mikudagur 6. mai 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 84 — 6. MAI 1998 tíðindablaðið +)
Jógvan Sundstein, fyrrv. lógmaður um at skipa nýggja samgongu:
Ein flokkur og ein sterkur
løgmadur ut í Landsstýrið
| Tann besta loysnin heyði
verið at ein flokkur fór í
| Landsstýrið og stýrdi
einsamallur. Men tað eru
fóroyskir politikarir
tíverri ikki nóg búnir til
Fáur hevur so drúgvar royndir í
politikki sum gamli oddamaður
Fólkafloksins, Jógvan Sund
stein. Hann heldur. at vóru
politikararnir nóg búnir til at
{HGFI
mallan flokk út í Tinganes í eini
skiftistíð uppá hjálvtannað til
tvey ár. Men tað gingur helst
ikki. Næstbesta loysnin er ein
samgonga ímillum Fólkaflokkin.
Tjóðveldisflokkin og Sjåh 3
stýrisflokkin heldur hann
AKI BERTHOLDSEN
Løgtingsvalid er ein týði-
lig ábending um, at føroy-
ingar vilja hava meiri sjålv-
styri. Og tad eiga poltik-
ararnir at virða.
— Men tiverri hugsi eg
ikki, at teir eru nóg búnir til
at velja tað frægastu manna-
gongdina
Nú løgtingsvalid er av, og
politikarar royna at trilva
seg fram igjøgnum nyggju
stýriskipanarlógina til eitt
nýtt landsstýrið, hava vit
biðið Jógvan Sundstein,
fyrrverandi topp- politikara,
um hansara meting av stød-
uni.
Vit hava spurt hann,
hvørja samgongu hann sær
fyri sær.
Vit hava spurt hann, um
hann heldur, at Ednund Jo-
ensen hevur borið seg rætt
at eftir andanum í nýggju
stýrisskipanarlógini og vit
hava spurt hann, hvør løg-
maður hann heldur vera
frægast egnaðan til at lyfta
tær uppgávur, sum koma.
Jógvan Sundstein var ein
av tungvektarunum í før-
oyskum politikki í næstan
ein mansaldur. Hann var
tingmadur frá 1970 til 1994,
táið hann ikki stillaði upp-
aftur.
Hann var tingformaður
frá 1980 til 1984 og eitt stutt
skifti rundanum árskiftið
1988-89. Hann var løgmad-
ur frá 1989-1991 og lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
frá 1991-1993.
NL, Settu teir em einsa
Ein flokkur
Jógvan Sundstein sigur, at
eftir valúrslitinum er ongin
ivi um, at eitt nýtt lands-
stýrið eigur at miðja eftir at
taka føroyingum meiri
sjálvsstýri
Hann hevur eisini eina
meining um, hvussu hetta
verður gjørt frægast
— Tann besta loysnin
hevði verið at tað fór bara
ein flokkur út í Tinganes,
við einum sterkum løg
manni á odda
Hetta landsstýrið skuldi
so tikid sær av at ført tann
vanliga gerandispoltikkin
-Men fyri at fáa tey heilt
avgerandi sjålvsstyrismålini
avgreitt, skuldi løgmadurin
ímeðan brúkt at kalla alla
sína orku til samráðst seg
fram til eina loysn á ríkis-
rættarligu støduni við ymsar
flokkar við so breiðari und-
irtóku sum til bar.
— Somuleiðis skuldi hann
samráðst seg við ymsar
flokkar fram til eitt føroyskt
upplegg til samrådingarnar
vid danir.
Fyrrverandi topp-politik-
arin visir å, at tad er eingn
sum sigur, at hetta lands-
stýrið skuldi sitid alt fýra
ára valskeiði.
— Tað mest trúliga hevði
verið, at hetta bleiv eitt slag
av skiftislandsstýri.
— Og táið sjálvsstýrismál-
ini vóru avgreitt, um kanska
hálvtannað-tvey ár, sum eg
meti tað fer at taka, kundi
politiska stødan verið tíkin
upp til nýggja viðgerð.
Spurningurin er so, hvør
hesin eini landsstýrisflokk-
urin skuldi verið, og hvør
løgmadurin skuldi verið?
Jógvan Sundstein sigur,
at í hansara hugaheimi er
ongin ivi um, at fólkaflokk-
urin er tann rætti flokkurin,
og at formaður fólkafloks-
ins, Anfinn Kallsberg er
tann rætti løgmadurin.
Hann heldur ikki, at tað
er tað er ein sjålvfylgja, at
Tjóðveldisflokkurin fær
løgmannin av ti, at hann er
størsti flokkurin
Tjóðveldisflokkurin er
ikki størsti flokkurin. Fólka-
flokkurin er líka stórur tí tað
er ungmannatalið sum telur,
ikki atkvødutalid.
Og so bedýrar hann, at tað
er ikki bara tí at hann sjálvur
er fólkafloksmaður at hann
heldur, at Annfinn Kalls-
berg er besta boðið uppá
nýggjan løgmann.
— Anfinn Kallsberg er
rætti maðurin, tí í sjálvs-
stýrismálum liggur Fólka-
flokkurin í miðjuni og kann
arbeiða í bæði borð báði við
Tjóðveldisflokkin á loys-
ingarkósini og í hinum
borðinum við Sjálvstýris-
flokkin og Javnaðarflokkiná
tí meiri sambandssinnaðu
kósini. Tí er Fólkaflokkurin
besta trygdin fyri at vit
vinna fram á sjálvsstýris-
leið.
Hinvegin meti eg, at ein
tjóðveldislógmaður verður
ov stívrendur til at fáa eina
semju ímillum flokkarnar
Og avleiðingin av ein-
um javnaðarløgmanni verð
ur, at ov lítið fer at henda í
ríkisrættarligu støduni.
Krevur búnar
politikarar
Men Jógvan Sundstein
leggur afturat, at henda
loysnin krevur, at vit hava
ein sterkan løgmann og
búnar politikarar, sum eru
uppgávu sína vaksnir eftir
teirri nýggju styrisskipanar
lógini
Men tíverri viðgongur
hann í sama andadrátti, at
hann væntar ikki, at teir før-
oysku politikararnir eru nóg
búnir til hesa loysnina.
Eg frykti fyri, at flokk
arnir fara at verða ov eymir
um tey ymsu flokspolitisku
málini til at teir klára at
heyja seg uppum tað í eini
skiftistíð.
— Tí verður politikarnir
helst noyddir at stríða seg
ígjógnum hesi tydningar-
miklu málini við eini trý-
flokkasamgongu.
Og Jógvan Sundstein
heldur, at tað mest sannlíka
er ein samgonga ímillum
Fólkaflokkin, Sjálvsstýris-
flokkin og Tjóðveldisflokk-
in.
Hinvegin segði hann, at
tað hevði verið sera harm-
iligt um hetta valið endaði í
eini borgarligari samgongu
sum, lítð og onki fekk á
skaftið á sjálvstýrisleið.
Bar seg skeivt at
Annars heldur Jógvan
Sundstein, at Edmund Joen-
sen bar seg skeivt atláið
hann ikki legði frå sær bein-
anvegin.
— Tað var ikki eftir andan-
um í stýrisskipanarlógini, at
hann varð sitandi. Hann
hevði tapt valið og veljarin
hevði týðiliga víst, hvat
hann vildi.Tí átti hann at
havt tikið avleiðingarnar av
tí beinanvegin og farið frá
- Tað einasta, hann fekk
burturúr at tvíhalda um løg-
manssessin var at spilla fýra
dýrabærar dagar, sum ístað-
in kundi verið brúktur til
konstruktivar samráðingar
um eina nýggja samgongu,
heldur Jógvan Sundstein
Hann heldur at hetta var
serliga óheppið av tí at hetta
er fyrsta valið eftir at
nýggja stýrisskipanarlógin
kom í gildi og at framferðin
hjá løgmanni ti kann leggja
stóðið undir eina heldur
keðiliga siðvenju.
Seinast 10 juni
Jógvan Sundstein sigur, at
uppskot løgtingsformadurin
skal hava eitt løgmansval-
evni at skjóta upp fyri ting-
inum seinast 10 yrkadagar
eftir fyrsta løgtingsfund,
sum verður 15. mars.
Tvs, at løgtingið skal hav-
aeitt løgtingsvalevni at taka
stóðu til tann 28. maí.
-Tað uppskotið kann so
liggja í inginum í fýra yrka-
dagar, men skal onga við-
gerð hava
Tingformadurin spyr so
tingid, um tad hevur nakad
at siga til, at uppskot hans-
ara verður valt til løgmann.
So verður atkvølt í ting-
inum. Men fær løgmans-
valevnið ikki 17 atkvødur
ímóti sær,. er tað valt
Verður løgmansvalevnid
hinvegin felt, skal løgtings-
formaðurin, áðrenn fýra
dagar eru farnir, skjóta nýtt
løgmansvalevni upp
Men hesuferð skal at-
kvødast um beinanvegin
Miseydnast tað eisini,
kann hann royna tvær ferðir
afturat dag um dag
Jógvan Sundstein sigur, at
onki stendur um tríðarfreist
ir og tað tulkar hann sum
um at tað skal vera dag um
Miseydnast tað somuleið
is, skal løgmaður útskriva
nyval
Tvs, at verða fýra løg
mansvalevni feld í tingin
um, skal Edmund Joensen
útskriva nýval
Tað vil so aftur síga, at
efur styrisskipanarløgini
skal nýggjur løgmaður vera
valdur í seinasta lagi 10
juni, annars skal Edmund
Joensen útskriva nýval
Lesið
feskastu
tíðindini á
inter-
netinum
www.sosialurin.fo