Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Marita Petersen, fyrrverandi lógmaður: Tað koma at vera nógvar broytingar Á Bera tingmenn seg rætt at, eiga teir at fremja stórar broytingar komandi ár- ini, báði í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark og fyri at fáa sam- felagið á rættkjøl, m.a. vid at endurreisa heilsuverkið og skúlaverkið, sum blivu illa hagreidd kreppuárini AK! BERTHOLDSEN — Tað, sum føroyingar vilja hava er eitt nytt landsstyrid, sum vil fremja broytingar imillum Føroyar og Dan- mark á sjálvstýrisleið — Men føroyingar vilja eisini hava ein meiri vinstr- avendan politikk, sum megnar at stabilisera sam- felagið aftur Tað er í stuttum niður- staðan, sum Marita Peter- sen, fyrrverandi løgmaður er komin til, eftir at hugsa um valúrslitið í nakrar dag- ar Marita Petersen kom á z i 1988, men hesuferð aði hon ikki uppaftur 1990 til 1992 kom hon i Landsstýrið og 1992- 994, var hon løgmaður Hon var maður í 1994-1995 eisini tingfor Skaðin ikki so stórur Marita Petersen heldur, at » tað var í stríð við andan i Ýggju stýrisskipanarlógini at Edmund Joensen ikki legði frá sær beinanvegin Fylgdi hann andanum stýrisskipanarlógini, og f fylgdi hann sidvenju i ødr- um londum, hevði hann lagt frå sær valkvøldid. Marita Petersen ivast tó í, um skaðin var so stórur, tí hon skilir, at flokkar hava tosað saman, hóast Edmund hevur verið løgmadur. So tað er ikki vist, at samráð- ingarnar vóru komnar longri, enn tær eru Hinvegin heldur Marita Petersen, at skal ein borg- arlig samgonga skipast, er tað rímiligt, at tað verður Fólkaflokkurin, sum tekur stig til tað Tó heldur Marita Petersen, at tað hevði verið stikk í- móti valúrslitinum at skipa eina borgarliga samgongu — Urslitid av valinum er rættiliga týðiligt, at vit hava fingið eitt løgting, sum er meiri vinstravent, enn tað, sum var Men tað eisini líka týði- ligt, at tað er eitt meiri sjálv- stýrissinnað løgting, sum veljarin hevur sett eitt meiri sjálvsstýrissinnað løgting, sum veljarin hevur sett sam- an hesuferð — Veljarin hevur talað. Og bera tingmenn seg rætt at í samsvari við ynski veljar- ans, koma tað at henda stór- broytingar í føroyska sam- felagnum tey komandu ár- ini — Báði í rikisrættarligu støduni við tað at vit eiga at fáa nakrar skilagóðar og neyðugar broytingar í sam- skiftinum við Danmark. — Men eisini í føroyska samfelagnum, sum varð illa hargreidd í kreppuárunum. — Men tíverri er fram- gongdin í samfelagnum tey seinastuni árini at kalla slett ikki komin teimum almenn- u verkunum, heilsuverkin- num, skúlaverkinum og partvís almannaverkinum, til góðar — Tað, sum er neyðugt at gera nú, er at stabilisera tær almennu tænasturnar á ein- um skilagóðum stødi, uttn at leypa framav — Men ístaðin fyri at gera tað, er mesta orkan løgd í at útbyggja miðumsitingina. — Og tað virkar heilt bak- vent at seta so nógvar stjór- ar, samstundis sum heilsu- verkið t.d er við at smokka saman. Marita Petersen er varin við at vísa á nakrar sam- gongu Tó er hon samd við for- mann Javnaðarfloksins, sum hevur víst á eina sam- gonu ímillum A, C og E. — Tað hevði verið ein breið og sterk samgonga, heldur Marita Petersen, sum hevði verið før fyri at end- urreist samfelagið og at fingið broytingar í viður- skiftunum við Danmark. Marita Petersen leggur stóran dent á, at tað verður eitt breið, politisk undirtøka fyri tí, sum skal gerast, so at vit ikki koma í ta stóðu, at eitt nýtt løgting koppar øllum tí á aftur, sum er gjørt. Stóran týdning Somuleiðis heldur Marita Petersen, at tað hevur stóran týdning, at Javnaðarflokk- urin er við, tí at hann hevur størstan møguleikan at fáa eina praktiska loysn. Honvegin ivast hon í um tað hevur nakran serligan týdning at tað er ein javnað- arstjórn, sum situr í Dan- mark. Nr. 84 — 6. MAI 1998 Veljarin hevur týðiliga víst á, at hann vil hava eitt vinstravent landsstýri, sum hevur viljan at endurreisa samfelagið. Men hann vil eisini hava eitt meiri sjálvs- stýrissinnað landsstýri, sigur Marita Petersen — Eg hevði vænta, at før- oysku ynskini vórðu vird, sama hver situr við vald- inum í Danmark. Og táið vit biðja Maritu Petersen um eitt løgmans- evni, hevur hon ein greiðan favorritt. Og hann eitur ikki óvæntað Jóannes Eides- gaard. Tað er ikki fyri at niður- gerða t.d. Høgna Hoydal, sigur hon. Men eg haldi, at tað blíva eitt sindur trupult hjá einum fullkomiliga óroyndum pol- itikara at verða tann nóg sterka, savnandi megin, tí hann hevur ikki tær royndir, sum kunnu vera avgerandi fyri, at nýggja stýrisskip- anin verður brúkt rætt- og helst betri, enn hon er brúkt hesi seinastu, fýrá árini, heldur marita Peteren Mælir til breiða samgongu — Frægasta loysnin hevði verið ein breið samgonga millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sigur Atli P. Dam, fyrrverandi løgmadur EIRIKUR LINDENSKOV — Eg havi ikki hugsað so nógv um, hvussu ein nýggj samgonga nú skal skipast. Men eg var ein teirra, ið ikki var so ovurfegin um nýggju stýrisskipanarlógina, tí mær tykir, at hon hevur fleiri brek. Eg haldi, at nógv gott var í gomlu kollegialu skip anina, ið var galdandi frammanundan. Hetta sigur Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður. Hann heldur, at við kollegialu skipanini varð tryggjað bet- ur politisk viðgerð Atli Dam var løgmaður frá 1970-80, frá 1985 - 89 og frá 1991-93. Og hann heldur, at Edmund Joensen beinanvegin átti at sagt seg frå sum løgmann. - Fyri tað um hann er løg- maður, so átti tað ikki at givið honum ein nátúrligan rætt at roynt at hildið fram — Ein breið samgonga hevði kunna framt fólka- viljan, heldur Atli P. Dam við eini borgarligari sam- gongu, sum hevur so tepran meiriluta, heldur Atli Dam. — Nú tá so stór mál eru at taka upp millum Føroyar og Danmark - bæði búskapar- mál og stórnarmál - er neyð- ugt, at vit hava eina sam- gongu, sum vit vita vil loysa hesi mál, ein samgonga, sum umboðar fólkaviljan. Atli Dam vísir á, at eini 80% av føroyingunum vilja hava broytingar f vidurskift- unum. Og skulu hesi vidur- skifti broytast, so er neydugt við einum stórum meiriluta, og at tað eru flokkar, sum vilja broytingar í tráð við fólkaviljan. Atli Dam heldur eitt nú, at tað ber ikki til við ulti- mativu króvunum hjá Sam- bandsflokkinum um ikki at vilja broytingar. Hann held- ur samstundis, at tað ber heldur ikki til at gjógnum- fóra málið hjá Tjóðveldis- flokkinum um loysing, tí fólkið ynskir ikki loysing, sigur hann. — Tað er tí neyðugt, at Javnaðarflokkurin fær ein dyggan leiklut í samráðing- unum um at skipa nýtt landsstýri. Eg kundi tí hugs- að mær, at tingformaðurin lat = Tjóðveldisflokkinum upp í hendi at skipa eina samgongu millum Tjóð- veldisflokkin, Javnaðar- flokkin og Fólkaflokkin, sigur Atli Dam, sum ikki heldur tað vera nakra treyt, at løgmaður skal koma úr størsta flokki. — Nú veit eg væl, at vit ikki skulu stýra landinum eftir gallupkanningum, men tað er einki dulsmál, at Jó- annes Eidesgaard er tann, sum hevur dyggastu undir- tøkuni - eisini langt inn í aðrar flokkar, sigur hann, samstundis sum hann vísir á, at tann avgerðin verður tikin aftan á at samgonga er skipað. EIRIKUR LINDENSKOV — Ut frá ti, sum eg havi hoyrt í fjølmidlunum, so haldi eg, at alt er rætt, sum Edmund Joensen higartil hevur gjørt, segði Pauli Ellefsen, fyrrver- andi løgmaður, tå Sosial- urin bað hann um við- merkingar til samgongu- samráðingarnar. Hann legði ikki í at siga, hvørja samgongu, Pauli Ellefsen fåordadur in honum líktist best, men vit fingur kortini fram, at Pauli Ellefsen er ein teirra, sum heldur, at nýggja stýriskipanarlógin er fullkomiliga óneyðug. | Hann heldur, at gamla | skipanin var nógv betri í | heilatikið. | — Eg leggi ikki í at | leggja meg út í hatta, | segði ein annars sera fá- orðaður Pauli Ellefsen.