Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 7. MAI 1998 Jóhan Restorff, stjó tíðindablaðið 5062 ri á Hotel Hafnia: Lítil framgongd í bíleggingum Verkfallið í Danmark kom illa við hjá Hotel Hafnia í Havn og nógvar bíleggingar eru avlýstar. Men útlit eru til, at fleiri bíleggingar eru í summar í mun til í fjór og tað kemst millum annað av nógvu umrøduni Føroyar hava fingið aðra staðni TuRIÐ KJøLBRO Summarið hjá ferðamanna- vinnuni í Føroyum byrjar, tå ið Norrøna leggur at bryggju í Havn við teim fyrstu útlendsku gestunum. Gistingarhúsvinnan spenn- ur seg út í hesum døgum at ger alt til reiðar til at taka ímóti fremmandu ferða- fólkunum og í so máta er Hotel Hafnia, sum liggur í hjartanum í høvudsstadnum einki undantak. Utlendsku gestirnir eru å- litið hjá Hotel Hafnia, bert 8% av bíleggingunum eru frå føroyingum. Av teim 92% eru 75% danir. Tískil kom verkfallið í Danmark illa við hjá Hotel Hafnia í Havn, nógvar bíleggingar eru avlýstar, til dømis bólkaferðir og veitslur. Tal- an er um bíleggingar fyri nógvar pengar — Tá ið arbeiðslívið steðg- ar upp í Danmark kastar tað beinanvegin skuggar í Før- oyum. Mai er vanliga ein góður mánaði hjá hotellu- num. Men tað er ikki nakað vit kunnu gera nakað við Tað nýtist ikki at fáa avleið- ingar fyri, hvussu restin av summrinum verður, uttan tað, at fólk hava valt at tikið av onkrum av teim bíligu tilboðunum, sum hava verið seinastu dagarnar at fara suðureftir í Europa. Tað kann vera, at fólk hava brúkt pengar har ístaðin fyri at koma til Føroyar seinni í summar. Men tað vita vit einki um enn. Henda tíðin plagar annars at geva ein ábending um, hvussu summarið fer at vera. Tí á páskum og heilidagarnar sita fólk og leggja summar- frítíðina til rættis, sigur Jó- han Restorff, stjóri á Hotel Hafnia. Øking Øll gistingarhúsini í Føroy- um høvdu eina afturgongd í bíleggingum í fjør í mun til árið fyri. Gongdin er nú vend og stjórin á Hotel Hafnia væntar, at ein lítil framgongd verður — I fjør øktist talið á gist- ingum lika til juli, men so minkaði tað líka til árslok. Tað sama mynstrið síggja vit aftur í ár. Arsúrslitið vísti eina afturgongd, ikki bara hjá okkum, men um alt landið. Broytingin í ár í mun til í fjór verður ikki minst, at flogførini fara at flúgva oftari í summar. Nógv, sum ringja fáa at vita, at flogfør- ini eru full, og tí setast tey aftur. Í summar kunnu flog- førini flyta 48.000 fólk um tey eru full hvgnn dag, og so stóran kapasitet hava vit ikki havt áður, sigur Jóhan Restorff. Gistingarhúsfelagið hevði fund í fyrradagin, har millum annað ávirkanin av umtaluni, sum filmurin Bar- bara hevur fingið, varð um- rødd. — Umrødan fer skjótt framvið. Fólk fara í biograf- in at hyggja at Barbaru- filminum, og tvær vikur seinni at Titanic. Tað sum liggur longur á og sum hev- ur givið stórri umtalu eru viðurskiftini millum Føroy- ar og Danmark, serliga bankagglan. Tann umrødan er alla tíðina í fjólmiðlu- num, men um tað bara er henda umrødan sum ger, at fleiri koma hendavegin, kunnu vit ikki siga. Fólk vilja royna nakað nýtt, ístaðin fyri at fara suðureftir at ferðast. Nógvir ferða- smiðir arbeiða við at fáa fólk til Føroyar, nógvir fald- arar eru á marknaðnium og Ferðaráð Føroya ger eitt gott arbeiði. Nú er íkki neyðugt, at útlendingar leita eftir okkum, tí vit eru so mikið nógv frammi og royna at gera vart við okk- um. Vanliga verður sagt, at tað tekur fimm ár, áðrenn stóra marknadarføringin sæst aftur í øktum ferða- fólkatali. — Tað er sera týdningar- mikið at ferðafólk fáa nøkur upplivilsir, tá ið tey koma henda vegin. Har er nógv hent til bata, vit hava fingið útbúnar ferðaleiðarar og nógv góð skipað tilboð og tiltók, sum ger tað meiri spennandi at koma henda vegin, sigur Jóhan Restorff Afturvendandi Summarmånadirnir hava ógvuliga stóran tydning fyri hotell og gistingarhús í Før- oyum. Galdandi fyri tey flestu telja summarmánað- irnir um helmingin av um- setninginum. Afturvend- andi trupulleiki er kortini at fylla hotellið í juli og í ár er einki undantak. Tí er tað munandi bíligari at gista á Hotel Hafnia í juli enn í juni og august Vit eru kortini í teirri stóðu, at talið á bílegging um er javnt alt árið, tí vit liggja í Havn. Ein orsøk til, at hotellini hava trupult við at fólk at gista í juli er, at kapasiteturin at flyta fólk til Ferðamannasummarið byrjar, tá ið Norrøna byrjar at sigla 23. mai Føroya hevur verið ov lítil tá fólk hava spurt. Tí hava tey giv ið upp Nógv bíleggja nógva staðni í senr og leggja tí hald á ein stóran part alla staðni, og tá ið tey so gera av, hvagar tey fara fleiri Onnur orsøk er kanska, at summarfrítíðina rindar tú sjálvur fyri } arbeiðsplássið, sigur Restorff at enda í vi staðni avlýsa tey ————iwiWwiwiwiiwawiiiiwi * Serstakliga rúmligur — 5 ferðandi rísur úr MERCEDES-BENZ Å) 0 lvan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 - 110 Tórshavn TIf. 31 3666 - Fax 31 0866