Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 6. MAI 1998 Minningarorð um tidindabladid SOS elskaða pápa okkara, Tonny Thomsen Tú elskaði havið; tú elskaði tað, sum havið gav. Tíni bestu ár brúkti tú á sjónum; at enda tók sjógvurin teg. Tín síðsta túr við Sjóborgini fór tú týsdagin tann 31. mars, og av honum komst tú ongantíð heimaftur. Pápi mín var sjómaður burturav; sjógvurin var hansara eitt og alt. Líka- sum vit onnur hava brúk fyri luft, so hevði babba brúk fyri sjónum Tá ið eg skuldi velja mær starv, segði babba altíð við meg: >Ongin verður leingi í einum starvi fyri penganna skuld; hugurin má dríva verkið<. Hetta legði eg mær í geyma, tí at eg sá, at babba gleddi seg, tá ið hann skuldi til arbeiðis; ein orsøk til lívsgleði hansara var at finna í arbeið- num. Takk fyri at tå lærdi meg at tora at velja eftir egnum áhuga, og ikki lata onnur áhugamál forða mær í at skilja, hvat veruliga hevur virði. Babba elskaði ikki einans havið; hann elskaði eisini familjuna. Vit hava gll brúk fyri mati og drekka fyri at kunna halda áfram, og fyri babba var familjan at samanlíkna við júst hetta. Styrki hans- ara var grundfest í familjuni. Øll høvdu vit stóran tydning fyri babba, men eyðsýnt var, at av okkum gllum, var mamma tann, sum hann helti seg mest til. Umframt mammu og okk- um systkini, knýtti babba seg til mammu sína — kanska serliga aftaná at abbi fórst við Gamla Tummas, tá ið babba var tredivu ára gamal. Tá ið abbabørnini komu, varð babba bæði stoltur og glaður, hann hevði altíð tíð at sita við teimum í fanginum ella at spæla við tey. Minnini um babba eru nógv, og 1000 blaðsíður høvdu ikki verið nóg mikið at givið bert eina so nøkurlunda lýsing av babba. Men um eg hugsi um hann, so koma orð til mín sum: gávumildur, vitugur, reiðiligur, framhugsin og áhald- andi. Fyri pápa mín var tað sera umráðandi at geva; at vera gávumildur. Ofta gav babba ødrum fisk — í eitt so ríkt mát, at tá ið hann kom til húsa, bar so á við- hvørt, at ongin fiskur var eftir til okkum. Um eg onkuntíð bað hann um okkurt, fekk eg altíð dupult ella tridupult frå honum. >Vitugt< og >rætt< fylgdust altíð at hjá babba. Hann ynskti ikki at fara fram við svikum, men royndi í øllum, sum hann gjørdi, at geva hvørjum sítt og halda seg burtur frá tí, sum var ímóti landsins — og mansins — lógum. Babba segði altíð, at »tann, sum ikki dugir at húsast, tá ið lítið er um hendi, hann dugir heldur ikki, tá ið hann hevur nógv<. Onkuntíð gekk ikki so væl hjá babba, men hann vildi íkki leggja árarnar inn — í mótgongd ella tá ið lítið var um hendi. Babba reisti seg altíð aftur; gekk ikki so væl við tí táverandi støduni, so fann babba altíð uppá ráð. Hetta skapti pápa mín, og við hesum sum grundarlag bygdi babba virksemi sítt. Babba byrjaði á botninum og ar- beiddi seg sjálvur upp; hesum var hann sera stoltur av. Tað, sum babba kanska dámdi serliga væl, var at hann átti skip- ini sjálvur og á tann hátt var óheftur av gðrum; honum dámdi at sleppa at ráða sær sjálvum, uttan at onnur spurdu >hvussu< og >hví<. Tí at honum dámdi væl at royna seg sjálvan — bæði so og so; og tá ið vit øll hildu, at nú var kanska roynt ov nógv, so vísti hann okkum, at framhugsni hansara var ikki langt av leið. Babba legði alla sína orku og megi í tað, sum hann gjørdi; hansara partur lá ongantíð eftir. Millum annað hetta kendi eg hann fyri, og í øllum hesum fer babba altíð at standa sum ein fyrimynd fyri meg. Men í dag kennist, sum um vit hava ikki nógv eftir; tómrúmið í heimi okkara er stórt nú babba og Hannus eru farnir. Babba gjørdist 56 år og Hannus 23 ára gamal; vit hildu, at vit fóru at hava tykkum hjá okkum í nógv ár afturat, men hesum gjørdust vit ikki harrar yvir. Saknurin kenst svárur h'á okkum øll- um, sum eftir sita; kanska serliga hjá tær, mamma, sum hevur mist bæði mann, son og verson, og hjá tær Sóleyg, sum umframt at hava mist pápa og beiggja, er vorðin einkja á so ungum árum. Omma og systkin, vit hava gll mist nógv. Hjá okkum gllum fer róðurin at kennast nógvar ferðir tyngri í langa tíð framyvir, men latum okkum taka árar í hond og halda áfram. Min bøn er, at vit minnast pápa min fyri alt tað góða, sum hann var og gjørdi. Harrin gav okkum loyvi at kenna hann í eina tíð, og tað vil eg takka honum fyri. Má Harrin styrkja og varðveita okkum øll í stóru sorg okkara. Friður veri við minninum um pápa okkara, vegna systkini, Anita Thomsen Simonsen Minningarorð um elskaða beiggja okkara, Hannus Thomsen Tú fór við Sjóborgini; tað kennst so løgið, at tú ert vekk og ikki kemur aftur. Tú gjørdist bert 23 ára gamal. Sum heilt lítil sigldi tú við babba; longu sum 10 ára gamal fór tú fyrsta túrin til skips — við Sjóborgini, og tú sigldi nógv- ar túrar afturat bæði við Sjóborgini og ødrum skipum, áðrenn tú fór fyri síðstu ferð. Aftaná at hava lokið 10. flokk, fór tú til skips við babba; hugurin mundi vera til sjógvin, tí at tú royndi títt umborð, og tú læs nógvar bøkur um fiskiskap, tå ið tú var í landi. Umframt sjógvin dámdi tær sera væl tónleikin. Í '95 fór tú á háskúla í Dan- mark, har tú valdi tónleikin sum ser- grein. Heimafturkomin fór tú aftur til skips, men fyri uml. tveimum árum síðan fór tú á Skála Skipasmiðju at ar- beiða. Tá ið skipasmiðjan læt aftur, fekst tú starv hjá Byggiservice á Skála, og har hevði tú tína gongd til fyrst í '98; tá gjørdi tú av at fara aftur til skips. Vit kendu Hannus sum ein sera hjálp- saman drong; hann var altíð fúsur at hjálpa til, tá neyðugt var. Bað man Hannus gera nakað, so bleiv tað gjørt. Hannus var ógvuliga álitisfullur; hann trúði altid tí, sum fólk søgdu og trúði á, at verðin var eitt gott stað. Hann bleiv skuffaður av og á, men hesi evnini gjørdu hann føran fyri av nýggjum at hava álit á øðrum, og á hendan hátt at halda áfram. Eg legði altíð til merkis, hvussu góður Hannus var við småbørn. Hann var gubbi at soni mínum, og hverja ferð hann sá Tummas, tók Hannus hann upp í føvningin ella setti seg niður á gólvið at spæla við hann. Tónleikurin var eitt tað týdningarmesta fyri Hannus. Hann skrivaði sangir, gjørdi løg til, sang og spældi guitar og klaver. Heimastudio keypti hann sær til tess at kunna taka upp. Eg haldi, at tónleikurin meira enn nakað annað av- speglaði ta kreativu síðuna hjá Hannusi, sum vit annars ikki sóu so nógv til. Kreativiteturin, sum hann á hendan hátt sýndi, var stórur; hann dugdi at skapa tónleik, sum var hansara egni og av- speglaði hann; — tey virðir, persónlig- heit, dreymar 0.a., sum Hannus hevði. Vit minnast Hannus sum ein, sum spreiddi gleði í heimi okkara, og vit fara at sakna hann nógv. Tú gavst okkum minnini, og tú gavst okkum tónleikin; hesum vilja vit aldri sleppa Eg vil minnast Hannus við at citera eitt brot úr einum sangi hjá honum; møgu- liga sigur tað okkum meir um Hannus, enn okkara orð kunnu. Sangurin er bygdur á filmin, sum er gjørdur yvir kríggið í Vietnam, har ein maður gerst lamin. Brotið er umsett úr enskum >Nógv fólk doyðu; nógv fólk mistu alt, gjørdust fåtøk. Men hesin maðurin gav alt fyri onki; kærleiki hansara til landið gav honum mót at kempa, men hetta gjørdist eisini bani hansara« >Nú veitst tú, hvat hesin eini maðurin gjørdi; gav sitt egna lív, hóast hann ikki var annad enn eitt barn. Tøkkin, sum hann fekk, var at gerast einsamallur; ongin vildi vita av honum«. Friður veri við minninum um beiggja okkara, vegna systkini, Anita Thomsen Simonsen