansara roynd at FIFA formaður Það er kortini ikki heilt greitt, um hesi hava fulla undirtøku frå sín um limalondum. Tað ljó at danir arbeiða fyri at fáa europeisk lond at at kveða fyri Blatter, og at tal gerast umboðin elsini higartil hevur eydnast døn sannføra åtta ella niggju lond i Europa um, at (cy heldur skulu atkv fyri Blatter enn fyri Í arti, men hetta hava vit ikk um at Í6ro wa ikk 3 aðal | tað verður atkvørt C Torleif Sigurðss at at kvøda fyr ti Johans so sur Tr 4 IV jh Torleif Sigurðsson, FSF-formaður