Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 6. MAI 1998 Torun sagt upp í MTV — Eg kundi ikki longur standa inn fyri ti, sum mær varð álagt at gera, 4 tíðindablaðið SSU tí tað skuldi fram um alt annað snúgva seg um undirhald, sigur Tórun Ellingsgaard vildi redaktørurin hava, at eg skuldi vera við uppá ein máta, sum ikki sermerkir tíðindi yvirhøvur. Hann vildi hava meg meiri fram í ljósið og sendingin skuldi verða sermerkt av undir- haldi, til dømis skuldi eg hava viðmerkingar til tíð- indini, sum eg skuldi siga. Vanliga eru tíðindi tað ber- andi í eini tíðindasending og verturin sigur tíðindini. Í botn og grund snýr tað seg um, at valdi at siga frá, tá ið eg helt, at eg ikki longur kundu standa inn fyri tí eg arbeiddi við. Byrjar man fyrst at fara út um tey mørk, man hevur sett sær, er ringt at finna seg sjálvan aftur. Og tað er fyrst og fremst tíðindafólk eg vil vera, sigur Tórun Ellingsgaard. TuRIÐ KJØLBRO Síðani á nýggjárinum hevur Tórun Ellingsgaard arbeitt á stóru tónleikarásini MTV í London, sum sæst um all- an heim. Men fyri trimum vikum síðani segði hon upp. — Eg segði upp, tí tíðinda- deildin, sum eg arbeiddi á, broyttist so nógv, at eg ikki longur kundi standa inn fyri tí, sum mær var álagt at gera. Fram um alt annað skuldi tað snúgva seg um undirhald. Eg fór á MTV fyri at fáa arbeiðsroyndir, millum annað fyri at arbeiða við enska málinum, sigur Tórun Ellingsgaard. — So vítt eg minnist hevur MTV altíð sagt frá tíðind- um, sum man kundi hava álit á. Men rásin er broytt nógv. Nú er hon býtt upp í fýra stórgki, Týskland, Italia, UK og restin av Eu- ropu. Ein nýggjur redaktør- ur er settur til hvort økid og redaktørurin, sum kom á rásina, har eg arbeiddi, hevði nakrar heilt aðrar hugsanir um, hvat tað var vit skuldu gera. Tað snúði seg fram um alt annað at vera undirhaldandi. Um hald var í tíðindunum hevði minni at siga. Vit skuldu uppá onkran máta selja okk- um sjálv og í ein slíkan mun, at eg ikki vildi vera við longur. Millum annað Upplivilsi Tórun segði upp 14. apríl, men varð biðin um at vera til tey høvdu funnið ein av- loysara. — Vit hava tosað nógv aft- ur og fram um, hvussu tíð- indasendingin skuldi vera og hvussu vit raðfesta. So tey vóru greið yvir, hvørja stóðu eg hevði. Tí kom tað ikki óvart á tey, tá ið eg segði upp, sigur Tórun. — Annars hevur tað verið eitt stórt upplivilsi at ar- beiða á MTV. Eg havi lært nógv um, hvussu onglend- ingar gera sjónvarpstilfar, og ikki minst, hvussu tað er at arbeiða á eini kommersi- ellari stød, har tað snýr seg um hyggjaratalið fram um alt annað. Alt er ødrvisi, og kappingin er ógvuliga hørd. Ikki minst havi eg funnið tað markið sum eg havi og sum eg ikki hugsaði so nógv um áðrenn. Eg var sett í eina stóðu, har eg mátti spyrja meg sjálvan um eg vildi vera við longur. Út frá míni egnu sannføring veit eg, hvar mítt mark er. Eg vildi ikki vera við, har tað snýr seg um at finna uppá bara fyri at fáa hyggjarar. Seinasta heyst fór Tórun í holt við at útbúgva seg sum journalist á Journalist- háskúlanum í Arhus. Í heyst heldur hon fram við útbúgv- ingini. Um vikuskiftid skal hon vera fråsøgufélk í Norðurlandahúsinum í Før- oyum í sambandi við, at húsið hevur 15 ára á baki í ár. — Hvat eg geri til heystar? Tað hevði ikki verið so gal- ið við eini langari frítíð. Kanska fari eg til Ísraels at vitja báðar systrarnar hjá mær, sum eru í Kibutz har. Annars ætli eg mær at slappa av, sigur Tórun Ellingsgaard at enda í við- tali úr Keypmannahavn. Unik - nýggjur mótahadil í Havn Bø BE ; Í gjár lótu Krista Nielsen og Heidi Vestergaard upp nýggj- an mótahandil - Unik - i Bøkjarabrekku - har Madame L fyrr helt til SVEINUR TRONDARSON —ingarnari januar og nu hava vit latið upp, so tað hevur gingið gott Vørurnar, sum verða at fáa í handlinum verða fyrst og fremst av merkinum In- Wear, sum er eitt kent Í gjár lótu tær báðar - Heidi Vestergaard og Krista Nielsen upp nyggj- an mótahandil til kvinnur - Unik - í Bøkjarabrekku, har Madame L fyrr helt ul. = danskt merki Krista og Heidi eru báð- - Men vit fara eisini at ar útbúgvnar sjúkrasystrar = selja onnur og bíligari og arbeiða sum slíkar í = merki, sigur Krista og held- løtuni. Men tær høvdu hug — ur fram: at royna okkurt annað. — So har verður okkurt til Vit byrjaðu fyrireik- ein og hvønn. 24 Hvor skal so taka 2 sær av handlin Á um / 3 — Heidi steðgar 4 sum sjúkrasystir og tí verður tað hon sum dagliga kemur at taka sær av handlinum Sjålv fari eg í | fyrsta umfari at | halda áfram við at arbeiða og so ar- beiða her í frítíðini Hvussu hevur fyrsti dag- urin gingið? Stak væl. Nógv fólk hava verið inni á gólv- inum og vit hava eisini selt eitt sindur Høvdu parkerings- umstødurnar verið eitt sindur betri, so var als einki at finnast at, sigur hon Upplatingartíðirnar hjá Unik eru mánadag ul hósdag frá 9.00-17.30, fríggjadag frá 9.00-19.00 og leygardag trá klokkan 9.00 ul 14.00 Tlf. 317500 Hotellid vid utsyninum Dýra biðidag, leygardagin & mammudagin frá kl. 12.00 Rækjubland við salati, dippi og heimabakaðum breyði * Enskur búffur við leyki, hvítum eplum, súltaðum agurkum og sós av soðnum. Eisini hava vit fjølbroytta a la carte matskrå Børn undir 12 år gjalda 1/2 pris 2 — Borð kann bileggjast á tlf. 317500 Altid vælkomin Hotel Best á Western Tlf. 317500