Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SA jum Postadr F he 8 hg 76, 110 Tórshavn Áhugavert norskt út- spæl í oljumálinum Oddagrein NORÐMENN tykjast meina nakað við tað, tá teir tosa um økt samstarv vid Føroyar á oljuøkinum. Uttalilsini í seinastuni frá nor- ska forsætisráðharranum og aðalskrivara- num í senterflokkinum í Sosialinum eru sum so ikki heilt nýggir tónar. Longu undanfarna stjórnin við táverandi oljumálaráðharra Jens Stoltenberg spældi longu út við ynskinum um miðvíst samstarv í einum práti við Sos- ialin á stóru oljuráðstevnuni í Stavanger fyri skjótt tveimum árum síðani. EIN kann kanska siga, at nú byrja tónarnir meira at líkna einum lag. Tvs. at norska stjórnin ætlar sær at gera orð til veruleika og vísa í verki, at Noreg er sinnað ikki bert at samvinna við førovingar men eisini til at lata orku og pengar til at hjálpa foroyingum at menna eina oljuvinnu. Tað er í hesum sam- bandi sera áhugavert at hoyra, at norska stjórnin sær fram til at fáa vitjan av komandi løgmanni og einum møguligum landsstýris- manni í oljumålum (um so er, at løgmadur ikki fer at umsita hetta málið, blam.) Sum so er einki nýtt í hesum, tí longu undanfarni logmaður varð boðin til Noregs, men mátti setast aftur orsakað av veðrinum. DONSK blød hava tulkað samrøduna Sosial- urin hevur havt vid norska forsætisráðharran sum eina norska roynd at åtnytta ringu vid- urskiftini millum Føroyar og Danmark. Nú verða donsk blød sjálv andi at gera tær tulk- ingar teimum lystir, men eftir okkara tykki eiga slíkar tulkingar at takast við fyrivarni. Tí neyvan er nakar ivi um, at foroyingar hava brúk fyri bæði norðmonnum og dønum, nú tá ein oljuvi inna skal mennast. Frá foroyskari síðu eiga vit í hvussu er at taka væl ímóti norskum ynskjum um at hjálpa okkum. Ann- ars eiga vit ikki at gloyma, at vit longu hava sera gott samstarv við Noreg eitt nú á útbúi ingarøkinum nettup við eini oljuvinnu fyri eygað. SPURNINGURIN er so, hverji ítokilig ting kunnu koma uppá tal, nú tá norðmenn vilja rætta okkum eina hond. Her kundi kanska verið vert frá norskari síðu at tikið upp spur- ningin um flogsamband millum Noreg og Føroyar við føroyska flogfelagið. Var tað ikki eitt hugskot, at norska stjórnin ella onkur grunnur, stovnur ella felag við peningaligum meguleikum, setti pengar í uppbygging av einum festum flogsambandi millum Sta- vanger og Vágar - og at hetta varð gjørt í samráð við Atlantsflog? Nettup ein flogruta kann vera tann mest týðandi ígongsetarin av eini føroysk-norskari oljusamvinnu. So fyri at byggja víðari á verandi útbúgving- arsamstarv var kanska vert at leggja út við eini flogrutu millum londini. TAÐ er annars okkara metan, at oljumálið verður eitt so týðandi og umfevnandi oki í framtíðini, at tað eigur at verða umhugsað at leggja hetta málið undir ein landsstýris- mann heldur enn at lata løgmann, sum fer at hava nógv annað at síggja til, rekja tað. Komandi landsstýrið eigur at hava hetta við í metingum sínum. Sosialurin Neyðugt við breiðari semju Tað verður sera trupult at sameina sjónarmiðini hjá flokkunum í sambandi við skipan av landsstýrissamgongu í spurninginum um ríkisrættarligu stóð- Lasse Klein Alt valstríðið og úrslitið av løgtingsvalinum góvu greiða ábending um, at neyðugt er at fremja týðandi broyting- ar í rikisrættarligu stød- uni millum Føroyar og Danmark. Somuleiðis hevur danska stjórnin við Poul Nyrup Ras- mussen, forsætisráð- harra, gjørt greitt, at finst ein meiriluti í Før- oyum fyri einum tílíkum ynski, so hava teir einki ímóti tí. Men valið gav onga greiða ábending um hvønn veg vit frá før- oyskari síðu eiga at fara, men lítil ivi er um, at neyðugt er við breiðari politiskari semju, og tann semjan er ikki at hóma í sjálvum valúr- slitinum. Samgongu- meguleikar 1E8+A8+C7+D 2=25 2)E8+A8+D2=18 3)E8+A8+C7=23 4) A8+B6+D2+H i=17 5) A8+C7+D2+H I=18 I øllum ødrum londum, har ynski er um broyt- ingar i rikisrættarligu støduni, verður miðað fram ímóti breiðari semju á øllum økjum. Tjóðveldisflokkurin Skal tað eydnast yvir- hevur hjá Tjóðveldis- flokkinum at skipa nakra samgongu, so skal hann slúka teir flestu kamelarnar, og í løtuni er tað einki, sum bendir á at hann fer at gera tað, og hóast hann greitt gjørdist vinnari av valinum, so hevur flokk- urin kortini ikki møgu- leikar at gjøgnumføra sina valskrå, og hava tey ikki evnini at ganga uppá kompromi við aðrar flokkar, so er tað ikki sannlíkt, at Tjóð- veldisflokkurin hóast sítt góða úrslit torir at fara í samgongu. Meguleikarnir Meguleiki 1: Broyting- arsinnaðu flokkarnir eru at finna í møguleika 1. Men í einari slíkari sam- gongu fær Tjóðveldis- flokkurin trupulleikar, møguliga so stórar trup- una, men ávísir møguleikar eru til staðar ulleikar, at royndin dettur niður fyri áðrenn møguleikin er royndur. Møguleiki 2: Er ov trupul serstakliga tá hugsað verður um hvørji mál skulu fremjast, og neyvan tora Fólkaflokk- urin og Sjálvstýrisflokk- urin upp í eina tílíka samgongu, tí vandi kann verða fyri, at teir blíva burtur í larminum av tjóðveldinum. Meguleiki 3: Er ein møguleiki, sum vit ikki skulu síggja burtur frá, um tað eydnast at fáa Tjóðveldisflokkin at ganga við til neydsemj- ur, hóast tað kann gerast trupult. Meguleiki 4: Tað er neyvan sannlíkt, at møguleikar eru fyri at skipa eina borgarliga samgongu. Sambands- flokkurin er enn ov stirvin í spurningunum um rikisrættarligu stød- una, men fæst hann å glid, so er hetta eisini ein møguleiki. Møguleiki 5: Ovæntad kann 5. møguleikin gerast veruleiki, og tað er ein samgonga mill- um: A8-C7-D2 sum hevur í alt 17 ting- limir aftan fyri seg. Vit skulu heldur ikki úti- lokað Miðflokkin sum ein møguleika í hesi samgonguni. Heykarnir Krevur Tjóðveldisflokk- urin alt ov nógv í hesum umfarinum, so missa teir alt á gólvið, og tí er neyðugt at heykalyndið í tjóðveldismonnum ikki fer at stinga alt ov langt fram. Teir fáa ikki alt tað teir biðja um í nakr- ari samgongu, og slaka teir ikki, so hava teir ongan møguleika at koma í samgongu, og tað er møguliga hetta, sum hóvar teimum best, tá hugsað verður um valúrslitið, og møguleik- arnir hjá teimum at fremja loysingina, og tí kann tað hugsast, at teir fara í andstøðu fyri at sleppa undan innanhýsis trupulleikum. Dúgvurnar Besta boðið upp á eina samgongu, sum er í samsvar við fólkaviljan, er leiðin, sum Javnað- arflokkurin hevur víst á. Fólkaflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin tykjast ikki hava trupulleikar av at ganga hesa leið. Heldur ikki Miðflokkur- in, og tí kunnu dúgvur- nar í føroyskum poli- tikki gerast teir flokkar, sum koma longst, tá talan er um broytingar í ríkisrættarligu støduni, sum er í tráð við ynskið hjá meirilutanum av føroyska fólkinum, og sær Sambandsflokkurin ein møguleika fyri at taka lut í hesum arbeiði, so eigur hann at gera tað, áðrenn ov seint verður. Lasse Klein Búmerkjakapping Orsakað av arbeiðssteðgi í Danmark er postflutningurin órógvaður, og tí er avgjørt, at freistin at lata inn upp- skot til búmerki bankans er útsett frá 11. maí til mánadagin 25. maí 1998. LANDSBANKI FØROYA Millers Hús - Gongin Postrúm 229 - FO-110 Tórshavn Tlf. 31 83 05 - Telefax 31 85 37 E-post: Ibk €Q olivant.fo hjålp tå Tøkk Hjartaliga tøkk øll somul fyri synda samkenslu og SOFUS NICODEMUSSEN Sandur doyði og varð jarðaður. Tey avvarðandi