Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-06, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1998síða 1

allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Torun hevur sagt upp í MTV Fyri trimum vikum síðani segði føroyska Tórun Ellings- gaard upp á tónleikarásini MTV, har hon hevur arbeitt síðani á nýggjárinum. — Eg kundi ikki longur standa inni fyri tí, sum mær varð álagt at gera, tí tað skuldi fram um alt annað snúgva seg um undirhald Síða 3 Nyrup bíðar eftir nýggja landsstýrinum Danski forsætisráðharrin fegnast um framgongdina hjá Javnaðarflokkinum á valinum, og bíðar nú eftir at nýggja landsstýrið verður skipað, so farast kann undir samráðingarnar DAGNY JOENSEN — Sum floksformaður eri eg serliga fegin um at Javnad- arflokkurin gjørdi týðandi framstig á valinum. Valúrslitið vísir styrkleik- an millum flokkarnar, sum í stóran mun líkist teimum í 80 árunum, við ávísum sveiggi á valunum í 1990 og 1994, segði forsætisráð- harrin dagin eftir valið. Hann bíðar nú eftir at ný- valda tingið skipar lands- stýrið. — Sum forsætisráðharri gleði eg meg til at danska stjórnin kann fara undir samráðingar við nýggja landsstýrið, so skjótt sum tað er skipað. Eftir hetta kunnu vit fara undir at loysa teir mest áleikandi trupul- leikarnar, sigur Nyrup Ras- mussen. Danska stjórnin vónar at hon undir komandi samráð- ingunum er før fyri at finna skilagóða og ngktandi sam- ráðingarloysn á bankamál- inum eins og skuldarspurn- inginum. — Sum eg áður havi givið til kennar, er stjórnin til reiðar at skifta orð um meira langtíðar mál og framtíðar- útlitini fyri samstarvi mill- um londini bæði, sigur Poul Nyrup Rasmussen. Í fyrsta samráðingarumfari peikaðu fýra floksformenn á Anfinn Kallsberg sum samráðingarleiðara. Hann fær møguleika at finna fram til eina samgongu áðrenn leygardagin kl. 11 Síða 4 og 5 Anfinn Kallsberg er valdur til nýggjan samráðingarleiðara Tveir fyrrverandi lógmenn mæla til: Breiða samgongu Meðan teir báðir fyrrverandi løgmenninir Atli P. Dam og Marita Petersen mæla til eina breiða samgongu millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, heldur Jógvan Sundstein, eisini fyrrverandi løgmaður, at ein flokkur skal fara í Tinganes og stýra í eini skiftistíð upp á hálvtannað til tvey ár - B ; Sida 6 og 7 Væntandi verkfall i Danmark eina viku afturat Fólkatingið leggur seg møguliga uppí sidst í vikuni Síða 8