mikudagur 6. mai 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið SOSU
Nr. 84 — 6. MAI 1998
|
E
1. mai røda å vaglinum i Havn
„..Kommunistaskrimslið
fer um Evropu
»Eitt skrimsl fer um Evropu - Kommunistaskrímslið. Øll vøld í gomlu Europu
eru gingin saman um halga jakstran eftir hesum skrímsli...<
Javnlikar, soleiðis byrjar tað
kommunistiska manifestid,
ið varð skrivað fyri 150 ár-
um síðani
Manifestid, ið er ein pol-
itisk bardagaskrift, lysir tey
samfelagsvidurskifti, ið tå
voru galdandi, og lysur m.a.
heimssøguna, sum eitt strid
ímillum stættir. Imillum
frælsar og trælir - kúgara og
tey kúgaðu. Eitt slær mani-
festið og so nógvar aðrar
skrifur hjá Marxi heilt fast,
nevniliga at vit eru bundin
at okkara arbeiðskraft. Vit
eru fæloysingar
Marx sær fyri sær komm-
unistiska uppreisturin, sum
eina náttúrliga fylgju av
kapitalismuni, har kapital-
isturin åtnyttar arbeidaran
so groft, at hann noyðist at
taka sakina í egnar hendur.
Ella sum hann sigur tað
síðst í manifestinum.
"Kommunistarnir… siga
beint fram, at endamál
teirra kunna einans verða
nádd, við at øll tann gald-
andi samfelagsskipan
verður koyrd um koll við
makt. Lat tær ráðandi
stættirnar skelva fyri
kommunistisku kollvelt-
ingini. Við henni hava fæ-
loysingarnir einki at missa
uttan sínar leinkjur. Teir
hava ein heim at vinna.
Fæloysingar i æøllum
londum, gangið saman!
Vit kunnu spyrja í dag,
hvert vit eru komin nærri at
aðalmálinum í manifesti-
num- nevniliga at kollvelt-
ing fæloysinganna. Her må
svarið verða nei. I øllum
føri er hetta ikki aktuelt í
løtuni. Hvat var so av
skrimslinum, ið Marx pro-
fiteradi um?
Urslitini ella skrimslini
eru mong. "Fyrsta Inter-
nationala” er eitt av úrslit-
inum. Stovnanin av fakfel-
øgum og vinstrahallum
flokkum eru eisini úrslit. I
føroyskum høpi var stovn-
anin av ”Søsialistisk Ung-
doms Forbund” i 1911 eitt
úrslit. Hetta vóru ungir
menn, sum saknaðu eitt for-
um til at kjakast um sosial-
ismu. Í 1915 kom skrímslið
“Enigheden". fakfelagid í
Tveroyri. Stovnanin av
Havnar Arbeiðskvinnu og
-arbeiðsmanna íclag er eitt
skrímsl og ikki minst stovn-
anin av Føroyska Javnað-
arflokkinum í 1925. So-
leiðis kunnu vit halda á-
fram.
Vit mugu tó ásanna, at
nógvar av profetium Marx
hildu ikki og er hetta m. a
hesum mongu ådurnevndu
skrímslum at takka. Fyri
treytirnar broyttust so nógv
Sonja Jógvansdóttir i 1. mai røduni á Vaglinum i Havn
tå ið arbeidarin skipaði seg
bædi i fakfeløg og flokk.
Sleppast kann tó ikki undan,
at hann er ein av stórstu
hugsarum heimurin nakran-
tíð hevur sæð, og er 1. maj,
altjóða arbeiðaradagurin,
eitt fínt høvi at minnast Karl
Marx sála. Týdningurin
Karl hevur havt á arbeiðar-
arørsluna og politisku sosi-
alistisku rørsluna ér ómeta-
liga stórur og hansara åstød-
ir, tað veri seg menniskja-
fatan hansara, materialism-
an, søgumenningar teoriin,
meirvirðislæran o.s.fr. verða
enn í dag diskuteraðar. Skalt
tú leita eftir rótum, so leið-
ast tær aftur til henda mann,
sum við sínum framúr góðu
teorsum gjørdi sosialismuna
meiri jardbundna, og ikki
minst hin "kritiska analys-
an” av kapitalistiska sam-
felagnum, er framvegis akt-
uell.
Hvar er føroyska fakfel-
agsrørslan so i dag? Ju, vit
hava nógv rimuliga stór fak-
feløg, eftir føroyskum måt-
istokki at dóma. Men, tian-
verri eru hesi alt ov ósjónlig
í gerandisdegnum. Fakfel-
øgini royna, í alt ov stóran
mun, at vera politiskt óheft,
og spurningurin í dag er, um
hetta er so rætt. Vit hava júst
havt val, har teir borgarligu,
- tað eru fyrst og fremst
Fólkaflokkurin væl fylgdur
av Sambandsflokkinum og
gamla Sjálvstýri, - hava
grundarlag at fáa parla-
mentariskan meiriluta í
tinginum. Fakfeløgini áttu,
lika sum vit siggja tad i
londunum rundanum okk-
um, aktivt at verið við i val-
stríðnum og givið vinstra-
vonginum eina innspræning
ermar tveir til triggjar dagar
frammanundan valinum.
Hevdi satt at siga væntað
hetta. Kanska serliga tí, at
vit fyrst í januar mánaði
fóru í arbeidsstødg, fyri at
mótmæla búskaparpolitikk-
in hjá távernadi bogarligu
samgongu. Doyurin var
lagdur á, frá fakfeløgunum,
at hetta ikki skuldi gloym-
ast, tá ið val einaferð var
útskrivað. Men, undir val-
stríðnum var deydatøgn…
Tað er ómetaliga harmu-
ligt, at føroyski vinstra-
vongurin og fakfelagsrørsl-
an ikki arbeida betur saman
enn so. Hetta åtti at verid
heilt nattúrligt, líka sum tað
er í londunum rundanum
okkum.
Føroysku fakfelggini
kunnu verða ómetaliga
sterk um hesi standa saman,
hetta sóu vit eisini í janur
mánaði
Sjómenninir, ið flest allir
jubladu um skattalættan,
verða í dag av pørtum í før-
oyska fólkaflokkinum bidn-
ir um at vísa "samfelags-
sinni" til komandi lønar-
samráðingar... Apurnar á
dekkinum skulu nú, stendur
tað upp til hesar, lata mest-
sum allan skattalættan niður
í djúpu lummarnar hjá reið-
arunum. Jú, hetta er eisini
eitt borgarligt úrslit, og list-
in yvir slík er so langur. Tí-
verri sær tað út til at hann
kann leingjast.
Eitt úrslit kann verða ar-
beiðsrætturin. Hetta hava
teir borgarligu fyrr roynt at
fáa samtykt. Vit fara óivað
teir komandi dagarnar at
síggja hvussu hesin riggar í
praksis í móður Danmark,
har aðalverkfall jú er.
Havi annars hug at lesa
eina yrking av dananum
Carl Sharnberg, úr yrking-
asavninum “Der er noget,
vi ofte glemmer" Hetta er
ein yrking, ið fínt vísur ella
afturvísur, at hver maður
ikki kann sær eydnuna góða
smíða, um ytru materiellu
møguleikarnir ikki eru til
staðar.
Sigi tað harðmælt
Tit, ið framhaldandi siga
at hvór maður má sær
eydnuna góða smíða
Tit, ið aftur og aftur siga,
at tú kanst
tað tú vilt, sigi tað harð-
mælt!
Sigi iad, so tað ljómar á
gongunum á sjúkrahúsi-
num,
har fólk liggja og droyma
um
at sleppa inn á eina stovu.
Sigi tað við tey.
Tú kanst, tað tú vilt!
Sigi tað við tey ungu, ið
gjørdist bundin av skuld
fyri at nema sær útbúgv-
ingar, og sum nú fáa
at vita, at tey skulu um-
skúlast. Sigi tað við tey!
Hvør maður má sær
eydnuna góða smíða!
Sigi tað við tey, ið eftir sita
av ti, arbeiðstóka
pápanum, ið tók lívið av
sær, sig tað. Tú kanst
um tú vil! Sigi tað við tær
einligu mammurnar:
Ein og hvør må sær eydn-
una góða smíða.
Sigi tað við tey, hvørs børn
eru á stórum
bíðiróðum: Tú kanst, um
tú vilt!
Sigi tað, við tey burtur-
skildu, hvers rættindi
áhaldandi skerjast: Hvór
maður má sær eydnuna
góða
smíða! Sigi tað við tey, ið
til einkis leita eftir
einum bústaði, men sum
ikki eiga eina millión
fyri eina eigaraíbúð: Tú
kanst, tað tú vilt!
Sig tað við tey eldru, ið
noyðast at liggja í songini
í vikuskiftinum, tí heima-
hjálparnir
aftur skerast niður, sig tað
við tey: Hvør maður
má sær eydnuna
smíða!
Sig tað við tey mongu á
jórðini,
ið ikki vita, hvat tað er at
eta seg
mett, sigi tað: Tú kanst, tað
tú vilt!
Tit, sum eru viðhaldsfólk at
spælinum hjá fríu kreftu-
num,
og sum altíð vænta, at tað
eru onnur
ið tapa spælið, sigi tað
harðmælt, aftur
og aftur, so tykkara lutur
í tí, sum nú hendur
er greiðari fyri enn fleiri,
hvers einasti
møguleiki er at finna
saman og siga: Nú
finna vit okkum ikki í tí
longur!
góða
Boðskapurin í yrkingini er
greiður.
“Jerðin hevur nokk av til-
feingi at nøkta tørvin hjá
øllum her á fold, men ikki
gírni hjá llum" Soleiðis
tók Mahatma Gandhi eina-
ferð til, og eru hetta sann-
leiksorð. Havi hug at nema
eitt sindur við alheims býti
av virðunum.
Her eru vit við eini sera
viðkomandi diskutión,
nevniliga hví gerst hin få-
tæki parturin av heiminum
ikki betri fyri. Tann sam-
felagsmenning vit hava haft
tey síðstu 100 árini átti jú
at skapa grundarlag fyri
slíkum. Men fåtækradømi
er vaksið javnt síðani fyrst
í seksti árunum. Inntøkubyti
ímillum tey ríkastu 20 % og
tey fátækastu 20% var í
1960 30 til 1. Hesi somu
tøl vóru í 1990 60 til I og í
1996 78 til 1. Her er okkurt
í alheimsskipanini, sum
slettis ikki riggar. Menning-
arhjálpin, ið latin verður til
hesi tilafturskomnu londini,
er tíanverri alt ov ofta hjálp
til sjálvhjálp. Tað er kapi-
talisturin í vesturheiminum,
ið vinnur mest við hesum
verkætlanum. Eisini hava
verkætlarnirnar í menning-
arlondunum verðið merktar
av, at man hevur sett seg ov
illa inn í viðurskiftini. Hví
skulu vit røda um hetta her
á fyrsta mai? Svarið er eyð-
sýnt, vit eiga at leggj í
onnur. Mitt í allari vælferð-
ini er lætt at gloyma hesi.
Men hava øll her á fold ikki
uppiborið eitt virðiligt lív,
har tað eru nøkur grund-
Sonja Jógvansdóttir, flakakvinna í Havn, var ein av
BE
rødarunum á Vaglinum í Havn 1. mai
leggjandi rættindi, sum
skulu varveitast? Fyrst og
fremst mannarættindini,
men so sanniliga eisini rætt-
urin at fáa mat í munnin,
rætturin at nema tær út-
búgving, at sleppa á sjúkra-
hús. Tann meinigi maðurin,
fæloysingurin í Vesturheim-
inum hevur havt sína upp-
gerð og má nú berjast fyri
at varveita og útbyggja rætt-
indini. Samfelagið er ikki
kollvelt við makt, men
stríðið hevur leikað hart á.
Spurningurin er, um vit nú
ikki áttu at hjálpt teimum í
triðja heiminum við somu
menning. Tað eru nógv
virði, ið har verða skapt,
men m.a. multinationalar
fyritøkur fara avstað við øll-
um yvirskotinum. Hetta er
kanska eitt sindur kantut
sett upp, men virði - og tað
nógv - verða skapt alla-
staðnis í heiminum. Tað eru
bara ikki øll sum síggja nak-
að til tað. Arbeiðarargrslan
er jú ein altjóð rørsla. Vit
áttu at víst solidaritet, eisini
við teimum brødrum, ið eru
í menningarlondunum. Hesi
eru fæloysingar í orðsins
rætta týdningi.
Eisini er tað forbanna par-
adoksalt at Ld. ES londini
mugu koyra bunkar av
smøri, breyði, korni og víni
vekk, meðan tey eitt sindur
sunnanfyri hungra.
Havi í hesum sambandi
hug at lesa yrking Martin
Næs “EYDNUSTUND
FYRI OKKUM 1000,
MEN!!!" ið er frá tí harrans
ári 1975.
Eydnustund fyri
1000, men!!!
3000 onnur
sóu dagsins ljós
á fyrsta sinni.
Vit fylgdust øll,
og høvdu øl!
innan somu 24 timar
verid
gjøgnum tad sama.
okkum
Tey 2000
havi eg enn ongantíð sæð,
bert hoyrt um tey,
og hoyrt tey grátið á film-
um.
Onkuríð havi eg hugsað um
ley,
og sent tetmum ein 10 krøn-
useðil,
men annars....!
Hini 1000
eru tú og eg
og 998 onnur,
sum vit síggja dag um dag
í góðum klæðum,
og sum ikki líða nakra neyð,
eiga bókur á hillini
og mat í skápinum.
1000!
hugsið um tey 2000!!
— vit vóru jú 3000!!!
Hverja ferð tað hevur ástað-
ið, hava vit lyft í felag, og
tann meinigi maðurin hevur
so sanniliga gjørt sína
skyldu. Eisini tá tað um-
ráddi at bjarga spekulantu-
num, og tí sonevnda før-
oyska kapitalistinum. Men
eitt, ið vit hava sæð alt ov
lítið til er, hvussu tey virði
verða býtt út aftur. Sam-
felagið er ikki betur ella
sterkari enn hin veikasti lið-
urin. Tað skal tí verða mín
vón, at stórsti flokkur fer at
skipa eina vinstrasam-
gongu, har nakað verður
gjørt fyri tey veiku í sam-
felagnum. Har politikkurin
fer at verða merktur av sol-
idariteti. Har vit eisini
stinga út í kortið, hvat vit
ríkisrættarliga ætla
Tað skal verða mín vón,
at politikarnir, í øllum føri
teir á vinstravonginum, fara
at seta hugtøkini FRÆLSI,
JAVNADUR og BRØDR-
ALAG å ovasta breddan.
Her koma fakfeløgini so
sanniliga inn í myndina.
Vit hava í Føroyum fak-
feløg, báði tey á privata lík-
asovæl sum tey á almenna
arbeiðsmarknaðinum, ið
gera alt fyri at varðveita sín
neutralitet. Hesin framferð-
arháttur má og skal slepp-
ast. Soleiðis verða úrslitini
betur og sjónligari. Tað tyk-
ist sum ein negativur veks-
elvirkningur hevur rátt, tá
talan er um at sameina fak-
felagsrørsluna og vinstra-
vongin í Føroyskum poli-
tikki. Latið tað gamla fara
og tí nýggju øldina verða
merkta av einum sterkum
samstarvi har samhaldsfesti
verður vørumerkji.
Jakk fyri
Sonja Jógvansdóttir