Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 Nr. 85 — 7. MAI 1998 Aki Jespersen á Smyril Line: Stor øking í ferðafólkatali — I fjør flutti Norrøna 51.000 ferðafólk og sambært bí- leggingunum higartil verður stór øking í flutninginum í ár Tur KJØLBRO I hesum degum fyrireika fólk summarfrítíðina, og á Smyril Line, ið selur ferða- seðlar bæði loftvegis og sjó- vegis, er úr at gera. Hálvt hundrað túsund fólk vórður flutt millum Føroyar, Ís- lands, Danmark og Noreg í fjør, og sambært bílegg- ingunum higartil eru ábend- ingar um, at Norrena fer at flyta enn fleiri fólk og bilar í ár — Talan er um eina rimi- liga stóra øking í ferda- fólkatalinum í mun til í fjør, og hon er á øllum rutum, serliga á Noregsrutuni, sig- ur Aki Jespersen, deildar- leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line ovtingar eru i e í hjá Norrønu < F & 3 tvr K g g Vis rn k g i ygg u N ør yingar hava hug á snar ferðunum ul Hetlands, har tey fara mánadag og koma hampuiigur áhug! at sleppa inn á bretska meginlandið PNO-Ferries e sum sigla ge Skot i Norrønu y => N g 3 Sn € een ferða ISK 8 u 7 y gera eima stóra rféring í Noregi n, s vit lara at gvar norðmenn í 1 summar Ak: Jespersen sigur Umtala Umreðan av Føroyum donskum blødum og fjøl- miðlum annars hevur verið rættiliga stór síðsta árið, fyrst í sambandi við filmin Barbaru, síðani í sambandi við vitjan Nyrups í Føroy- um og so Bankakanningina. Føroyar eru í aðrar mátar javnan ovast á tíðinda- breddanum í Danmark — Nógvir danir koma henda vegin og økingin er rættiliga stór, sigur Aki Jes- persen Ferðaseðlarnir eru bílig- ari til Noregs enn til Dan- markar. Tí keypa nógv ferðaseðil til Noregs og koyra síðani víðari. Gott ferðasamband er bæði úr Oslo til Keypmannahavnar, år Kristianshavn til Hirts- hals, og úr Bergen til Hanst- holm. — Ferðaætlanin hongur betri saman vid at sigla til Hanstholm í staðin fyri til Esbjerg. Og tað eru nógv fleiri = fritidarmiddeplar, ferdastød og góðar strendur í Norðurjútlandi enn í Suð- urjútlandi. Í so máta er tað sera hent hjá fólki, at siglt verður til Hanstholm, og tað merkja vit við, at nógvar pakkaferðir eru seldar, tað vil siga, ferðaseðlar um- framt summarhús, íbúðir ella hotell At økingin er so stór og at fólk í stórri mun keypa pakkaferðir eru tekin um, at fólk hava fleiri pengar um hendi enn undanfarin ár — Tað eru heilt greið tekin um tað, sigur Aki Jespersen Umvegis Ísland Ferðamynstrið seinastu ár- ini hevur verið, at útlend ngar, kanska serliga týsk menn, koma ti Norrønu fyr ra víðari til Ís Førovar v síðani at ands Ahugin eystanfyr koma til Føroya og Íslands veksur, til dømis er stórur áhugi úr Kekkia og Pól- landi, sigur Aki Jespersen. Norrøna byrjar at sigla 23. mai og siglt verður í 16 vikur. — Vit hava longt sigling- artíðina fyri at fáa fleiri fólk við. Eydnast tað verður um- hugsað at leingja tíðina enn meir. Og ábendingar eru um at fólk fegin ferðast tíðliga og seint á summri. Vit geva serlig tilboð, til dømis bí- ligar bilpakkar fyri at fáa fleiri fólk við nettup teir túr- arnar, har ikki er so nógv frammanundan, sigur Aki Jespersen I fjør var ein undirhalds- leiðari umborð allar túrar- nar. Viðkomandi hevði nógvar ymiskar uppgávur Eitt nú skipaði hann fyri bingo og undirhaldi fyri so sum skattajakt og børn seyðarenning, og fyri barna ansing ávísar tímar á deg- num. Tað eydnaðist so mik- ið væl, at tað verður tikið uppaftur í ár Marita Danielsen, deildarleiðari á Flogfelag Føroya: Få Hóast verkfall hevur verið í Danmark, hevur borið til at ferð- ast sum fyrr, tó við onkrum broytingum og umleggingum TURIÐ KjøLBRO Stórverkfallið í Danmark vardi í g hálva aðru viku. Sjónligastu avleiðing- arnar í Føroyum hava verið, at bert eitt flogfar hevur rgkt Føroyarutuna. Tí hava nøk- ur, sum hava ætlað sær út at ferðast, verið noydd at lagt ferðina um ella útsett hana A Flogfelag Føroya, sum er tann størsta ferðamanna- skrivstovan í landinum, hevur verið úr at gera at selja ferðaseðlar og leggja longu seldar ferðaseðlar um. Maersk hevur ikki flog- ið og Atlants Flog hevur bara flogið til Billund, har flogfarið hevur fingið allar tænastur uttan olju. Á veg heim til Føroya hevur verið millumlent í Stavanger, har flogfarið hevur fingið olju. — Handilsferðandi hava verið forðað í at fara nakran góða veg meðan verkfallið hevur verið, tí so nógv arbeiðs- pláss hava verið verkfalls- rakt. Hinvegin hava tey ferðast, sum frammanundan hava lagt ferðina til rættis, onkur er setstur aftur, men tey eru fá. Tað hevur sjálv- andi verið keðiligt hjá teim ferðandi, at tey hava verið forðað í at ferðast sum tey annars vildu gjørt, sigur Marita Danielsen, deildar- leiðari á Flogfelag Føroya. — Tað eru ikki øll, sum hava sagt frá, at tey ikki fara. Utselt hevur verið við flogfarinum nakrar ferðir, men tað hevur hverja ferð gingið, tí nøkur ferðafólk ikki eru komin fram. Tí | hava vit heitt á fólk um at mýta upp og tey eru sloppin við, sigur Marita Danielsen. Tok At sleppa runt í Danmark hevur ikki verið nakar trupulleiki. Gravgangurin eftir tokferðaseðlum hevur kortini ført við sær, at fólk hava verid noydd at bida nakrar timar fyri at sleppa vid, serliga upp undir viku- skiftið. Sum tann einasta ferða- mannaskrivstovan í landi- num selur Flogfelag Føroya eisini ferðaseðlar við toki í Danmark og Onglandi. Tað kom sera væl við, meðan verkfall var. — Nógvir føroyingar hava keypt ferðaseðlar við toki. Vit byrjaðu at selja tok- ferðaseðlar sama dag sum verkfallið byrjaði, so tað var rættiliga heppið, sigur Marita Danielsen. Flogfelagið er eisini aðal- umboð hjá Maersk í Føroy- um. Maersk, sum hevur høvudsstød í Keypmanna- havn, og hevur als ikki verið á flogi meðan verkfallið vardi. Planlegging Tað er um hesa tíðina, at føroyingar leggja ætlanir um, hvagar tey skulu fara at ferðast í summar — aðra staðni er vanligt, at summ- Atlants Flog rókti einsamalt Føroyarutuna meðan verkfall vardi arfrítíðin verður løgd til rættis fyrst í árinum. Og tek- in eru um, at føroyingar ferðast nógv. — Føroyingar fara alla staðni, eingin nýggjur marknaðurin er sum so, utt- an tað at Atlants Flog fer at flúgva til Glasglow í summ- ar. Fólk ferðast sum tey altíð hava gjørt við skipi og flog- fari, bili og toki, men tað at tey nú kunnu leggja alt til rættis og gjalda, áðrenn tey fara, er avgjørt ein fyrimun- ur fyri tey, sigur Marita Danielsen, deildarleiðari á Flogfelag Føroya at enda í viðtali.